hósdagur 1. februar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2007
31
tíðindi
Hóast risafyritøkan
Skype eisini bjóðar
seg fram sum veitari
innan sms-boð, metir
Regin Dalsgaard,
nýggju skipanina
Dicopeople.com vera
so góða, at Skype ikki
er nøkur forðing
KT-Vinna
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Dicopeople.com er nýggjasta
og higartil størsta verkætl
anin hjá fólkunum handan
vælumtóktu Isuus fartele
fonskipanina. Skipanin er í
mun til gomlu Isuus skipanina
net-basera. Hetta merkir, at
skipanin kann brúkast á øllum
teldum, kring allan heimin,
uttan at nakað forrit skal
leggjast á telduna. Skipanin
hevur samband við fartelefon
feløg kring allan heim, og tú
kanst fyri 80 oyru pr. sms
senda sms-boð kring allan
heimin.
Regin Dalsgaard, stjóri
greidd i á tíðindafundi í
morgun frá nýggju skipan
ini, ið felagið hevur arbeitt
við seinastu 7 mánaðirnar.
Skipanin, ið sendir sms-boð,
hevur fleiri hentar eginleikar,
m.a. ber til at senda somu
sms-boð til ein lista av fólki.
Eisini ber til at velja nær
boðini skulu sendast. Hetta
er m.a. hent, tá áminningar
skulu sendast út. Her vóru
ein tannlæknar og sjúkrahús
dømir, ið Regin nevndi.
Tað kostar nógvan pen
ing, at fólk ikk i møtir upp til
avtalur, men við hesi skipanini
ber til, longu tá avtalan verður
skrásett, at biðja skipanina um
at senda eina áminning tann
dagin avtalan er.
Nýggja skipanin er sam
bært Regini Dalsgaard tann
einasta av sínum slag, og
hon leggur seg á ein sera
stóran marknað. Hetta kann
avloysa eitt nú telefonlistar
á skúlum, og hevur longu
gjørt tað á fleiri skúlum og
kann vera boðberi á størri
virkj um og fyritøkum.
Regin Dalsgarð greidd i frá,
at tey hava gjørt nógv burturúr
at fáa gjørt skipanina somikið
brúkaravinarliga sum til ber.
Her er Rói Magnussen settur
sum marknaðarfólk hjá fel
agnum, og menningin av
brúkaraflatuni hevur verið
bæði tíðarkrevjandi og
kostnaðarmikil. Men úrslitið
er, at skipanin er vorðin sera
brúkaravinarlig.
– Hetta er ein roynd hjá okk
um, at fara frá nørda fyritøku
til ein veruligan corporate
veitara, sigur Regin
Skipanin er royndarkoyrd
bæði í og uttan fyri Føroyar,
við góðum úrslitum. Longu
nú hevur skipanin yvir 100
brúkarar uttanlands.
Tey ætla, at brúka tíðinda
virði til at selja skipanina og
fara í næstum at rundferð
til tíðindafólk uttanlands at
greiða frá skipanini.
Størsti veitarin innan ip-
telefoni Skype, er eisini
farin undir at veita sms-boð,
men hetta ræðist Regin ikk i.
Skipanin hjá Skype hevur
nevniliga ongan kalendara,
men eisini á øðrum økj um
er hon aftan fyri Dicopeople.
com.
– Skype er eingin forðing
- Skipanin hjá okk um er t.d.
netbasera, soleiðis, at tú ikk i
skalt leggja nakað forrit inn
fyri at brúka hana. Hetta
merkir eisini, at fyritøkur, ið
av trygdarávum ikk i loyva
Skype-ferðslu, kunnu brúka
okk ara skipan. Vit hava eina
so mikið góða skipan, at vit
eru at meta sum ein stórveitari
innan sms, sigur Regin.
Til ber at vitja dicopeople.
com, har er eisini møguleiki
at royna skipanina í 30
dagar.
