hósdagur 1. februar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 23 - 1. februar 2007
Ungdómsportalur,
undirvísingartilfar og
barnaráðgeving eru
nøkur av liðunum í
einum umfatandi
arbeiði hjá Barnabata,
ið vil upplýsa
føroyskum børnum
um rættindi teirra
Barnarætttindi
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Ein tann mest umfatandi
verkætlanin, ið viðvíkir før
oyskum børnum, fór í dag
av bakkastokki. Í meir enn
eitt ár hevur ein arbeiðs
bólkur saman við Barna
bata, umframt í samstarvi
fleiri kommunur, feløg og
privatar fyritøkur, arbeitt
við ætlanini, ið nevnist »Tú
Hevur Rætt!« Endamálið er
at kunna føroyska ungdóm
in um tess rættindi, og nógv
er longu komið av skafti.
Millum annað er ein rúgva
av undirvísingartilfari gjørd
til fólkaskúlanæmingar, ein
nýggjur ungdómsportalur
er komin á alnetinum og
ein barna- og ungdómsráð
geving setti seg við telefon
ina í dag.
Gud og Allah
Tað er Annlis Bjarkhamar,
ið samskipar stóru verkætl
anina, ið virkar fram til
nýggjárið. Hon heldur tað
vera
týdningarmikið,
at
børnini vita, hvørji rættindi
tey hava.
– Vit hoyra ov lítið um
rættindini
hjá
børnum,
hóast Løgtingið longu í
1992 samtykti ein ST-sátt
mála, ið tryggjar hesi rætt
indi. Børniniw skulu vita,
at tey hava sjálvstøðug
grundleggjandi rættindi, og
verkætlanin er millum ann
að ein roynd at gera vart við
hesar umstøður, sigur Ann
lis Bjarkhamar.
Undirvísingartilfarið,
sum
verkætlanarbólkurin
hevur framlett saman við
Bókadeildini hjá Lærarafel
agnum, er býtt upp í tríggj
ar ymiskar útgávur, har altit
verður tikið til aldurin og
menningarstøðið hjá næm
ingunum. Tilfarið skal upp
lýsa og eggja til samrøðu,
kjak og innlit í rættindini
hjá børnunum. Nøkur av
evnunum er eisini nakað
kontroversiell. Til dømis
leggur nakað av tilfarinum
til børnini millum 10 og 12
ár upp til eitt kjak um trúar
frælsi. Í skrivliga tilfarinum
verður nevniliga lagt upp
til, at vinarlag einki hevur
við Gud ella Allah at gera.
Portalur og ráðgeving
www.eg.fo eitur ungdóms
portalurin, ið tendraðist á
alnetinum í dag. Ætlanin
við portalinum, ið er ætlað
ur teimum 12 til 18 ára
gomlu, skal millum annað
lýsa áhugaverd ungdóms
evni og tiltøk, ið viðvíkja
teim ungu.
Børnini fáa nú eisini sína
egnu barna- og ungdóms
ráðgeving. Her kunnu børn
ini spyrja um alskyns evni,
so sum einsemi, vinarlag,
kærleika,
kynslív,
sorg,
kynsligan ágang, ja, eitt
hvørt, ið tey ynskja at práta
um. Sum nakað spildurnýtt
eru ráðgevarnir tøkir umveg
is bæði telefon, kjatt og
brævakassa. Og so er tað
eisini ókeypis at ringja 80
70 10, ið er telefonnummarið
hjá ráðgevingini, sum í
fyrstu syftu einans er opin
mánadagar og hósdagar frá
kl. 14 til 22.
Ætlanin er harmumframt
at skipa fyri ítøkiligum til
tøkum komandi mánað
irnar. Til dømis arbeiða ung
í MáF við einum sjónleiki
um happing.
