Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 23 - 1. februar 2007 tíðindi Eiðisbørn nýggjan barnagarð Um gott eitt ár sleppa børnini á Eiði í ein nýggjan barnagarð. Á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið varð sam­ tykt at fara undir ein slíkan barnagarð, sum kemur at hýsa 66 børnum. Baranansing Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Eiði: – Við hesum nýggja barnagarðinum fara vit at kunna veita borgarunum enn eina tænastu, sigur Tordur Niclasen, formaður í mentanarnevndini í Eiðis kommunu. Í mong ár hevur verið arbeitt við eini slíkari ætl­ an, men fyrst um eitt ár verður hetta málið umsíðir loyst úr lagdi. Tordur Niclasen er fult greiður um, at mong kanska hava ótolnast eftir eini slíkari loysn. Men tað hev­ ur eisini havt sína orsøk: – Vit valdu at bíða til tær fíggjarligu fortreytirnar vóru til staðar. Og tað eru tær altso nú. – Okkara kommuna skal framvegis verða væl stýrd. Tí ynsktu vit ikki at lána okkum út á sjógv, men fremja arbeiðið nú fíggingin er tøk, sigur Tordur við Sosi­alin. Á fundinum í gjárkvøldið tók bygdaráðið av einum tilboði frá Fjarðahúsum í Kollafirði um bygging av barnagarðinum. Hann verð­ur umleið 650 fer­metrar stórur og kostar 8 mió kr., tá alt er íroknað. Nýggi barnagarðurin á Eiði kemur at standa á einum øki tey nevna niðri á Hólmanum. Á hesum øki er sjálv planeringin longu gjørd, og tí er klárt hjá teimum í Fjarðahúsum at fara undir arb­eiðið sum skjótast. Gott tilmæli Arbeiðið við at fyrireika barnagarðin á Eiði hevur annars vart í nøkur ár. Tað byrjaði við at ein arbeiðsbólkur varð settur at fyrireika ein slíka bygg­ ing. Bólkurin kom við einum sera væl úr hondum greiddum tilmæli, og nú verður tað so veruleiki. Hesin arbeiðsbólkurin mælti eisini til at leggja barnagarðin niðri við Hólm­ arnar. Og tað hevur bygdaráðið eisini tikið til eftirtektar. Í nánd av nýggja barna­ garðinum er sambýlið Korn­ dalsbýlið, og tí fær ein her helst møguleika fyri ein­ umhvørjum samstarvi í framtíðini. Sum skilst er ætlanin at bjóða verandi dagrøktarum á Eiði arbeiði á nýggja stovninum. Planeringin av økinum til barnagarðin er longu gjørt. – Tíðin krevur slíkar loysnir, sigur Tordur Niclasen, formaður í mentanarnevndini í Eiðis kommunu Stutt sagt Gudstænasta við kvirru á Glyvrum Fríggjakvøldið kl. 10 verður enn ein nátt­ ar­gudstænasta hild­ in í Glyvra kirkju. Slík gudstænasta varð fyrstu ferð hildin fyri einum ári síðani. - Við hesa guds­tæn­ astuna var undir­ tøkan sera góð. Nú verður hon so aftur, sigur Meinhard Bjartalíð, sóknar­ prestur í Lamba. Gudstænasta Snorri Brend Glyvrar: Undir guds­ tænastuni í annaðkvøld verður sálmasangur og bíbliulestur – og kvirra. Júst hetta við kvirruni hevur sermerkt tær tón­ leika-andaktirnar, sum hava verið fyriskipaðar í prestagjaldinum hesi seinastu seks árini. Undir kvirruni fríggja­ kvøldið fer tó at ljóða ein stillur, meditativur urgu­ tónleikur í kirkjuni í nakrar minuttir. – Hesa løtuna kunnu fólk so biðja eina bøn, ella tey hugsa um bíbliu­ tekstirnar, sum tey júst hava hoyrt. – Tey kunnu eisini lata kirkjurúmið tala, ella savna hugnámini frá degnum, sum skjótt er at enda komin, greiðir Meinhard Bjartalíð frá. Kertur og bønir At gudstænastan verður skipað nú fríggjakvøldið kemst av at hetta er kynd­ ilsmessa. Kyndilsmessa varð hild­ in til minnis um vitjanina hjá Mariu Moy í halgi­ dóminum eftir føðingina. Til minnis um hetta og til heiðurs fyri Jesusbarnið vóru kertur og kyndlar tendrað. Undir náttar­guds­tæn­ astuni, sum byrjar kl. 22 verða sjey ljós tendrað, - eitt fyri hvørja bøn, sum leikfólk fara at lesa upp. Við gudstænastuna fer eisini Kór glyvra kirkju at syngja 23. sálm eftir Dávidi. Kórið hevur lagt seg eftir at syngja Dávids­ sálmar í gomlum enskum og resiterandi stíli, og tað fær so kirkjufólkið møguleika at hoyra hetta kvøldið. Umframt kórið fer eis­ ini ein kvinnutrio at syngja.´ Náttargudstænasta verður í Glyvra kirkja fríggjakvøldið kl. 22 Endurreisa gomlu gróthúsini Í nøkur ár hevur Bygdar- og Forn­ minnafelag í Elduvík arbeitt við at endur­ reisa nøkur gróthús í bygdini. Mentan Snorri Brend Elduvík: Nú hevur Bygdar- og Fornminnafelagið eisini fingið stuðul frá kom­mu­ nuni til ætlanina. Á býráðsfundi í Runa­ víkar kommunu í farnu viku, har Elduvík er partur av, varð samtykt at lata stuðul til ætlanina. Íalt letur kommunan 75.000 kr. til hesa spenn­ andi ætlanina um at varð­ veita og endurreisa trý gróthús í eystara parti av bygdini. Á staðnum er longu nú hongt upp eitt kort, sum lýsir hvussu nógv gróthús vóru her í gomlum døgum. Samstundis við hetta er ætlanin at menna felagið og at geva tí møguleikar at virka í framtíðini. Frammanundan býráðs­ fundinum hósdagin hevði mentanarnevndin í Runa­ víkar kommunu havt málið til viðgerð. Nevndin mælti til at veita stuðulin. Og tað gjørdi býráðið eisini! Gróthúsini í Elduvík eru verd at varðveita Mynd: runavik.fo Trekkplástur Á Eiði hevur barna­ans­ ing­in altíð havt høga rað­ fest­ing, og tí er bíði­listi eftir ansingarplássi eitt ókent fyribrigdi. Hetta stigið við barnagarðinum er enn eitt stig á hesi somu leið. Kommunan seldi her­ fyri fleiri grundøki í Svínáum, og fyrireikar í løtuni út­­stykkingar bæði á Eiði og í Svínáum, ið eisini er partur av Eiðis kommunu. – Tað eru nógv sum spyrja seg fyri um grundøki í kommununi og samstundis fregnast eftir, hvussu er við barnaansingini. – Eingin ivi er um, at tíðin krevur ein slíkan barna­garð. Hetta fer helst at verða eitt eyka trekk­plástur fyri Eiðis bygd, sigur Tordur.