Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. februar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 10. februar 2001 5 4 Nr. 29 - 10. februar 2001 Við Velbastaðvegin · Tlf. 354500 · Boks 3043 · 110 Tórshavn · www.wenzel.fo Vit presentera spildurnàggja Ford Transit Turbodiesel fyri f¿royingum, smidligasta og mest fj¿lbroytta v¿ruvognsloysnin ’ heiminum. Í sambandi við framsýningina av nýggja bilverkstaði okkara, sýna vit fram tvey flunkandi nýggj modell frá Ford Nýtt í Føroyum Nýtt í Føroyum Tann nàggi Mondeo Turbodiesel er nœ ’ F¿royum - hetta er bilurin ¿ll tosa um, hann er lj—s‡r frammanfyri, kann ikki làsast viÝ orÝum, men m‡ s’ggjast og roynast. Nœ eisini heilgalvaniseraÝur. Listin av møguleikum er so langur at tað næstan ikki er til at fata. Ert tú handverkari, hevur tú heilsølu, transport-firma, ella skal tú brúka bilin til persónstransport? Tað eru 54 ymisk basismodell í Ford Transit Turbodiesel at velja í millum, sum kunnu tillagast einhvørjum tørvi. Forhjólstrektir ella bakhjólstrektir, kassa ella last, ella tær nýtist kanska køling? Lat okkum geva tær eitt persónligt tilboð uppá tín egna Transit, sum nøktar tín serliga tørv. Oljufýring er standardútgerð. Sosialurin - 311820 mondeo Talan er um reiðuligt modellskift, og ikki bara tað tey kalla »facelift« îans¾Ý hv¿rji ynskir tœ hevur til t’n Diesel v¿rubil Ð hava vit loysnina. Transit Hetta fer fram hj‡ P/f Wenzel leygardagin 10.02. -2001 fr‡ kl. 10-16 ‡ nàggja bilverkstaÝi okkara Kom og s’ggj ‡rsins v¿rubil 2001 Ósemjan ímillum Landsstýrið og Skipara- og Navig- atørferlagið hevur enn einaferð ført ið sær, at vaktarskipið Tjaldrið er lagt TRYGD Á SJÓNUM Áki Bertholdsen Nú er arbeiðið hjá Vaktar og Bjargingartænastuni enn einaferð at kalla lagt lamið. Tí samstundis, sum Brimil ikki sleppur til landið, er vaktarskipið Tjaldrið nú eisini lagt. Sostatt hevur Vaktartæn- astan í løtuni bara Spógvan á at líta, men tað er sjálv- sagt sera avmarkað, hvat kann kann gera, tí hann er so lítil. Tað er ósemjan um Brim- il, sum hevur ført til, at Vaktarskipið Tjaldrið nu er lagt. Og hetta er aðru ferð, at Tjaldrið liggur orsakað av ósemjuni um Brimil. Orsøkin til, at Tjaldrið nú ikki sleppur út aftur, er, at ongir stýrimenn eru at mynstra við. Fyrru ferð, Tjaldrið lá, var tað eisini tí at stýri- maður manglaði. Tað var fyrr í ár og tá lá Tjaldrið tí at ein stýrimaður varð sjúkrameldaður. Ætlanin var síðani at fáa ein avloysara umborð, men tað setti Skipara- og Navigatørfelagið ein stoppara fyri. Felagið kravdi at Vaktar- og Bjargingartænastan skuldi fáa ein av stýri- monnum, sum annars skuldi við Brimli, umborð á Tjaldrið. Samstundis bann- aði felagið øllum øðrum stýrimonnum at fara umborð á Tjaldrið Tað vildi Vaktar-og Bjargingartænastan ikki og sostatt lá Tjaldrið, til tað fekk eitt nýtt manningar- skjal sum gav tí undantaks- loyvi at sigla við bara ein- um stýrimanni. Men sigl- ingin varð nógv skerd við tað, at við bara einum ein- um stýrimanni kundi Tjaldrið ikki vera longri úti enn í 12 tímar ísenn, og tað kundi samstundis ikki fara longri út enn 30 fjórðingar. Støðan enn verri nú Men nú er støðan støðan hjá Vaktar- og Bjargingar- tænastuni blivin enn trupl- ari. Stýrimaðurin, sum varð sjúkrameldaður fyrr í ár, ern sjúkrameldaður enn. Og hin stýrimaðurin er nú farin í farloyvi vegna sjúku í familjuni. