Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. februar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 29 - 10. februar 2001 19 gult cyan magenta svart 18 Sosialurin Nr. 29 - 10. februar 2001 PROVO Høgni Djurhuus Eg haldi, tað var í 1966 ella í 1967, at eg í danska ungdóms- og tónlistar- blaðnum »Børge« las um nakrar hálvsvakar amerik- anarar, sum høvdu gjørt eina plátu, eina LP. Bólkurin kallaðist »The Mothers of Invention« og plátan »Freak Out«. Tá eg hevði lisið grein- ina, hon var stutt, og sæð myndina av »mammun- um«, var eg ikki í iva: hasa plátuna vil eg hoyra. Tey fáu orðini, sum eg las um »Freak Out«, søgðu mær, at mær fór at dáma «The Mothers of Inven- tion«. Eingin ivi um tað. Og mín sann! Ein dagin fann eg plátuna »Freak Out« í plátuhandlinum Fálkinn við Laugarvegin í Reykjavík. Eg búði í Ís- landi tá. So til hús at spæla fong- in, tá eingin annar var inni, sjálvandi. Hetta var ein seansa. Og tá skal eingin vera nær. Sum ikki eina- ferð, intuisjónin var røtt. Ein frálík pláta. Garvill og fratør. Meðan hini, tey flestu, sungu um hjartasorg og um at leiðast gjøgnum ungdómin, spurdu »Mot- hers of Invention« »Who Is The Brain Police?, sungu um »Motherly Love« og »Mr. America«. Skrálaðu »I don´t even care, if you shave your legs!« Og »Motherly love is just a thing for you. I think, your mother is going to love you ´til she don´t know what to do!« Vinkonan hjá teimum, eydnudukkan, hon sjálv Suzy, Suzy Creamcheese, slapp at siga nøkur orð í onkrum lagi. Og so hasir undarligu, ljótu menninir á plátuhús- anum, myrkur og ófrætta- kendur, reyður og myrka- bláur, haldi eg hann var, plátuhúsin. Hetta var nakað av tí! Øðrvísi enn alt annað. Fyrr enn øll onnur. Tíverri fái eg ikki spælt »Freak Out«, meðan eg skrivi. Tí eg havi ikki dýr- gripin her. Hansara heið- urspláss í plátusavninum er tómt, syndarliga tómt. »Freak Out« hvarv á ein- um ovastalofti heima á Sandi mitt í sjeytiárunum, tá eg goymdi ein kassa við plátum og øðrum, meðan eg búði á átta fermetrum í Havn. »Freak Out« er seinni komin á fløgu. Men tað er ikki tað sama. Plátan fæst eisini í handlum, sum selja gamlar plátur. Men enn havi eg ikki funnið hana. Leitingin heldur fram. Í geglið fyri porno Oddamaður í hesum sjáld- sama og løgna musikalska fyribrigdi úr Los Angeles kallaðist Frank Zappa. Hann gjørdi sangirnar, hann gjørdi løgini, hann spældi gittar og hann sang. Frank Vincent Zappa, junior, varð føddur tann 21.desember í 1940 í Baltimore, Maryland. Hann var av sisilianskum og grikskum ættum. Livdi hann, so fylti hann 60 beint fyri jól í fjør. Men hann doyði í heimi sínum í Laurel Canyon uttan fyri Los Angeles í Kalifornia tann 4.desember 1993 av krabbameini í einum so dubiøsum gagni sum pros- tata. Frank Zappa gjørdist bara 52 ára gamal. Longu tíggju ára gamal flutti Frank Zappa til Kali- fornia. Og 12 ára gamal fór hann at spæla trummur. Seks ár seinni gavst hann við trummunum og fór nú at spæla gittar. Tað lá væl fyri. Frank Zappa er mill- um allarbestu gittarspæl- arar í rokksøguni, summi siga tann besti. Frank