Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. februar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 29 - 10. februar 2001 17 gult cyan magenta svart 16 Sosialurin Nr. 29 - 10. februar 2001 Útgávuskráin hjá plátufel- agnum Tutl er komin. Hon er fyri árið 2001 og hevur júst verið løgd fram á stevnu í Cannes. Á hvørjum ári er hin so- nevnda MIDEM-stevnan í Cannes í Fraklandi. Hetta er stevna, har plátuútgevar- ar hittast og sýna fram nýggjar útgávur. Útgávu- skráin hjá Tutl fevnir nú um 139 fløgur. Men leggja vit tær lp plátur, sum fel- agið áður hevur givið út og í løtuni arbeiðir við at fáa á fløgu, so er samlaða úr- valið av fløgum longu farið upp um 150. Í 1995 kundi plátufelag- ið Tutl hátíðarhalda 50. útgávuna, so nógv er hent, hvat útgávum viðvíkur seinastu árini. Næsta ár, 2002, verða 25 ár liðin síðani Tutl byrjaði virksemið. Í tíðindaskrivi boðar Tutl frá, at hetta fer at merkjast. Vit fara at leggja hetta til merkis við konsertum, har tónaskøld, listafólk og tónleikarar, sum hava verið við í Tutl- útgávum hetta skeiðið, verða at hoyra. Bæði í Føroyum og uttanlands. Í tíðindaskrivi verður eisini boðað frá, at Tutl hevur gjørt upp samlaða talið á fløgum í undan- farna ári. Ikki færri enn 25.697 fløgur eru gjørdar í lítillætna navninum hjá Tutl. Hetta talið hevur bert verið hægri í 1997. Tá vóru gjørdar túsund fløgur fleiri enn í fjør. Útgávurnar í fjør vórðu tólv. Harafturat koma fimm endurútgávur av lp plátum hjá Tutl. Sum eitt tekin uppá eftirspurning av tónleikinum, Tutl gevur út, kann nevnast, at ellivu ymsar fløgur eru endur- prentaðar. Serliga eru tað føroyskir bólkar, sum hoyrast á palli, sum verða endurprentaðir. UMMÆLI Oddvør Johansen Fyri finska býin Åbo var árið 1509 satt feigdarár. Ein dagin vórðu íbúgvarnir í býnum vaktir við miklum gangi av ýlandi hornum og dynjandi trummum. Tað vóru danskir sjórænarar við Søren Drake á odda, sum vóru komnir og høvdu gjørt landgongd á strondini; og í fimm ræðu- ligar dagar drupu teir fólk, stjólu og neyðtóku konu- fólkini. Aftan á hetta fóru teir sín veg søkkladnir av dýrgripum úr staðnum. Úr dómkirkjuni høvdu teir tikið bispakápuna, kalikar- nar umframt alt kirkjusilv- urið og halgimyndir – fyri eitt virði av 250.000 mark- um. Eisini rændu teir tær vakrastu genturnar í býn- um. Hesa ógvusligu hending hevur finska tónaskaldið Mikko Heiniö gjørt eina kirkjuopera burturúr, og hon var við nógvum gleimi og fagnaði frumframførd í Åbo dómkirkju hendan dagin, 9. nov. 2000. Nakrir av høvuðsleik- pørtunum vórðu sungnir av ungum talentum, sum fingu tað skoðsmál frá ummælaranum í »Huvud- stadsbladet« Mats Lilje- roos, at uppgáva teirra var greidd klókt og dugnaliga. Leiklutin sum hin óndi »busen« (bandittin) Søren Drake hevði ungi føroyski basssangarin Rúni Bratta- berg, ið fær sera góða um- røðu: »Sum ein óslípaður dia- mantur er hann, ráur og fullur av møguleikum.« Nú hevur hesin sami syngjandi bóndasonurin úr Fámará – saman við klav- erleikaranum Hans-Otto Ehrström – givið egna fløgu »Brotið« út á for- lagnum »Tutl«. Innihaldið á fløguni er klassiskt, og hetta eru ikki smávegis verk. Hetta eru songverk, sum heimsins stóru sangarar stríðast við eitt heilt lív. Tekstirnir eru á fleiri málum, m. a. russ- iskum, og lat tað verða sagt beinanvegin, at Rúni hevur gott máloyra. Skaldini eru so ymisk sum Runeberg, Shake- speare, Tavastjarna, Mayr- hofer, Goethe og Mussorg- sky, men har eru eisini Poul F. Joensen, J. H. O. Djurhuus og tann ungi Oddfríður Marni Rasmus- sen. Fløgan er sum ein