Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 23 - 1. februar 2007 Tað mundi koma mongum dátt við, at Óli Jacobsen ikki varð afturvaldur til formann í Føroya Fiski­ mannafelag. Óli hevur sum kunnugt staðið á odda fyri hesum gamla felag í trýatiseks ár. Uttan at taka munnin ov fullan kunnu vit staðfesta, at Óli hevur verið ein framúr góður formaður og felagi og fiskimonnum ein hugdjarvur og sterkur tals­ maður. Tá Óli tók við var felagið komið í ein aldu­ dal. Við ótrúligum seiggi og treiskni hevur hann stútt og støðugt ment felagið til ein veruligan makt­faktor í landinum. Hann hevur í triðingsøld verið hin heitasti talsmaður fiskimanna og hevur meira enn nakar annar gjørt sítt til, at Fiski­manna­ felagið er háttmett og sera máttmikið í politisku skipanini. Umframt at vera fiskimonnum ein góður formaður er Óli kendur um alt landið sum ein demorkatiskur stríðsmaður, ein samfelagsdebattørur av teimum heilt stóru. Her eru ikki so nógv, sum tora at stíga fram og siga sína meining. Óli er ein teirra, sum torir. Hann talar Roma beint ímót, og sigur sína meining uttan mun til, hvør er fyri, høgur ella lágur. Hann er ein engasjeraður persónur, sum er heilur, har hann er tað veri seg í fakfelagslívi, Am­nesty ella hann leggur sína orku í altjóða verka­ manna samstarv. Hervið er eisini sagt, at Ólí er høgt mettur eisini uttan fyri landoddarnar, og sæst hetta av, at hann í mong ár hevur verið formaður í fiskimannaddeild altjóða flutningsarbeiðarafe­ lags. Hann hevur í viðmerking sagt, at hann leggur frá sær við góðari samvitsku. Hesi eru orð av sonn­ um søgd. Nú Óli ikki var afturvaldur verður meira tíð til pivatlív og til luttøku í almenna orða­skifti­ num. Vit kunnu ikki vera rødd hansara fyri uttan, og vit vóna tí, at Óli nú av álvara fer at kasta seg út í samfelagsorðaskiftið. Tað kann bert hækka støðið og fáur dugir sum Óli at varpa ljós á demo­ kratisk­ar og humaniterar spurningar. Óli varð feldur á demokratiskum vali. Soleiðis eru nú einaferð spælireglurnar, og tær eiga øll at virða. Maður kemur í mans stað, og bert tíðin vil vísa, um nýggi maðurin megnar at lyfta arvin eftir Óla. Jan Højgaard kemur til eitt sera vælvirkandi, vælskipað og fíggjarliga sterkt felag. Hann hevur lovað fiskimonnum betri pensión, atgongd til ALS og annað meira. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu leikur fer. Øll unna fiskimonnum tað besta, og vit fara sjálvsagt her at ynskja nýggja for­manninum tilukku og ynskja somuleiðis at virk­semi hansara verður fiskimonnum og sam­ felag­num øllum til gangs. Sosialurin Ein stríðsmaður Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Í farnu viku stóð at lesa í ein­um tíðindastubba í Sosial­ inum: “Tað er eftir øllum at døma ikki serliga hugaligt at vera postboð í Danmark. Í hvussu er søgdu næstan 7.000 postboð upp í fjør (2006)”. Og her kann ein skunda sær at leggja aftrat, at støðan var enn verri í 2005. Tá søgdu næstan 10.000(!!) postboð upp í Danmark. Veðurlagið hjálpir ikki Danmark hevur eitt væl betri veðurlag enn Føroyar. Hagfrøðiliga hava teir 190 dagar við ælingi/regni meðan Føroyar hava 280 dagar við ælingi/regni. Danmark hevur hagfrøðiliga 1.700 sóltímar um árið. Føroyar hava 800 sóltímar árliga. Miðalhitin í Danmark er hagfrøðiliga 5-6 hitastig heitari enn í Før­oyum. Í juli/august hava teir 16-17 hitastig, meðan vit liggja um tey 11 hitastigini. Haraftrat liggur Danmark væl sunnari enn Føroyar, og tískil hava teir 2-3 tímar meir dagsljós á hávetri, enn vit hava í Føroyum. Hóast postboðini í Danmark hava allar hesar veðurligu og prakt­ isku fyrimunirnar fram um føroysku starvsfelagarnar so trívast teir kortini ikki í Post Danmark. Hví? Eingin trivnaður! Fram til endan av 1970-áru­ num var tað gott at starv­ ast hjá gamla Post og Tele­ grafvæsenet. Men