Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Botnliðini eru longri frá bjargingini, og í toppinum er tað nú bara HB, sum vísti rimmar avrik, ið hevur møguleika at taka grannarnar, sum ivaleyst vinna FM, áðrenn september verður liðugur B36 VERÐUR MEISTARI Á MIKKJALSMESSU FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Átta umfør eru eftir av 2014 landskappingini. Í gjár vunnu bæði toppliðini, með- an næsti avbjóðarin, sum er Víkingur, á heimavølli var partur av javnleiki. Í botni- num taptu bæði botn lið ini. Tey trý omanfyri strikuna vun nu øll eitt stig. Broytingin í støðutalvuni eftir hetta umfarið er, at tað er longri frá Víkingi á triðja plássi og fram til HB og B36, enn tað var undan hesum um fari num, og at tað er longri frá B68 og Skála fram til AB, ÍF og KÍ, enn tað var und an hesum umfarinum. Átta umfør eru eftir. Miku kvøldið og sunnudagin verð ur B36 favorittur á útivølli ímóti AB og á heima - vølli ímóti KÍ. Um tað eydn- ast hesar báðar ferðir nar at vinna fulla úrtøku, so verður sann líkið sera stórt fyri, at B36 fer at hava tryggjað sær FM heitið, áðrenn september mán aður verður liðugur. 28. sep tem ber ella dagin fyri mikkjals messu skal B36 spæla í Fuglafirði, og tá kann tað fara at vísa seg, at FM verð ur í viðførinum á veg suð ur aftur. HB hongur í, og framúr avrik ið og trivaligi sigurin við Marg áir í gjár var staðfesting av, at meistararnir liggja fram við og eru klárir at taka um endan, um grannarnir skul du kiksa. Í løtuni bendir einki á, at tað skal fara tann vegin. Heldur verður tað sann førandi gull til B36 og eins sannførandi silvur til HB. Skála stressaði toppin B36 vann 2-0 heimasigur á Skála. Úrslitið var nett tað sama, sum tað var í 1. umfari, tá ið somu liðini spældu á sama vølli. Tá ið liðini hittust á Skála, vann B36 3-0. Harvið er samantalda úrtøkan 9 stig og 7-0 málmunur B36 til fyri- munar. Hesa ferð var Andrias Erik sen aftur í B36 mið- verju ni, eftir at hann leingi hev ur verið uttanfyri or saka av skaða. Klæmint Matr- as var burturstaddur, og Odmar Færø var flutt ur úr miðverjuni og fram á verju- kent sentralt mið vall ar pláss. Í gjár gjørdu skálamenn sjálv mál í 1. hálvleiki. Kortini var spenningur í, inntil tíðin var um at vera farin. Tá stað- festi Lukasz Cieslewicz eftir skjótt uppspæl og sending frá Adeshina Lawal. - Vit løgdu meiri í álops- part in sum 2. hálvleikur leið, og tað kostaði í síðstu løtu. Í 1. hálvleiki var tætt við, at Brian Jacobsen javnaði, tá ið hann úr 30 metrum sendi ímóti málinum, og Tórður Thom sen bjargaði umvegis tvø r t ræið og til horna. Tá ið bólt urin so varð lagdur inn fyri aftur, stórbjargaði Tórð ur. Hjá okkum ræður um at blíva við at trúgva upp á tað. Vit kunnu gera so nógv annað. So fáa vit at síggja, hvør úrtøkan verður, var viðmerkingin hjá Skála mið verjanum Pæturi Dam Jacobsen. B36 málverjin Tórður Thom sen var væl nøgdur við, at tað eydnaðist at vinna: - Hóast eg var arbeiðs- leys ur í 2. hálvleiki, so var tað strevið so leingi støðan var 1-0. Vit fokusera á ein dyst í senn. Úrslitið hjá HB í tor føra útidystinum í gjár vísti, at vit fáa neyvan hjálp frá nøkrum øðrum, staðfesti B36 málverjin. Víkingur fær ov lítið burturúr Eftir summarsteðgin og óføra avrikið í europeisku kapp ingini hevur úrtøkan hjá Víkingi verið minni enn hjá feløgunum í Gunda dali. Í gjár var úrslitið á heima- vølli ímóti AB 2-2. Har við er møguleikin fyri at vinna meiri enn bronsu í lands- kapp ingini fánaður nógv. - Fýra tær seinastu ferð- ir nar hevur úrslitið í lands- kappingini verið javn leik- ur. Felags fyri allar hes ar dyst ir nar hevur verið, at vit hava verið leikliga oman á. Finnur Justinussen er størs- ti garanturin fyri málu num hjá okkum. Tá ið tað ikki eydnast hjá honum, er tað tor f ørari, og vit skulu ar- beiða