leygardagur 10. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin Nr. 29 - 10. februar 2001
»Hattar má roynast«, hugsaði eg, tá
ið eg fyri umleið tveimum árum
síðani sá ein vinmann demonstrera
ein nýggjan, glitrandi fløgubrenn-
ara.
»At hugsa sær! Allar krónurnar tú
kanst spara við at margfalda fløgur,
ístaðin fyri at keypa tær. Pínadoy
sum tað er smart«, hugsaði eg víð-
ari, meðan eg brosaði og fekk jóla-
ljós í eyguni.
Eg má viðganga, at eg í dag havi
broytt meining. Lat meg greiða eitt
sindur frá mínari støðu, kæri lesari.
Eg havi altíð keypt nógvar fløgur.
Og áðrenn fløgurnar byrjaðu at
dominera marknaðin síðst í 80’un-
um, keypti eg nógvar LP-plátir. Tá
ið eg gekk í studentaskúla mið-
skeiðis í 80’unum, hevði eg eina
kvotu uppá gott og væl tvær plátur
um mánaðin. Satt at siga hevði eg
ikki ráð, men uppá ein ella annan
máta, fekk eg skava nokk av peningi
saman til at keypa minst tvær LP-
plátur um mánaðin. Onkuntíð bæði
tríggjar og fýra, men so var fíggjar-
ætlanin eisini rokin so væl og virði-
liga, og eg var noyddur at roykja
ball restina av mánaðinum, ið stadin
fyri Prince.
Jú, tað er heilt vist. Rokkur
skuldi til fyri at halda ein ungan
eysturoying koyrandi!
Men sjálvt um eg uppá hendan
mátan fekk dyrkað teir rokkbólkar
og solistar, mær dámdi best, so vóru
tað altíð »marginalar« plátur, ið eg
ikki hevdi ráð at keypa. Men tað
gjørdi nú einki. Sum oftast hevði
onkur vinmaður keypt onkra av
hesum plátum, og so var bara at
møta upp við einum kassettubandi
og taka plátuna uppá band.
Sostatt kann man siga, at tón-
leikanýtslan varð býtt í tveir bólkar;
einar 12-16 plátur um árið, ið eg
bara var noyddur at keypa, og so tær
»marginalu« pláturnar, ið eg tók
uppá band hjá onkrum vinmanni.
Hettar nýtslumynstrið helt sær
fram til ‘97. Eg blev liðugur við
útbúgvingina, fekk arbeiði og
pening á bankabókina, og tón-
leikanýtslan vaks munandi. Onku-
ntíð upp í 6-8 fløgur um mánaðin.
So kom tann stóri dagurin, tá ein
vinmaður keypti ein fløgubrennara
til telduna. Og knappliga keypti
hann ikki fleiri fløgur. Vanligar
tónleikafløgur, altso. Nei, hann fór
niðan á bókasavnið her í Esbjerg,
lánti einar 10-15 nýggjar, góðar
fløgur, og margfaldaði tær allar
samlar. Ljóðgóðskan var – sum tit
nokk vita – í topp.
Ein dagin hevði ein, ið eg arbeiði
saman við, keypt nýggjastu fløguna
við danska sangaranum Poul Krebs.
Tað vardi ikki leingi, so hevði hann
margfaldað eintøk til øll á arbeiðs-
plássinum. Eisini til mín.
Hettar var bara sakin! í staðin fyri
140 krónur hevði eg fingið fløguna
fyri 15 krónur.
Men so byrjaði ringa samvitskan
spakuliga at gerða seg galdandi.
Tað kann gott verða, at eingin
uppdagar tað, og at tað ikki kennist
sum stuldur, men at margfalda fløg-
ur, ið ein ikki hevur keypt er stuldur
og einki annað! Michael Jackson,
ella Britney Spears fara neyvan at
líða nakra neyð av slíkun stuldri,
men soleiðis er tað slettis ikki við
yrkjarum og tónleikarum, ið skriva
á donskum. Fyri ikki at nevna
føroyskar tónleikarar. Men tað
venda vit aftur til.
