Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 3 René Tórgarð Átti ongan lut í HB-málunum og hevði eina stórbjarging í seinna hálvleiki. 4 Jónas Tór Næs Álopskendur og fekk nakrar málmøguleikar. Hansara lutur í fremra partinum av spælinum skapti yvirtalið í seinna hálvleiki. Millum teir raskastu. 2 Gert Hansen Manglaði avgerandi takklingina við 2-0-málið og hevði trupulleikar við at rudda nakrar bóltar burtur. 2 Høgni Madsen Yvirspældur í 1-0-málinum og varð seinni fluttur úr miðverjuni. Riggaði betur á miðvøllinum. 3 Jóhannus Hansen Bakkarnir hjá EB/Streymi gjørdu sína skyldu, og Jóhannus átti onga skuld í málunum. 4 Gunnar Zachariassen Ein av teimum mest eyðsýndu hjá EB/Streymi við góðum driblingum og skilti seg væl av við bóltin. Troyttaðist og varð útskiftur. 3 Marni Djurhuus Fekk tamarhald á miðverjuni, tá ið hann varð fluttur hagar. 3 Rógvi E. Nielsen Rann nógv og royndi seg við langskotum. Hann royndi, má sigast. 4 Hans Pauli Samuelsen Átti ein fót í so at siga øllum tí skapandi hjá EB/Streymi. Lívligur og sjónligur – umráðandi leikari. 2 Niels Pauli B. Danielsen Royndi at venda spælinum, men í trýstinum í seinna hálvleiki var hann ikki millum teir eyðsýndu. Nakrar skeivar sendingar. 3 Arnbjørn Hansen Breiddi seg út í málteiginum og fekk hendinga málmøguleikar. Manglaði tað síðsta í royndunum. spælarameting Pætur Albinus - Margáir Tað var, eins og í restini av land­inum, fitt av vindi við Marg­áir sunnudagin, har EB/Streymur fekk vitjan av HB í einum ógvuliga týdn­ ing­armiklum dysti fyri bæði lið­ini – HB, sum framvegis royn­ir at elta B36 og EB/ Streym, sum stríðist fyri at halda fast í kappingini um tey evropeisku plássini. Bæði liðini manglaðu fólk til dystin. EB/Streym­ ur var uttan roynda verju­ skans­an, Egil á Bø, sum var leik­bannaður, meðan HB – sum framvegis var uttan teir langtíðarskaddu – eisini mátti síggja burt frá Jóan Sím­uni Edmundssyni, sum var skaddur. Í mun til aðrar dystir, so slapp vøllurin við Margáir und­an tí heilt nógva vind­ in­um, og líkindini máttu sig­ast at vera í lagi. Og tá ið somikið nógv var upp á spæl, var valla nakar ivi um, at dysturin skuldi gerast lív­ lig­ur. HB dreymabyrjan Tá ið EB/Streymur fyri tveim­um vikum síðani møtti odda­liðnum B36, kastaði tað ein 1-0-sigur av sær við skila­ góðum verjukendum tak­ tikki, men tað var ikki líkt til, at sami taktikkur varð tikin í brúk ímóti HB. EB/Streymur, sum hevði undanvind í fyrra hálv­leiki, var langt frammi á vøll­inum frá byrjan. Tað vóru eis­ini heimamenninir, sum fingu fyrstu skotroyndina, men tað var HB, sum longu eft­ir tíggju minuttum skapti sær eina dreymabyrjan. Andrew av Fløtum fekk bólt­in stutt uttanfyri brots­ teig­in, haðani hann sendi eitt frálíkt innlegg til Poul Inga­son, sum við einum rist­ sparki legði HB á odda 1-0. Jónas Tór Næs fekk stutt eft­ir góðan møguleika, men hó­ast hann var næstan púra leys­ur og ávegis í feltið, so mátti hann staðfesta, at vinstra bein ikki er eins gott sum