Zappa stovnaði sín egna bólk, gjørdi avantgardetónleik, spældi klaver á vertshúsum fyri at fáa pengar. Hann keypti eitt upptøkurúm í 1963, hann var framleiðslustjóri, gjørdi tónleik til filmar og ikki minst jinglur til út- varpsstøðir og sjónvarps- støðir. Jinglurnar vaktu stóran ans. Eisini hjá løg- regluni (»Brain Police«). Frank Zappa fekk tíggju daga fongsul fyri eitt pornografiskt band, sum hann gjørdi. Og eftir tað misti hann Studio Z, upp- tøkurúmið hjá sær. Frank Zappa fekst eisini við at gera filmar. Bara tann eini, »200 Motels«, bleiv liðug- ur. Hann er, eins og tón- leikurin, slóðbrótandi. Í 1964 fór Frank Zappa til Los Angeles. Har gjørd- ist hann leiðari hjá bólkin- um »The Soul Giants«, sum vinmaður hansara, sangarin Ray Collins, var í. Árið eftir, í 1965, gjørd- ust »Soul Giants« til »Mothers of Invention« (Eftir endurstovnanina í 1970 bara »Mothers«). Og fyrst í 1966 kom plátan »Freak Out«. Fyri fyrstu ferð í rokksøguni komu tvær plátur saman. Dupult- albummið varð uppfunnið. Tað siga bøkurnar. Men »Freak Out«, sum eg keypti í Reykjavík í 1966 ella í 1967, var bara ein pláta. Kanska ein serlig evropeisk útgáva. Eg veit ikki. Og tími heldur ikki at kanna tað. Plátan var góð, forbannað góð. Tað er nóg mikið hjá mær. Útgávu- søguna granska onnur. Men »Freak Out« var eisini fyrsta konseptplátan í rokksøguni. So mikið kann eg siga afturat um meistarverkið »Freak Out«. Musikalskt flogvit og revsari Frank Zappa var eitt tón- listarligt flogvit. Hann var tónaskald, útsetari, orkest- urleiðari, framleiðslustjóri, filmslistarmaður, gittar- spælari, sangari, yrkjari, frásøgumaður, beinharður handilsmaður, tí hann hevði ringar royndur av plátuútgevarum, og hann var samfelagsrevsari, sar- kastiskur spottari og arga- pisa. Hann var slóðbrótari og fór hagar, eingin annar hevði verið. Frank Zappa gjørdi næstan alt slag av tónleiki. Eisini jazz: »Jazz is not dead. It just smells funny«, segði hann á einari kon- sert. Hann hevði sera gott hegni at finna framúr góð- ar tónleikarar til hvørt ein- asta pláss í orkestrunum hjá sær. Í »Mothers of In- vention« vóru tíggju manningar frá 1965 til 1974. Frank Zappa var ein harður arbeiðsgevari. Strangur agi valdaði í venjingarhølunum og á konsertferðunum. Strangur agi gevur bestu úrslitini. Tað visti Frank Zappa. Og hann fekk tey bestu úrslit- ini. Neyvleikin í framførsl- unum, skiftini millum tón- listarstílirnar, stílbrotini, markleysa hugflogið, sam- anspælið millum klassisku ljóðførini og tey við streymi, soloirnar, tungu grundrútmurnar, altíð ný- skapandi, altíð okkurt óvæntað í næstu plátu- foyru. Hann dugdi gand, hasin Frank Zappa. Og kendir dirigentar vilja sleppa at tulka verk- ini hjá honum. Frank Zappa var ikki bara óførur tónsmiður. Hann dugdi eisini at seta saman orð. Ofta helt hann smáar fyrilestrar á konsert- unum. Argaði fólk, slongdi yvirlýsingar í høvdið á teimum. Sarkasma, ironi, satira. Humor og skemt, oftast av grova slagnum. Hoyggjhúsprát ella fimm minuttir í fúlum. Kortini kom hann bara eina ferð heilt illa fyri. Og tað var ikki