hósdagur 1. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 23 - 1. februar 2007 ]
Ítróttargalla í Runavík
Leygarkvøldið 3. mars verður skipað fyri ítróttargalla
í Runavík. Tey feløg, sum taka lut í gallakvøldinum, ið
Runavíkar Kommuna stendur fyri, eru Tjaldur, NSÍ,
Kappróðrarfelagið NSÍ, Støkk og Skála. Hetta er triðja árið,
at kvøldið verður hildið, og sum skilst hava hini kvøldini
verið serstakliga væleydnað.
Pólland hevur tikið
øll á bóli í HM-enda
spælinum hjá monn
um. Teir vóru vænt
aðir at koma víðari til
millumspælið, men at
teir skuldu koma
allan vegin til hálv
finaluna høvdu bert
tey mest bjartskygdu
væntað
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hevði nakar sagt undan HM-
endaspælinum, at Pólland fór
at koma til hálvfinalurnar, so
høvdu tað helst vera mong,
sum smílandi høvdu rist við
høvdinum. Pólland var stutt
og greitt ikki mett at vera
nóg gott at røkka til hálv
finalurnar, men hetta løgdu
teir líka í.
Frá fyrsta dysti hava
teir víst, at teir veruliga
hoyra heima í tí fínasta sel
skapinum. Í innleiðandi
bólkinum løgdu teir út
við at vinna trygt á bæði
Brasiliga og Argentina. Í
síðsta innleiðandi dystinum
skuldu teir møta vertunum
úr Týsklandi, og her var
ikki mett, at Pólland fór at
klára at standa ímóti týska
trýstinum, men í hesum
dystinum vísti Pólland fyri
fyrstu ferð, at teir kunnu
klára seg ímóti teimum
bestu. Teir vunnu nevniliga
dystin frammanfyri týskum
áskoðarum í túsundaali, og
sosatt vunnu teir sín inn
leiðandi bólk.
Pólland vann sítt
millumumfar
Í fyrsta dystinum í millum
umfarinum tapti Pólland
sín fyrsta og higartil einasta
dyst í endaspælinum. Í dyst
inum ímóti fronsku evropa
meistarunum fingu pól
verjarnir veruliga oyruni í
maskinuna, og teir blivu
stutt sagt avbukaðir. Í næsta
dystinum vunnu teir tepurt
á Íslandi, og so vóru teir
komnir í gongd. Síðstu tveir
dystirnar í millumumfarinum
vóru ímóti ávikavist Tunesia
og Slovenia, og hesar báðar
dystirnar vunnu póllendingar
uttan stórvegis hóvasták.
Sostatt slapp Pólland víðari
úr millumumfarinum, sum
vinnari av bólkinum, og
nú bíðaði Russland í fjórð
ingsfinaluni.
Hesin dysturin gjørdist sera
javnur og spennandi. Í fyrra
hálvleiki førdi Póllandi fleiri
ferðir rættiliga sannførandi,
men hvørja ferð megnaðu
russar at koma inn aftur í
dystin. Í seinna hálvleiki
kom tó rættiligur spenningur
í dystin, og at enda gjørdist
munurin bara tað eina málið í
millum liðini. Pólland hevði
tó vunnið, og so vóru teir
klárir til hálvfinalurnar.
Sera gott lið
Pólland er samansett av
nøkrum sera góðum og evna
ríkum leikarum. Serliga ein
teirra hevur spælt sera væl
í HM-endaspælinum. Her
er talan um vinstra bakkin
Karol Bielecki, sum spælir
í týska felagnum, Magde
burg. Hann er 202 cm lang
ur, og sleppur hann fyrst
upp at hanga frammanfyri
verjuna, so er hann næstan
ómøguligar at steðga.
Málverjin,
Slawomir
Szmal, er eisini eitt av mest
týðandi vápnunum hjá Pól
landi, og í fjórðingsfinaluni
ímóti Russlandi tók hann ikki
færri enn fimm brotskøst, og
sostatt gjørdist hann hetjan
hjá Póllandi.
Trupulleikin hjá Póllandi
er breiddin. Teir hava ikki
so nógvar leikarar at taka
av, sum onkur av hinum
londum, og í longdini kann
hetta koma at kosta. Higartil
hava teir klára seg, og nú er
spurningurin, um Pólland
megnar at fara allan vegin.
