Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 24 - 2. februar 2007 Tað kom sera dátt við, tá miðlar um allan heim í gjár avdúkaðu, at Bushstjórnin í USA í áravís hevur givið vísindafólkum í eitt nú almennari tænastu kjaftband í sambandi við gransking og kanningar av altjóða veðurlagsbroytingum. Eft­ ir øllum at døma hava Bush, Cheney og aðrir av heykunum í stjórnini sett sær fyri at forða fyri, at sann­leikin um ávirkanina CO2 útlátið hevur á veðurlagið á knøttinum er komin út til almenn­ ingin. Hetta helst fyri at gagna eitt nú oljuáhuga­ málunum hjá m.a. Cheney varaforseta og somu­ leiðis áhugamálum hjá Bushfamiljuni í olju­ ídnaðinum. Samtíðis sum henda dáragerð er avdúkað letur ST almennakunngera eina frágreiðing, sum stað­festir, at CO2 útlátið hevur stóra ávirkan á veðurlagið, at mannaættin er við til at taka grundar­lagið undan sær sjálvum so við og við, og hon heitir á heimsins tjóðir um at minka um dálking­ina í stundini. Hetta er í tøkum tíma, tí stórt lobbyarbeiði hev­ ur leingi verið gjørt frá fleiri av teimum multi­ nationalu feløgunum og høgrastjórnum í fleiri londum í Vesturheiminum, eitt nú USA at gera til einkis ávaringarnar frá vísindafólkum um manna­elvandi veðurlagsbroytingarnar. Tað er gott, at hetta kemur fram júst nú, tá eisini vit í Føroyum skulu til at gera okkum hugsanir og meiningar um hetta álvarsmál, sum vit øll, lítil og stór lond, eru partur av. Kyotosáttmálin er til viðgerð í samfelagnum í løtuni og sama við framtíðar føroyska orkupolitikkinum. Hesi bæði eru so aftur tengd saman. Um eina góða viku verður aðalorðaskifti á løgtingi um orku­ politikkin, og vónandi fer kjakið og tær frágreið­ ingar, sum eru komnar fram úti í stóru verð, eisini at eiga pláss í hesum orðaskifti. Spurn­ ingarnir um orkuframleiðslu og nýtslu og spurningurin um umhvørvið eru nær tengdir, og tí eiga vit at taka teir undir eitt, tá orkumálið verður umrøtt. Latið okkum fáa eitt breitt, gott og ærligt orðaskifti, og latið okkum viðgera hesi mál sum heimsborgarar og ikki bara av­marka tað til okkara egna tørv og gerandis­ dag. Sosialurin Viðgera orkumál sum heimsborgarar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Í ”Dagbók” hjá týska fugla­ frøðinginum, Carl Julian Graba, sum ferðaðist í Før­ oyum í 1828, verður greitt frá kanning av dugnaskapi næminganna í ”Tórshavnar skúla”. Eyðun Winther týddi. Hetta er sera for­vitn­ isligur lesnaður, ikki minst í hesum døgum. Eg loyvi mær at endurgeva: ”Tórshavnar Skúli er bara tvey ára gamal. Í skúlan ganga 130 børn, gentur og dreingir, og har er ein dug­ andi lærari. Yvirhøvur skriva børnini skjótt og væl; fyrisagnir vóru fyri tað mesta rætt og vakurt skrivaðar; torfør orð sum t.d. General­told­kam­ mer, Admiralitetskollegium vórðu skrivað uttan villur. Í royndini í landalæru vistu tey betur at greiða frá landamarkunum, amtunum, áunum og býunum á kortu­ num, sum eingi nøvn høvdu, enn eg, og tey høvdu sera gott skil á danskari søgu. Størstu undran elvdi rokn­ ingin mær, serstakliga høv­ uðrokningin. Dømi sum: hvat eru 23 ferðir 19, 91 ferð­­ir 11, 18 upp í 234, vóru neyvan framborin, so var svarið har úr høvdi­ num. Eg fekk nú loyvi at yvir­ hoyra hvønn, eg vildi, og í hvørjum, mær hóvaði. Eg valdi ein drong, sum fyri 1 1/2 ári síðani hevði verið undirvístur í landalæru um Slesvík og Holstein. Eg spurdi hann um hesi lond­ ini, tað, sum júst kom mær í hug, og eg fekk so rætt svør, sum eg sjálvur hevði ikki kunnað givið betri. So læt eg henda dreingin yvirhoyra ein annan o.u. 8 ára gamlan, og somuleiðis gekk