Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 10. februar 2001 7 6 Nr. 29 - 10. februar 2001 Á Tavuni í Leirvík eru tey farin undir heilt nýggja vinnu. Tey taka nevniliga í móti toskasilum, sum skulu seljast á asiatiska marknað- inum FISKIVINNA Edvard Joensen Leirvík:Á Tavuni í Leirvík heita tey á allar útróðrar- menn um at taka silini úr fiskinum og selja teimum tey. Tey geva sjey krónur fyri kilog og senda silini á asiatiska marknaðin, har tey verða brúkt til bót í fiskasúpan. Ingvar Joensen, virkis- leiðari á Tavuni í Leirvík, sigur, at tey hava ikki roynt hetta fyrr. Men áheitan er komin til teirra, og tey hildu tað vera spennandi at fara undir royndina. Tað tykist kanska onkr- um eitt sindur fremmant. Og vanligt hevur eisini verið at blaka silini útaftur, tá kruvt verður. Men sama søgan var eis- ini við rognunum fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðan. Í dag verða tey seld fyri prísir, sum liggja oman fyri tað, sjálvur fiskurin fær. So óhugsandi er ikki, at silini eisini einaferð, um ikki so langa tíð, fara at fáa góðan prís. Tiltakið, sum Tavan nú er farin undir, er púra nýtt og ókent á okkara leiðum. So nýtt, at nógvir útróðramenn als ikki vita av, at tað ber til at fáa pengar fyri silini. Teir hava sagt útróðrarmonnun- um í Leirvík frá, umframt at teir hava fingið avtalu við Fiskamarknaðin á Toft- um og í Klaksvík um at taka í móti silum frá teim- um, sum koma við teimum, sigur virkisleiðarin á Tav- uni í Leirvík. Men Ingvar Joensen leggur dent á, at tað eru bara toskasilum, tikið verð- ur ímóti. Tí verður tíðin, tikið verður í móti, av sær sjálvum avmarkað. Ókendur marknaður Tað er internet sølufyritøk- an Interseafood.fo í Fugla- firði, sum fer at selja silini. Jan Klein á Interseafood.fo sigur, at upprunin til roynd- na í grundini er tann, at hann var við koreanskum línuskipum í Okhotska Havinum fyri nøkrum árum síðan. Hann ferðaðist mill- um seks skip sum ráðgevi. Har tóku teir toskasil, sum vórðu fryst og síðan seld. Fyri stuttum vendi ein teirra, sum var við einum av hesum koreansku skip- unum, sær til Jan Klein og spurdi, um ikki møguleiki var fyri at fáa sil úr Før- oyum á asiatiska marknað- in. Teir høvdu ongantíð roynt at flutt sil inn úr út- heiminum, tí tað hevði verið forboðið. Men nú er tað forboðið tikið av, og teir vilja fegnir royna at fáa toskasil úr Føroyum eyst- ureftir, sigur Jan Klein. Hann vendi sær tíðan til Tavuna, og saman eru tey so farin undir hesa roynd- ina. Tá silini eru komin inn á virkið í Leirvík, verða tey fryst í blokk og síðan send í bingjum til Asia, sigur Jan Klein. Hann sigur, at teir kenna hvørki tørv ella marknað nágreiniliga enn, men hava fyribils gjørt avtalu um at lata 100 tons av frystum silum. Og sum hann skilti koreanaran, sig- ur Jan Klein, skuldu verið møguleikar at sloppið av við størri nøgdir eisini. Prísurin, sum latin verð- ur, er prísur, sum keypar- arnir í Føroyum bara hava sett á sjálvir. Teir kenna ikki marknaðin nóg væl, siga teir, til at vita, hvat rætti marknaðarprísurin er. Hinvegin vísa teir á, at tað er ikki