hósdagur 1. februar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 23 - 1. februar 2007
Føroyskt og danskt
skulu ikki verða javn
sett í eini yvirtiknari
fólkakirkju, og danskt
hervald skal ikki
nevnast í kirkjulógu
num, sigur Tórbjørn
Jacobsen. Hann
heldur, at politik
ararnir hava gjørt
yvirtøkuna av Fólka
kirkjuni til tabu
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í Sosialinum í dag hevur
Tórbjørn
Jacobsen
eitt
lesarabræv, har hann m.a.
fýlist á uppskotini til nýggj
ar kirkjulógir, sum skulu
galda fyri Fólkakirkjuna, tá
hon er yvirtikin. Tað eru ser
liga ásetingarnar um, at før
oyskt og danskt mál skulu
verða javnsett í kirkjuni, og
at danskt hervald eigur inni
vist í føroysku lóggávuni,
sum ikki hóvar tjóðveldis
manninum.
Orsøkin til, at løgtings
maðurin skrivaði lesara
brævið er m.a., at hann er
ímóti, at tað í viðmerking
unum til lógaruppskotið
verður róð framundir, at
danskt ikki er fremmant
mál í Føroyum.
Men er Tórbjørn Jacob
sen ímóti, at danskt verður
brúkt í kirkjuni?
- Nei, staðfestir Tórbjørn
Jacobsen avgjørdur. Hann
viðgongur, at lesarabrævið
hjá honum kann misskiljast,
so at fólk fáa ta fatan, at
hann er ímóti donskum,
Men Tórbjørn Jacobsen
leggur dent á, at í okkara
tíð metir hann danskt vera
eitt fremmant mál.
- Fatanin millium fólk er,
at føroyskt er høvuðsmálið
í Føroyum, sigur Tórbjørn
Jacobsen, og tí heldur hann,
at møguligir danskir prestar
í Føroyum skulu prædika á
føroyskum, og um danskt
skal nýtast í kirkjuni, skal
serloyvi gevast til hetta eins
og til øll onnur mál, sum
ikki eru føroysk.
Kreppuloysn frá 1948
Men verða vit ikki noydd at
halda
Heimastýrislógina,
har tað m.a. stendur, at
danskt kann brúkast eins
væl og føroyskt?
- Hvør hevur ræðið í hesi
lógini, føroyskir myndug
leikar ella danska statsmakt
in? Tað er óskiljandi, tí
Fólkaflokkurin, sum nú
hevur sent hesi lógaruppskot
til hoyringar, viðurkendi
ongantíð
Heimastýrislóg
ina, sigur Tórbjørn Jacob
sen, ið kallar hetta danska
formalismu frá 1948, sum
varð ásett í eini kreppu
støðu.
Hoyringsfreistin til lógar
uppskotini var úti 22. jan
uar. Hevur tú ikki gjørt vart
við teg, áðrenn hoyrings
freistin var úti?
- Eg havi verið í politikki
í 10 ár, og tað nyttar einki at
gera viðmerkingar, tá tað er
hoyringsfreist. Tá nyttar
nógv meira at skriva í bløð
unum, sigur Tórbjørn Jacob
sen.
Yvirtøkan er
vorðin tabu
Hevur tú saknað kjak um
yvirtøkuna av kirkjuni?
- Eg skilji ikki konseptið,
tá 85 % av fólkinum eru
limir í Fólkakirkjuni, at ein
vakuumpakkað
donsk
kirkja skal flytast føroysk
viðurskifti, sigur Tórbjørn
Jacobsen og sipar til, at lítið
og einki er komið fram um,
hvat yvirtøkan inniber og at
lítið og einki orðaskifti hev
ur verið um málið.
- Tað er løgið í einum
demokratiskum samfelag,
at einki kjak er.
Er yvirtøkan so eitt slag
av tabu?
- Ja, politikararnir hava
gjørt tað til eitt tabu. Eg
veit ikki, hvat teir hava
hugsað fyri sær, tí teir hava
skermað kirkjuna fyri fólki
num, heldur Tórbjørn Jacob
sen, sum ikki metir hetta
vera tabu millum fólkið.
- Men tað er høpisleyst at
kjakast um hetta, tá man
ikki veit, hvat hendir, sigur
Tórbjørn Jacobsen, og kall
ar tað eitt slag av “loyniligari
losju”, sum hevur fyrireikað
yvirtøkuna, av tí at so lítið
er komið fram um málið.
Kirkjan hevur eingi
hernaðaratlit
Fer Tjóðveldisflokkurin at
atkvøða fyri yvirtøkuni?
– Tað er eitt slag av óskriv
aðari semju, at einki skal
kjakast um hetta. Men tað
sker í eyguni, og nú má eg
tala at, sigur Tórbjørn Jacob
sen, ið kortini leggur aftur
at, at flokkurin hevur ikki
viðgjørt málið, av tí at lítið
og einki hevur verið kjakast
um yvirtøkuna av kirkjuni.
