leygardagur 10. februar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 29 - 10. februar 2001
Nr. 29 - 10. februar 2001
23
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
FLOGBÓLTUR-
KVINNUR
Í dag kann avgerðin fella,
hvør verður føroyameistari
í flogbólti í meistara-
deildini hjá kvinnum í ár.
Mjølnir og Dráttur hava alt
árið ligðið jøvn á 1. plássi,
men um Mjølnir vinnur
dystin í KÍ-høllini í dag, er
lítið at ivast í, at tær eisini
klára at fáa føroyameist-
araheitið til høldar.
Við einum sigri koma tær
4 stig fram um Drátt, og tá
er lítið møguleiki hjá vága-
gentunum,
at
heinta
Mjølnir aftur.
Javnt seinast
Tað eru ikki meira enn 14
dagar síðan at liðini hittust
á Giljanesi, og tá leikaði
hart á hjá báðum partum,
men endin var at Mjølnir
vann 5. og seinasta settið
15-10, og harvið dystin 3-
2.
Mjølnir byrjaði ikki væl í
tí dystinum, men vann seg
tó spakuliga inn í dystin
aftur, og tá so Dráttur gavst
við at sláa bóltin, tá hevði
Mjølnir vunnið.
Men Mjølnirliðið skal
ikki føla seg ov trygt í dag,
tí Dráttur hevur fyrr í ár
vunnið á Mjølni, og við
eini vælleikandi miðju og
jugoslavanum Mariunu í
essinum, kann alt henda.
Dysturin verður leygar-
dagin kl. 13,00 í KÍ-høllini.
Aðrir dystir
Eisini leygardagin kl. 17,00
leika Fossanes og ÍF í KÍ-
høllini. ÍF, sum í dag liggur
á 3. plássi er favorittur til at
vinna henda dystin, men
Fossanes vil tó enn royna at
prógva, at tær hoyra heima
í meistaradeilini. Stórsti
trupulleikin hjá teimum er
móttøkan, so um tær fáa
betri skil á hesa, kann
roknast við at úrslitið
verður betri enn í hinum
dystunum tær hava leikt í
ár, tí tær eiga enn ein sigur
tilgóða, eftir teirra fyrsta ár
í meistaradeildini.
Í Trongisvági
TB fær sunnudagin vitjan
av havnagentum. Seinasta
vikuskifti leikti Fleyr ímóti
Mjølni, og tá var liðið fyri
einum stórtapi, meðan TB
enn einaferð tapti ein 3-2
dyst. Hesaferð ímóti ÍF.
Sostatt hava bæði liðini
okkurt at prógva hetta
vikuskifti, tí úrslitið kann
fáa avgerandi týdning fyri,
hvør endar næst niðast í
meistaradeildini.
Dysturin verður í høllini í
Trongisvági sunnudagin kl.
13,00.
FLOGBÓLTUR - MENN
Fram lá omaná seinast.
Men seinasta vikuskiftið
tók Fleyr øll á bóli, tá teir
uttan trupulleikar vunnu 3-
0 á oddaliðnum Mjølni í
Klaksvík.
Um Fleyr leikar á sama
hátt, sunnudagin kl. 15,30 á
Eysturskúlanum, so er lítið
at ivast í, at teir vera omaná
hesuferð. Men 3 sett skulu
vinnast. Í seinasta dystinum
ímóti Fram vann Fleyr 1.
settið, men so fánaði liðið
burtur í einki.
Men kanska Johannes
Ejsesgaard, sum ikki var
við seinast, kann vísa, at
tað var hann sum manglaði.
Rúni í essinum
Hjá Fram verður tað av-
gerandi, sum Rúni Weihe
kann halda sama stíl, sum
hann
gjørdi
ímóti
ÍF
seinasta vikuskifti, tá hann
ikki var til at støðga. Men
leikstílurin hjá Rúna er
eisini treytaður av, at
rumenin Romica finnur
Rúna úti á kantinum við
sínum hevingum.
Dysturin verður í øllum
førum avgerðandi fyri bæði
liðini, hvørt teirra skal
liggja á bronsuplássinum
eftir vikuskiftið.
SÍ til Klaksvíkar
Sørvingar skulu til Klaks-
víkar. Seinasta vikuskiftið
tapti Mjølnir tveir dystir,
men um SÍ megnar at gera
nakað við steypavinnarar-
nar frá síðsta ár, er ivasamt.
SÍ hevur ikki leikt við
sterkastu manning, og liðið
er samansett av ungum og
eldri leikarum við Suna
Hansen á odda, sum leik-
andi venjara. Suni hevur
royndirnar, men um hann
megnar at taka Trygva
Poulsen
og
jugoslavan
Borko á bóli er ikki sann-
líkt.