Eisini lýtt
Í gjár skrivaðu vit, at januar mánaði hevur verið óvanliga
vátur í Danmark, og nú vísa tølini hjá veðurstovuni, at tað
hevur eisini verið óvanliga lýtt í Danmark hendan síðsta
mánaðin. Til í gjár var meðalhitin 5,0 stig, og tað er beint
oman fyri gamla metið frá 1989, sum var 4,9 stig. Orsøkin
til lýkkuna er, at hann hevur ligið av vestri tað mesta av
januar, og tann nógvi vindurin hevur gjørt, at tað hevur
eisini verið lýtt um náttina, sigur DMI.
Ferja á land
Norska ferjan »Nordkapp«, sum er á ferð suðuri við
Antarktis, rendi í gjár á land, men tað eydnaðist skipinum
at sleppa avaftur uttan hjálp. Tað er kortini greitt, at skipið
hevur fingið skaða í botnin, og í dag skuldu bretskir
kavarar fara niður at kanna skaðan. Reiðaríið hevur gjørt
av, at »Nordkapp«, sum er eitt skjóttgangandi skip, skal til
Argentina saman við einum øðrum skipi. 294 ferðafólk
eru við ferjuni, og manningin telur 76.
Umfatandi verkætlan:
Børnini hava rætt
Mikudagin hildu átta
børn og eitt starvsfólk
føðingardag í Frítíðar
skúlanum í Hoyvík.
Føðingardagarnir
vórðu lagdir saman,
og hetta eydnaðist væl
Børn og frítíð
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Ein føðingardagur umleið
triðja hvønn dag. Tað er
kanska
nakað
nógv
í
longdini. Tí hava starvs
fólkini og tey 166 børnini á
Frítíðarskúlanum í Hoyvík
í staðin valt at halda ein
stór
føðingardag
hvønn
mánað.
– Ein føðingardagur er
ein serligur dagur hjá tí, ið
fyllir. Men tá føðingardagar
nærmast eru gerandiskostur,
so missir hesin dagurin tað
serliga. Og tað er spell. Tí
hava vit valt at sláa allar
føðingardagarnar í hvørjum
mánaði saman og halda ein
stóran føðingardag ístaðin,
sigur Levi Mørk, leiðari á
Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Mikudagin var nýggja
føðingardagsskipanin fyrstu
ferð roynd, og hon eydnaðist
væl,
sigur
leiðarin
á
skúlanum. Átta børn og ein
vaksin hildu føðingardag,
og hetta varð gjørt við
barnasangi,
kaku
og
bollum.
Frítíðarskúlin í Hoyvík
fekk annars eina óhepna
byrjan í fjør. Arbeiðið at
gera skúlan var ikki heilt
liðugt, tá skúlin lat upp, og
hetta skapti ávísa umrøðu
av skúlanum í fjølmiðlun
um. Tað hava tey á skúlan
um harmast nógv um. Men
hesi viðurskifti eru nú kom
in í rætt lag. Og sum skilst
trívast bæði børn og vaksin
í nýggja umhvørvinum.
Fleiri av starvsfólkunum
eru annars ítróttarfólk, og
hetta sigst avspegla gerand
isdagin hjá børnunum, sum
spæla nógvan hondbólt og
fótbólt. Skúlin verður eisini
av summum róptur »Ítrótt
arskúlin í Hoyvík«.
Níggju føðingardagar sama dag
– Vit hoyra ov lítið um rættindini hjá børnum, sigur Annlis Bjarkhamar, sum saman við einum verkætlanarbólki, hevur lagt
lunnar undir einum víttfevnandi átaki, ið skal upplýsa børn um teirra rættindi
Mynd: Jens Kristian Vang
Níggju føðingardagsbørn hildu føðingardag á Frítíðarskúlanum
í Hoyvík. Tey eru Sólja Jacobsen, Áron Fjallheim, Bogi
Húsgarð, Jeanett Ryggshamar, Pætur Dalsgaard, Andrea Vang,
Gunvá Askham og Karin Simonsen
mynd: Jens Kristian Vang