so bleiv lønin nógv niðurskorin, eykagjøld fyri eyka byrðar so sum lýsingarbløð blivu avtikin. Upp aftur seinni reyk tann síðsta gularótin: akkordin. Tosaði við ein føroying, sum starvaðist ¾ ár hjá Post Danmark. Hann segði, at enntá við nakað av yvirtíð kláraði hann ongan­ tíð at klóra seg upp um eina mánaðarløn uppá 20.000. Hann bleiv so ikki verðandi har. Og tað er væl skiljandi! Leggur ein hasar negativu faktorar saman er lætt at skilja hví eingin trívist í hes­ um starvsbólkinum. Aðal­ stjórin í Post Danmark, Helge Israelsen umber seg bara við at: “Jamen der er så mange andre virksomheder, som har en stor udskiftning i personalet”! Her skal leggj­ ast aftrat, at trivnaðurin í yvirbygninginum hjá Post Danmark er góður. Hýr­ urin og hýran eru góð í offi­sersmessuni! Nú er tað síðsta, sum frættist frá leiðsluni í Post Danmark, at teir ætla at taka fólk frá gamla Eystur-Týskalandi og Eystur-Evropa til Dan­ markar at ganga við posti. Annars frættist í DR-tíð­ indunum fyri stuttum, at uml. 20.000 pakkar og brøv vóru stjolin í Post Danmark í fjør. Óstabilitetur ber nógv keðilig hjáárin við sær! Sama í Íslandi Í Íslandi er (ó)skilið verri um nakað. Vit vóru 4 føroyingar í 2005, sum vitjaðu eitt posthús í Reykjavík. Har høvdu 18 sagt upp innanfyri eitt ár. Ein stórur prosentpartur av starvsfólkunum vóru pól­ lendingar og serbar/kroatar. Eingin íslendingur støðist, og tað av góðum grundum. Byrjanarlønin er neyðars 11.000 danskar krónir um mánaðin! Í Svøríki er trivn­ aðurin ikki nógv frægari enn í Danmark. Kenni eina 58 ára gamla konu í Eskilstuna, sum hevur 700 húski á rutini, og eina løn uppá 18.000 svensk­ ar krónir um mánaðin. Brenn­ andi spurningurin er so, um hetta eisini verður gongdin aðrastaðni?? Heri Simonsen Um tey 7000 flýggjandi donsku postboðini o.a. Mínar viðmerkingar til for­­mans­valið í Føroya Fiski­­­manna­felag eru hes­ ar: Aftaná 36 ár sum valdur for­ maður í FF hevði eg ikki ætl­­að at koma í ta støðu at verða stemmaður út. Men umstøðurnar gjørdu, at eg hesa ferð kortini gjørdi av, at fiskimenn skuldu møgu­­leikan fyri at fáa eitt reelt val. Eg havi eisini skriv­­­liga lýst tann poli­tikk, sum eg havi stað­ið fyri væl og virði­­­liga, so fiski­­menn vita, hvat teir hava havt at taka støðu til. Hetta er endað við, at eg gjørdist aftastur í røðini av teim­um uppstillaðu, og tí­ skil er mín leiklutur at virka fyri fiskimonnum lok­in. Eg leggi frá mær við góð­ ari samvitsku. Eg havi sam­ an við felagsstjórn og fiski­ monnum verið við til at menna FF til tað, tað er í dag. Hetta er prógvað í teim­ um 36 ársfrágreiðingunum, sum eg havi lagt fram, har tað eru hend mong framstig fyri fiskimenn bæði so og so. Ein av stórsigrunum hesa tíðina var skatta­skip­an­ in hjá sjómonnum, sum hev­ ur givið meira enn eina hálva milliard krónur sein­ astu 9 árini, og sum fram­ vegis gevur siglandi fólki­ num 50-60 mill kr. árliga, hóast stóra mótstøðu frá al­mennu Føroyum. Fyrsta ítøkiliga broytingin við formansskiftinum verð­ ur, at komandi FF-blað verð­ ur í hvussu er tað seinasta frá míni hond. Vónandi koma aðrir fjølmiðlar at hava áhuga fyri tí tilfari, sum hevur verið í FF-blað­ num, og sum hevur verið høgt mett av teimum flestu, men sum eisini hevur verið illa lýtt av pørtum av “al­mennu Føroyum”. Ynskt verður nýggja for­ manninum eydnu at føra fe­lagið víðari, og samstund­ is vil eg takka øllum teim­ um, sum eg havi havt gott samstarv við øll hesi árini. Her er serstakliga talan um álitismenn og starvsfólk hjá felagnum og teir nógvu fiski­menninar, eg havi havt samband við. Nógvir av hes­um eru framvegis mínir vinir, og teir koma at standa eftir. Eisini takki eg teim­ um, sum hava stuðlað mær til hetta val. Tískil takki eg fyri meg. Aftan á formansvalið í FF: Takki fyri meg! Óli Jacobsen