Danskt er sera lítið mál, ið verður
tosað av umleið fimm miljónum
menniskjum, og ein sangari sum
Poul Krebs selur kanska 100.000
fløgur, tá ið hann selur mest. Tað
ljóðar kanska av nógvum, men tað
eru rættuliga nógvar fyritøkur og
personar, ið skulu býta vinningin frá
einari slíkari útgávu. Tá ið saman-
um kemur, so hevur ein kendur
tónleikari sum Poul Krebs ikki ráð
til nógv meira luksus, enn ein stjóri
í einari lítlari fyritøku ella ein góð-
ur, føroyskur fiskiskipari. Og tað er
honum væl unt.
Soleiðis førdi mín ringa sam-
vitska til, at eg aftaná einans tveir
dagar tveitti heimabrendu fløguna
við Poul Krebs í ruskspannina.
Her vilt tú, kæri lesari, nokk
halda, at eg bara spæli heilagur. Ok,
tað kann gott verða eitt sindur um
tað, men les víðari. Søgan er ikki
heilt liðug enn.
Sum tónleikari havi eg óiva eitt
sindur øðrvísi hugsunarhátt og eitt
sindur meira innlit í tónleikafram-
leiðslu enn meirilutin av vanligu
lurtarunum.
Fyri kortum hoyrdi eg ein
føroying, ið hevur skil fyri
fløguútgávu siga, at fyri hvørjar 500
fløgur, ið verða seldar, verða umleið
500 aðrar ólógliga margfaldaðar.
Tað kann gott verða at hann hevur
lagt nakað afturat, men heima-
brenning av fløgum er ein sera
stórur trupulleiki.
Royn og hugsa eitt sindur um
hettar, kæri lesari. Eg veit frá
egnum royndum, hvussu torført tað
er at geva út tónleik í Føroyum.
Føroyskir tónleikarar og bólkar gera
ikki fløgur fyri at vinna pening. Nei,
tað er rein og sker idealisma! Tað er
ikki óvanligt at skylda 100.000 ella
150.000 krónur, tá fløgan er komin
út. Upptøkur, ljóðblanding,
framleiðsla av fløgum o.s.v. Tað
kostar!
Og nú er tað eisini soleiðis, at ein
stórur partur av føroysku tónasmið-
unum eru alt ov stoltir til at senda
eitt vánaligt avrik í handlarnar. So
nógvur peningur verður nýttur til at
fáa fløguna so góða sum gjørligt.
Føroyskar tónleikaútgávur hava
eisini tann trupulleikan at berjast
við, at sjálvt um tær selja væl eftir
føroyskum umstøðum, so er
føroyski marknaðurin alt ov lítil til
at hesar útgavur bera seg fíggjarliga.
Eitt stórt, larmandi undirskot er
beiski bitin, ið meirilutin av
føroysku tónleikaútgevarunum
muga svølgja fyri at servera eitt gott
avrik fyri kræsnu keyparunum og
lurtarunum
Tískil haldi eg, at margfalding av
fløgum kann gerast ein bumba undir
føroyskum tónleikaútgávum. Eitt so
lítið og viðbrekið mál, sum tað før-
oyska, tørvar eisini tónleik á før-
oyskum. Og tað verður sera
fátæksligt, tá ið føroyskir
tónleikarar ikki longur fara at tora
at geva út tónleik. Føroyska
tónleikamentanin kann – um eg so
má siga – margfaldast til deyðis!
So næstu ferð tú fært eina heima-
brenda fløgu, so send ein vinarligan
tanka til føroysku tónleikararnar,
blaka fløguna í ruskspannina og far
so út og keyp upprunafløguna. Bæði
føroyska tónlistamentanin og tín
samvitska fáa tað betri um so verður
bori at.
