Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92 ÍTRÓTTUR FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Viljormur við tveimum uppleggum Vinstri bakkurin á føroyska lands liðnum, Viljormur David sen, leikti sunnudagin all ar 90 minuttirnar, tá Vejle á úti vølli spældu 2-2 javnleik móti FC Roskilde. Og Viljormur Davidsen átti eisini sín stóra leiklut í, at Vejle fekk javnleik, tí Vilj- or mur átti nevniliga næst- sein asta fótin á báðum mál- un um hjá Vejle. Viljormur Davidsen greið- ir á heimasíðuni hjá Vejle frá báðum málunum. • Til tað fyrsta málið komi eg til baklinjuna, har eg skjóti innlegg. Tað koma tveir leikarar rennandi inn í feltið, og tað endar so við at Hakan Redzep fær skotið bólt in í netið til støðuna 1-1. • Til tað seinna mál ið fái eg bóltin í vinstru síðu, nakað frammanfyri mið- ju na. Eg síggi at har er pláss aftanfyri verj u n a hjá teimum, og tí skjóti eg ein bólt fram til Christian Sive bæk, ið síðani skallar bólt in í net ið til endaligu støðu na 2-2. Viljormur Davidsen greið- ir eisini frá á heimasíðuni, at hann er væl nøgdur við at legg ja upp til bæði málini. • Sum verjuleikari er tað altíð deiligt, tá tú kanst vera í álopsspælinum, og tí er tað ein góð kensla at eiga uppleggini til bæði málini hjá okkum. Har- afturat gleddist Vilj or m- ur Davidsen eisini um, at Vejle megnaði at koma aft ur í dystin tvær ferðir, eftir at felagið hevði ver- ið aftanfyri. Sannførandi fyrsti dystur hjá Nattestad Sunnudagin leikti ungi mið vingurin Sonni Ragnar Natte stad sín fyrsta dyst á lið num hjá AC Horsens, eftir at hann er leigaður til AC Hors ens frá FC Midtjylland. Og byrjanin hjá Sonna Ragn ar Nattestad í AC Hors- ens kundi valla verið betri. Tað eydnaðist AC Hors ens fyri fyrstu ferð í kapp ing ar- ári num at fáa ein sigur, og har afturat eydnaðist tað at halda nullið. Og Sonni Ragn- ar Nattestad átti eisini sín stóra leiklut í, at AC Horsens fekk 3 stig og at einki mál kom ígjøgnum. Heimasíðan hjá AC Horsens skrivar, at talan var um sannførandi de but frá føroyska lands liðs leikara- num. • Talan var um fyrsta dystin hjá Sonna Ragnar Natte stad fyri teir gulu, og staðfestast má at hann debuteraði í sann- før andi stíli. Brandur í hópinum og full spælitíð til Kristian Fríggjakvøldið spældi FC Keyp mannahavn heimadyst móti FC Midtjylland. Við í hópinum hjá FC Keypmannahavn fríggja - kvøldið var ungi skál vík- ing ur in Brandur H. Ol sen, ið leikar fyri danska stór- felagið. Hóast Brandur H. Olsen ikki kom á vøllin fríggja kvøldið, og enn eigur sín fyrsta dyst til góðar í bestu donsku deildini, bendir tó nógv á, at ungi føroyski leik arin alsamt nærkast hita num á besta FCK liðnum. Føroyski U-21 lands liðs- málverjin Kristian Joensen fekk í seinastu viku eisini de but fyri sítt nýggja felag Lyngby BK. Kristian Joensen stóð í málinum allar 90 minutt- ir nar, tá Lyngby í steypa- kapp ing ini leikti seg víðari, eftir at teir vunnu 2-0 móti Avarta. Talan var um sannførandi avrik frá før- oyska málverjanum, tí at tað eydn aðist Lyngby at halda null ið. Føroyski landsliðsleikarin í Aalborg, Gilli Sørensen, er eisini við at koma fyri seg, eftir ein heldur drúgvari skaða steðg. Gilli Sørensen leikti í seinastu viku aftur á næst besta liðnum hjá AaB. Í næstum verður før oys ka landsliðið úttikið til heima- dystin móti Finnlandi tann 7 septem ber. SANNFØRANDI FØROYSK AVRIK Landsliðsleikararnir Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad leiktu um vikuskiftið sannførandi fyri síni lið í næstbestu donsku deildini