Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. februar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Andstøðuumboð í uttanlandsnevndini fara týsdagin at krevja Hergeir Nielsen frá sum for- mann. Orsøkin er, at hann skal hava logið, tá hann í Degi og Viku hóskvøldið segði, at nevndin var samd um, at løgmað- ur kann venda sær til NATO uttan um donsku stjórina. Hergeir Nielsen metir ákærurnar ógrund- aðar ÓSEMJA John Johannessen Tað stendur orð móti orði millum ymisku limirnar í uttanlandsnevndini um ein niðurstøðu á fundinum hós- dagin. Meirilutin av andstøðuni heldur fast um, at formað- urin í nevndini, Hergeir Nielsen, alment hevur logið um niðurstøðuna og lagt andstøðuflokkunum orð í munnin. Og tí ætla Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin á næsta fundi at koma við uppskoti um at koyra formannin frá. Jenis av Rana úr Mið- flokkinum stuðlar kortini formanninum og ger greitt, at Hergeir Nielsen einki hevur sagt alment, sum ikki kom fram á fundinum hós- dagin. Jákup Sverri Kass, sum umboðar Sjálvstýrisflokk- in, ætlaði sær at reisa málið á samgongufundi seinna- partin í gjár, eftir at Sosial- urin var prentaður. Jákup Sverri Kass heldur, at tað heila møguliga snýr seg um eina misskiljing. Beinleiðis til NATO Rokið í uttanlandsnevndini tók seg upp, eftir at Hergeir Nielsen í Degi og Viku hós- kvøldið segði, at uttan- landsnevndin var samd um, at løgmaður skuldi fara utt- an um donsku stjórnina og beinleiðis til NATO at kunna seg um ætlaðar út- byggingar í Føroyum. Hergeir Nielsen fegnaðist um, at tað henda ávísar rembingar í føroyskum pol- itikki. – Tað er ikki so langt síð- ani, at talsmenninir hjá báðum andstøðuflokkunum søgdu fyri føroyingum, at teir gingu krøktir av látri, tí ein embæstimaður í Tinga- nesi hevði sent eitt bræv beinleiðis til NATO, segði Hergeir Nielsen í Degi og Viku. Men eftir innslagið í Degi og Viku ringdu bæði Heðin Mortensen úr Sam- bandsflokkinum og Jóann- es Eidesgaard úr Javnaðar- flokkinum til Sjónvarpið at gera vart við, at Hergeir Nielsen beinleiðis hevði logið í innslagnum. Uttan- landsnevndin var als ikki samd um, at løgmaður skal venda sær til NATO uttan um donsku stjórnina. Tískil slapp Jóannes Eidesgaard fram at sjón- varpsskíggjanum í endan- um av Grannum Okkara at avsanna tíðindini. Vil hava nýggja niðurstøðu Sosialurin hevur spurt løg- mann, hvussu hann fataði boðini frá uttanlandsnevnd- ini. Men tað vil hann ikki siga eftir alt rokið, sum hevur staðist av útmeld- ingini hjá Hergeir Nielsen. – Eg fekk á fundinum eina greiða fatan av, at nevndin heitti á meg um at vera aktivan í spurningin- um um útbyggingar hjá NATO í Føroyum, sigur løgmaður og vil ikki koma inn á, um hann fataði hetta sum eina áheitan at fara utt- an um donsku stjórnina. – Eg helt meg hava fingið eina greiða áheitan, men nú havi eg biðið um at fáa eina nýggja skrivliga áheitan frá uttanlandsnevndini, eftir tað, sum er komið fram í pressuni, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg vil ikki samanlíkna útmeldingina frá Hergeir Nielsen og fundarniðurstøðuna. – Eg eri ikki rætti persón- urin at meta um, hvat Her- geir Nielsen hevur gjørt skeivt ella ikki, sigur An- finn Kallsberg, løgmaður. Eingin niðurstøða Kristina Samuelsen, sum er skrivari hjá uttanlands- nevndini, heldur ikki, at tað ber til at gera eina beinleið- is niðurstøðu burtur úr fundinum í uttanlands- nevndini hósdagin. Undir yvirskriftini »Kunning frá løgmanni viðvíkjandi rakettverjuætl- anini hjá USA« skrivar hon í gerðabókini soleiðis: »Anfinn Kallsberg, løg- maður, kom á fund við nevndina kl. 14.30 saman við Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, og Sigmund Isfelt, fultrúa. Avrit av innanhýsis arbeiðsskjølum í málinum vóðu latin nevndini. Løgmaður fór av fundi við sínum embætis- fólkum kl. 15.45«. Kristina Samuelsen held- ur ikki, at grundarlag er fyri at skriva annað í gerðabók- ina og sigur annars, at hon ikki vil blandast upp í klandrið í nevndini. Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum vil heldur ikki taka nakra bein- leiðis niðurstøðu frá fund- inum. Hann ætlaði sær tí at taka málið upp á sam- gongufundi fyri at vita, hvat løgmaður hevur fingið burturúr. Jenis av Rana sigur tó, at niðurstøðan var greið. Fundurin heitti á løgmann um at fara uttan um NATO. Harafturat vísir Jenis av Rana á, at Sambandsflokk- urin og Javnaðarflokkurin vóru ikki at kenna aftur á fundinum. Beinleiðis til stjórnina Heðin Mortensen og Jóann- es Eidesgaard standa fast við, at teir søgdu við løg- mann, at hann skuldi venda sær beinleiðis til donsku stjórnina uttan um ríkisum- boðsmannin. Teir mæltu ikki til, at hann skuldi fara uttan um donsku stjórnina. – Vit fara týsdagin at skjóta upp, at vit fáa nýggj- an formann í uttanlands- nevndini. Vit kunnu ikki liva við, at Hergeir Nielsen fer eftir ferð ikki er at líta á, sigur Jóannes Eidesgaard. Hesum tekur Heðin Mortensen fult undir við. – Tað ber ikki til, at tú skalt kenna teg illa, hvørja ferð tú ert á fundi í uttan- landsnevndini, sigur Heðin Mortensen. – Hetta er púra ógrund- aðar ákærur. Eg, sum for- maður, tók eftir fundin samanum og spurdi løg- mann, um hann fataði nið- urstøðuna, sum at hann skuldi fara inn í málið og venda sær til ríkisstjórnina og NATO. Løgmaður segði seg hava skilt niðurstøðuna soleiðis og eingin mót- mælti, sigur Hergeir Niels- en. Rok í uttanlandsnevndini Jóannes Eidesgaard og Heðin Mortensen ætla at fáa formannin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, skiftan út Nr. 29 - 10. februar 2001 3 2 Nr. 29 - 10. februar 2001 gult cyan magenta svart