stór freistandi eskja av konfekt. Tú mást drýggja tær hana, skal tín lítli búkur ikki fáa ilt av so nógvum góðgæti í senn. Rúni Brattaberg hevur fingið intensiva sangundir- vísing hesi seinastu árini og hevur gjørt eitt gott val viðvíkjandi sjálvum tón- leikinum. Óivað stuðlaður av lærarum sínum, m. a. Jorma Hynninen, Kim Borg, Aage Haugland og Tom Krause fer hann í holtur við tunga finska drongin – norðurlendingin Sibelius, sum m. a. um- boðar tað finska hjarta- blóðið í tí stóra nationala tónleikinum har í landin- um. Rúni syngur ikki bara orð. Tekstir. Hann gevur orðunum sál og dramatis- erar innihaldið passaliga nógv, og eg vil halda uppá, at maðurin man hava sjón- leikaragávur. Sostatt er hann sera væl egnaður til at syngja opera, ið sum kunnugt er sungin sjón- leikur. Frantz Schubert er nakað fyri seg, tá tað ræður um sangir. Heilt frá tí stillføru strofisku vísuni til ta longu romansuna og stóra orkest- urtónleikin spennir tóna- skaldið, sum í sínum stutta lívi gjørdi einar 603 sangir. Tað sigst, at hann skuldi hava sera lætt við tað. Søg- ur ganga um, at vinir hans- ara stungu ein tekst yvir um borðið inni á cafénum, og skjótt var lagið komið niður á baksíðuna av mat- arskránni, meðan hinir tosaðu í holið á hvørjum øðrum. Sangirnir á hesi fløguni eru góð umboð fyri Schu- bert, tá ið hann er bestur, og eg haldi, at Rúni kemur frálíka væl frá hesum klassisku svervektarunum, sum Der Schiffer og Erl- könig í roynd og veru eru. Russarin Modest Petro- vich Mussorgsky var uppi í nógvum vasi, og hann hevði upp á mangar mátar eina beiska lagnu. Longu sum hálvvaksin varð hann noyddur at fara á her- mannaskúla, hóast hansara viðkvæma sinni einki heldur vildi enn at spæla klaver. Tá ið russisku góðseigararnir mistu nógv av sínum rættindum, og Mussorgsy mátti út á bygd at arbeiða saman við jarð- arbrúkarunum, fekk hann við góða skúlagangi sínum tó lívbjargað sær við skriv- stovuarbeiði hjá russisku stjórnini. Klaverið fekk allatíðina toyggið, og hann bæði yrkti og komponer- aði. Tónleikur hansara var tá í tíðini slóðbrótandi og egin við tí serliga russiska tónanum og íblástrinum frá fólkaløgunum úti á bygd. Mussorgsky fór illa við sær sjálvum, var kvartals- drykkjumaður, og vinmað- ur hansara tónaskaldið Bo- rodin gremur seg um standin og sigur: »Tað er ræðuliga syrgiligt, at eitt so gávuríkt menniskja skal søkka soleiðis niður og broytast fullkomiliga. Men tá ið tørnið er av, verður lagið gott aftur, og hann er eins fittur og fullur av eld- hugi, sum hann var áður.« Mussorgsky skrivaði m. a. ta stóru russisku tjóðar- operuna »Boris Godunov« og eisini tað á okkara døg- um so vælumtókta verkið »Myndir« á eini framsýn- ing«, sum er eitt minning- arverk við løgum skriv- aðum til 10 av teimum 400 málningunum, sum vin- maður hansara, listarmál- arin Victor Hartmann læt eftir seg. Á hesi fløguni eru fýra verk eftir Mussorgsky, og eg haldi, at Rúni og hann rigga væl saman. Sangurin um loppuna verður sungin við lív og sál og – ikki at forakta – við humor, sum ofta er ein mangulvara í solosangarahøpi. Sum ein óslípaður diamantur BROTIÐ. Rúni syngur ikki bara orð. Tekstir. Hann gevur orðunum sál og dramatiserar innihaldið passaliga nógv, og eg vil halda uppá, at maðurin man hava sjónleikaragávur, sigur Oddvør Johansen í hesum ummæli av fløguni »Brotið«. Sostatt er hann sera væl egnaður til at syngja opera, ið sum kunnugt er sungin sjónleikur, sigur Oddvør Tutl nýggja skrá Føroysku tónaskaldini á hesi fløguni eru umboðað av Regini Dahl og Sunleifi Rasmussen, og