Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2007 13 Marta Johannesen, Skála, andaðist í heiminum týskvøldið, 75 ára gomul. Kistan fer úr heiminum fríggjakvøldið klokkan 18 í Skála kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 13:30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Martu kunnu lata Meinigheitshúsinum á Skála eina gávu. Konta í peningastovnunum. Maria Mikkelsen, Sørvágur, andaðist á Ellis­heim­ inum í Vágum mikudagin 31. januar, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Sofía Højgaard, niðri á Rætt, Toftir andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 31. januar, 82 ára gomul. Kistan fer frá kapellinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir 1. febuar 2007 verður Osla Heimustovu í Klaksvík 75 ár. Osla er næstyngsta dótt­ir hjá Hildu (ættað úr Glas­stovuni í Árnafirðið) og Karl á Høvdanum (ættaður av Strondum), og búðu tey á Vágsheygnum í Klaksvík. Hilda og Karl áttu 11 børn, 6 dreingir og 5 gentur. Osla giftust við Simon Joensen (síðani 1962 Heimu­stovu) sonur til Onnu og Jóannes bónda úr Svínoy, og búðsettust tey í Garðinum í Klaksvík. Tey fingu trý børn, sum øll búgva í Klaks­vík. Elstur er Jóannes (f. 1958) giftur við Juliannu úr Sandavági, og eiga tey trý børn, Símun, Martin og Vár, síðani Karl Sofus (f. 1962) giftur vid Sigrun úr Klaksvík, og átti hon tvey børn, Rosu og John Sigurd. Karl Sofus og Sigrun eiga tvær gentur, Ásla og Marið, yngst er Anna Svanhilda (f.1966) gift við Esmar úr Klaksvík, og eiga tey tríggj­ar dreingir, Jóhan, Leif og Robert. Osla var heimagangandi, meðan børnini vóru smá. Hon fór at vaska í Òsaskúlanum, tá yngsta barnið fór í skúla 1973. Hetta arbeiði røkti hon til fyrst í 90-inum, tá maðurin, sum hevði verið sjómaður og síðani 1978 fór á Kósavirkið at arbeiða, gjørdist sjúkur, og passaði hon hann, til hann doyði  20. oktober 1996. Osla er sera arbeiðssom og ófør til at gera mat, og dámar henni sera væl at baka. Hon bakar breyð, bollar, køkur, smákøkur og eru tað fá sum kunnu gera henni rullukøkurnar eftir. Vit vilja ynskja Oslu hjarta­liga tillukku við degnum og takka fyri alt gott. Føðingardagurin verður hildin í Skálanum frá kl 18, og eru øll hjartaliga væl­komin. Osla Heimustovu 75 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma og omma okkara Sofía Højgaard niðri á Rætt, Toftir andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 31. januar, 82 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum fríggjadagin 2. februar kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin 3. januar kl. 13.00. Familjunnar vegna Sólrun, Katrin, Maja og Ingi 1. februar 1977 byrjaði nýggja Boeing flogfarið hjá Mærsk Air regluliga flúgving í staðin fyri Fokker Friendship-flogførini, sum vórðu seld. Tilsamans 72 ferðafólk vóru við á fyrsta túrinum. Við teimum gomlu flog­ førunum varð flogið hvønn dag og upp til 21 ferðir um vikuna, meðan nú bert verður flogið 9 túrar um vikuna um summarið. Við Boeing-flogførunum vaks kapasiteturin úr 280 til 500 sitipláss um vikuna. Kelda: Mýndaárbókin – árið ið fór 1977 Fyri 30 árum síðan: Boeing avloysa Fokker Friendship Í 1977 keypti Flogfelag Føroya eitt nýtt “Merlin 3A” flogfar, ið kundi flúgva meira enn tvær ferðir so langt sum Cessna-flogfarið, sum Flogfelagið hevði átt. Hetta kundi verið í luftini í umleið 9 tímar. Flogfarið kundi taka 9 ferðafólk um­framt manningina. Merlin-flogfarið var tað fyrsta av sínum slagi í Norðurlondum og kostaði umleið 6 milliónir krónur. Kelda: Mýndaárbókin – árið ið fór 1977 Flogfelag Føroya keypti nýtt flogfar -har tað hendir