hósdagur 1. februar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2007
25
tíðindi
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
– Landsliðsvenjarin er ótrúliga týdningarmikil fyri landsliðið.
Geva leikarar seg 100% í sínum felag, so geva teir seg 130% fyri
Alfred Gislason. Hann er ein sannur gudur í Íslandi.
Finnur Hansson
ítróttur
Ísland reyk týsdagin
út úr HM-endaspælin
um hjá monnum,
men eftir liggja minn
ini um eitt landslið,
sum gav seg fult út, og
sum var so nær við at
røkka einum
hálvfinaluplássi
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Týsdagin sótu tveir før
oyskir íslendingar sum
á
nálum
frammanfyri
sjónvarpsskíggjan, tá ið
Ísland og Danmark leiktu
fjórðingsfinalu í HM-
endaspælinum í mans
hondbólti. Talan er sjálvandi
um Finn Hansson og Jakob
Jónsson. Eftir dystin ímóti
dønum hava vit fingið
okk um eitt prát við ein teirra,
Finn Hansson, um íslendska
landsliðið.
Hondbóltur í
familjuni
Familjan hjá Finni Hans
son er ein av størstu hond
bóltsfamiljum í Íslandi,
so hann er uppvaksin við
hondbólti í blóðnum.
– Eg má siga, at eg eri
partur av stórari hondbólts
familju. At kalla øll í fam
iljuni hava spælt hondbólt,
og pápi mín hevur m.a. verið
á landsliðnum. Abbi mín
hevur eisini verið ein av
størstu leikarunum í Íslandi.
Hann hevur verið liðskipari
á landsliðnum og hevur verið
venjari hjá stórfelagnum FH
í fleiri umførum.
Finnur sjálvur hevur eisini
verið inni umkring yngru
landsliðini hjá Íslandi, men
í ungum aldri valdi hann at
gevast við hondbóltinum.
– Hetta bleiv ikk i dámt
serliga væl í familjuni. Eg
føldi tó, at tað, eg gjørdi á
vøllinum, ongantíð bleiv
gott nokk , so tí valdi eg bara
at gevast. Eftir eina tíð fór
pápi mín til Føroya at spæla
hondbólt, og tá fekk hann
meg við. Nú eri eg eisini
sera fegin um, at eg byrjaði
at spæla hondbólt aftur í
Føroyum.
Flott av Íslandi
Ísland fekk eitt sera gott
úrslit í HM-endaspælinum
hjá monnum. Enn er ikk i
greitt, hvat nummar Ísland
endar, men teir megnaðu
at leika seg allan vegin til
fjórðingsfinalurnar, har teir
taptu í einum sera dram
atiskum dysti ímóti dønum.
Finnur sigur, at íslendingar
eru sera stoltir av sínum
landsliðið.
– Tað var eitt stórt vón
brot, at vit ikk i vunnið dyst
in ímóti Danmark, men tó
eru øll sera stolt av lands
liðsleikarunum. Teir hava
víst ótrúliga gott spæl, og við
eitt sindur av hepni høvdu
vit eisini vunnið dystin á
Danmark.
Hann segði eisini, at hann
alla tíðina var bangin fyri, at
Ísland fór at tapa dystin, tí
teir hava verið í hesi støðu
fyrr.
– Í 1997 fekk Ísland sítt
higartil besta úrslit í einum
HM-endaspæli, tá teir end
aðu á 5. plássi í Japan. Tá
tapti Ísland eisini við einum
máli í fjórðingsfinaluni, og
tí hugsaði ein um, at henda
søga jú kundi endurtaka seg,
og hetta var júst tað, sum
hendi.
Kennir væl Loga
Finnur hevur sjálvur spælt
við íslendska liðnum, FH, tá
hann var yngri, og har spældi
hann saman við onkrum av
leikarunum, sum í dag eru á
landsliðnum.
– Ja, eg kenni væl Loga
Geirsson. Tá eg var ungur
sótu vit saman á beinkinum
í FH og bíðaðu eftir at fáa
møguleikan. Hann fekk so
sín møguleika, og nú spælir
hann í týska stórfelagnum,
Lemgo. Hann er eisini ein av
týdningarmestu spælarunum
hjá Íslandi, har hann hevur
spælt á vinstra bakk i í HM-
endaspælinum. Eg vænti eis
ini, at hann fer at gerast enn
betri komandi árini, tí nú
Hugburðurin
er tann rætti
Í Íslandi búgva færri enn
300.000 fólk, men allíka
væl hevur okk ara granna
land fyri norðan hildið seg
í millum heimsins bestu
hondbóltstjóðir í nógv ár.
Ísland hevur til siðvenja
at skapa góðar hondbólts
leikarar, og Finnur sigur, at
hugburðurin til hondbólt í
Íslandi er júst tann rætti.
– Íslendskir leikarar hava
tann rætta hugburðin til
hondbólt. Teir eru klárir at
geva seg fult út og at venja
fleiri ferðir um vikuna. Tí
klára vit at skapa so nógvar
góðar leikarar.
– Landsliðsvenjarin er eis
ini ótrúliga týdningarmikil
fyri landsliðið. Geva leikarar
seg 100% í sínum felag, so
geva teir seg 130% fyri
Alfred Gislason. Hann er ein
sannur gudur í Íslandi.
Annars hevur Ísland verið
úti fyri einum lítlum ættar
liðsskifti á landsliðnum.
Stóra stjørnan, Olafur
Stefansson, er enn við á
landsliðnum, men restin av
leikarunum hava nógv góð ár
eftir á toppinum. Stefansson
er tó stjørnan yvir teimum
øllum, men Finnur sigur,
at Ísland eigur so nógvar
góðar leikarar, at framtíðin
sær eisini ljós út, tá hann
einaferð gevst.
– Landið er fult av ungum
evnaríkum leikarum, sum
standa klárir at taka yvir eftir
gomlu stjørnurnar. Olafur
Stefansson er okk ara størsti
leikari, men hann fer skjótt
at gevast á landsliðnum, og
her stendur m.a. ein ungur
leikari klárur at taka yvir
á høgra bakk i. Einar Holm
geirsson er skaddur í løtuni,
og tí er hann ikk i við í HM-
endaspælinum. Hann er tó
mettur sum eitt stórtalent, og
hann hevur eitt tað harðasta
skotið í heiminum.
Finnur Hansson hevur
góðar vónir um framtíðina
hjá Íslandi í hondbólti, og
sjálvt um hann er keddur um,
at Ísland tapti fyri Danmark,
so er hann stoltur av sínum
landsmonnum.
At enda sigur hann seg nú
vóna, at Danmark fer at vinna
HM, men hann metir tó, at
Frakland er stórfavorittur at
vinna kappingini, nú bert
fýra lið eru eftir.
Stoltur
av sínum
landsmonnum
Finnur Hansson
sigur, at Ísland
er fult av ungum
og evnaríkum
leikarum, og tí
væntar hann,
at Ísland kann
gerast enn betri
um nøkur ár