Dysturin verður leygar-
dagin kl. 15,00.
FLOGBÓLTUR
Alt er nú klárt til steypa-
finalurnar, sum vera í
Høllini á Hálsi leygardagin
17. februar. Hjá kvinnunum
vera tað Dráttur og Mjølnir
sum møtast, og hjá monn-
unum verður tað Mjølnir og
ÍF.
Hetta er annað árið, at
hesar finalur vera leiktar,
og seinasta ár var tað
Mjølnir sum vann báðar
dystirnar, men ikki er líkt
til, at hetta eisini verður
galdandi í ár.
Men sannlíkindi eru fyri,
at vit fáa tvær sepnnandi
finalur, tí seinasta viku-
skiftið leiktu mansliðini hjá
ÍF og Mjølni, og tá vann ÍF
3-2, við úrslitinum 15-13 í
seinasta settinum.
Eisini spenningur hjá
kvinnunum
Kvinnuliðini í finaluni
hava í ár eisini skifts um at
vinna
sína
innanhýsis
dystir, eins og bæði liðini
hava vunnið hvør sína
steypakapping.
Dráttur
vann
FK-kappingina
í
Havn og Mjølnir vann NS-
cup í Klaksvík.
Og fyri 2 vikum síðani
leiktu liðini ein 3-2 dyst á
Giljanesi, og henda vann
Mjølnir.
Skipa fyri útferður
Úr øllum støðunum frættis,
at skipað verður fyri buss-
ferðum til finalurnar. Hev-
ur ein áhuga at vera við til
dystirnar, kann ein uttan iva
fáa meira at vita hjá um-
boðsfólkunum hjá feløg-
unum. Hvørji hesi eru, sæst
millum annað á heimasíð-
uni hjá Flogbóltssamband-
inum www.fbf.fo
Í næstu viku frætta vit
meira um dystirnar og
hvørjir leikarar vera við á
liðunum.
Avgerðin fellur
í Klaksvík í dag
Aftur havnardystur
Alt klárt til steypa-
finalurnar 17. februar
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
– Jú. Spenningurin her
suðuri er øðiligur, svarar
Eyðbritt Krosslá, tá vit
undan
finaludystinum
fingu orðið á hana.
– Her verður so at siga
ikki tosað um annað, og
eisini tey, sum ikki áður
hava sýnt hondbóltinum
so stóran ans, tykjast
nú vera á gosi undan
dystinum, sigur
hon.
Spurd, um tey
har suðuri hava
fingið smakkin av
gulli, nú menninir
vunnu hava vunnið
gull í fótbólti, svarar hon,
at tað kann so væl vera, at
hetta hevur smittað av.
Nýtast ikki hjálp
Men hvønn týdning hevur
steypafinalan fyri VB. Vit
spurdu Eyðbritt, um týdn-
ingurin var størri í ár, nú
møguleikin fyri FM tykist
at vera fokin hjá teimum.
– Í øllum førum kunnu
vit avgera hetta sjálvar, í
mótsetning til FM, har vit
bara mugu vóna at fáa hjálp
frá øðrum. Her hava vit
møguleikan, og honum
ætla vit okkum sjálvsagt at
taka av.
– Skulu vit vinna dystin,
er neyðugt, at vit fáa tað
skjóta og góða
spælið
fram,
sum vit hava
spælt í sein-
astuni. Burt-
ursæð
frá
seinastu løt-
uni
av
landskappingardystinum
móti Stjørnuni, hava vit
spælt væl í seinastuni, og
hetta skulu vit halda fast
um.
Skerdar
VB liðið er tó eitt sindur
skert undan finaludystin-
um. Í øllum førum stendur
greitt, at hvørki Sólrun
Krosslá ella Rannvá Aug-
ustinussen eru tøkar, men
umframt tær báðar, sum eru
úti við hvør sínum brotnum
armi, er eisini ivamál um
onkrar
aðrar.
Eyðbritt
greiðir frá, at hóskvøldið
vóru Guðrun í Lágabø,
Laila Jespersen og Andrea
Lütz allar sjúkar.
Tað er einki at ivast í, at
um tær ikki eru tøkar, er
hetta ein dyggur smeitur
hjá liðnum, men kortini
tykist liðskiparin ikki at
hava mist mótið, tá vit at
enda spurdu hana, hvør
fer at vinna dystin.
– Tað ætla vit so
okkum at royna at gera.