tað frálíka væl. Síðan gav eg tí fyrra nøkur dømi í høvuðrokning og fekk yvir­ høvur svarið næstan í somu stund, sum eg endaði spurn­ ingin. Eggjaður umsíðir til at geva einum dreingi eitt tor­ ført roknistykki, læt eg hann fáa hetta: 17 13/18 pund kosta 30 dálar 5 markar 13 11/12 skillingar, hvussu nógv kosta 20 skip­ pund 13 19/12 lispund? Knappar 10 minuttir seinni kom hann við úrslitinum: 12276 dálar 2 markar 5 1433/1695 markar. Rokni honum tað eftir, hvør, ið vil. Kann ein einstakur skúla­­lærari koma so væl áleiðis við so nógvum børn­ um eftir tveimum árum við at nýta tað gamla undirvís­ ingar­lagið?” E.S. Ikki dugir undirritaði at rokna honum tað eftir, og ikki veit eg, hvussu undir­ vísingarlagið hevur tá á døg­um, men hasin skúlin hevði helst verið nógv fremstur í heiminum í okk­ ara PISA- kanningartíðum! Eg fái meg illa at trúgva, at ”føroyski” skúlin skal vera so nógv versnaður síðani tá!?! Við PISA-kvøðu Okkum manglar sam­fe­ lagslig hagtøl í Føroyum. Talan er um ein álvarsligan og átroðkandi trupulleika, tí dagførd og nøktandi hag­ tøl eru ein fyritreyt fyri at allari samfelagsgransking og harvið fyri allari skip­ aðari samfelagsmenning. Hagtøl skapa eina radar­ mynd av samfelagnum og tí umhvørvi, sum samfelagið er til í. Uttan hesa radar­ mynd ber ikki til at arbeiða miðvíst við samfelags­menn­ ing. Hetta svarar til at sigla eitt skip í blindum. Til ber við góðum útkikki at forða fyri at rent verður á land, men tað er eisini alt. At vinna upp havn er sum at vinna í happadráttinum. So­leiðis er við føroyskari sam­felagsgransking. Hon reikar í blindum. At framleiða hagtøl er ein vísund fyri seg. Harum­ framt er hagtalsframleiðsla tíðarkrevjandi og krevur nógva og køna starvs­fólka­ orku. Samanbera vit Før­ oyar við Svøríki, Ísland og Danmark, so áttu 65-80 fólk at starvast á Hagstovu Føroya. Talið í dag er 15. Vit mugu soleiðis staðfesta, at samanborið við okkara grannalond er sam­felags­ vísundalig hagtalsfram­ leiðsla eitt niðurraðfest øk­ið hjá okkum. Hetta er sera álvarsligt. Uttan hagtøl ber ikki til at siga hvørji vit eru ella hvat vit gera, sum land og sum samfelag. Uttan hagtøl ber ikki til at granska og uttan gransking ber ikki til at siga, hvussu støðan er í sam­ felagnum – tað verið seg sosialt, búskaparliga ella politiskt – ella hvønn veg tað gongur. Fyri tað kunnu vit hava beina kós ímóti av­grundini, uttan at hava minstu áning um tað. Neyvan er tað hetta, nak­ ar føroyingur ynskir sær. Tí fari eg at mæla til, at allar góðar kreftir savnast um at uppbyggja eina nøktandi hagtalsframleiðslu í Føroy­ um. Hetta gerst við at styrkja Hagstovu Føroya bæði fíggjarliga og heim­ ildarliga. Ein útbygging av hagstovnuni við 50-65 starvs­fólkum kemur at merkja eina árliga meir­ nýtslu uppá ímillum 15 og 25 mió krónur, men hetta er ein neyðug íløga í fram­tíð­ ina. Uttan dagførd og nøkt­ andi hagtøl hava vit onga radarmynd av samfelagnum og tí umhvørvinum okkara samfelag er til í. Uttan radar­mynd fara vit fram eftir fummum. Nú verður so nógv tosa um radar­mynd­ ina av føroyska loftrúmi­ num, sum er blivin burtur. Hetta er eitt álvarsligt mál. Men minst líka álvarsligt er tað, at vit ongantíð hava havt nakra radarmynd av før­oyska samfelagnum. Eg haldi, at tíðin nú eigur at vera komin til tess at vit geva samfelagsligari hag­ talsframleiðslu í Føroyum hægstu raðfesting. Fram­tíð­ ar føroyska samfelagið stendur uppá spæl! Hvalvík 01.02.2007 Jóanes N. Dalsgaard Hagstovan má mennast Eyðun á Borg “PISA-kanning” í Føroyum í 1828 Heimsins besti skúli tá á døgum?