mánadagur 18. august 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92
ítróttur
fótbóltur
Tvey lið, sum lótu veður vera
veður og royndu at skapa
ein góðan dyst. Bæði spældu
álopsfótbólt, og hóast
úrslitið bendir á stóran mun
á liðunum, so var tað meiri
javnt og dysturin var góður
fyri áskoðaran. Gott støði.
Ein sat við kenslu av, at Egil
á Bø í stóran mun manglaði í
verjuni hjá EB/Streymi. Verjan
hjá heimaliðnum sá als ikki
gott út uttan aldursforsetan,
og tað er ikki gott tekin, at
so nógv skal broytast uttan
ein einkultan leikara.
HB nógvar skaðar Skaðalistin hjá HB tykist
bara at gera longri og longri. Símun Samuelsen og
Gunnar Haraldsen eru langtíðarskaddir. Christian R.
Mouritsen bíðar framvegis eftir at halurin aftur verður
í lagi. Afturat teimum eru René S. Joensen, Tróndur
Jensen og Jóan Símun Edmundsson eisini skaddir.
at teir oystu nógvar bóltin í
málteigin. Tað sá ikki út til,
at tamarhald var á støðuni
hjá HB í fleiri støðum, men
teir dugdu væl at rudda
bóltin burtur av vandaleið.
Nyttuleysa
stríðið
hjá
EB/Streymi førdi til fleiri
mótálop til HB. Kristin R.
Mouritsen rak einu ferðina
framvið øllum – eisini mál
verjanum – men tað gjørdist
ov spískt og hann rakti ikki
málið. Í yvirtíðini fekk kviki
vongleikarin tó ein møgu
leika afturat, tá ið hann var
í fullari ferð í mótálop. Hann
rann Marna Djurhuus av
sær og stýrdi bóltin framvið
René Tórgarð í EB/Streyma-
málinum og í mál til 3-0, sum
eisini gjørdist endaliga støð
an.
HB var bara tað betri til
at gagnnýta møguleikarnar
og var drúgvari sum heild.
EB/Streymur hevði møgu
leikarnar til at spæla seg inn
aftur í dystin, men HB vardi
væl fyri hesum og revsaði
soleiðis at tað gjørdist ein so
mikið stórur sigur, sum vinn
ur teimum trý stig á kontuna
og heldur harvið muninum
til B36 á sjey stigum.
EB/Streymur fekk hin
vegin einki burturúr og ligg
ur nú verri fyri í mun til at
vinna sær bronsumerkini,
hóast møguleikin væl og
virðiliga framvegis er til
staðar.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Sigmar Mørkøre
Ótrúliga væl
nøgdur
Teir eru
effektivari
Andrew av Fløtum, sum
var eyðsýndur í Streymnesi
og bæði legði upp og skeyt
eitt mál, stórfegnaðist um
3-1-sigurin.
– Vit eru ótrúliga væl
nøgdir. Vit vistu, at vit
skuldu vinna fyri at halda í
B36. So vit eru væl nøgdir, ja,
segði Andrew av Fløtum eftir
dystin.
HB vann sær 2-0-hálv
leiksleiðslu og kom undir
trýst í seinna hálvleiki, men
Andrew sigur, at tað ikki var
ætlanin.
– Sjálvandi vildu vit út at
skjóta eitt mál afturat bein
anveg, men tað kom so ikki
fyrr enn til síðst. Men vit
royndu at vísa sama viljan
sum í fyrra hálvleiki. Menn
arbeiddu ótrúliga hart, og eg
haldi, at vit eru komnir har
til, at vit vilja tað nú, sigur
Andrew, sum metir tað vera
torført at fanga grannarnar
úr B36.
– Tað verður ótrúliga
ringt. B36 liggur øgiliga væl
fyri at vinna FM. Tað skal
nógv til áðrenn teir missa
tað, men vit royna at gera
tað, sum vit kunnu. Vit
kunnu bara vinna okkara
dystir, so má hitt vera, sum
tað er, segði Andrew av enda.
– Stutt sagt er HB effektivari
enn vit, tí leikliga eru teir
einki frammanfyri okkum.
Teir skora upp á feilir hjá
okkum í fyrra hálvleiki, segði
hann og harmast serliga
um, at verjuleikararnir ikki
fylgdu Poul Ingason og An
drew av Fløtum inni í brots
teiginum.
