Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2007 11 tíðindi Norsk og donsk virkir bjóða himmalhøgan prís fyri svartkjaftin, men Havsbrún vil ikki vera við í kappingini Fiskaprísir Árni Joensen: arni@sosialurin.fo – Vit hava ongan áhugav í at taka lut í hasum, tí við has­um prísinum høvdu vit havt hall av at framleiða mjøl, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fugla­ firði. Síðani svartkjaftafiski­ skap­urin tók seg upp sunn­ an­fyri, hava skipini fingið sera ymiskan prís, alt eftir hvar tey hava landað. Fyrr í vikuni landaði Finnur Fríði góð 2.500 tons í Noregi og fekk 1,82 norskar krónur fyri kilo frá einum norskum virki. Tað svarar til umleið 1,60 krónur í okkara peng­ um. Sama dag keypti eitt danskt virki eina last á norsk­ari uppboðssølu fyri 1,80 norskar krónur fyri kilo, og í gjár seldi Jupiter smá 2.000 tons á norsku upp­boðssøluni fyri umleið tað sama. Havsbrún ikki við Øðrvísi prís fáa skipini, sum landa til Havsbrún í Fugla­firði. Tróndur í Gøtu land­aði fyrradagin millum 2.700 og 2.800 tons og fekk 1,30 krónur fyri kilo. Sama prís fekk Carlton, sum hevði umleið 1.500 tons. Bergur Poulsen sigur, at Havs­brún kundi saktans kapp­­ast við tey donsku og norsku virkini, men hevði ikki verið serliga skilagott, tí virkir, sum rinda 1,60 krón­­ur fyri svartkjaftin, hava hall av at virka fiskin til mjøl, og tað gevur onga mein­ing. – Mjølmarknaðurin stend­ ur als ikki mát við handan prís­in, so hasum taka vit ikki lut í, sigur stjórin á Havs­­brún. Hann sigur, at tá svart­ kjaftafiskiskapurin byrjaði í fjør, var eisini stór prís­ kapp­ing, men príslegan javn­aði seg rættiliga skjótt. Tað fer aftur at henda í ár, og Havsbrún hevur so mikið av mjøli, at virkið kann loyva sær at bíða eftir tí. Skotsku og írsku virkini, sum taka ímóti svartkjafti, lata heldur ikki so høgan prís sum tey donsku og norsku. Í grannalondunum eigur andstøðan formannin í nevndini, sum hevur eftirlit við útinnandi valdinum Politikkur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað elvdi til kjak, tá for­ mans­skifti var í lands­stýris­ málanevndini hjá Løgting­ inum í síðstu viku. Kári P. Højgaard segði seg frá, og eftir uppskoti frá honum varð Kjartan Joensen úr Fólka­flokkinum valdur til for­mann. Triði nevndarlimnurin, Karsten Hansen, næst­for­ mað­ur frammanundan, og hann hevur sagt, at hann fekk ein fyrispurning frá frá­farandi formanninum um at taka við. Hann játtaði, men tá nevndin hittist til fund­ar, mælti Kári P. Høj­ gaard til at velja Kjartan Joensen, sum bleiv valdur við atkvøðunum frá fráfar­ andi formanninum og sær sjálvum. Millum teirra, sum funn­ ust at formansvalinum, var løgfrøðingurin Bjørn á Heyg­­um, sum var við til at gera uppskotið til stýris­skip­ anarlóg. Hann vildi vera við, at tað var óheppið, at ein samgongutingmaður er formaður í nevndini, sum skal halda eyga við, at lands­ stýrismenninir útinna sítt arbeiði til fulnar. Bjørn á Heygum vildi vera við, at for­mansvalið hevði skert álit­ið á nevndina. Aðrastaðni andstøðan Lóggevandi tingini í flestu grannalondunum hava eis­ ini nevnd, sum skal halda eyga við, at tað útinnandi vald­­ið ger tað, sum er ting­ sins vilji. Í Danmark er tað nevndin Statsrevisorerne, sum hevur hesa uppgávuna, men tað ser­merkta við hesari nevnd­ ini er, at hon kann mannast við fólki, sum ikki eru fólks­ tingslimir, men sum flokk­ arnir velja. Í núverandi nevnd­ini eru tríggir limir, sum ikki sita í Fólka­tingi­ num. Av teimum seks nevnd­ arlimunum eru tríggir úr sam­gonguni og Danska Fólka­flokkinum og tríggir úr and­støðuni, og formaður er Peder Larsen úr andstøðu­ flokkinum SF. Christian Mejdahl, fólka­ tingsformaður, sigur við Sosialin, at eftirlitsnevndini nýtist ikki at skipa seg við einum andstøðumanni sum formanni. Harafturímóti er tað siður, at tann nevnd­ar­ limurin, sum hevur tær drúgv­astu royndirnar, er for­ maður. Í norska Stórtinginum eit­ ur eftirlitsnevndin Kontroll- og konstitusjonskomiteen. Har hava stjórnarflokkarnir fimm limir og andstøðan fýra, men formaður er Lod­ ve Solholm úr andstøðu­ flokk­­inum Fremskritt­par­ tiet. Í svenska Ríkisdegnum heldur Konstitutions­utskot­ tet eyga við, at ráðharrarnir útinna sítt arbeiði til lítar. Eisini her eigur andstøðan formannin. Tað er sosial­ demo­­kraturin Bertil And­ nor. Íslendska Altingið hevur onga slíka eftirlitsnevnd, og grønlendska Landstingið hev­ur bara eina grannskoð­ aranevnd, sum heldur eyga við fíggijarligu umsitingini hjá landsstýrinum. Eisini her eigur andstøðan for­ mann­in, Kristian Jeremias­ sen úr Atassut. Náttúrligt Felags fyri eftirlitsnevnd­ir­ nar hjá norðurlendsku ting­ unum er, at tað er ikki ásett við lóg, at nevndarfor­mað­ urin skal umboða ein av and­støðuflokkunum. Tað er meiri ein óskrivað regla, at tað er so. Hanne Kroll Larsen, sum er skrivari hjá Kontroll- og konstitusjonskomiteen í norska Stórtinginum, sigur, at tað liggur líkasum í luft­ ini, at formaðurin eigur at vera úr andstøðuni. – Nevndin skal jú hava eftirlit við ráðharrunum, og tí er tað á ein hátt náttúrligt, at andstøðan eigur formann­ in, sigur hon. Tí eigur Fremskrittpartiet formannin nú, og undir borg­ar­ligu stjórnini hjá Kjell Magne Bondevik var Ågot Valle úr Sosialistiska Vinstraflokkinum, sum tá sat í andstøðu, formaður. Prískríggj um svartkjaftin Havsbtún fer ikki at kappast við norðmenn og danir um svartkjaftin, tí teirra prísur er alt ov høgur. Aðrastaðni hevur andstøðan formannin Í norska Stórtinginum verður tað hildið náttúrligt, at andstøðan hevur formannin í eftirlitsnevndini.