høgra. Aftur HB Í spælbýti og mál­møgu­leik­ um var EB/Streymur ikki langt frá HB, og sum heild var fyrri hálvleikur rætti­ liga javnur. HB hevði bólt­in meiri og royndi at mynstra seg ígjøgnum, með­an EB/ Streymur var nógv meiri beinleiðis og setti ferð á ímóti málinum. Í nógva viðvindinum var tað tó ikki lætt at fáa bóltin inn um HB-verjuna, men heima­liðið royndi seg við lang­skotum, innleggum og deyð­bólts­ støð­um, sum tó ikki vóru nóg mikið at finna vegin til mál­ið. At finna vegin til málið dugdi HB betur. Tað vísti teir aftur tá ið góður hálvur tími var leiktur. Alex José dos Santos og Andrew av Fløt­um, sum vóru millum mest eyðsýndu leikararnar í fyrra hálvleiki, spældu seg væl frameftir í brotsteigin, har Andrew av Fløtum kom í góða støðu og langaði bóltin í mál til 2-0. Enn ein støða, har verjan hjá EB/Streymi ikki var nóg avgjørd, og løtu seinni kom broytingin: Høgni Madsen var fluttur fram á miðvøllin, meðan Marni Djurhuus varð fluttur aft­ur í miðverjuna at binda meiri um. Løtuna til hálvleiks hevði EB/Streymur onkrar hálvar mál­møguleikar, eitt nú lang­ skot frá Rógva E. Nielsen og stút­ara frá Arnbirni Hansen, men neyvleikin var ikki til staðar og HB slapp til hálv­ leiks á odda 2-0. Heimaliðið royndi EB/Streymur byrjaði sum eitt fok í seinna hálvleiki. Fyrsta ávaringarskotið átti Jón­as Tór Næs, sum við ein­ um dundurskoti bara var eina stórbjarging frá Teiti M. Gestsson frá at minka um mun­in alt fyri eitt. Hetta var bara byrjanin upp á eina sera góða løtu hjá EB/Streymi, sum við væl skipaðum og ágrýtnum álopsspæli megn­ aði at leggja trýst á HB. Gert Han­sen við stútara og Hans Pauli Samuelsen við skoti vóru eisini tætt við at minka um munin. Hóast EB/Streymur hevði bróðurpartin av spæl­inum og størstu mál­ møgu­leikarnar, so gav tað eisini HB møguleikar í mótálopunum. Eitt nú royndi Alex José dos Santos seg við einum dundurskoti, men René Tórgarð stór­ bjarg­aði bóltinum frá at sita í málhorninum. Sigurin staðfestur EB/Streymur helt fram við at leggja nógv fyri í álops­ part­inum, og tað var eisini um reppið fleiri ferðir eftir HB hongur Í við sann­ førandi sigri Hóast liðini í spælbýti og málmøguleikum vóru rættiliga jøvn, so var avrikið sum eftir bókini hjá HB, sum við rimmar 3-0-sigri í Streymnesi ikki letur B36 renna enn longri frá sær í kappingini um FM-heitið. Kaldliga avgreiddir møguleikar sendi HB á odda 2-0, og tá ið EB/Streymur so einki fekk burturúr trýstinum, teir skaptu sær – ja, so revsaði HB teir og vann 3-0. 1 til 6 (0-2) 0-3 0-1: Poul Ingason, 10. 0-2: Andrew av Fløtum, 29. 0-3: Kristin R. Mouritsen, 92 .Dómari: Dagfinn Forná Ungur HB-bonkur Vegna nógvu skaðarnar hevði HB sera ungar leikarar á bonkinum ímóti EB/Streymi. Thomas Knudsen og Pál M. Joensen eru gaman í báðir 21 ára gamlir, men Bartal Wardum er 17 ára gamal og Teit Jacobsen og Adrian Justinussen einans 16 ára gamlir. Allan Enghamar HB-fjeppari Klassamunur! Nú halda vit bara kósina dreingir! HåååBeee! fjeppara sms