Longu í fyrra hálvleiki
valdi hann at flyta Marna
Djurhuus aftur í verjuna í
staðin fyri Høgna Madsen,
sum varð fluttur fram á mið
vøllin.
– Tað var fyri at fáa
betri tak á í verjupartinum.
Kanska Høgni og Gert ikki
kenna nóg væl hvønn annan
til at spæla saman. Vit hava
havt nógvar útskiftingar í
miðverjuni, og tað er kanska
tað, sum kostar okkum í dag.
Eftir
hálvleikssteðgin
legði EB/Streymur trýst á.
Tað var tilætlað, sambært
Rúna Nolsøe.
– Vit eru aftanfyri 2-0, so
sjálvandi royna vit at fara
fram. Vit royndu at halda
bóltin á jørðini og senda
stikningar til Arnbjørn, og
tað eydnaðist eisini at koma
til tveir stórar møguleikar og
fleiri hálvar. Tað manglaði
bara at skumpa hann inni,
segði Rúni, sum at enda
peikaði á, at hóast hann ikki
er nøgdur við úrslitið, so er
hann nøgdur við spælið.
spælarameting
1 til 6
Rógvi Dam
EB/Streymur-fjeppari
Okkara menn spældu illa í
dag, 0 stig á heimavølli er ikki
nóđ gott, nú skal arđar bollar
í suppina um vit skullu vinna
á B68 til næsta dyst. Saman
standa vit sterk
fjeppara sms
4
Teitur M. Gestsson
Reint mál, eina stórbjarging og
stúrdi ikki fyri at koma úr málinum at
rudda burt. Djarvur og væl upplagdur
– gott avrik.
Jógvan Rói Davidsen
Ov stutt inni – útsk. Í 27min.
3
Jóhan Troest
Davidsen
HB-verjuni bilti lítið og einki, og tað
átti Jóhan sín lut í. Trygt avrik.
4
Rógvi Holm
Vann at kalla allar luftbóltarnar
og kom ofta í vegin tá ið trýstið
var stórt.
4
Alex José dos Santos
Væl upplagdur og teknisku
dygdirnar komu til sín rætt. Átti
uppleggið til 2-0-málið.
3
Levi Hanssen
Fekk ikki nógv burturúr og
var millum teir minst sjónligu á
HB-liðnum.
3
Heini Vatnsdal
Stríddist og fýrdi ikki fyri at seta
ferð á ímóti HB-málinum. Var við til
at vinna dystin um miðvøllin.
3
Fróði Benjaminsen
Stríðsavrikið lá ikki eftir
hesaferð heldur. Bant væl samanum
og stýrdi miðvøllinum.
4
Kristin R. Mouritsen
Setti av álvara ferð á
álopsspælið í vinstu síðu. Var
avbjóðandi og skoraði eitt mál.
5
Andrew av Fløtum
Átti ein fót í tí mest kreativa
hjá HB. Sera eyðsýndur við góðum
spælingum. Eitt sukursøtt upplegg
og eitt mál. Dagsins maður!
3
Poul Ingason
Stríddist væl, men bóltin misti
hann ov ofta. Tó góðan sans fyri at
vera á rætta stað og fekk eitt mál
burturúr.
3
Bartal Wardum
(innsk. í 27min.)
Sera róligur í verumáta og ger fáar
villur. Trygt avrik aftur hesaferð.
Besta liðið hjá EB/Streymi møtti
ikki upp í dag, tí allir vóru í
brúðarhús hjá Hans Paula. Tískil
møtti 2 liði upp :)
SMS til
3. hálvleik
Andrew av Fløtum:
Rúni Nolsøe:
EB/Streymur: René Tórgarð - Jónas Tór Næs, Gert
Hansen, Høgni Madsen ■ (88. Rói H. Olsen) Jóhannes
Hansen (63. Arnar Dam) - Gunnar Zachariassen (74.
Leif Niclasen) Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen, Hans
Pauli Samuelsen - Niels Pauli B. Danielsen - Arnbjørn
Hansen
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (27.
Bartal Wardum) Jóhan Troest Davidsen ■, Rógvi
Holm, Alex José dos Santos - Levi Hanssen, Heini
Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen
- Andrew av Fløtum ■ (89. Teit Jacobsen) - Poul
Ingason (54. Pál M. Joensen)