hósdagur 1. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 23 - 1. februar 2007
tíðindi
Nývaldi felagsformað
urin í Føroya Fiski
mannafelag sigur, at
úrs litið av valinum
kom ikki óvæntað á
seg, tí hann hevði
frammanundan
væntað at vunnið
valið. - Eg gjørdi
arbeiðið, har tað
skuldi gerast, nevni
liga umborð á skipun
um og millum fiski
menninar, sigur Jan
Højgaard
FF-valið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Longu tíðliga í morgun var
nývaldi felagsformaðurin í
Føroya
Fiskimannafelag,
Jan Højgaard av Toftum, á
skrivstovu síni á Bryggju
bakka í Havn, har hann í
fyrsta lagi kemur at húsast
komandi trý árini.
Úrslitið av formansvalin
um bleiv, at Jan Højgaard
fekk 604 atkvøður (36%),
Dan R. Petersen 531 (32%)
og Óli Jacobsen, sum hevur
verið felagsformaður sein
astu 36 árini, fekk 486
atkvøður (29%) og endaði
soleiðis aftastur av teimum
trimum.
Tilsamans 1673 atkvøður
komu inn, harav 52 (3%)
vóru blankar ella ógyldug
ar.
Bíðaði spentur
Jan Højgaard var einasti av
valevnunum, sum var inni á
gólvinum hjá grannskoðara
felagnum Rasmussen &
Weihe í gjár, tá úrslitið av
valinum fyrilá.
– Eg sat á einum stóli úti
í gongini og bíðaði í ein
tíma ella so. Jú, eg var ógvu
liga spentur, men eg var
samstundis rættiliga sann
førdur um, at eg fór at vinna
valið. Tá eg hoyrdi, at eg
hevði fingið 604 atkvøður,
hugsaði eg, at hesar mundu
fara at røkka langt, um hini
bæði valevnini, Dan og Óli,
fóru at býta hin helmingin
ímillum sín.
Og so varð. Jan rakk á
mál.
– Spenningurin gjørdist
ikki minni, tá eg varð róptur
innar at hoyra endaliga
úrslitið, sum staðfesti, at eg
hevði vunnið valið. Onkur
helt fyri, sum kom fram
við, meðan eg sat í gongini
og bíðaði, at eg mundi hava
góðar nervar, sigur Jan smíl
andi og í góðum hýri, tá vit
høvdu hann í telefonini í
morgun.
Gjørdi arbeiði
Nývaldi felagsformaðurin
sigur, at hann hevur vitjað
umborð á nógvum skipum,
nú valið hevur staðið upp á,
serliga í Eysturoy og Norð
oyggjum. Haraftrat hevur
hann havt fólk at tosa fyri
seg umborð á øðrum skip
um, eitt nú umborð á flaka
trolarunum.
– Eg gjørdi arbeiðið, har
tað skuldi gerast, nevniliga
umborð á skipunum og mill
um fiskimenninar, og tí
væntaði eg, at eg fór at
røkka langt og vinna á mál.
Jan sigur, at hann serliga
var umborð á línuskipunum
í Eysturoy og Klaksvík,
men hann var eisini umborð
á onkrum trolara, eitt nú
Atlantic Navigator.
– Sum heild hildu fiski
menn, at Óli Jacobsen hev
ur gjørt eitt gott arbeiði,
men at tíðin nú var komin
til vaktarskifti í Føroya
Fiskimannafelag eftir so
mong ár.
Tagdur burtur
Spurdur, um hann ikki
kundi rokna við, at Dan R.
Petersen fór at strúka avstað
við sigrinum, um Óli ikki
náddi á mál, sigur Jan, at
tað væntaði hann ikki.
– Eg haldi, at Dan við
sínum framferðarhátti spilti
ov nógv fyri seg sjálvan.
Hann var so harðligur í
fyrstu valsendingini í SvF.
Teir báðir, Dan og Óli, fóru
upp at klandrast og púrasta
yvirsóu meg. Í valstríðnum
sóu teir ikki meg sum eina
hóttan.
Jan vísir á, at hann var
eitt óskrivað blað millum
fiskimenn og Føroya fólk
sum heild.
– Øll kendu Óla og tað,
sum hann stendur fyri, og
Dan er eisini kendur úr
politikki.
Spurdur, um kanningin,
sum Norðlýsið leypandi
gjørdi undir valstríðnum,
ikki órógvaði hansara vónir
um formanssessin, sigur
Jan, at tað gjørdi hon ikki.
– Ein og hvør – og ikki
bara fiskimenn – kundu
fara inn á netið og seta
kross fyri, hvønn tey vildu
hava til formann í Føroya
Fiskimannafelag. Tá
eg
kundi fáa so væl at fólki at
seta kross fyri mær sum val
evni í hesi kanning, væntaði
eg ein munandi størri pros
entpart millum fiskimenn
inar, sum høvdu valrætt.
Jan sigur, at hann alment
valdi at halda lágan »profil«
undir valstríðnum, men fór
heldur umborð á skipini,
har fiskimenn starvast.
– Hetta er orsøkin til, at
eg vann valið - og ikki hinir
báðir, sigur nývaldi felags
formaðurin.