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tað hevur hann fullan rætt til eftir sjómanslógini. Sostatt er ongin stýri- maður, sum kann fara við Tjaldrinum. Og tí sleppur Tjaldrið ikki at loysa aftur. Tjaldrið liggur á Havnini, og eftir ætlan skuldi tað fara útaftur hósdagin. Men tað slapp tað ikki og á miðdegi í gjár var fram- vegis ongin loysn funnin. Ellintur Abrahamsen sig- ur, at felagið heldur fast um, at aðrir stýrimenn enn teir, sum ætlandi skuldu við Brimli, skulu ikki við Tjaldrinum. – Vaktar- og Bjargingar- tænastan hevur stýrimenn tøkar, sum kunnu fara við Tjaldrinum. Men hon vil heldur, at Tjaldrið verður lagt enn at lata teir fara við, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann vísir á, at stýri- menninir, sum ætlandi skuldu við Brimli, eru settir í starv hjá reiðaranum. Teir eru ikki settir í starv um- borð á ávísum skipi og kunnu tískil saktans fara við Tjaldriunum. – Men at Vaktar- og Bjargingartænastan ikki vil brúka teir, kunnu vit ikki gera við, leggur hann aft- urat. Vaktar- og Bjargingartænastan liggur enn einaferð lamin: Vaktarskipið Tjaldrið lagt Vaktarskipið Tjaldrið er aftur nú lagt. Tað er ósemjan um Brimil, sum nú eisini rakar Tjaldrið. Hetta er aðru ferð í ár, at Tjaldrið er rakt av arbeiðssteðgi, sum ósemjan um Brimil er atvoldin til Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Frælsi meirkir ábyrgd Frælsi merkir ábyrgd segði George Bernard Shaw sum kunnugt í 1903, men hann hevur neyvan grunað, at orð hansara fóru at vera nýtt ella misnýtt í føroyskari tjóðveldisagitatión nærum 100 ár seinni. Um man við einari fólkaatkvøðu bindir trý komandi løgting og landstýri til at fremja yvir- tøkur eftir ætlanini hjá núverandi samgongu, so tekur man frælsið til at disponera frá koma- ndi politikarum. Er dispositionsfrælsið burtur, so er ábyrgdin eisini burtur hjá komandi løg- tingum. Fer ein yvirtøka at ganga illa í ár 2006, so kunnu politakarar tá bert yppa øksl og peika aftur um seg og siga, at samgongan í 2001 legði hesa ætlan og ikki teir. Tað tykist sum um, at samgongan ikki hevur á- lit á eftirfylgjarum sínum í Tinganesi, og má hettar vera ein ásannan av, at núverandi sam- gonga væntar at missa meirilutan til næsta val. Einasta søguliga í hesum valskeiðnum er, at Tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð nakrantíð gjørdist størsti flokkur. Tað er einki, ið hendan samgongan fær gjørt á sjálvstýrisleið, sum komandi samgongur ikki kunnu gera, og tí er ikki talan um nakran søguligan møguleika, men heldur um eina søguliga sæð einastand- andi ómynduggering av øllum teimum, ið koma at fáa valrætt tey næstu trý valskeiðini Fólkaatkvøðan í mai var í besta føri óneyðug og er í veruleikanum ein grov provokatión, ið viðførir, at vit enda aftur í fýra ára skiftistíð. Blokkstuðulin er tilætlaður eina útjavning í danska kongaríkinum, har endamálið er, at eitt nú heilsu- og almannamál skulu vera á einum vælferðarstøði, sum sømir seg einum skandi- naviskum vælferðarsamfelag. Heilsuverkið er niðurprioriterað