so langt síðan, at rognini ikki kostaðu meira enn sum so. Men í dag fæst ikki rogn fyri minni enn 36- 38 krónur á uppboðssøl- unum. Eisini annað Á Tavuni arbeiða tey í løtuni eisini við øðrum for- kunnugum framleiðslu. Tey salta rogn, sum verða send til Svøríkis. Rognini verða sukursalt- aðið í tunnur, og inni á virk- inum minnir eitt sindur um góðu, gomlu sildadagarnar, tá tunnur lógu á hvørjai bryggju at kalla. Men eisini onnur fram- leiðsla er á Tavuni. Tey skera upsa til flak og frysta í lidnar portiónir. Hóast sjálvt flakið verður skorið við maskinu, verður tað nógva arbeiðið gjørt við hond kortini. Eitt nú eru tey gingin frá at avhøvda við maskinu, sigur Ingvar Joensen. Tað fer ov nógvur fiskur til spillis, sigur hann. Uttarlaga á virkinum, har fiskurin kemur inn um veggin, standa fýra mans og avhøvda í dag. Teir báðir ytru við hvør sínum knívi, sum teir spretta við, meðan hinir báðir slíta heysarnar av. Maðurin við knívinum tekur í uggafjøðurina á fiskinum og leggur ein skurð tætt undir uggabein- inum upp í nakka. Vendir fiskinum og ger tað sama hinumegin. Høvdið er nú næstan leyst, og fiskurin verður latin tí innara mann- inum, sum bara togar í og skilir høvur frá kroppi. Úrlsitið er, at allur nakkin og væl av ugganum eisini verður eftir á fiskinum, tá hann fer í skerimaskinuna. Varð fiskurin hinvegin avhøvdaður við maskinu, varð hann bara skorin tvørt- ur av nakað væl aftan fyri uggabeinið, og rættiliga nógv varð endað sum slógv. Keypa sil í Leirvík Ingvar Joensen við rognum og sili, sum Tavan í Leirvík keypir og flytir út til ávikavist Svøríki og asiatiska marknaðin Mynd: Edvard Joensen Rognini verða sukursaltað í tunnur sum í gomlum døgum Mynd: Edvard Joensen – Vit mugu bara bíða eftir, hvatr hendir, sigur og Vaktar- og Bjarg- ingartænastan TRYGD Á SJÓNUM Áki Bertholdsen – Støðan er ótolandi. Men vit fáa onki gjørt uttan at bíða. Martin Kruse, vakt- havandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni, segði á miðdegi í gjár, at teir dugdu ikki at síggja nakra loysn á trætuni við manningarfeløgini, so at Vaktarskipið Tjaldrið sleppur aftur í sigling. Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, hevur arbeiðsósemjan ímillum Fíggjarmála- stýrið og Skipara- og Navigatørfelagið, nú eisini ført við sær, at Tjaldrið er lagt. Men hann sigur, at Vaktar- og Bjargingar- tænastan er bundin á hond og fót og fær onki gjørt. Og hann leggur aft- urat, at tað er ongin loysn í eygsjón. Men í gjár skuldi sam- gongufundur verða og samstundis skuldi fund- ur vera ímillum Fíggjar- málastýrið og Maskin- meistarafelagið. – Nú bíða vit eftir úrslitinum av teimum fundunum, sigur Martin Kruse. Hann hevur tó skilt, at er talan um neyðstøðu, verður blokadan tikin av, so at Tjaldrið sleppur avstað. Men hví Tjaldrið verður lagt, heldur enn at brúka stýrimenninar, sum ætlandi skuldi við Brimli, fekk Martin Kruse ikki svara uppá. Tunfiskabáturin Selnes, sum Viberg Sørensen eigur saman við útlendingum er nú farin undir útlendskt flagg FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Tunfiskabáturin