hósdagur 1. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 23 - 1. februar 2007
Kaj Leo Johannesen
hevur onga meining
um, hvørt tað er rími
ligt at lata sambands
veljarar bíða so leingi
eftir avgerðini hjá
Alfred Olsen. Prátið
millum hann og Al
fred Olsen hevur ver
ið konstruktivt, sigur
Kaj Leo Johannesen,
sum ikki heldur at
trúvirði floksins hev
ur tikið skaða
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Nei, tað havi eg onga
meining um, svarar Kaj
Leo Johannesen, tá vit
ringja
til
formann
Sambandsfloksins
og
spyrja, um tað er rímiligt at
lata sambandsveljarar bíða
til í kvøld eftir eini avgerð,
sum varð tikin seinnapartin
í gjár.
– Nú er tað gingið so lein
gi, so nakrir tímar frá ella
til, sigur Kaj Leo Johanne
sen.
Hann vil ikki koma inn á,
hvørja avgerð partamaður
hansara hevur tikið.
Men hvussu hevur prátið
verið millum teg, Alfred og
Sambandsflokkin verið í
málinum?
– Konstruktivt, er stutta
og greiða svarið hjá Kaj
Leo Johannesen. Hann vísir
á, at tey í flokkinum hava
tosað um tingini og sigur
so, at í politikki tekur alt tí.
Men metir tú, at flokkurin
hevur tikið skaða av hes
um?
– Flokkurin og tann poli
tikkur, vit føra broytist ikki
av hesum. Okkara støða í
mun til ríkisfelagsskapin er
hin sama, og vit eru fram
vegis ein borgarligur flokk
ur, sigur Kaj Leo Johanne
sen.
Men hvussu við trúvirði
floksins?
– Trúvirði hevur ikki tikið
skaða meti eg.
Flokkurin
framum
persónar
Veljarakanningin, sum Dim
malætting kunngjørdi í gjár
vísti, at Sambandsflokkurin
fær 22,1 prosent av atkvøð
unum. Hetta er ein rímiliga
stór afturgongd í mun til
tey 26,8 prosentini, sum
flokkurin fekk í veljarakan
ningini, sum Dimmalætting
gjørdi í desembermánaði.
Kaj Leo Johannesen held
ur tó ikki, at veljarakanningin
vísir, at hetta málið hevur
skatt flokkin.
– Í mun til seinasta løg
tingsval, er hetta ein aftur
gongd upp á 1,6 prosent.
Tann afturgongdin hevur
møguliga samanhang við
órógvin, sum hevur verið í
flokkinum. Men kanningin
vísir eisini, at hesi prosentini
ikki eru farin í annan flokk.
Tey mugu vit so arbeiða
fyri at fáa aftur, og helst
nøkur aftrat eisini, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Hann heldur ikki, at vit
nú kunnu tosa um eina aftur
gongd hjá flokkinum. Tað
fáa vit svar upp á komandi
val, heldur hann. Kaj Leo
Johannesen vísir síðani á,
at beint undan seinasta løg
tingsvali spáddi veljarakan
ning, at Sambandsflokkurin
fór at fáa 29 prosent, men
tá valið so var, fekk flokkur
in “bert” 23,7 prosent, so
tað er so ymiskt hvat velja
rakanningar siga.
– Ofta verður sagt, at tað
kostar at sita í samgongu,
men tað hevur tað so ikki
gjørt hjá okkum, sigur Kaj
Leo Johannesen. Veljara
kanningin hjá Dimmalætt
ing og Gallup sigur nevnili
ga, at Sambandsflokkurin
framvegis er størsti samgon
guflokkurin, og tað fegnast
formaður floksins um.
– Vit hava ein stóran
flokk og eg haldi tað koyrir
væl í flokkinum. Tað er
flokkurin og politikkurin
framum persónarnar, sigur
Kaj Leo Johannesen. Hann
sigur, at tað sum er hent í
teirra flokki við Alfred
Olsen, er tað sum kemur
fyri í politikki.
– Hetta fáa vit ikki forða
fyri, og í Tjóðveldisflokkin
um fór jú ein maður í flokk
inum, sigur Kaj Leo Johan
nesen.
Trúvirði ikki skatt
Alfred Olsen, sum
fyri jól boðaði frá, at
hann tók seg úr
samgonguni, er á veg
innaftur í
samgonguna
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í gjár sat Sambandsflokk
urin á við Alfred Olsen,
tingmann floksins í Eystur
oynni, sum fyri jól boðaði
frá, at hann tók stuðul sín
frá samgonguni, av tí at ov
nógvir
samgongulimir
atkvøddu fyri broytingini í
grein 266b, sum gevur
teimum samkyndu innivist
í revsilógarparagraffini.
