hósdagur 1. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 23 - 1. februar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í dag, hósdagin 1. februar,
verður Einar Waag í Klaksvík
60 ár. Einar hevur nógvu tey
seinastu árini verið stjóri í
Førya Bjór bryggjarínum.
Einar er klaksvíkingur.
Pápin, Einar Fróvin Waag,
var fjórði elstur av teimum
átta børnunum hjá Símuni í
Tunghúsinum í Vági. Mamm
an, Anna Malena fødd
Joensen, var ættað úr Sørvági.
Tey búðu á Fornagørðum, har
Føroya Bjór varð næsti granni
hjá Einari. Inntil fyri ikki so
mongum árum síðani var
skrivstovan í niðaru hæddini
í sethúsunum.
Anna Malena og Einar
fingu tveir synir – Einar
(1947) og Heini (1949). Teir
búgva báðir í Klaksvík, og
teir arbeiða báðir í Føroya
Bjór.
Einar Waag navnið og
Føroya Bjór eru tætt knýtt
hvørt at øðrum. Tað var í
1888, at Símun Hansen,
Símun í Tunghúsinum,
fór at bryggja. Einki er
tó at liggja omaná, at tað
var sonurin, Einar Waag,
sum við stríðsvilja, áræði,
toli og tevi rættuliga legði
lunnar undir Føroya Bjór. Í
1953 varð bryggjaríið bygt
á Fornagørðum, og síðani
hevur fleiri ferðir verið bygt
út og víðkað.
60 ára føðingardagsbarnið
leyk studentsprógv í Høng
í 1968. Hann varð síðani
útbúgvin bryggimeistari í
München. Meðan hann var
undir útbúgving, var hann eitt
skifti í starvslæru hjá Sofus
Fuglsang í Haderslev.
Í 1970, tá ið hann var
23 ára gamalur, kom Einar
aftur til Klaksvíkar, har
hann síðani hevur arbeitt. Tá
hevði eingin bryggjari verið
í føstum starvi á Føroya
Bjór, síðani Jørgensen flutti
úr Klaksvík í 1966. Onkrir
avloysarar høvdu verið styttri
skifti. Eitt nú ein norðmaður
og ein týskari.
Einar er stjóri, og Heini
er varastjóri í familjufyri
tøkuni, sum eigur væl
størsta partin av øl og
sodavatnsmarknaðinum í
Føroyum. Merkisvert og
sjáldsamt er tað, at hóast
Føroya Bjór er 119 ára gam
alt, so er tað ikki meiri enn
triðja ættarliðið, sum nú
hevur um stýrisvølin.
Eftir at Einar var komin
aftur til Klaksvíkar, fóru
teir á Føroya Bjór undir
stóra útbygging. Í 1975
stóð bryggjhúsið við stóru
vindeygunum oman móti
vánni liðugt. Tá var kapa
siteturin fýra faldaður – úr
25 hektolitrum og upp í
100 hektolitrar. Síðani hava
fleiri útbyggingar verið, og
ikki minst í tí tøknfrøðiliga
hevur menningin verið fram
úr stór.
Tað kann ikki annað sigast
enn, at trivnaðurin hevur
verið góður millum teirra,
sum hava starvast hjá Føroya
Bjór og Einari Waag. Fleiri
av starvsfólkunum hava verið
í starvi har í meiri enn fjøruti
ár, og onkur hevur verið har
í fimmti ár. Eisini mest sum
øll, sum hava havt ábyrgdina
av teimum fýra goymslunum,
sum Føroya Bjór hevur í
Leirvík, Tórshavn, Skálavík
og á Tvøroyri, hava tey verið
leingi í starvi, áðrenn yngra
ættarliðið hevur loyst tey
eldru av.
Pápin, Einar Fróvin
Waag, var tiltikin áhugaður
í politikki. Hann var íðin
javnaðarmaður og var eis
ini løgtingsmaður. Einar
Waag hevur ongantíð verið
upp i í flokspolitikki. At hann
er áhugaður í samfelags
viðurskiftum og fylgir væl
við í tí, sum gongur fyri seg,
hevur hann fleiri ferðir givið
til kennar, tá ið hann hevur
úttalað seg um lógarsmíð
og tiltøk, sum hava ávirkað
umstøðurnar hjá vinnuni
og sjálvandi fyrst og fremst
bryggjaríunum.