eg haldi, tað er gott, at tað aftur er møguleiki hjá útlendingum at snodda eftir, hvat føroy- ingar megna at skapa. Teir smæðast als ikki burtur. Sunleif er framúr góður maður. Hann megnar at styrkja tey vøkru løgini hjá Regini Dahl við sínum frá- líku útsetingum, sum fella væl til upprunaløgini og gera tey til rein meistara- verk. Ongantíð áður havi eg hoyrt Janus Djurhuusar yrking »Útlegd« vakrari framborna. Rúni sang eis- ini hendan sangin á fløguni í fjør »Tú lýsti«, men hesaferð eru lag og tekstur pussað uppaftur betri av. Orðini verða perfekt fram- borin, og tey eru so sugge- stiv, at tú næstan sært móðrina veittra til tín handan »verøld og heim«; meðan frálíki pianisturin til endans letur tónarnar hanga í loftinum – sum eitt suð av einglaveingjum. Frá tí stilla suðinum fer Sunleif Rasmussen í yrk- ingini hjá beiggja sínum Oddfríði Marna Rasmus- sen yvir í vindin, sum harðliga rívur í áirnar. Tónleikurin er ógvusligur og døkkur, og ein freistast til at samanbera tónleikin til hesar tríggjar yrkingar- nar við »programmmus- ikk«, bara í nýggjum hami. Danska tónaskaldið Carl Nielsen sigur eitt tað skila- besta, eg havi hoyrt um fyribrigdið programmmus- ikk: »Selv om musikken ikke kan udtrykke noget bes- temt, så kan den under- strege og med lynsnar sikkerhed klarlægge de elementære følelser eller mest højspændte situatio- ner… Musikken kan i så- danne øjeblikke omringe og bestorme ordet eller situationen med en så eks- pansiv kraft, at man synes, den taler… Således kan musikken komme farende, opflamme og levendegøre ordet, så det dirrer; den kan ægge og hidse det (ordet), så det smerter, eller varme det og lyse for det, så det svulmer og brister i uendeligt velbehag.« Tónleikurin hjá Sunleifi er ikki lættur at syfta ella føra fram. Og áhoyrarin verður noyddur til – antin hann vil tað ella ikki – at venja seg við hetta dishar- moniska tónamálið umaft- ur og umaftur, og ikki alt er bara gott. Kortini er hetta tónaskaldið eitt av okkara bestu; tað stendur ikki í stað, men endur- nýggjar seg í heilum og rúsar víðari inn í framtíð- ina, so vit ikki kunnu annað enn gleða okkum. Rúni Brattaberg syngur tey trý krevjandi verkini uttan at himprast og endar fløguna, sum tað seg sømir einum ordiligum basssang- ara, niðri á tí nógv um- rødda djúpa C-num. Klaverleikarin Hans-Otto Ehrström spælir á hægsta støði; men hann er heldur ikki hvør sum helst, væl og virðiliga útbúgvin sum hann er í Lyon og Helsinki. Hann er høgt í metum í Finnlandi, har hann heilar tríggjar ferðir í 90’unum vann tjóðarkappingina í »Liederspæli« fyri konsertpianistar, og hann stuðlar Rúna allan vegin á bestan hátt við sínum – til tíðir klukkandi kelduvaði til tíðir øtiliga tempera- menti. Fløguhúsin hevur allar tekstir, bæði originalar og umsettar. Axel Tórgarð hevur skrivað um innihald- ið; og upptøkan er frálík. Heitið á hesi litríku og kraftmiklu fløgu haldi eg haraftur ímóti vera ógvu- liga klangleyst og turris- ligt. Tað sigst tó, at navnið spillir ongan. Samanum tikið. Ein fín fløga. Vit kunnu ikki annað enn taka undir við áðurnevnda Mats Liljeroos og siga, at vit eiga ein óslípaðan føroyskan dia- mant við stórum møgu- leikum. »Brotið«. Rúni Brattaberg og Hans-Otto Ehrström. Tutl Reynagøta 12 FO-Tórshavn Rúni Brattaberg Hans-Otto Ehrstrom ESPERANTO Jeffrei Henriksen Í samskifti, har ið luttakar- arnir hava ymisk móður- mál, men allir bert nýta eitt teirra, er valdið lagt í hendurnar á tí, sum hevur hetta málið til móðurmál; men trupulleikarnir, ið standast av málsligum