Brennandi fløgumentan
TELDUBRÆVIÐ
KRISTIN Í TÓNLEIKI
Elinborg Joensen
»Hey, eg eiti Rannvá, og eg eiti
Rebekka – og vit eru
CREAMY!«
Jú, øll kenna vit tær, hesar
ungu genturnar, sum longu hava
roynt eitt sindur av hvørjum. Og
nú, skjótt eitt ár er liðið, síðan
tær seinast vóru á palli í Før-
oyum, koma tær aftur.
Hvør kennir ikki »Æblemand«
og »Krabbesang« og mín sann
um ikki eisini føroyska sangin
»Tillukku í dag«? At tær syngja
føroyskt, er at fegnast um. Hvør
veit, um føroyska málið verður
heimskent saman við Creamy!
Men hvussu blivu tær kendar?
Ein summardag í mai ’99,
komu Rannvá og Rebekka inn til
plátufelagið RecArt Music. Tær
vóru ikki sørt smædnar. Kortini
hildu tær uppá, at »plátustjórin«
skuldi hoyra sangir teirra. Tær
høvdu saman við framleiðarun-
um »Darwich & Garcia« spælt 5
sangir inn. Tað vóru sangir, sum
vóru sera vælumtóktir hjá teirri
stóru barnaáhoyrarafjøldini –
»Æblemand« var ein teirra.
Stjórin í RecArt Music, sum
ongantíð áður hevði havt vitjan
av so ungum gentum, sá beinan-
vegin møguleikarnar hjá teimum.
Tá smædni var um at renna av
teimum, skrúvaðu tær sjarmuna
frá. Og innan eitt samdøgur eftir
vitjanina, høvdu tær fingið plátu-
sáttmála.
Her byrjaði eitt spennandi
ævintýr, har hæddarpunktini
mundu vera, at Creamy var árs-
ins mest selda fløga, bert uppá 4
mánaðar, og fekk Grammy virð-
islønina fyri ársins bestu barna-
útgávu. Creamy vóru tær yngstu,
sum nakrantíð hava fingið
Grammy virðislønina. 31. aug-
ust sama ár var fyrsta fløgan hjá
teimum á marknaðinum. Hon
seldi heili 200.000 eintøk. Og
eisini fingu tær høvi at framføra
fyri ikki færri enn 700.000
fólkum live. Hetta var bæði til
»Grøn konsert« og »Åh Abe«.
Eg haldi meg hava hoyrt í eini
samrøðu við foreldrini hjá Rann-
vá, at hon ikki vildi fara uttan-
lands at syngja, uttan hon visti,
at tað var eitt kall frá Guði. Men
ber tað t.d. til at syngja á Grøn
Konsert í Danmørk og vera krist-
in? Og um tað er eitt kall frá
Guði, áttu tær so ikki eisini at
sungið kristnar sangir, sum boð-
aðu evangeliið út til áhoyrarar-
nar? Jú, tað gera tær eisini. Eitt
sindur í hvussu er.
Umframt, at fløgan hjá Crea-
my var tann mest selda í 1999,
fingu tær 4 ferðir platin fyri
teirra framúr frambrot. Og á al-
menna hitlistanum í Danmørk,
eru tær á einum væl uppibornum
2. plássi. Einans Beatles við
teirra 1’ara er frammanfyri tær.
Á seinastu fløguútgávuni »We
Got The Time« eru 10 nýggir
sangir og tveir cover. Tað eru
Little Kitty (The Walkers) og
Never Ending Story. Haraftrat er
kristiligi sangurin »It can
happen to you«. – Vit eru
kristnar, og tað vilja vit ikki
skammast við, siga tær
báðar. Undan hvørjari
konsert biðja tey øll
saman, eisini sjálvt um
hini í bólkinum ikki eru
kristin. Stílurin á nýggju
fløguni er klárt Happy
Dance. Sangirnir eru
framleiddir av ymiskum
framleiðarum, m.a.