Einar hevur verið í fleiri
nevndum. Eitt nú hevur hann
verið í nevndini fyri seym
og galvaniseringsvirkið
Rógv á Skarðhamri, sum
hann átti saman við øðrum,
í nevndini fyri Smyril Line,
í Føroya Ídnaðarfelag og í
Føroyagrunninum.
Einar og teir eiga størsta
partin av Akursmørkini, teir
hava seyð og ross, og Einari
hevur dámað væl at skotið
harur.
1. juni í 1974 giftist Einar
Elisu fødd Holm og ættað
úr Tórshavn. Tey búgva á
Kjalarvegi. Tey eiga eina
dóttur, Annika, sum býr
niðri. Hon eigur eina dóttur,
sum eitur Elisa.
60 ára føðingardagin held
ur Einar í morgin, friggja
dagin 2. februar ella kyndils
messudag, tá ið tað verður
móttøka í Skálanum klokkan
17-20.
J
Einar Waag 60 ár
Dagurin
2. februar. Kyndilsmessa. Er upp runaliga ein mariu
messa og varð hildin til minnis um vitjan Mariu í halgi
dóminum 40 dagar eftir føðingina, sum siður var hjá
jødiskum konum. Henni til minnis og barninum til
heiðurs vórðu kertur og kyndlar tendraði, og av tí kemur
navnið missa candelarum. Navnið candela merkir vaks
ljós. Victor Danielsen doyði hendan dagin í 1961.
Hósdagin
1.
februar
2007 eru 25 ár liðin
síðan John Kruse gjørdist
politistanæmingur tann 1.
februar 1982. John er 50
ára gamal og tvørámaður.
Eftir lokna útbúgving
sum politistur í 1984, varð
hann politistur í Havn í
10 ár. Síðan 1. juni 1994
hevur hann verið politistur
í Vágum.
John Kruse, Sørvágur:
25 ára starvsdag
sum politistur
Leygardagin 3. februar letur
listaframsýningin “Júst
her...Júst nú” við Hedvig
Johansdóttir upp í Leikalund
í Klaksvík.
Hedvig er 32 ára gomul
og er fødd og upp vaksin í
Tórshavn. Hon er búðsitandi
í Kunoy saman við familjuni,
hon gift við Erling Høgnesen
og saman eiga tey tvey
børn.
Hedvig er útbúgvin náms
frøðingur við sergrein innan
list í arbeiðinum við menn
iskjum, sum hava tað torført
á ein ella annan hátt. Hon
hevur gingið á Kunstskolen
i Hillerød í 1997 og á
Ballerup Seminariet 1997-
2001. Hedvig fór í læru hjá
Kára Svensson 2000, og
í 2003 gekk hon á Billed
skolen á Jagtvejen í Keyp
mannahavn.
Hedvig hevur áður havt
fleiri framsýningar, hon
hevur eitt nú stillað sína
list út á hesum støðum:
Várframsýning í Lista
skálanum - ólavsøku
framsýningar í Listaskál
anum - Føroyahúsið á
Vesterbrogade - Smiðjan
í Lítluvík - Snarskivan í
Tórshavn - Café BankERot
í Keypmannahavn og Café
Jinx í Tórshavn.
Framsýningina hesaferð í
Leikalund hevur Hedvig valt
at kalla ”Júst her… júst nú”.
Íblásturin til málningarnar
eru úrslit av, hvussu stórt
tað er liva og upp liva, júst
í dag, vitandi um hvussu
nógv lættari tað er, at liva í
dreymaverðini. Hetta at tora
at knýta bond, elska, virka,
grína, gráta, handla……ja
liva við øllum teim ”feilum”,
sum nú einaferð eru partur
av júst okkara veruleika.
Hedvig arbeiður við
akryl og dámar væl at eks
perimentera. Málningarnir
eru abstraktir, men geva
tó týðuliga hóming av
menniskjum í ymiskum
skapilsum og støðum.
Fernerisering
verður
leygardagin 3. feb. kl. 15.00
og framsýningin heldur fram
mánaðan út.
Upp –og afturlatingartíðir
hjá Leikalund: Mánadag-
Fríggjadag 10.00-20.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ókeypis atgongd.
“Júst her...Júst nú”:
Hedvig Johansdóttir í Leikalund
www.sosialurin.fo