organið hjá Frank Zappa, sum fekk unga mannin at tendra, tá hann fór upp á pallin og sló Frank Zappa út av pall- inum, so hann fekk stóran skaða. Nei, tað var banal ástarøvund, hetta, sum hini sungu og spældu um. Gentan hjá manninum við tí leysa nevanum var skot- in í Frank Zappa. Stovuhundar... Nú er so at stoyta Ken- tucky whiskey ella Bour- bon í glasið, leita í plátu- savninum, heilt har afturi undir »Z«, beint innan fyri »Østjysk Musikforsy- ning«. »Fillmore East« minnist eg, at vit spældu á stu- dentaskúlanum á Akureyri, aftur og aftur, meðan vit fyrireikaðu 1. des. árshá- tíðina í 1971. Latið okkum bara taka hana fyrst. Frank Zappa og aðrir, sum spældu við, tos- aðu nógv á konsertum. Í »Fillmore East« fáa fjepp- aragenturnar, »the group- ies«, toyggið, »My dick is a really monster«. Og poppsangin »Happy To- gether« læntu teir, ella stjólu allarhelst, frá Turt- les, neyvan fyri at geva Turtles reklamu. Og teir fiskaðu »Mud Sharks« úr hotelvindeyganum. Á handskrivaða plátu- húsanum, eitt skiftið var tað smart at hava hand- skrivaðar plátuhúsar, minnir F.Z. fólk á at skrá- seta seg, so tey kunnu velja. Hann royndi seg eis- ini við politiskum skotum. Fyrstu pláturnar virka sýrukendar. Men Frank Zappa segði, at rúsevni, og tá serliga LSD, sum var væl umtókt í Los Angeles tá á døgum, høvdu fanin og CIA skapt. Frank Zappa ætlaði, at tónleikur- in hjá honum skuldi hava somu ávirkan á fólk sum LSD hevði. Tað lukkaðist neyvan. Frank Zappa var sarkast- iskur samfelagsrevsari. Samanbera vit við Simp- sons, og ikki minst við Beavis og Butthead og Southpark, er amerikanska sarkasman hjá Frank Zappa ikki so hvøss. Men tá var hon. Saman við Mad Magazine. Borgaraskapurin, pyja- masfólkið, moralistarnir, sum vildu hava ávaringar á plátuhúsarnar, alt tað for- lorna, fingu sítt, tá Frank Zappa hvesti pennin og sína eyðkendu djúpu rødd. Plátuheitið »We´re Only In It For The Money« frá 1967, var, segðist, ein heilsan til Beatles. Ella tak stovuhundarnar, puddilhundarnar. Í sangin- um »Dirty Love« á »Over Nite Sensation« frá 1973 ljóðar eitt ørindi soleiðis: »Give me/your dirty love/the way your mama/make her fuzzy puddle do«. Plátuhúsin, sum David B. Mc. Macken gjørdi til »Over Nite Sensation« er annars gott dømi um, hvussu Frank Zappa flutti mørkini, hvørja ferð, hann gjørdi eina nýggja plátu. Húsin er pornografiskur og óestetiskur. Síggi nú, at eg hava fingið hesa plát- una fyri 40,00 kr. Fleiri gyltar dropar úr Kentucky í glasið. ...tarmskoling... Eisini bara 40,00 kr. havi eg latið fyri »The Grand Wazoo« frá 1972. Á hes- ari plátuni hevur Frank Zappa ikki færri enn 21 sangarar og tónleikarar afturat sær. Hvør einasti hevur fingið eina fitta mynd á plátuhúsan. Frank Zappa dámdi væl at siga søgur. Av og á vóru heilar plátusíður eittans lag, ein søga. Eg kann nevna »Billy The Moun- tain« á »Just another Band from L.A.