Selnes av Tvøroyri, er ikki longur undir føroyskum flaggi. Viberg Sørensen, reiðari sigur, at tað var neyðugt at fáa bátin undir annað flagg, um tað yvirhøvur skuldi verða honum lív lagað. Hann sigur, at furi at fiska var tað neyðugt at fara aftaná fiskinum. Og tá ið tunfiskurin fór vestur- eftir, var onki annað at gera, uttan at fylgja við. Viberg Sørensen sigur, at hann støkti Landsstýrið um loyvi at fiska í altjóða sjógvi, men fekk ongantíð svar. Tí var onki annað at gera, uttan at fáa bátin undir annað flagg. Sostatt siglir selnes nú undir kambodjanskum flaggi. Teir føroyingarnir, sum vóru við eru eisini komnir heim. Nú eru tað mest ki- nesarar, sum manna bátin. Í løtuni fiskar Selnes á leiðini við Bermuda. Viberg Sørensen sigur, at annars eru eigaraviður- skiftini óbroytt. Selnes er fyrrverandi ja- panski tunfiskabáturin Boada 7, men í 1999 kom hann undir føroysk flagg, men her var hann so bara í eitt gott ár. Hann varð bygdur í 1998 í Japan. Vaktarskipið Tjaldrið: Ongin loysn í eygsjón Selnes farin undir útlendskt flagg Tunfiskaskipinum Selnes varð ikki langt liv lagað undir føroyskum flaggi. Nú er hann skrásettur í Kambodja. Hann fór undir føroyskt flagg fyri jól – Tað hevur gingið nógv betur enn vænt- að, sigur Billy Han- sen, stjóri í nýggja telefelagnum TeleF, um teir fyrstu dagar- nar, eftir at felagið fór undir eitt stórt lýsingarátak. Dagliga eru tað tredivu nýggj viðskiftafólk, sum skifta til TeleF TELESAMSKIFTI Stefan í Skorini »Tú skuldi skift«, sigur TeleF í lýsing, sum fyri góðari viku síðani varð send til øll húsarhald í Før- oyum. Og eftir hetta lýsing- arátak hava fleiri valt henda útbjóðaran av teletænast- um. Fyrsti kappingarneytin hjá Føroya Tele hevur havt eina strúkandi byrjan. Góða byrjanin hevur sjálvt tikið starvsfólkið hjá TeleF á bóli, tí tey høvdu ikki vænt- að at undirtøkan fór at vera so góð beinanvegin. Felagið byrjaði alment at taka ímóti nýggjum kund- um 14. desember, men ferð kom ikki á, fyrr enn TeleF hevði sett lýsingarátakið í verk fyri góðari viku síð- ani, og síðani lýsingarnar hava eini tredivu valt at skifta til TeleF um dagin. – Vit eru stak væl nøgd við byrjanina, og nú nærk- ast kundatalið teimum trý hundrað. Okkara mál er at náa túsund kundum innan- fyri tann næsta mánaðin, sigur Billy Hansen, stjóri. Um sama gongdin heldur fram, so verður málið við teimum 1000 kundunum nátt næsta mánaðin. Spøk byrjan Billy Hansen sigur, orsøkin til at TeleF ikki fór undir at trola eftir nýggjum kundum beinanvegin var, at tey vildu tryggja sær, at øll útgerðin riggaði, sum hon skuldi, áðrenn tey fóru at taka ímóti einum hópi av viðskiftafólki. Tá tey høvdu tryggjað sær, at alt var í lagi, fóru tey undir lýsing- arátakið, sum eisini hevur givið bonus. Eingir stórir tekniskir trupulleikar hava verið at tikið sær av – tó okkurt smávegis, sum er fingið uppá pláss beinanvegin. Enn bjóðar TeleF bara hald til telefonir á fastneti, men í mars fer felagið eis- ini at bjóða internet og í summar verður eisini møguleiki fyri at tosa í fartelefon hjá TeleF. Billy Hansen sigur, at tey