hósdagur 1. februar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2007
29
24. mai verður tað, at lítla
sandskornið á dansigólvin
um hjá William Heinesen
verður til heimsins nalva.
Nú er møguleikin har. Før
oyar koma av álvara á
heimskortið. Útflutnings-
og ferðamannavinnan og
Norðurlandahúsið ikki um
at tala fáa ein gyltan møgu
leika við teim tíðinda- og
myndafólkum
úr
øllum
heimi, sum koma við Blix
og Clinton, men gløgt er
gestsins eyga.
Vit mugu gera okkum
greitt, at verður ljóskastarin
settur á okkum, so er tað
ikki bert nattúran,sum vit
fegin vilja vísa fram, ið
sæst, men so mangt annað,
ið vit helst vildu var ósjón
ligt. Hóast nógv hevur verið
gjørt, so er tað alsamt so, at
á alfaravegi er nógvastaðni
bæði skitið og óruddiligt
við alskins burturkasti. Óiv
að verður snøgt og hampu
ligt á rutuni hjá fyrrverandi
forsetanum, men tey, ið
steðga nakrar dagar, kunnu
fáa annað at síggja, um vit
ikki taka okkum um reiggj.
Ein gongd leið kundi verið
at skipa fyri posagongd. .
Til tey, ið kanska ikki
vita, hvat posagongd er, so
snýr tað seg um at ganga í
náttúruni og á vegnum og
hava
stóran
posa
við.
Hvørja ferð tú sært burtur
kast , so tekur tú tað upp og
koyrir í posan – hugsi tó
ikki, at tað hundar og hunda
eigarar leggja eftir sær,
hoyra uppí hetta upptak-.
Tú brúkar fleiri kaloriur,
enn tá tú bara gongur, og
sostatt røkir tú bæði kropp,
sál og náttúru. Eyðvitað er
hetta ikki nóg mikið, men
tað ger mun, og vit kunnu
fyribyrgja,
at
møguligir
komandi gestir og keyparar
ikki missa hugin í forhond.
Tað er so mangt annað, ið
er neyðugt, men tað er so
ein byrjan, ið hin einstaki
kann medvirka í.
Nú heimurin er um at
kódna í burturkasti og hita,
kunnu vit við náttúru okk
ara, fiski og fiskaúrdráttum
úr reinum havi og reinum
og ruddiligum umhvørvi
júst vera tað heimurin og
heimsborgarar fara at tráða
eftir, tá tey síggja myndirnar
úr Føroyum.
Posagongd áðrenn
Blix og Clinton koma
Karin
Kjølbro
viðmerkingar
Sambandsflokkinum.
Tí
skal eitið av eini yvirtøku
nú smokka sum ein dino
saurur í danska mýrulendi
num. Einasta tjóðskaparliga
ambitiónin hjá sitandi sam
gongu er niðurbundin av
donskum
áhugamálum,
menn megnaðu ikki at bróta
imperialistiska skalið í hes
um avgerandi málið fyri før
oysku tjóðina. Spurningurin
er tí relevantur, um Jógvan
á Lakjuni bara er hentur
býttlingur í hondunum á
donsku statsmaktini, og um
kravboðini, sum mega vera
komin onkustaðni frá, um
ásetingarnar omanfyri, eru
komnar av Sláturhólmanum
í Keypmannahavn, ella er
tað veruliga so livandi gal
ið, at høvdið á føroyskum
stjórnarmonnum bara er so
forskrúvað, at teir ikki
síggja út um donsku eingjar
garðarnar?
Føroyingurin krevur sam
bært lóg, tað billi eg mær
bara inn, skilji í hvussu er
onki annað, at eittans mál
verður brúkt í eini komandi
føroyskari kirkju, føroyskt.
At kristindómurin, uttan
undantak, bara verður boð
aður á føroyskum máli í
kirkjunum, og at tað undir
ongum umstøðum verður
lóggivið fyri, at fremmant
hervald
hevur
serligar
sømdir í føroyskum halgi
dómum. Hendir hetta, er
tað eitt paradoks, sum slær
øll galdandi heimsmet, og
føroyingurin hevur lóggivið
fyri síni egnu undirbrotlig
heit. Appropos fólkatkvøð
ur, so ivist eg onga løtu í, at
ein slík hevði varpað eitt
lógaruppskot, sum hetta frá
Lakjumanninum, har sum
piparið grør. Tað hevði líkst
sovjetiskum
tilstandum,
eini 99% av fólkinum hevði
atkvøtt fyri, at her gekk í
hvussu er gáttin fyri fremm
andum valdi og tanka. Her
skula føroyingar og føroyskt
mál ráða fyri borgum. Ong
in undir og ongin undir lið
ini á hesum lívgevandi og
stabiliserandi løki fólksins.