Regin Dalsgaard, stjóri
saman við Róa Magnussen,
ið hevur staðið fyri at gera
skipanina brúkaravinarliga
mynd: Jens Kr. Vang
Regin ræðist
ikki Skype
Áarrás 9, 160 Argir
Stødd á húsum: ..............77 m² x 2
Stødd á grundøki: ...........Uml. 300 m²
Byggiár: ...........................1989
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
www.husamekling.fo
HÚSAMEKLING
Keyp og søla av fastari ogn
tel 31 93 21
Sjúrðagøta 2, 512 Norðagøta
Stødd á húsum: ..............110 m² x 2
Stødd á grundøki: ...........588 m²
Byggiár: ...........................2006
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
Jákupstrøð 24, p 16, Velbastað
Stødd á húsum: ...............
Stødd á grundøki: ...........uml. 544 m²
Útsýni: ..............................Sera gott
Kostnaður: kr. 800.000 ella hægsta boð yvir
Varðabú 34, 100 Tórshavn
Stødd á húsum: ..............90 m² x 2 + loft 70 m²
Stødd á grundøki: ...........519 m²
Byggiár: ...........................1980
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n • T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1
Hvalsoyargøta 8, 100 Tórshavn
Stødd á húsum: ...............52 m² x 2 + ovasta loft
Stødd á grundøki: ...........172 m²
Byggiár: ..........................1992
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
Íslandsvegur 39, 100 Tórshavn
Stødd á húsum: ................175 m² x 2
Stødd á grundøki: ...........350 m²
Byggiár: ...........................1966
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
Vinnumálaráðið søkir eftir tveimum
starvsfólkum til KT-skivuna hjá
KT-fyrisitingini.
KT- fyrisitingin er ein deild í Vinnu-
málaráðnum, ið tekur sær av kunn-
ingartøkniligari samskipan innan
landsfyrisitingina sum heild.
KT-fyrisitingin útvegar undirstøðu-
kervi, felags nýtsluskipanir og
stand ardforrit, sum fyrisitingarligar
eindir hjá landinum kunnu fáa at-
gongd til. Hetta undirstøðu kerv ið
verður nevnt LandsNET, og er eitt
rættiliga stórt kt-kervi við gott 500
brúkarum, og støðugt vaksandi.
Starvið:
Uppgávan hjá KT-skivuni er í høv-
uðsheitum at ráðgeva og vegleiða
teldubrúkarum, tá hesir hava tørv
á hjálp. Talan kann verða um ráð -
geving og vegleiðing í nýtslu av
felags nýtsluskipanunum og stand-
ard forritum ella meiri tekniskari
hjálp.
Arbeiðsuppgávur
• taka ímóti og skráseta
fyrispurningar frá brúkarum
• um gjørligt, at hjálpa
brúkaranum við trupulleikum
• senda fyrispurningar víðari til
serkøn innan KT
• tryggja, at brúkari fær hjálp
• brúkaraumsiting
Talan er um ein nýtt starv í eini
rættiliga nýggjari fyrisiting, og
skal tann, sum settur verður, tola
møguligar broytingar í starvs inni-
haldinum.
Førleikakrøv:
Vit vænta okkum av umsøkjarum,
at teir hava:
• Kunnleika og royndir innan KT
• Royndir við teimum vanligastu
KT-forritunum (MS Offi ce og
øðrum)
• Hegni til at vegleiða brúkarum
í nýtsluni av KT
• Viðkomandi útbúgving ella
starvsroyndir innan KT
• Ídni, áræði og góð
samstarvsevni
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi
og avbjóðandi starv í einum um-
hvørvi, ið tú sjálv/sjálvur verður
við til at skapa. Til tíðir strævið,
men samstundis sera áhugavert
og mennandi. Fjølbroyttar arbeiðs-
uppgávur, har ið tú fert at arbeiða
í tøttum samstarvi við starvsfólkini
í landsfyritøkuni. Góðar møguleikar
fyri skeiðum og eftirútbúgvingum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og við-
komandi yrkisfelag. Setanin um-
fatar Vinnumálaráðið og stovnar
undir tí, umframt onnur stjórnar-
ráð.
Umsóknir:
Umsóknir við prógvum, CV o.ø.
skulu sendast til:
Vinnumálaráðið
Tinganes
Postsmoga 377
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Vinnumála-
ráð num í hendi í seinasta lagi
mánadagin 26. februar 2007. Fleiri
upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til Gunnar Toftegaard, tlf.
35 60 78.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
KT-FYRISITINGIN
Søkt verður eftir starvsfólkum
til KT-skivuna