Sambært keldum hevur
Kaj Leo Johannesen, floks
formaður, givið honum
kravboð um at koma aftur í
samgonguhitan. Um hann
ikki gjørdi tað, so hevði
hann mist teir nevndarsess-
ir, sum tillutaðir vórðu
Sambandsflokkinum undir
seinastu samráðingum.
Vælvitandi keldur vilja
vera við, at Alfred Olsen
nú krýpur til krossin og
aftur fer at stuðla samgong
uni.
Alfred krýpur til krossin
Tað sigur Alfred
Olsen í stuttari viðta
lu, tá vit ringdu til
sambandsmannin fyri
at spyrja, um hann far
in upp í aftur samgon
guna ella ikki. Hann
vísir til tíðindaskriv,
sum kemur út í kvøld
og sigur, at tann
avgerðin, sum stendur
í har, er hann ikki
kroystur til at taka
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Stutt fyri døgurða í dag,
ringdu vit til Alfred Olsen
fyri at finna út av, um hann
endaliga hevur tikið seg úr
samgonguni, ella um hann
er kropin til krossin og farin
upp í aftur.
Vit ynsktu at fáa greiði á,
hvørja avgerð hann hevur
tikið. Ein avgerð, sum varð
tikin á tíðliga seinnapartin í
gjár, men sum almenningur
in framvegis einki kennir
til. Ein avgerð, sum allir
sambandsveljarar
bíða
spentir eftir, ein avgerð,
sum allir politiskt áhugaðir
føroyingar bíða eftir, og ein
avgerð, sum øll tann politis
ka skipanin má hava svar
upp á fyri at kunna virka
víðari.
Men øll hesi sleppa at
bíða nakað enn, tí Alfred
Olsen vil ikki gera nakra
viðmerking, fyrr enn eitt tíð
indaskriv frá honum er kom
ið út.
– Eg sendi eitt tíðindaskriv
út seinni í dag, og har fáa tit
alt at vita, sigur Alfred
Olsen, tá vit fáa orðið á
hann umvegis telefonina.
Tíðindaskrivið við fráboð
anini kemur helst einaferð í
kvøld, og fyrr enn tað tí hev
ur
sambandstinglimurin
onga viðmerking.
Ikki kroystur
Við Portalin í gjár segði for
maður Sambandsfloksins,
Kaj Leo Johannesen, soleið
is:
– Vit hava funnið eina
loysn eftir eitt drúgt talv,
segði Kaj Leo Johannesen
tá, men vildi ikki koma nær
ri inn á hvør loysnin var.
Vit spyrja tí Alfred Olsen,
um hann hevur verið kroyst
ur til at taka eina avgerð
nú?
– Ein løgtingsmaður verð
ur ongantíð kroystur til nak
ra avgerð, sigur hann.
Men hava tú, Kaj Leo og
Sambandsflokkurin
tosað
væl saman í hesum máli
num?
– Sambandsfólk tosa altíð
væl saman, sigur Alfred
Olsen, sum ikki ynskir at
gera aðrar viðmerkingar
fyrr enn tíðindaskrivið er
komið út í kvøld.
Sambandsfólk to
sa altíð væl saman
Fosturpápin kært
neyðtøkudómin
39 ára gamli maðurin, sum fyri viku síðani varð dømdur hálvtannað
ára fongsulsrevsing, fyri at hava neyðtikið og at hava framt annan
grovan kynsligan ágang móti fosturdóttir síni, hevur kært dómin.
Tað var hósdagin í farnu viku, at maðurin varð dømdur fyri brot á
fýra greinar í revsilógini – vanliga neyðtøku, aðra enn vanliga
neyðtøku, neyðtøku framda ímóti barni undir 15 ár og neyðtøku av
barni, sum tú hevur ábyrgd av.
Upprunaliga noktaði maðurin seg sekan, men tá dómurin fall tók
hann við honum. Nú hevur maðurin, sum framvegis situr varðhalds
fongslaður, kortini kært dómin, sum so skal fyri landsrættin.
Seldi hassj og amfetamin
Seinnapartin í gjár dømdi Føroya Rættur ein mann fyrst í tjúgunum 14 daga
hefti.
Tað var tann 14. august í 2006, at ungi maðurin varð tikin. Tá hevði hann 6
gramm av hassj, 2,63 gramm av hassjmix, 2,5 gramm av amfetamin og eina
vekt uppi á sær.
Maðurin var eisini skuldsettur fyri, at undan hesum at hava selt 30 gramm
av hassj til átta ymisar keyparar. Í rættinum í gjár mintist hann ikki, hvørjir
hesir keypararnir vóru, men hann játtaði seg sekar í báðum ákærunum.
Maðurin fekk 14 hefti fyri hetta, og hann tók við dóminum. Hetta er fimta
ferðin síðani 2004, at maðurin fær ein dóm í Føroya Rætti.
Eftir skránni átti eitt annað rúsevnismál verið fyri í gjár, men tað er útsett til
13. februar.