Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 23 - 1. februar 2007 tíðindi – Útmeldingarnar frá Alfred Olsen og Sambandsflokkinum eru tekin um vant­ andi fjølmiðlastrategi, sigur miðlafrøð­ing­ urin Allan Dalsgarð, sum heldur, at flokk­ urin hevur dugað illa at handfara fjøl­­miðl­arnar Politikkur Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo – Tann, ið dugir best at hand­fara fjølmiðlarnar, klár­ ar seg oftast best. Tað sigur Alan Dalsgarð, miðlafrøðingur, sum metir, at Sambandsflokkurin hev­ ur dugað illa í handfaringina av málinum um Alfred Olsen. Miðlafrøðingurin vísir á, at óvissan viðvíkjandi Al­fred er ein taktiskur brøl­ ari frá báðum pørtum. - Tað er týdningarmikið - serliga í politikki - at hava greiðar útmeldingar óan­ sæð, um hon er negativ ella positiv. Ein politikkari, sum t.d. tekur eina avgerð aftur ella møguliga enntá heldur tær loyniligar fyri fjølmiðl­ unum, so missir hann trú­ virðið, sigur Allan Dalsgarð, sum sipar til avgerðina hjá Sambandsflokkinum tók í gjár, men sum hvørki Alfred Olsen ella Kaj Leo Jo­hanne­ sen vilja koma út við. – Útmeldingarnar frá Al­ fred Olsen og Sambands­ flokk­inum eru tekin um vantandi fjølmiðlastrategi. Sambandsflokkurin ella Alfred átti at sagt veruleikan sum hann var. Eitt ivamál elvir til gitingar í fjølmiðl­ unum - í hesum føri við tí úrsliti, at bæði Sambands­ flokkurin og Alfred Olsen vera til láturs, sigur Allan Dals­garð Tjóðveldisflokkurin dugdi væl Miðlafrøðingurin vísir á, at málið um Karsten Hansen var eitt dømi um góða miðla­ strategi. - Hóast útmeldingin var nega­­tiv, so var hon greið. Hann tók eina avgerð og helt fast um hana. Og tað vísir seg nú, at flokkurin ikki misti nakað av orrust­uni, heldur tvørt­­ur ímóti, sigur Alan Dals­­­garð og vísir á góða úr­ slit­­ið, sum Tjóð­veld­is­flokk­ urin fær í nýggju veljara­kann­ ingini. Eitt annað gott dømi er velj­arakanningin, sum Tjóð­ veldisflokkurin í fjør sjálvur lat gera. – Hóast fleiri settu spurn­ ar­tekin við trúvirði av kann­ ing­­­ini, fekk hon góða um­ røðu í fjølmiðlunum. Her var talan um eitt gott medie­ stunt, sigur Allan Dals­garð. Aftur í ár verður ársins kjakvirðisløn latin. Miðlahúsið hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólka ræði- num. Endamálið við at lata hesa virðisløn er eisini at menna og stimbra almenna orðaskiftið og gera tað meira fólksligt, professionelt og náttúrligt. Í fjør fekk Óli Petersen, teknari, virðislønina fyri við sínum tekningum og viðmerkingum at geva sítt góða íkast til sam felags- orðaskiftið. Lesarar kunnu senda okkum uppskot til ársins kjak virðisløn við at fylla út lepan og senda hann til Miðla húsið, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn, ella tit brúka teldu postadressu okkara post@sosialurin. fo. Setið frámerki á: »Ársins kjakvirðisløn«. Freistin at lata inn uppskot er mánadagin 12. februar. Avdúkingin av ársins kjakvirðisløn fyri 2006 verður á samkomu í Miðlahúsinum hósdagin 15. februar kl. 16.00 Ein dómsnevnd við Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmanni, Karin Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini, Jóannesi Dalsgaard, deildar- leiðara í Mentamálaráðnum, og Annleyg Lamhauge, deildarleiðara á Menningastovuni, ger av, hvør fær virðislønina M I Ð L A H Ú S I Ð · T Ó R S G Ø T A 1 · B O K S 7 6 · F O - 1 1 0 T Ó R S H A V N · P O S T @ S O S I A L U R I N . F O Á R S I N S K J A K V I R Ð I S L Ø N 2 0 0 6 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: orðaskiftið orðaskiftið. Lesarar kunnu senda M I Ð Miðlafrøðingur um Sambandsflokkin: Ein taktiskur brølari Sambandsflokkurin ella Alfred átti at sagt veruleikan sum hann var. Eitt ivamál elvir til gitingar í fjølmiðlunum - í hesum føri við tí úrsliti, at bæði Sambandsflokkurin og Alfred Olsen vera til láturs, heldur miðlafrøðingurin Allan Dalsgarð