fríggjadagur 2. februar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti
10
Vit hava sett eigaranum av
alnetshandlinum stevnu. Hava
avtalað at gera eina samrøðu við
kvinnuna handan Daman.fo, sum
við stovnanini av heimasíðuni
og alnetshandlinum, í roynd og
veru hevur latið upp Føroya fyrsta
sexleikuhandil. Ein handil sum
skal tryggja, at kynslívið hjá før
oyingum ikki gerst ov eintáttað.
Vit eru heima hjá henni í Mið
vági, og aftur við nýbryggjaðum
kaffi fáa vit eitt litríkt og ikki
minst øðrvísi prát, um sexleiku og
kynslívið hjá føroyingum.
Byrjaði við
kropsrøkt
– Hví ikki, er hennara stutta
svar, tá eg spyrji Hallu Sif
Elvarsdóttir, hví hon er farin
undir at selja sexleiku til
føroyingar.
Tað var annars ikki við
sexleikum, at virksemi
hjá Hallu Sif Elvarsdóttir
byrjaði. Tíðliga í fjør
fór hon undir at selja
vørur til kropsrøkt
av hondgjørda
íslendska merkinum
Purity Herbs. Hetta gekk væl
og seinni bílegði hon eisini
kynsøsandi dropar.
– Og tað seldi forbiðið væl,
heldur Halla fyri við einum smíli.
Hon fór síðani undir at selja
vibratorar. Teir vóru útseldir
beinanvegin, og har frá vant
virksemið bara upp á seg, soleiðis
at alnetshandilin, sum hon fór
undir um mánaðarskiftið juli/
august, nú hevur alskyns úrval
av sexleiku til bæði kvinnur og
menn.
Fleiri mannfólk keypa
Fyrstu tíðina eftir at heimasíðan
læt upp vóru vitjanir nógvar, men
bíleggingarnar ongar. Halla Sif
Elvarsdóttir fortelur, at tá hon
sá at 200 vitjanir høvdu verið á
síðuni, men eingin bílegging var
komin, byrjaði at ivast eitt sindur,
um tað fór at bera seg.
Men so komu fyrstu bílegging
arnar, og síðani tá hevur virk
semið verið støðugt vaksandi. Í
dag hevur heimasíðan dagliga
millum 50 og 100 vitjandi, og
fleiri teirra bíleggja eisini eitt
hvørt.
Hóast eg ikki rokni við at Halla
fær at avdúka nakran av hennara
kundum, kann eg ikki bara mær at
spyrja, hvørji tað eru, sum keypa
frá henni?
– Meirilutin er mannfólk, teir
eru raskari at keypa enn kvinn
urnar. Og bíleggingarnar koma úr
øllum landinum, svarar Halla.
Hví so er, at tað eru fleiri mann
fólk enn konufólk í hennara kunda
skara, hevur hon einki eintýðugt
Føroya fyrsti sexlei
Dildo’ir, vibratorar, glíðikrem,
falskar ginur og klitoris-kitlarar
eru bert nakrar av leikunum, ið
kunnu bíleggjast og verða
bílagdar av føroyingum. Føroyar
hava fingið sín fyrsta
sexleikuhandil, og sølutølini
prógva, at tørvur er á einum
tílíkum handli, heldur eigarin
Halla Sif Elvarsdóttir
Samrøða
Rólant Waag Dam
blaðmaður
rolant@sosialurin.fo
Hondgjørdu íslendsku
vørurnar hava føroyska
áskrift