hósdagur 1. februar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 23 - 1. februar 2007
Stutt sagt
Eigur at
fáa Nobel
Fyrrverandi amerikanski
varaforsetin Al Gore eigur
at fáa friðarheiðursløn Nob
els. Tað halda í hvussu er
norsku politikararnir Børge
Brende og Heidi Sørensen.
Tey vísa á, at Al Gore
hevur gjørt eitt stórt arbeiði
fyri at sannføra heimsins
leiðarar um, at tað er
alneyðugt at taka stig, sum
kunnu tálma veðurlags
broytingunum. Somuleiðis
hevur hann víst á, at
avleiðingarnar av veður
lagsbroytingunum kunnu
hótta heimsfriðin. Børge
Brende og Heidi Sørensen
halda, at kanadiska Sheila
Watt-Cloutier eigur at fáa
heiðurslønina saman við
Al Gore. Hon er inuittur
og hevur seinastu árini víst
á tær ovurstóru avleiðing
arnar, sum veðurlagsbroyt
ingarnar kunnu fáa í tí
arktiska økinum.
Kann blíva
ráðharri
Í gjár varð staðfest, at fyrr
verandi danski innanríkis
ráðharrin Karen Jespersen
skal stilla upp fyri Vinstra
til næsta fólkatingsval.
Karen Jespersen var sosial
demokratiskur fólkatings
limur í mong ár, men fór
burtur úr flokkinum, tí hon
var misnøgd við politikk
floksins. Leiðarar í Vinstra
siga nú, at tað er væl hugs
andi, at Karen Jespersen
verður ráðhari aftur, men
nú fyri Vinstra.
Konan í
øðini
Fyrrverandi italski forsætis
ráðharrin Silvio Berlusconi
er ikki kendur fyri at vanda
sær um orðini, og hann fór
eftir øllum at døma ov
langt, tá hann nú um dagar
nar segði, at hann var til
reiðar at pakka kuffertið
beinanvegin,
um
hann
kundi sleppa at ferðast sam
an við einari venesuelskari
vakurleikadrotning,
sum
hann hevði sæð í sjónvarp
inum. Í gjár svaraði frú
Berlussoni aftur. Í einum
lesarabrævi í blaðnum La
Republica skrivaði h on, at
orðini hjá manninum vóru
niðrandi fyri seg, og hon
kravdi at fáa eina almenna
umbering frá manninum.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Karen Jespersen er eitt upplagt evni sum
ráðharri í einari borgarligari stjórn
Claus Hjort Frederiksen, ráðharri
útlond
Ákæruvaldið í Týsk
landi krevur, at 13
agentar hjá amerik
onsku fregnartæn
astuni skulu takast, tí
teir burturfluttu ein
týskan ríkisborgara.
Fyri skjótt fýra árum síðani
burturfluttu amerikanskir
agentar týska ríkisborgaran
Khaled el Masri á markinum
millum Serbia og Make
donia. Agentarnir, sum
arbeiddu hjá fregnartænast
uni CIA, fóru til Afghanistan
við Masri. Amerikanararnir
vildu vera við, at hann var
yvirgangsmaður, og í fimm
mánaðir sat Masri í einari
fangalegu, har hann javnan
bleiv avhoyrdur og illa við
farin.
Tá Khaled el Masri loksins
slapp aftur til Týsklands,
vakti málið stóran ans,
og mong undraðust á, at
táverandi týska stjórnin
ikki hevði gjørt meiri fyri
at fáa hann úr amerikonsku
fangaleguni. Onkur vildi vera
við, at týskir agentar høvdu
hjálp teimum amerikonsku.
Ákæruvaldið hevur kannað
málið leingi, og í gjár bleiv
kunngjørt, at 13 agentar hjá
CIA eru eftirlýstir um allan
heimin. Týska ákæruvaldið
væntar kortini ikki, at USA
fer at útflýggja teir, men
hinvegfin er greitt, at seta
teir fótin á týska jørð, verða
teir tiknir og drignir fyri
rættin, skrivar DPA.
CIA-agentar skulu handtakast
Borgarakríggið í
Liberia er av, men
harðskapurin stendur
við, og tað eru sum
altíð tey veikastu, sum
líða
Fyri einum ári síðani varð
Ellen
Johnson-Sirleaf
vald til forseta í Liberia,
og hon lovaði tá at fara í
hernað ímóti tí ógvusliga
harðskapinum, sum kom í
kjalarvørrinum av tí 14 ára
langa borgarakrígnum, sum
júst var endað.
Men nú eitt ár er farið,
bendir nógv á, at hetta er eitt
stríð, sum hon neyvan fer at
vinna. Eitt dømi um tað var
tann 11 ára gamla Janjay
Gargar, sum doyði fyri
nøkrum døgum síðani eftir
eina ógvusliga neyðtøku.
Men kanska kann júst deyði
hennara fáa týdning, tí í dag
er hon ímyndin av stríðnum
ímóti áganginum.
Annie Demen, sum er
ráðharri í javnstøðumálum
í Liberia, sigur við BBC, at
myndugleikarnir noyðast
at verja kvinnurnar og
børnini. Men tann uppgáv
an er ovurstór. Børn og
kvinnur, sum vóru við barn,
hava latið lív orsakað av
ógvuligum neyðtøkum, og
í kirkjugarðinum í høvuðs
staðnum Monrovia er stutt
ímillum gravirnar hjá
teimum, sum hava verið offur
fyri neyðtøkumonnum.
Undir borgarakrígnum
vórðu neyðtøkur brúktar
sum eitt amboð fyri at ræða
kvinnur og at noyða tær at
hjálpa herinum. Sambært
eygleiðarum er støðan lítið
mætari í dag, hóast borgara
kríggið er av. Í dag eru tað
ikki bara kvinnur, sum verða
neyðtiknar, men eisini børn,
sigur BBC.
Eisini smábørn
Felagsskapurin Læknar uttan
Landamark sigur í einari
frágreiðing, at í Monrovia
verða altsamt fleiri kvinnur
og børn neyðtikin, og at
harðskapurin er í ferð við at
breiða seg út um landið.
Læknarnir vísa á tað harmi
liga í, at í fleiri afrikonskum
londum er tað vanlig upp
fatan, at menn, sum hava
AIDS, verða lektir, um
teir hava kynsligt samband
við smábørn, og at hetta er
vorðið ein stórur trupulleiki
í Liberia og aðrastaðni.
Neyðtøkur gerandiskostur
í Liberia