Hartmann og Langhoff,
ið er kendur frá Aqua –
Hirtsville, kendur frá
A-Teens og Dean, sum
er kendur frá Me &
My. Sangirnir fanga
oyra, og eru sera
eyðkendir.
Men altso – ársins
konsert við størsta navni á
okkara leiðum: Creamy í
Ítróttarhøllini í Runavík, í dag kl.
1700.
Fra:
Edmund Jacobsen, edmund_jacobsen@hotmail.com
Dato:
07.02.01
Til:
birgir@sosialurin.fo
Emne:
VIKUSKIFTI
Ungar stjørnur
Nr. 29 • leygardagur • 10. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hetta kappingarárið hava mótstøðuliðini í finalunum hitt hvørt annað tvær
ferðir. VÍF hevur vunnið allar hesar uppgerðirnar, og niðanfyri verður víst,
hvussu hevur skorist hjá einstøku leikarunum í hesum dystum.
VÍF - StÍF
27 - 22
rk
út
gk
mál
40 - 27
mál
gk
út
rk
3
2
20 (3)
Ingi Olsen
Artur Johansen
16 (5)
10
Sámal Joensen
Marius Petersen
9 (1)
1
1
1
1
10
John Zachariasen
Costin Dumitrescu
9
1
8
Martin Hummeland
Poli Hansen
5
1
1
7
Johnny Joensen
Alexandur Johansen
3
1
2
5
Áki Olsen
Andre Danielsen
3
2
Harald Bjørgvin
Kristjan Petursson
1
1
1
2
Danut Negro
Pauli Poulsen
1
2
1
Rógvi Nielsen
Janus Trygvason
1
2
1
Sjúrður Holm
Leivur Justinussen
1
2
1
Sveinbjørn Poulsen
Jón Rasmussen
1
1
1
Bárður Nielsen
VB
- VÍF
23
- 26
19
- 32
rk
út
gk
mál
mál
gk út
rk
1
23 (11)
Regina Radó
Ioana Rápa
16 (2)
2
2
2
6
Andrea Lütz
Nicolina Eyðbjørnsdóttir 10
2
1
5
Gurið Mortensen
Nicoleta Radu
10
1
3
3
Eyðbritt Krosslá
Fríða Marjunardóttir
9 (1)
2
1
2
Rannvá Augustinussen
Sóleyð Mikkelsen
8 (3)
1
2
Maria Winther
Randi Kúrberg
4
2
2
1
Sólrun Krosslá
Alice Høghamar
1
1
Mary Krosslá
1
Margreth Augustinussen
Dystir higartil í ár
Uttan at taka nakað
frá mótstøðuliðunum
kann staðfestast, at
talan í báðum steypa-
finalunum verður um
greiðan favorittleiklut
hjá vestmenningum.
Hett nýtist tó ikki at
merkja, at talan ikki
verður um spennandi
dystir
COCA-COLA
KAPPINGIN
Jákup Mørk
Kyndil gjørdi tað í fjør, VÍF
fyrraárið, og nú ætla vest-
menningar enn einaferð at
gera tað. Tað, sum vit tosa
um, er sjálvandi møguleik-
in hjá VÍF at vinna báðar
finaludystirnar, sum leiktir
verða í Ítróttahøllini á Hálsi
í dag.
Gera vestmenningar tað,
hava liðini bæði samstundis
møguleika fyri at skriva
søgu. Tað er nevnliga ong-
antíð áður hent, at eitt og
sama felag hevur megnað
at vunnið at vunnið greip-
una hjá bæði monnum og
kvinnum í sama kappingar-
árið. Einu greipu av greipu,
ella eina quatro, um tú vilt.
VÍF er favorittur
Hin fyrri av teimum báðum
finaludystunum er tann hjá
kvinnunum, har VB og VÍF
skulu takast.
