hósdagur 1. februar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 23 - 1. februar 2007 ]
Føroyingurin sjúkur
Hans Lindberg, sum er partur av danska
manslandsliðnum, hevur føroyskt blóð í
æðrunum umvegis pápan, ið er ættaður av
Tvøroyri. Men tað verður helst uttan hann,
at danir í kvøld fara at takast við Pólland um
pláss í HM-finaluni. Lindberg hevur nevn
liga fingið krím, og tí liggur hann í seing
ini, nú liðfelagarnir leggja seinastu hond á
fyrireikingar sínar.
Arsenal í finaluni
Longd leiktíð skuldi til, tá Arsenal á Emirates Stadium sendi
Tottenham úr lítlu enskuk steypakappingini – Carling Cup.
Fyrri dysturin á White Hart Lane endaði við 2-2 javnleiki,
og eftir 90 minuttir á Emirates, stóð 1-1 á talvuni. Adebayor
tóktist annars hava sent Arsenal á sigurskós, men stutt fyri
leiklok javnaði Mido fyri Tottenham. Í longdu spælitíðini
setti Arsenal tó tingini upp á pláss. Jeremie Aliadiere skeyt
teir upp á 2-1, áðrenn Pascal Chimbonda gjørdi sjálvmál
til endaligu støðuna.
Frakland var helst
størsti favoritturin
undan kappingini, og
eftir eina heldur trilv
andi byrjan tykjast teir
nú vera komnir í
gongd. Sigurin á Kro
atia í fjórðingsfinaluni
boðar frá styrki, og tí
kunnu vit helst vænta
enn meir av fronsku
favorittunum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri júst einum ári síðani
vunnu franskmenn evropa
meistaraheitið í stórum stíli.
Einki av hinum liðunum
kláraði at steðga teimum í
teirra royndum at vinna EM,
og tí blivu teir eisini skírdir
sum helst størstu favorittarnir
at vinna heimsmeistaraheitið
í Týsklandi.
Hetta er heldur ikki so løgi.
Við leikarum sum Narcisse,
Guigou, Omeyer, Abalo, Fer
nandez, brøðrunum Gille og
kanska besta hondbóltsleikara
í heiminum í løtuni, Nikola
Karabatic, var enn einaferð
líkt til, at Frakland hevði
møguleika at fara allan vegin
í HM.
Byrjanin var tó ikki tann
besta. Í fyrstu tveimum
dystunum var annars eingin
slingur í valsinum. Tá vann
Frakland fyrst stórsigur á
Ukreina, og síðani bukaðu
teir Avstralia. Í síðsta innleið
andi dystinum møttu teir
Íslandi, sum skudli vinna
dystin fyri at koma víðari.
Her fekk Frakland veruliga
oyruni í maskinuna, tí Ísland
vann við heili átta málum.
Frakland var tó klárt til mill
umumfarið, har teir komu
víðari uttan nakað stig.
Svingandi úrslit
Í millumumfarinum fekk
Frakland enn einaferð eina
flúgvandi byrjan. Í fyrstu dyst
inum vunnu teir tryggan sigur
á Póllandi, áðrenn teir møttu
Slovenia í øðrum dysti. Aftur
her vann Frakland ein knús
andi 14 mála sigur, og júst
sum øll hildu, at nú høvdu
evropameistararnir fingið
gongd á, so taptu teir. Í triðja
dystinum ímóti vertunum úr
Týsklandi fingu teir slett ikki
gongd á spælið. Týskland førdi
at kalla allan vegin, og so tapti
Frakland aftur. Teir høvdu tó
longu tryggjað sær víðari
luttøku til fjórðingsfinalurnar
undan seinasta dystinum í
millum-umfarinum, so tí bilti
ikki so nógv við tapinum fyri
vertunum. Í siðsta dystinum
vann Frakland tepurt á Tun
esia, og so skuldu teir møta
Kroatia, sum var einasta
ósigraða lið í kappingini, í
fjórðingsfinaluni.
Omeyer er vaknaður
Fjórðingsfinalan ímóti Kro
atia gjørdist ein sera tættur
dystur, har málverjarnir
gjørdust avgerandi. Her var
Thierry Omeyer í franska
málinum einki minni enn
fantastiskur, og so vann
Frakland dystin við trimum
málum. Við sigrinum høvdu
teir sligið ein av størstu
favorittunum út úr HM-
endaspælinum, og Thierry
Omeyer, sum ikki hevur verið
serliga yvirbevísandi í fyrstu
dystunum, tykist hava funnið
formin júst í røttu løtu.
Fær Frakland sítt spæl at
koyra víðari í kappingini, so
verður ilt at meta um, hvør
klárar at steðga teimum.