meiri fyri at skora. Vit hava havt møguleikar, uttan at tað er eydnast. Ímóti AB høvdu vit tríggjar góðar møgu leik ar at skora, áðrenn teir skoraðu fyrra málið, og Hanus Jacobsen hevði risa møgu leika at javna, áðrenn Kári Nielsen við langskoti økti um AB leiðsluna til 2-0. Tíbetur minkaði Philip Djor djevic um munin til 2-1 stutt undan steðginum. Mið vall arin Heðin Hansen javn aði til 2-2, og síðstu løtu- na høvdu vit fleiri góðar støð ur at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. Vit eru ikki nóg agressivir í brotsteiginum, staðfesti Vík inga venjarin Sigfríður Clement sen. AB málverjin Heðin Sten- berg er fegin um, at tað við javn leikinum eydnaðist at sleppa uppaftur longri burt- ur frá botnplássunum: Hetta var kærkomið stig. Síða ni 3-0 tapið á heimavølli ímóti Víkingi hava vit nú spælt sjey dystir uttan at tapa. Tað eru vit nøgdir við. Síðstu løtuna vóru vit kroyst ir. Tað var tungt, og ork an gekk undan, men tí- betur royndust teir, sum komu á vøllin, væl. At teir javn aðu bara nøkur sekund und an steðginum hevði stór- an týdning fyri gongdina í 2. hálvleiki, er metingin hjá Heðini Stenberg, sum fegn- ast um, at nýggi álops spæl- arin Aleksandrs Cekulajevs skoraði fyrra málið: - Hann hevur fín evni, og hann arbeiðir væl og nógv. Lít ið man vera at ivast í, at hann fer at skora fleiri mál. Fyrsta lítla løtan avgerandi NSÍ lyfti seg nærri fjórða plássi num og har við euro pe- iska atgongu merki num við 3-1 heimasigri á B68. Tá ið seks minuttir vóru farn ir, var støðan 2-0, og tað var avgerandi fyri, at øll stigini vóru verandi við Løkin: - Vit vóru ikki nóg væl við fyrstu lítlu løtuna, og tað kostaði tvey mál. Vit reistu okkum, og í 1. hálvleiki høvdu vit tríggjar stórar møgu- leikar at skora, uttan at tað eydn aðist. Eftir steðgin sótu vit fult og heilt á spælinum, men vit vunnu bara málið, sum Jóhan Dávur Højgaard skoraði. Hugburðurin var góð ur, men fyrsta løtan var av gerandi, staðfestir B68 venj arin Jógvan Martin Ol- sen. NSÍ venjarin Trygvi Mor- t en sen er væl nøgdur við úrs lit ið. At B68 í 2. hálvleiki sá út til at vera omaná, hevði NSÍ venjarin hesa við merk- ingina til: - Í steðginum avráddu vit ikki at leggja so nógv fyri í 2. hálvleiki, men vit duttu Bárður Olsen AB-FJEPPARI Tað var ein rótutur dystur í dag, sum var tarnaður av nógvum vindi. Sama sum var fyrsta dystin hjá okkum í gøtu í ár, haldi ikki vit eru serliga vælkomnir har Víkingur vísir fínt spæl til tíðir, men vit kempa væl og skora uppá okkara møguleikar. Seinna hálvleik eru hevur Víkingur so at siga alt spæli vit eru nógv pressaðir. Víkingur kemur til nógvar møguleikar og fáa javna til 2-2 AB´arnir vísa vilja og stríðast fyri lívi til síðsta brígsl so liggur teirra partur ikki eftur soo 1 stig er 1 stig so vit eru nøgd við tað FJEPPARA SMS Steingrím Jacobsen SKÁLA-FJEPPARI Nú má man bara hugsa um ein dyst í senn, og so síggja hvussu tað fer at ganga! Onki er avgjørt enn... FJEPPARA SMS Kristian Joensen KÍ-FJEPPARI Nú byrjar at líkjast seinasta kappingarárið. Vit hava ikki vunnið í 5 dystir á rað. Kom nú KÍ, nú taka vit LÍF mikdagin FJEPPARA SMS Jóannes Niclasen B36-FJEPPARI dreingir hattar kunnu tit gera betur ok 3 stig er 3 stig um vit skulu gera nakad vid AB so sskulu bollar sum knettir i suppuna minnist til ein fyri allar allir fyri ein HVITIR FJEPPARA SMS Rúni Klein Joensen VÍKINGA-FJEPPARI Vindurin í Gøtu gjørdi sítt til at spæli var tilfeldugt at kalla allan dystin. Vit hava klára okkum væl í europa, men tađ sær ikki út til at bera frukt í heimligu kappingini, 3 stig av seinastu 9 møguligu er ikki gott nokk, tađ eru ov nógvir leikarir sum ikki raka dagin, tí vinna vit ikki fótbóltsdystir. Vit mugu bara vinna steypafinaluna og halda 3 plássi soleiđis at áriđ verđur nøkulunda. WLYV FJEPPARA SMS