« frá 1971 við »Los Mothers«(!) og »Greggery Peccary« á »Studio Tan« frá 1978. Og nú er at seta seg væl í tann besta stólin og enn eina ferð lurta eftir teimum báðum showunum, jazz- rokk plátunum »Roxy & Elsewhere«, tvær plátur við upptøkum frá konsert- um í Roxy í Hollywood í 1973, og »Zappa In New York«, upptøkur frá sjey konsertum í New York í november og millum jól og nýggjár 1976. Tvær tær bestu í mínum Zappa- savni. Á »Roxy« plátunum, sum eg keypti í Keflavík á veg til hús av útróðri eitt tvassut og kalt vetrarkvøld í 1975, eru nógvar perlur, eitt nú »Cheepnis« um B- filmar, bíligar og vánaligar Hollywood-filmar. Har er frálíka rokklagið »More Trouble Every Day« og eina staðni endurgevur Zappa sjálvan Nixon: »I am not a crook«. Í New York spældu Frank Zappa og hansara úrvalslið millum annað »I Promise Not To Come In Your Mouth«, sum er »A sensitive instrumental ballad for late-nite easy listening«. Soleiðis! Og kynslívið var nú rættiliga farið at eyðkenna sangirnar hjá Frank Zappa. Moralistarnir í guds egna landi provokeraðu hann. Og so provokeraði hann sjálvandi aftur. Tiltikin er myndin av honum, har hann situr á bukkuni og filosoferar. Hon var í bløðum í nógvum londum. Eisini í íslendska Morgun- blaðnum, minnist eg. Frank Zappa argaði við løgum sum »Titties & Beer« og »The Illinois Enema Bandit« um ein mann, sum varð dømdur fyri rán. Og ikki bara fyri rán, men eisini fyri at tarmskola lærdu kvinnur- nar, sum hann fangaði og tók pengarnar frá: »Look- ing for at rustic co-ed rump...«. Ein sonn søga, sum Frank Zappa umyrkti eitt sindur. ....og trussuinn- savning »Á Tinsel Town Rebel- lion« frá 1981, sum eisini eru upptøkur frá konsert- um, hoyra vit um eina ikki vanliga innsavning hjá Frank Zappa. Hann biður kvinnurnar í salinum lata seg úr trussunum og tveita tær upp á pallin. Hann sigur teimum eisini, hvussu tær skulu bera seg at við at lata seg úr truss- unum, eru tær í buksum. Hetta gjørdi hann á nógvum konsertum. Og trussurnar, som komu inn í innsavningini (tær skuldu ikki vera vaskaðar), fekk listakvinnan Emily James í Colorado. Hon skuldi seyma tær saman til eitt teppi. »Panty Rap« eitur lagið, ella áheitanin. Sera skemtiligt at hoyra Frank Zappa umtala trussurnar, sum koma sendandi upp á pallin. Á »Tinsel Town Rebel- lion« er eisini lagið »Fine Girl« við nógvum Yeah – um. Hetta lagið, sum er tikið upp í studio, er við, so tær konservativu út- varpsstøðirnar kunnu spæla okkurt fyri at gera fólk varug við, at hendan plátan er til, skrivar Frank Zappa á plátuhúsanum. Á plátuni »Apostrophe« frá 1974 yrkir Frank Zappa um eskimoar. »Don´t Eat The Yellow Snow« eitur eitt lag á plátuni. Um hesa plátuna, »Apostrophe«, sigur Frank Zappa, at hon er sangir og søgur, gjørd til tónleik »performed for your di- ning and dancing plea- sure«. Og, sjálvandi, hvat tá, eitt lag á plátuni »for dining and dancing plea- sure« eitur »Stink Foot«. Hvørgu megin Í politikkinum var Frank Zappa hvørgu megin. Hann fanst at øllum. Mill- um annað helt hann lítið upp hippimentanina og flower power. Og á einari konsert í Vestur-Berlin í 1968 bað hann teir vinstra- hallu studentarnar, sum vildu hava hann við í heimskollveltingina og marxismuna, um at fara til hús at lesa og síðani broyta heimin