ikki vildu kasta seg út í alt beinanvegin, áðrenn tey kendu øll viðurskiftini til fulnar. Tí varð gjørt av at bjóða kundunum eina tæn- astu í senn, og byrjað varð við fastnetinum. – Vit vildu royna alla útgerðina, áðrenn vit fóru undir at lýsa ordiliga um alt landið, sigur Billy Hansen. Fyrimunur at vera fyrst Skjótt fer tað triðja telefe- lagið at bjóða seg fram á marknaðinum. Tað er felag- ið Alnót, sum enn ikki hevur loyst frá landi. Billy Hansen heldur, at tað var ein fyrimunur hjá teimum at vera fyrst at taka kappingina upp við Føroya Tele. – Eg haldi avgjørt, at tað er ein fyrimunur at vit eru fyrsti kappingarneyti hjá Føroya Tele, tí so eru vit fyrst at fáa fatur á teimum, sum høvdu ætlað sær at skift frammanundan. Tað verður torførari at fáa tey at skifta frá okkum til ein triðja, sigur stjórin í TeleF. Beint nú bjóðar TeleF kundum serliga lágar prísir at byrja, so at munurin skal vera meira merkisverdur. Men um ein góðan mánað verða prísirnir settir eitt sindur uppaftur, men Billy Hansen hevur allatíðina lagt dent á, at TeleF skal altíð bjóða lægri prísir enn Føroya Tele. Prísurin fer tó eitt sindur uppaftur, tá byrjunartilboðið gongur út. – Hetta byrjunartilboðið gongur fram til 10. mars, men vit hava enn ikki ásett, hvussu príslegan verður eftir hetta. Vit fara tó ikki uppaftur á tann prísin, vit høvdu áðrenn tilboðið, sigur Billy Hansen. Billy Hansen sigur tó, at við hesi undirtøkuni ber til hjá teimum at hava rættiliga lágar prísir. TeleF hevur henda mán- aðin havt ein prís á 20 oyru um minuttin bæði dag og kvøld. Billy sigur, at tey hava tosað um at bjóða 30- 31 oyru um minuttin um dagin eftir 10. mars, men tað veldst sjálvandi eisini um undirtøkuna frá fólki. Í Føroyum verður fastneti mest nýtt um dagin. TeleF og Føroya Tele hava sama uppringingargjald, sum er 40 oyru. Fyri at gerast kundi hjá TeleF skal ein útfylla eitt oyðublað og senda tað til TeleF. Einasta bindingin, sum fylgir við, er, at um tú vilt skifta til annan veitara, áðrenn seks mánaðir eru farnir, skalt tú gjalda 250 krónur. Mest húsarhald Higartil hava flestu kund- arnir hjá TeleF verið privat húsarhald, men onkur vinnukundi er eisini ímill- um. – Vit hava mest lagt okk- um eftir húsarhaldunum higartil, og vit hava ikki sett okkum beinleiðis í sam- band við vinnuna enn. Tá vit seta okkum í samband við vinnuna, fara vit at nýta øðrvísi lýsingartilfar, sigur Billy Hansen. Í mars fer TeleF eisini at bjóða nýggjar prísir í uttan- lands telefoni, tí tá fáa tey útgerð til hetta endamálið. Í løtuni fer uttanlands sam- skifti ígjøgnum netið hjá Føroya Tele. – Vit eru ikki so øgiliga kappingarførir í uttanlands- telefoni enn, men í mars seta vit okkara egnu útgerð upp í Tjørnuvík, og tá bjóða vit aðrar prísir, sigur Billy Hansen. Í løtuni starvast sjey fólk hjá TeleF, men stjórin hugs- ar ikki um at seta fleiri fólk í starv fyrr enn kanska í summar, tá fartelefonin kemur uppí leikin. Gongur strúkandi hjá TeleF: Fær 30 nýggjar kundar um dagin Tað hevur hilnast væl hjá TeleF higartil, og nú fáa tey eini tredivu nýggjar kundar um dagin