- Um tingini ikki verða
broytt, og hernaðarmálið
ikki verður rikið út, og før
oyskt ikki verður staðfest
sum høvuðsmál, so ætli eg
mær ikki at atkvøða fyri tí,
sigur tann bersøgni ting
maðurin. Hann kallar upp
skotið eitt sminkað lík og
eina staðfesting av danskari
kolonialismu, at danskt mál
er javnsett við føroyskt og
danskt
hernaðarvald
er
nevnt í kirkjulógunum.
- Ein kirkja hevur eingi
hernaðaratlit, staðfestir Tór
bjørn Jacobsen, ið væntar,
at fleiri tinglimir munnu
vera samdir við honum.
Hann undirstrikar tó, at
hann einki hevur ímóti, at
herfólk úr Danmark ella
øðrum londum halda guðs
tænastu í Føroyum, men at
hetta ikki skal ásetast við
lóg, og at serloyvi skal gev
ast til hetta.
Er tað ikki bara fyri parta
politiskan vinning, at tú nú
kemur fram við hesum?
- Hetta kann hava okkurt
at gera við politisku fatan.
Men eg havi á ongan hátt
ætlað at brúkt sum jarnbrot
til mítt politiska lív, men eg
vil, at kirkjan er føroysk,
sigur Tórbjørn Jacobsen, ið
kallar lógaruppskotini eitt
danskt plagiat, sum stað
festir danska kolonistøðu í
Føroyum
og
javnsetur
danskt mál við føroyskt.
Útbúgvingarstøðið
skal vera høgt
Onkuntíð hevur verið sagt,
at siðaskiftið ongantíð rætti
liga vann frama í Føroyum,
av tí at móðurmálið so seint
vann pláss innan kirkjugátt.
Tórbjørn Jacobsen nevnir
týdningin av, at Brøðra
samkoman nýtti føroyskt í
fleiri ár áðrenn kirkjan t.d.
fekk føroyska sálmabók, og
ein stórur partur av tí máls
ligu menningini er farin
fram gjøgnum trúarlívið.
Hann sigur seg vita, at fólk
hava sagt, at tað var daga
munur á andaktunum, tá
fyrsta føroyska bíbliutýð
ingin eftir Victor Danielsen
varð nýtt, og so tá donsk
bíblia varð brúkt.
- Tí kunnu vit politikarar
í 2007 ikki knæseta ta
gomlu
tíðina,
sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Verður kirkjan yvirtikin á
ólavsøku?
- Ja, sambært Jóannesi
Eidesgaard verður hon yvir
tikin.
- Men eg veit ikki, hvussu
langt málið er komið.
- Kirkjan má ikki bliva
partapolitisk
kastibløka.
Yvirgongdin má vera trygg,
og tað er hon ikki nú, tí fólk
ið er ikki sloppið framat. Er
tað nakað sum skal for
ankrast, er tað ein kirkja.
Hetta eru viðurskifti hjá
fólki, sum man ikki spælir
við, og so slett ikki speku
lerar í, sigur Tórbjørn Jacob
sen, ið heldur ikki tekur
undir við at skipa valkirkju
lið í Føroyum.
- Útbúgvingarstøðið má
vera høgt, sigur Tórbjørn
Jacobsen, ið ikki heldur tað
vera ráðiligt, at leikfólk, ið
ikki hava guðfrøðiútbúgv
ing, skulu sleppa at verða
prestar í Føroyum í møgu
ligum valkirkjuliðum. Held
ur ikki dámar honum rákini
í Svøríki í Noregi, har
kirkjan ávikavist er loyst
frá statinum og helst verður
loyst frá statinum.
- Fólkakirkjan skal ikki
verða ein fríkirkja, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Brot úr Heimastýrislógini
§ 11. Føroyskt verður viðurkent
sum høvuðsmál, men danskt
skal lærast væl og virðiliga, og
danskt kann eins væl og
føroyskt nýtast í almennum
viðurskiftum.
– Føroyskt
skal verða
høvuðsmálið
í kirkjuni
Brot úr “Uppskoti til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni”
§2 stk. 3 – Bispur kann loyva, at fremmant mál verður brúkt við gudstænastur og
kirkjuligar tænastur. Stk. 4 – Avgerðin hjá bispi er endalig.
• §22 stk. 1 – Sóknarprestur í tænastu hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins, hevur
rætt at brúka kirkjuna til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur fyri starvsfólki hjá
hernaðarligu verju danska kongsríkisins, og avvarðandi teirra.
– Tað er eitt slag av óskrivaðari
semju, at einki skal kjakast um
hetta.
”
– Danskir prestar í Føroyum
skulu prædika á føroyskum
”
– Yvirgongdin má vera trygg, og
tað er hon ikki nú, tí fólkið er ikki
sloppið framat. Er tað nakað, sum
skal forankrast, er tað ein kirkja
”
Tórbjørn Jacobsen heldur ikki, at danskt skal eiga innivist í eini yvirtiknari føroyskari kirkju eins væl og føroyskt.
Sambært uppskotinum til nýggjar føroyskar kirkjulógir, skal bispur geva loyvi til at nýta fremmant mál í kirkjuni,
men í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at tað sambært heimastýrislógini ber eins væl til at nýta danskt sum
føroyskt í øllum almennum viðurskiftum
Mynd. Jens Kr. Vang