Í fjør góvu vit føroya
fólki ein sera góðan
dyst, og tað ætla vit
okkum eisini at
gera í ár. Hesa
ferð skal tað bara
vera soleiðis, at
vit eru fremri, tá
dysturin er lokin.
– Eg haldi eisini, at
vit eru meira róligar í ár, tí
gongdin hevur verið sera
góð. Í fjør høvdu vit bert
vunnið einar tríggjar dystir
undan finaluni, so sjálvsá-
litið er betri í dag enn ta
ferðina,
sigur
Eyðbritt
Krosslá at enda.
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
Okkum eydnaðist tíverri
ikki at fáa fatur á lið-skip-
aranum hjá VÍF, Sóleyð
Mikkelsen. Ístaðin fyri
settu vit okkum í samband
við venjaranum hjá VÍF,
Daniel Rápa.
Allar eru klárar
Tá vit spurdu hann, um tey
høvdu gjørt nakað serligt
burtur úr fyrireikingunum
til dystin, svarar hann, at
tey sjálvsagt hava hugsað
nógv um uppgávuna.
– Vit hava fyrireika okk-
um so væl sum gjørligt, og
eg haldi, at hvør einstakur
leikari nú er klár til at fara
inn á vøllin til ein finalu-
dyst.
Annars hevur ivamál ver-
ið um, hvørt Nicolina Eyð-
bjørnsdóttir fór at vera tøk,
men líkt er til, at hon er
sloppin av við liðbands-
skaðan, sum hevur plágað
hana í seinastuni.
Øll hava møguleikan
Spurdur, um tað kanska er
nakað serligt, at Vestmanna
eigur annan partin í báðum
finalunum, sigur Daniel, at
tað er tað kanska. Hinvegin
leggur hann stóran dent
á, at hetta ikki nýtist
at
merkja
tveir sigrar.
– Tað eru
til samans
fýra lið í
teimum báð-
um finalun-
um, og sjálv-
andi hava tey
øll
møgu-
leikan
at
vinna.
Øll
vóna
tað
besta, og øll
fara at spæla
fyri
sínum
møguleika,
og tað ætla
vit
okkum
eisini.
Men hvørjar fortreytir
skulu so lúkast, um tað
skulu verða tit, sum vinna?
– Tað týdningarmesta er,
at allar hjá okkum eru upp-
settar. Talan er bert um ein
dyst, og tí er ikki rúmd fyri
mistøkum. Har umframt er
tað eisini av sera stórum
týdningi í einum slíkum
dysti, at byrjanin er góð.
Tað hevur eydnast væl hjá
okkum í seinastuni, og tað
vóni eg, at vit aftur fáa
leygardagin.
Býttur spurningur
Tá vit at enda spurdu Dan-
iel, hvør fer at vinna
steypafinaluna hjá kvinnu-
num, er hann als ikki so
nógv fyri at gera nakran til
favoritt.
– Eg veit ikki hví, men
blaðmenn skulu altíð seta
handan býtta spurningin.
Tað er jú einki sum helst
avgjørt í so máta, og eg
rokni báðar dystirnar fyri at
vera púrasta opnar. Hvat lið
vinnur fæst ikki at vita fyrr
enn ávíkavist kl. fýra og
hálvgum seks, sigur ein
flennandi Daniel Rápa at
enda.
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
Hjá StÍF er tað landsliðs-
málverjin, Jóhan Daniel-
sen, sum fer at føra sínar
menn inn til dystin, og
hann dylir ikki fyri, at
spenningurin er stórur.
– Nú búgvi eg ikki
ordiliga har, sum tað
hendir (Jóhan býr í
Lamba blðm.), og tað
er kanska eisini bara
gott. Áhugin á Skála
og á Strondum er
sjálvandi
øgiliga
stórur, og longu nú
eru fólk farin at gita,
hvussu
vit
ætla
okkum at spæla og so-
leiðis. Tað hoyrir jú til
ein slíkan dyst, og er
bara stuttligt, men
kortini eri eg eitt sind-
ur lættur um, at eg ikki
eri á staðnum alla
tíðina. So kann eg
kanska taka tað eitt
sindur róligari upp til
dystin.
Um dysturin í dag
hevur nakran serligan
týdning, sigur Jóhan, at
sjálvandi hevur hann tað.
– Nú skal eg ikki siga, at
møguleikin fyri FM er fok-
in, men tað verður í øllum
førum sera trupult. Tí er
hetta okkara besti møgu-
leiki at vinna nakað í ár, so
sjálvsagt er týdningurin
stórur.