Á skrivstovuni
Stundisliga í morgun fór
Jan Højgaard av Toftum og
suður á skrivstovu Føroya
Fiskimannafelags á Bryggju
bakka.
– Olaf Johansen, sum
hevur starvast á skrivstovu
felagsins næstan líka leingi,
sum Óli og Hans Jacob
Joensen, sum eisini hevur
fleiri ár á baki, hava víst
mær runt í hølum felagsins
í morgun.
Jan sigur, at hann onga
løtu er í iva um, at hetta er
ein vælvirkandi skrivstova
við góðum fólki.
– Eg ivist heldur onga
løtu í, at Óli Jacobsen hevur
verið ógvuliga arbeiðssam
ur, skilagóður og ágýtin í
sínum starvi, men tað eru
viðurskifti, sum eg haldi
kundu verið øðrvísi.
Nývaldi felagsformaðurin
sigur, at enn kennir hann
lítið og einki til dagligu
viðurskiftini í felagnum, og
hann veit einki um nøkur
persónsmál
í
felagnum,
sum hann tekur til.
Spurdur, um hann hevur
heilsað upp á fráfarna for
mannin, sigur Jan, at hetta
høvi hevur hann ikki havt
enn.
– Óli hevur ikki verið her
í morgun, men eg vænti, at
vit fara at tosa saman, nú eg
havi tikið yvir, sigur hann.
Heima á jólum
Í valstríðnum hevur Jan Høj
gaard serliga heft seg við
pensjónsamál, tryggingar
mál og sáttmálarnar, sum
hann heldur skulu dagfør
ast. Men Jan hevur eisini
tosað fyri, at fiskimenn eru
heima um jólini. Vit spurdu
hann tí, um hann væntar, at
flestu
fiskimenn
verða
heima á jólum longu í ár.
– Ja, eg vóni, at flotin
kemur at liggja um jólini
longu í ár – ella í hvussu er
meginparturin av flotanum.
Eg havi heft meg við, at
ikki minst langfarafiski
menn og nótamenn kundu
hugsað sær at verið heima
um jólini, tá meginparturin
av flotanum annars liggur.
Hann vísir á, at flestu
línuskip og ísfiskatrolarar
liggja um jólini, men tað
eru nøkur skip, serliga
ísfiskatrolarar, sum loysa
beint eftir jól.
– Tað, sum eg kundi hugs
að mær, er, at flotin liggur
um jólini og millum jóla og
nýggjárs. Hetta er nakað,
vit í leiðsluni fara at taka
upp við manningarnar og
reiðararnar.
Jan sigur, at tað, sum
hann og felagið fara at taka
sær fyri í hesum máli,
verður í fyrsta lagi í samráð
við
manningarnar,
men
hann heldur ikki, at tað skal
verða soleiðis, at felagið
setir manningunum krøv,
sum
tær
sjálvar
ikki
ynskja.
– Vit hoyra ofta um góðar
sølur hjá teimum bátum,
sum
landa
beint
eftir
nýggjár, og er tað so, at
manningar virkuliga vilja
sleppa út millum jóla og
nýggjárs, er neyvan hugs
andi, at vit fara at sýta
teimum tað.
Men,
leggur
nývaldi
felagsformaðurin dent á, at
tað er eit ynski millum
nógvar fiskimenn, at teir
kunnu vera heima hjá sínum
kæru á jólum og millum
jóla og nýggjárs.
– Eg fari at arbeiða fyri,
at hetta verður teimum
eftirlíkað,
leggur
hann
aftrat.
FF-blaðið
Hvussu verður við FF-
blaðnum, sum Føroya Fiski
mannafelag gevur út, hevur
Jan enn ikki gjørt sær
nakrar tankar um.
– Eg havi ikki hugsað so
nógv um blaðið, nú val
stríðið hevur staðið upp á.
Hetta er ein spurningur,
sum vit í leiðslu felagsins
fara at taka upp.
Jan Højgaard sigur, at
ætlandi verður fyrsti fundur
í leiðslu felagsins, nú hann
hevur tikið við, longu í
morgin.
– Eg havi ikki kallað inn
til fundar enn, men ætli
mær at gera tað, so vit
kunnu tosa saman um 10-
tíðina fyrrapartin í morgin,
sigur hann.
Leiðslan í Føroya Fiski
mannafelag er felagsfor
maðurin og ein sýslufor
maður í hvørji sýslu í land
inum.
Dyggur stuðul
Jan Højgaard er giftur við
Mai, sum er ættað úr Túni á
Toftum. Hon er lærari og
hevur stuðlað manninum av
fullum huga, nú hesin læt
seg stilla upp.
– Eg eri sera takksamur
fyri tann stuðul, eg havi
fingið og vil fegin nýta høvi
at takka øllum, sum hava
hjálp mær og hava slóðað
fyri, sigur Jan Højgaard at
enda.
– Eg eri ótrúliga glaður fyri valsigurin
– Dan og Óli fóru upp at klandrast og púrasta yvirsóu meg. Í valstríðnum sóu teir meg ikki sum
nakra hóttan. Eg gjørdi mítt arbeiði, har tað skuldi gerast, og tí vann eg valið, sigur Jan Højgaard,
nývaldur felagsformaður í Føroya Fiskimannafelag
Mynd: Jens Kr. Vang