Týskland hevur gjørt tað
fyrr í kappingini, men tá
spældi Frakland ikki upp til
sítt besta. Fáa Daniel Nar
cisse og Nikola Karabatic
álopsspælið at rigga ímóti
vertunum, so vera teir ringir
at steðga.
Favoritturin livir enn
Týskland er bara bliv
ið betri og betri, sum
kappingin er liðin, og
nú eru teir komnir í
hálvfinaluna, har fav
orittarnir og evropa
meistararnir úr Frak
landi bíða. Fer Týsk
land at steðga enn
einum favoritti
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Heimavøllurin hevur uttan
iva verið ein dyggur stuðul
hjá Týsklandi í HM-enda
spælinum. Til mest sum
hvønn dyst hava túsundtals
týskarar staðið og heppað
teirra lið, og hetta hevur
óivað verið við til at lyft
Týskland. Einki skal tó
takast frá týsku leikarunum.
Teir hava víst ótrúligan vilja
og og ótrúligan gejst á síni
leið til hálvfinalurnar.
Týskland var eisini mett
at hava fingið eitt sera
gott lutakast undan HM-
endaspælinum, har teir
vóru endaði í bólki saman
við Brasilia, Argentina og
Póllandi. Byrjanin var eisini
góð. Í fyrsta dystinum vunnu
teir á Brasilia, sjálvt um
spælið ikki var av tí besta,
og í næsta dystinum vunnu
teir enn einaferð, tá teir
møttu Argentina. Í seinasta
dystinum steðgaði tó upp.
Her møttu teir Póllandi,
og flest øll væntaðu enn
ein týskan sigur. Pólland
vildi tað tó øðrvísi og vann
ein upibornan sigur, og so
mátti Týskland víðari til
millumumfarið uttan stig.
Týskland vísti
stórspæl
Hevði gongdin verið minni
góð í innleiðandi bólkinum,
so vísti Týskland sanniliga
stórspæl í millumumfarinum.
Nú tóktust teir hava blakað
nervarnar, og í fyrsta dyst
inum vunnu teir trygt á
Slovenia. Nú høvdu teir
veruliga fingið gongd á, og
so gekk slag í slag. Í næsta
dystinum vunnu teir enn
ein tryggan sigur á Tunesia,
áðrenn teir skuldu møta
Fraklandi. Enn einafeð tók
Týskland øll á bóli, tá teir
vunnu ein sannførandi sigur
á evropameistarunum, og so
var bara Ísland eftir í síðsta
dystinum. Aftur hesaferð
vann Týskland, og sostatt
endaðu teir á øðrum plássið
í sínum bólki í millum
umfarinum, har teir høvdu
vunnið allar sínar dystir.
Nú bíðaðu sponsku heims
meistararnir í fjórðngsfinal
uni, men hetta lat Týskland
seg ikki nerva av. Eftir ein
javnan dyst dró Týskland
longra stráðið ímóti endan
um, og við einum tvey mála
sigri gjørdust teir klárir til
hálvfinaluna, har teir skulu
møta Fraklandi.
Fantastiski
Henning Fritz
Profilurin á týska liðnum
hevur uttan iva verið fant
astiski málverjin, Henning
Fritz, sum fer aftaná ferð
hevur pilkað sjálvsálitið
av mótstøðumonnunum.
Hann byrjaði ikki so væl í
endaspælinum, men síðstu
dystirnar hevur hann víst
støði í heimsflokki.
Stóra styrkin hjá Týsklandi
er annars ikki teir stóru
profilarnir, men heldur liðið
sum ein heild. Pascal Hens,
Michael Kraus, Christian
Zeitz, Holger Glandorf,
Florian Kehrmann, Michael
Janssen, Sebastian Preiss og
Christian Schwarzer eru allir
klassaleikarar, tá teir spæla
upp til sítt besta, og við so
nógvum góðum leikarum og
túsundtals týskum áskoðarum
í rygginum, so skal liðið helst
fáa eitt gott úrslit á heinavølli.
Nú eru teir í hálvfinaluni, og
ikki er óhugsandi, at Týskland
kann fara allan vegin.
Fritz hevur víst vegin
Thierry Omeyer og Nikola
Karabatic eftir sigurin á
Kroatia í fjórðingsfinaluni.
Teir báðir vera sera
týdningarmiklir í hálvfinaluni
ímóti Týsklandi.
Málverjin, Henning Fritz, hevur verið stóra stjørnan hjá Týsklandi higartil í kappingini. Nú
skulu hann og Týskland royna at bara Fraklandi í hálvfinaluni.