Pólland hevur tikið øll á bóli
Ikki vóru nógv, sum
væntaðu eitt hálvfin
alupláss til danska
manslandsliðið í hond
bólti, men nú er
dreymurin vorðin
veruleiki. Á veg ímóti
finaluni hava teir bast
m.ø. heimsmeistarun
um, og tí er als ikki
óhugsandi, at danir
kunnu fara allan vegin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Danmark var undan HM-
endaspælinum í honbólti hjá
monnum mett at vera millum
sterku liðini í endaspælinum,
men statistikkurin var ikki
við teimum. Ikki síðani 1982
hevur Danmark megnað at
spælt seg til hálvfinalurnar
í einum HM-endaspælið, og
tí vóru nógv sum væntaðu,
at Danmark enn einaferð fór
at floppa.
Í innleiðandi bólkinum var
eisini nær við, at Danmark
reyk út. Eftir eitt óvæntað
og helst eisini óneyðugt tap
fyri Ungarn, máttu danir út
í ein altavgerandi dyst ímóti
Noreg, sum skuldi vinnast,
um teir ætlaðu sær víðari.
Danmark vann dystin við
tveimum málum, og so vóru
teir klárir til millumspælið.
Sigurin á heims
meistarunum
legði grundina
Í millumspælinum legði
Danmark út við at tapa fyri
olympisku meistarunum,
Kroatia, men eftir hetta
kom gongd á. Fyrst vunnu
teir á heimsmeistarunum
úr Spania, og hetta gjørdist
byrjanin til nakað stórt. Eftir
hetta tryggjaðu teir sær víðari
luttøku til fjórðingsfinalurnar,
tá teir vunnu á Russlandi, og í
síðsta dystinum í millumspæl
inum vunnu teir enn einaferð.
Hesa ferð var dysturin ímóti
Kekkia, og við trimum sigrum
á rað eydnaðist Danmark at
koma uppá annað pláss, sum
gjørdi, at teir skuldu møta
Íslandi í fjórðingsfinaluna,
og so var lagt upp til eitt
stórt norðurlendskt hond
bóltsbrak.
Sum flest øllum kunnugt,
so vann Danmark fjórð
ingsfinaluna ímóti Íslandi
eftir ein sera dramatiskan
dyst, har liðini máttu út í
longda leiktíð, áðrenn Lars
Møller Madsen tryggjaði
Danmark sigurin í seinasta
sekundinum.
Traktorurin er klárur
Eftir sjey minuttir av
dystinum ímillum Danmark
og Ísland mundu nógvir
danir halda ondini heima
í stovunum. Tá small stóra
stjørnan á danska lands
liðnum, Joachim Boldsen,
í gólvið. Traktorurin, sum
hann verður róptur, tók seg
til knæðið, og her sá ikki
gott út. Boldsen noyddist
av vøllinum, og hann kom
ongantíð innaftur í dystin.
Ein dag eftir íslandsdystin
hevur hann tó melda seg
kláran til hálvfinaluna ímóti
Póllandi. Boldsen segði, at
hann bert hevði fingið eitt
hart slag yvir knæðið, og
tí hevði hann so ilt undir
dystinum. Hetta eru sanniliga
góðar nýggjheitir fyri danir.
Boldsen er nevniliga stóra
stjørnan á liðnum, og uttan
hann, so tykist danska liðið
ikki koyra heilt optimalt. Í
dystinum ímóti Íslandi tókt
ist saknurin í serliga verju
partinum at vera sera stórur.
Nú sigur traktorurin seg
tó vera kláran aftur, og hetta
er heilt sikkurt við til at økja
um vónirnar hjá dønum. Nú
ætla teir sær í finaluna um
heimsmeistaraheitið.
Danmark á dreymaferð
Nógvir danir hildu ondini, tá Joachim Boldsen mátti av vøllinum ímóti Íslandi við skaða.
Boldsen hevur tó meldað seg kláran aftur, og hetta hevur økt um donsku vónirnar.
Karol Bielecki hevur helst verið størsta stjørnan hjá Póllandi í
ár. Sleppur hann ótarnaður inn ímóti verjuni at skjóta, so er
hann ringur at steðga.
Man U. og Chelsea vunnu
Oddaliðini í ensku Premier League greiddu sína skyldu,
tá tey vóru í dysti mikukvøldið. Manchester United hevði
vitjan av Watford, og við málum frá Ronaldo, Rooney,
Larsson og einum sjálvmáli vann Manchester tryggan 4-0
sigur. Chelsea, sum er seks stig aftan fyri oddaliðið, vann
3-0 á heimavølli móti Blackburn. Drogba, Lampard og
Kalou skoraðu málini hjá meistarunum. Aðrastaðni spældu
Bolton og Charlton javnleik 1-1, meðan Newcastle vann
3-1 á Aston Villa.