smámunum og vantandi kunnleika í samskiftismál- inum eru latnir teimum, sum ikki hava hetta sam- skiftismálið til móðurmál. Harafturat verður við »heimsmálum« ikki bert framt málslig, men við lít eisini mentanarlig kúgan. Í esperantoheimi verður tað tikið sum sjálvsagt, at báð- ir partar nýta esperanto, hóast annar parturin hevur lært móðurmálið hjá hin- um. Á eini rannsóknarferð í Antarktis, har ymiskar tjóðir vóru umboðaðar, var m.a. ein breti við; og sam- skiftismálið var, sum vant, enskt. Hesin bretin var vegna móðurmál sítt so mikil harri í øllum orða- skifti, at onkur annar lov- aði við sær sjálvum, at hann fór aldrin aftur nakra fleirtjóða bólkferð, har ið nakar var við, ið hevði enskt til móðurmál. Her er týðing av broti úr grein eftir Zhang Qicheng: Lingvo kaj nacia sento í tíðarritinum Monda Kul- turo (1982, framvegis tíðarbær): Mál og tjóðskapar- kensla Mál er neyðugt amboð í politiskum, fíggjarligum og mentanarligum virk- semi; alt meir sum eitt- hvørt tjóðmál breiðir seg, alt meir økist sostatt veldið og ávirkanin hjá tjóðini. Nú royna Bretland og USA at víðka nýtsluna av ensk- um, og hetta fær ikki verið uttan samband við roynd- ina at víðka teirra megi og ávirkan. Sagt verður, at franskir myndugleikar stúra fyri, hvussu tað gongur aftur á hondina við tí franska málinum. Hetta er, tá ið samanum kemur, ikki bert eitt málsligt vandamál, men rakar eisini franskt vald og franska ávirkan á heimsins leikpalli. Í øllum heiminum finn- ast so mikið mong tungu- mál, at altjóða felagsskapir sjálvandi ikki kunnu nýta tey øll sum almenn felags- mál. Sum nú er statt við vantandi millumtjóða fel- agsmáli, er ein loysn at lýsa nøkur umhildin og týðandi mál at vera felags- mál. Men soleiðis slepst ikki undan órættvísi og tørvandi fatan, ella tí ið verri er, undan málsligum og tjóðskaparligum mis- muni. Eingin ivi kann vera um, at heimssamfelagnum er bráðneyðugt at fáa eitt ella annað felags millumtjóða- mál. Kjarnin í vandamálin- um er, hvat mál ið tikið skal verða til felagsmál. Summi skjóta upp á, at vit sjálvandi mugu velja tað enska málið til felagsmál, so víða tað verður nýtt. Tey vilja vera við, at vanda- málið brátt verður loyst, um allur heimurin lærir seg enskt umframt egið tjóðmál. Onnur halda, at tá ið samanum kemur, er enskt longu vorðið mill- umtjóðamál. Men trupul- leikin er ikki so einfaldur, sum hildið verður. Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heims- veldi, og eisini er tað mál- ið í USA, einum av heims- ins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirð- ing móti øðrum tjóðmál- um. Júst hesum er tað, ið roynt verður at sleppa und- an. Heldur ikki samsvarar tað við veruleikan, tá ið vissað verður um, at enska málið longu er vorðið mill- umtjóða felagsmál. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Sum ein enskur esperantistur segði: hann dugdi franskt, og franski vinur hansara dugdi enskt; men tá ið teir hittust, tosaðu teir hvørki enskt ella franskt, men esperanto, tí at við at tala esperanto kendu teir seg báðir tveir sum javnlíkar. Esperantistar skjóta upp á esperanto sum millum- tjóða felagsmál og leggja dent á ta uttanveltastøðu, tað hevur; t.e. esperanto virðir tjóðmál og hevur onga ætlan um at koma í staðin fyri tey. Tí stendst eingin fløkja ella tvørleiki av málsligum mismuni, eingin tjóðskaparkensla verður eyðmýkt. Málsligt vald Avjgørdur tørvur er á einum millumtjóðamáli, sigur Jeffrei Henriksen, sum fyri jól varð heiðr- aður við sømdargávu Kristiani av Brekkumørks Mynd: Jens Kr. Vang