samstundis sum Føroya Landsstýri gongur og erpar sær av einum met- stórum yvirskoti á fíggjarlógini. Tað er rætti- liga naivt at halda, at danska stjórnin bert fer st sita og hyggja at, meðan vælferð verður nið- urskorin, samstundis sum blokkstuðulin verður koyrdur í ein fullveldisgrunn. Vilja føroyingar koma fram á sjálvstýrisleið aftaná trý ára naggatódn undir sitandi sam- gongu, so krevst, at man brýtur upp ermar og fyrireikar yvirtøkur. Tann besta gávan eitt landsstýri kann geva komandi landsstýrum er vælfyrireikað grundarbeiði, soleiðis at hesi komandi landsstýri hava frælsi til at taka støðu út frá fotreytunum og harvið eisini fáa fullu á- byrgdina av framdum yvirtøkum. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Tey av Kamarinum í 45 ár Í kvøld fer Rás2 undir eina drúgva sending um og við Teimum av Kamarinum. Sendingin hevur fingið heitið »Nicolina í 45 ár«. Fyrri partur av sendingini kemur kl 20, og seinni part- ur byrjar kl 21.30. Í sendingini fara vit at hoyra gamlar upptøkur úr Havnar Klubba, har Tey av Kamarinum spæla til dans. Hópur av fólki fara at greiða frá ymsum í sam- bandi við Tey av Kamari- num, vit fara m.a. at hoyra Marius Rein, Milson Zach- ariassen, Petur Olivar í Hoyvík, Poul Michelsen, Birgar Johannesen og Jan Christiansen. Í sendingini verða sum sagt nógvar gamlar upptøk- ur við Teimum av Kamari- num, men vit fara eisini at hoyra spildurnýggjar upp- tøkur, m. a. seks løg, sum ongantíð áður eru spæld al- ment. Í seinna helmingi av sendingini fara Tey av Kamarinum eisini at undir- halda beinleiðis úr Studio 4 á Rás 2. Kæri pápi, abbi og verfaðir okkara FINN KVISTGAARD OLSEN andaðist í Keypmannahavn 6. februar, 61 ára gamal. Jarðarferðin verður mánadagin 12. februar kl. 13.00 úr Nataliens kirke, Holmbladsgade, 2300 Keypmannahavn. Familjunnar vegna Janet, Linda og Carl Kunngjørt verður, at okkara kæri maður, pápi, abbi, verfaðir, sonur og bróður PÓL JOHANNUS HANSEN, Hósvík andaðist í heiminum hósnáttina 8. feb. 2001, 49 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju sunnudagin kl. 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Fyri tey avvarðandi Dagny, Elin, Sonni, Sóley, Elsa, Maria, Pól Niklái og Dagný Tey, ið vilja minnast Pól Johannus kunnu lata eina gávu til Nýrafelagið konto í Føroya Banka, 6460 158.141.6 Føroya Sparikassa 9181 130.873.6 Suðuroyar Sparikassa 9870 101.368.9 Takk Øllum tykkum, sum mintust okkum og gjørdu okkum silvurbrúdleypsdagin so hugnaligan, takka vit hjartaliga. Margretha og Finn Christiansen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri alla góða hjálp, heilsanir og samkenslu, tá ið kæra kona mín, mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Elma Mortensen andaðist og varð jarðað. Takk til heimahjálpina fyri umsorgan tey mongu árini, fyrst í Vestmanna, síðani á Argjum og at enda í Nesi í Hvalba.Takk til fólkið í Nesi. Takk til Høgna Poulsen, prest, sangarar og fyri luttøku í jarðarferðini úr Argja kirkju. Takk fyri minningarhaldið í missiónshúsinum, takk fyri uppringingar og fyri góða minningargávu til Leguhúsið í Nesvík. Guds friður veri við okkum øllum. Familjunnar vegna Johannes Mortensen, trúboðari NØVN Í VIKUNI