innanfrá. Tað dámdu studentunum, sum ætlaðu at broyta heimin við valdi, lítið at hoyra. Og Frank Zappa noyddist at hava politiverju, tá kon- sertin var liðug. Annars var Frank Zappa sera væl umtóktur í Vestur- Týsklandi, og honum dámdi eisini væl at spæla har. Frank Zappa var eisini væl umtóktur í Eystur-Ev- ropa. Í Vilnius, høvuðs- staðnum í Litava, hava fólk sett upp eina bringumynd av Frank Zappa fyri at heiðra hann og minnast hann. Forsetin í Tjekkia, Vác- lav Havel, og Frank Zappa vóru vinmenn. Og Havel bað Zappa vera tjekkiskan sendimann fyri mentan í USA. Men Zappa noyddist at fara frá aftur, tá Bush gamli, forseti, hótti við at frysta niður sambandið millum USA og Tjekkia. Bush vildi ikki hava sam- felagsrevsaran sum sendi- mann í USA. Tá eg var á fjakkaraferð í Póllandi í 1972, vistu javnaldrarnir, sum eg hitti har, um Frank Zappa, sum tey kallaðu Frank Zappi, og tónleikin hjá honum. Politiski áhugin hjá Frank Zappa rakk langt. Á plátuni »Zoot Allures« frá 1976 er óhugnaliga lagið »The Torture Never Stops«, har eymkanin hjá einari kvinnu, sum gevur seg av pínu, fær tað at renna ísakalt niður eftir bakinum á tær. Og meðan enn ein gittar- soloin hjá Frank Zappa rennur úr hátalarunum, helli eg Kentucky í glasið og drekki enn eina skál fyri hesum stóra lista- manni, sum so nógvir av hansara slag, doyði alt ov ungur. Men hann skapti meira enn tey flestu, með- an hann livdi. Sum so nógvir av hansara slag. Ikki bara nøgd, men so sanniliga eisini dygd. Eg skal tó viðurkenna, at eg sum áttatiárini liðu, ikki longur keypti pláturnar hjá Frank Zappa. Og hann fánaði nakað tá, halda tey, sum halda seg hava skil fyri tí. Hansara nýskapandi originalitetur toldi ikki tíð- arinnar hvøssu tonn. Men eg lurti eftir teim- um gomlu plátunum. Eg haldi, at tær eru betri. Tær eru klassiskar. Ódeyðiligar. Eg haldi eg, áðrenn eg vendi »Zoot Allures«, fari at loyva mær at endurgeva hesi ódeyðiligu orðini hjá Frank Vincent Zappa, jr.: »What´s the ugliest part of your body/some say your nose/some say your toes/but I think it´s your mind«. Men, samanumtikið, gloym »Bobby Brown« eina góða løtu og ZAPPA víðari! »Bobby Brown« var einasta veruliga hittið hjá Frank Zappa. Tí spæla varnar útvarpsstøðir bara »Bobby Brown«, tá tær hendinga ferð tora at spæla Frank Zappa. Frank Zappa gjørdi annars fleiri hundrað løg, okkurt um 60 plátur. Og nógv er betri enn »Bobby Brown«. Nakrar dagar fyri jól í fjør hevði amerikanska tónlistarliga flogvitið, spottarin og samfelagsrevsarin Frank Vincent Zappa, jr. fylt 60, var hann á lívi. Tað var hann tíverri ikki. Hann doyði í 1993. »Freak Out«, dýrgripurin hjá mær, hvarv á einum ovastalofti heima á Sandi. Men hinar hjá »Mothers« og Zappa í plátusavninum, tær mala enn. Gloym Bobby Brown - ZAPPA víðari! Høgni Djurhuus, sum flestu kenna frá speisku viðmerk- ngunum í Náttarravns- sendingini í Útvarpinum. Mynd: Jens Kr. Vang Hevur nakar sæð hesa? Hetta er fyrsta plátan við Frank Zappa »Freak out« (1966). Hesin dýrgripur hvarv á einum ovastalofti heima á Sandi Mynd: Jens Kr. Vang /Álvur Haraldsen