Einki er at ivast í, at talan
her er um tey bæði liðini,
sum í løtuni eru best fyri í
landskappingini. Har fekk
VÍF tó eitt avgerandi fet
móti gullinum frá VB, tá
vágskvinnurnar innan hálv-
an minutt søplaðu stig burt-
ur móti Stjørnuni.
Burtursæð frá hesi lagnu-
tungu løtuni, hevur VB at
kalla verið flúgvandi sein-
astu dystirnar, og í seinnu
hálvfinaluni í steypakapp-
ingini prógvaðu tær eisini,
at tað ikki bert snýr seg um
tær báður útlendsku. Tá
hesar vórðu mansvardar í
stórum parti av dystinum,
traðkaðu aðrar til, og mill-
um annað tóktist unga Laila
Jespersen at fáa sítt stóra
gjøgnumbrot í júst hesum
dystinum.
Hóast VB er væl koyr-
andi, so noyðast tær úr VÍF
tó at átaka sær leiklutin
sum favorittar til dystin.
Liðið hevur verið at kalla
einaráðandi higartil í ár, og
sjálvt spælið er eisini vorð-
ið meira og meira sannfør-
andi. Blandaði hópurin
hevur funnið sera væl sam-
an, og hóast tær kanska
hava trupulleikar av, at hóp-
urin er heldur smalur, so er
tað fólkið, sum er, sera gott.
Eins og hjá VB hevur
VÍF prógvað, at heldur ikki
her er tað nøkur patent-
loysn at royna seg við
mansverju.
Hetta kann kanska meira
enn nakað annað borga fyri
einum undirhaldandi dysti,
har liðini royna at spæla seg
til sigurs upp á egnar dygd-
ir, heldur enn at skerja mót-
støðuliðið við at taka eina
ella fleiri av mótstøðuleik-
arunum úr spælinum.
VÍF er favorittur
Kanska heldur lesarin, at
tað er eitt mistak, at sama
millumyvirskrift
stendur
tvær ferðir á rað, men so er
ikki.
Eins og hjá kvinnunum er
VÍF nevnliga eisini favo-
rittur hjá monnunum, og
her
er
favorittluturin
kanska enn størri.
Vestmenningar hava í
landskappingini verið so
nógv tað besta liðið, og hó-
ast Kyndil fekk ein javnleik
í
grundspælinum
móti
teimum, so tykist hetta ikki
at nerva á nakran hátt. Á
øllum plássum er liðið sera
væl fyri, og at hópurin er so
breiður, sum hann er, merk-
ir so eisini, at skiftisleikarar
kunnu koma inn, uttan at
hetta nervar nakað stór-
vegis.
At peika á lyklaspælarar,
sum kunnu setast úr spælin-
um fyri at vinna dystin, er
eisini torført. Kvaliteturin á
spælarunum er snøgt sagt
somikið stórur, at teir í allar
mátar eiga at metast sum
favorittar.
Hetta merkir tó ikki, at
StÍF er heilt uttan møgu-
leika at vinna, tí tað eru teir
sjálvsagt ikki.
Nú bæði John og Svein-
bjørn eru við aftur, fer liðið
alt meira at líkjast FM-liðn-
um frá 1999, so eingin
kann vera í iva um, at
møguleikin er til staðar.
Skal StÍF vinna dystin,
krevur hetta tó, at teir eisini
finna spælið frá 1999 fram
aftur. Skjóta ágangandi
álopsspælið, samantvinna
við eini sterkari verju, er
ein avgerandi fortreyt fyri
sigri á VÍF, og helst eru
strandingar eisini grieðir
um hetta.
Teir verða tí noyddir at
geva alt tað, teir eiga, um
takið skal eydnast, men
hinvegin – tað ætla vest-
menningar eisini.
Hvussu alt hetta fer at
spæla, verður tó ikki til
annað enn gitingar, og tí
fara vit bert at enda við at
ynskja bæði leikarum og
viðhaldsfólkum tveir góðar
hondbóltsdystir.
VÍF ætlar at greipa
greipuna