Omanfyri bara ein, sum
skilir føroyska tungu eins
væl og øll onnur heimsins
tungumál. Vælsignaði tit
sum fyriskipa. Hetta snýr
seg ikki um strategiir og tak
tikk, bara um ábyrgd, álit
og trúgv sum er treyst í tí,
ið vónað verður, sannføring
um teir lutir, sum ikki eru at
síggja.
Lati okkum fáa málið á
beint aftur. Gera enda á
duldu dagsskráunum. Ann
ars syndrast kirkjan í óneyð
ugum stríði. Til óbótaligan
skaða fyri land og fólk.
Sum landið liggur, eru
føroyingar í holt við legiti
mera donsku fatanina, í
ferð við at senda kirkjuna
niður har, sum hon ongantíð
hevur átt jørðildi. Í láglendið
suðuri við Oyrasund. Skuldi
onkur ivast, so er embætis
maðurin, Bergur Berg, ósek
ur í hesum grima leiki, hann
ger bara eftir politisku krav
boðunum frá Lakjumanni
num, og havi eg gjørt polit
iska fylgibólkinum órætt og
ónáðir, ongin kennir defini
tiónina um teirra leiklut og
ávirkan, so hevði frægast
verið, um rættingar komu
fram á torg til harmin og
glepsini, sum lógu og liggja
mær á hjarta. Kirkjan má
fyri alt í verðini ikki enda
sum fótatraðk í glymum
dansi – sum kíkur í parta
politiskum heksadansi og
spæli. Hennara fótafestið
eigur bit á aðrari rók – í
aðrari sferu – hátt hevjað
yvir gerandisligan glantri
leik, gartan og lítlan semju
leika.
Vónandi eru vit ikki tikin
so við nøsini, í berum blá
oygni, at løðingin í yvir
skriftini
nakrantíð
gerst
kaldur veruleiki. Niður við
fólkakirkjuni? Sum hevur
verið integreraður partur av
føroysku fólkasálini í tús
und ár og meira afturat, við
føroyskari hjálp aleina? Tað
ber ikki til, royndin og
destruktivi
galesjutúrurin
hjá samgonguni, og serliga
Jógvani á Lakjuni, má steðg
ast alt fyri eitt. Tað skylda
vit í øllum førum eftirkomar
unum, ið helst skula arva
tjóðina í best skikkaðum
standi, soleiðsni, at hon
hóskiliga kann flytast víðari
fram á vegin - tað verið seg
í materiu, anda og trúgv.
Vit hoyra javnan stjórar hjá
Føroya Fiskavirking úttala,
at vit mangla arbeiðsmegi á
okkara fiskavirkjum. Hesir
somu stjórar rópa tí eftir
fremmandari arbeiðsmegi.
Teir siga, at kemur eitt stórt
tal av fremmandum fiska
virkisarbeiðarum ikki til
Føroya í skundi, so fer fiski
vinnan at missa ein hóp av
peningi. Sagt verður eisini,
at tað ber ikki til at finna
skikkaða arbeiðsmegi til
flakavirkini skjótt. Nú eru
politikarar eisini farnir at
taka undir við stjórunum á
Føroya Fiskavirking. Ein
fólkafloksmaður, sum rópti
útlendingar fyri líkt og ólíkt
undan
valinum
seinast,
hann stendur nú í fremstu
røð og rópar eftir útlendskari
arbeiðsmegi. Sambært hon
um, so koma ongantíð ov
nógvir útlendingar henda
vegin at arbeiða.