Byrja í verjuni
Hvørja uppskrift stranding-
ar skulu nýta, til tess
at basa vestmenning-
um, vil Jóhan sum so
ikki siga nakað um.
– Eg haldi, at vit
fyrst og fremst
skulu hugsa
um, at vit í
hesum
dystinum verða mettir sum
outsidarar. Vit hava einki at
tapa og alt at vinna, og tann
hugburðin skulu vit hava
við okkum á vøllin. Fólkið
á liðnum er nóg gott, og tí
ræður um at finna rætta
vilja til dystin.
– Annars vil eg siga, at
tað hjá okkum ræður
um at fáa verju-
spælið at rigga.
Hetta er fortreytin
fyri, at vit kunnu
spæla
tað
skjóta
álopsspælið, sum er
okkara styrki.
Til
dystin
roknar
Jóhan annars við, at allir
leikarar eru tøkir. Sum so
heldur hann ikki, at talan
er um ivamál av nøkrum
serligum slag, og stingur
einki óvæntað seg upp,
verður hópurin tí fullsettur
leygardagin.
Og vónirnar fyri at vinna
eru sjálvandi góðar.
– Eg veit væl, at vit
kanska ikki eru favorittar,
men tað er einki at ivast í,
at eg trúgvi upp á okkara
møguleika. Fáa vit okkara
spæl at koyra, so rokni eg
avgjørt við, at vit kunnu
vínna, sigur Jóhan Daniel-
sen at enda.
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
At hondbóltsfepurin er
høgur í Vestmanna fyri tíð-
ina kann so avgjørt ikki
leypa hvøkk á nakran.
Liðskiparin hjá vest-
menningum, Ingi Olsen,
ásannar eisini, at so er, men
hinvegin vísur hann á, at
tað sum so ikki bara er til
tað betra.
– Tað kann eisini vera
vandamikið hjá okkum, at
øll eru vorðin so sigurs-
vand. Áskoðararnir hava
langt síðani tikið tað fyri
givið, at vit fara at vinna alt
í ár, og tað grøvina mugu
vit so avgjørt ikki fella í.
– Teir flestu av okkum
minnast eisini til 1994, tá
vit so at siga vunnu alt,
men so brádliga taptu fyri
Neistanum í finaluni. Tað
má so avgjørt ikki henda,
og tí skulu vit ikki taka
nakað fyri givið, hóast vit
frá flestu síðum verða
roknaðir sum favorittar.
– Tað er so heilt víst, at
fer tað at ganga illa, so
kunnu nervar og annað fara
at gera seg galdandi, og so
kann alt henda, sigur Ingi,
sum tó ikki á nakran hátt
roynir at skáka sær undan
favorittleiklutinum.
Breiðan hóp
Tað hevur hann sum so
heldur ikki orsøk til, og
h a n n
ásannar
eisini,
at
sjálvsálitið
hjá leikarunum
er í lagi undan
dystinum.
– Eg vil siga
tað soleiðis, at
vit onga or-
søk hava
til, ikki
at hava
g o t t
sjálvsálit.
Mett eftir stigatalv-
uni, so hava vit tað besta
liðið í landinum, men hin-
vegin er hetta bara ein dyst-
ur. Vit hava bert hendan
møguleikan, og so er at
taka av.
Alt fólkið hjá VÍF er ann-
ars tókt til dystin, og hetta
metir liðskiparin so avgjørt
eisini vera eina styrki hjá
teimum.
– Vit hava ein sera breið-
an hóp, og millum annað
hava vit sæð hetta aftur í, at
vit eisini hava vunnið sann-
førandi, meðan fleiri leik-
arar hava verið úti. Haraft-
urat hava flestu av leikar-
unum verið í gongd, meðan
landsdystirnir hava
verið, sigur Ingi.
Í hesum sambandi
vísir hann á, at VÍF
jú hevði fleiri
spælarar
á
lands-
liðnum,
og harumframt
vóru
aðrir,
sum
høvdu møguleikan
at spæla á aðru deild,
men fremsta deildin
lá still, so dystarvenj-
ingin skuldi verið í
lagi hjá teimum allar-
flestu.
At sjálvsálitið er gott,
speglar seg eisini aftur í
svarinum, tá vit at enda
spyr, hvør fer av vøllinum
sum vinnari.
– Tað rokni eg við, at vit
fara at vinna. Eg fari so ikki
at royna burturforklára, at
vit eru favorittar. Tað vilja
tey flestu gera okkum til,
og tað mugu vit so taka á
okkum, sigur Ingi Olsen at
enda.
Sjálvsálitið er gott
Roknar við at vinna
Koyra okkara spæl
Øll hava møguleikan