Føroyingar vilja fegnir
Men er tað nú rætt, sum
stjórar og politikarar royna
at fortelja okkum. Nú kenni
eg ikki so lítið til støðuna
hjá arbeiðarafjøldini her á
landi. Og má eg siga, at eg
kenni einki til, at fólk
hvørki tíma ella eru óskikk
að til at útinna tað arbeiði,
sum ávísir vilja hava útlend
ingar til at gera. Heldur er
tað øvugta galdandi, at tað
heldur er reglan enn undan
takið, at okkara flakafólk
hava alt ov stutta og óregu
liga arbeiðsviku. Eg veit
um nógv flakafólk kring
landið, sum vildu gjørt og
givið nógv fyri at sloppið
meira til arbeiðis. Til dømis
kundi Føroya Fiskavirking
gjørt tað at fólk, sum eru
knýtt at einum virki, kundu
verið nýtt á øðrum virki, tá
tørvur var á arbeiðsmegi
har. Men tað vilja teir á Før
oya Fiskavirking ikki hoyra
talan um. Teir vilja hava
útlendingar inn á øll virkini,
sjálvt um føroyingarnir á
somu virkjum langt frá
hava
fulla
arbeiðsviku.
Kanska eiga teir á Føroya
Fiskavirking at fara undir
eina skipan, har fólk verða
sett í fast starv, og at tey so
kunnu flytast millum virkir,
tá hetta er neyðugt. Her
síggi eg upplæring og
útbúgving sum eina sjálv
fylgju. Hesum eiga arbeið
arafeløgini at virka fyri.
Hví útlendingar
Ein kann undrast yvir, at
teir á FF eru so altráðir eftir
útlendskari
arbeiðsmegi.
Eri stórliga í iva um teirra
pástandir um, at útlending
arnir eru raskari og dugna
ligari. Nei, heldur er tað
okkurt annað, sum drívur
verkið. Stjórarnir í Føroya
Fiskavirking síggja kanska
aðrar
møguleikar
við
útlendsku
arbeiðsmegini.
Teir rokna við, at teir fáa
útlendingarnar at arbeiða í
døgndrift fyri undirløn. At
teir kunnu taka teir inn í
landið upp á serligar treytir
í ávísa tíð. Vit hava sæð
dømi um hetta á Skála, og
nú vilja teir í Føroya Fiska
virking ganga somu leið.
Teir vilja heldur hava útlend
ingar fyri 40 krónur um
tíman og uttan fakfelags
binding, enn føroyingar,
sum sjálvandi krevja sátt
málaviðurskiftini
hildin.
Bæði so og so. Ein vandi
við at flyta inn arbeiðsmegi
til
flakavinnuna
er,
at
arbeiðsgevarin skal tryggja
hesum útlendingunum 40
tíma viku. Koma fleiri
útlendingar inn upp á hesar
treytir, so vita hvørjar treyt
irnar hjá føroysku flakafólk
unum verða. Tey verða send
til hús.
Skulu vera vælkomnir
Hetta skal als iki skiljast
soleiðis, at útlendsk arbeiðs
megi ikki er vælkomin til
Føroyar. Føroyingar eru
allastaðni, so hví kunnu út
lendingarnir ikki koma her.
Teir skulu vera so hjartaliga
vælkomnir, og vit eiga at
gera alt fyri, at teir hava tað
gott og kenna seg væl, með
an teir eru her. Vit eiga bert
at gera upp við okkum
sjálvi, at nakrar meginreglur
skulu galda í mun til útlend
ingar. Eins væl og vit seta
teimum treytir, so eiga vit
eisini at veita teimum sømd
ir. Vit krevja av teimum, at
tey skulu tillaga seg okkara
samfelag, okkara siðir, lógir
og reglur. At tey virða og
liva sambært okkara mentan
í tann mun, tað ber til. Hin
vegin skulu vit bjóða teim
um sømdir og treytir á sama
støði, sum vit bjóða øllum
øðrum. Somu løn, somu
arbeiðstreytir, búumstøður
og so framvegis.
Men vit eiga undir ongum
umstøðum at bjóða útlend
ingum tað arbeiði, sum før
oyingar standa og mangla
og fegnir vilja átaka sær.
Vit mugu ikki lata kradd
aralyndið og grátigheitina
fara við okkum. Vit eiga at
fáa málið væl lýst, vit eiga
at fáa spurningin svaraðan,
um føroyingurin er skikk
aður til at skera flak, um
hann tímur at skera flak, og
um hann sleppur til arbeiðis
í tann mun, hann ynskir
tað.
Sleppur føroyingurin til arbeiðis
nevndarlimur í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Jóhan Carl
Dam