leygardagur 10. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 29 - 10. februar 2001
15
14
Sosialurin Nr. 29 - 10. februar 2001
Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
ROKKUR
Birgir Kruse
Tríati ár eru í dag liðin síð-
ani Frank Zappa og rokk-
bólkur hansara Mothers of
Invention vórðu settir á dyr
í Royal Albert Hall í Lon-
don. Ætlanin var at hava
stóra konsert á hesum gitna
staði saman við The Lon-
don Philharmonic Orches-
tra. Á skránni vóru brot úr
verkinum »200 Motels«,
har Frank Zappa hugleiðir
um upplivingar hjá einum
ferðandi orkestri »on the
road«, sum tey siga. Onkrir
av tekstunum í hesum verki
vórðu mettir ónærisligir og
fingu frámerkið »obscene«,
tá ein almenn bretsk
dómsnevnd henda dag varð
sett at lurta eftir plátuni
»200 Motels«. Plátan var
ljóðsporið úr samnevnda
filminum, har umframt
Zappa, eisini Ringo Starr
og Keith Moon medvirk-
aðu. Hin balstýrni Keith
Moon hevði leiklutin sum
nunna. Londonfilharmon-
ikararnir høvdu medvirkað
í ljóðupptøkunum til henda
filmin, sum eisini var
sýndur í Sjónleikarhúsinum
í Havn. Filharmonikararnir
høvdu einki ilt at siga um
hesa uppliving, sum tó
bleiv tikin av skránni og
bannað at framføra í Royal
Albert Hall, í dag fyri nett
tríati árum síðani. Eitt av
mongu hæddarpunktum
Frank Zappas, sum vit
kunnu lesa um í áhuga-
verdari grein hjá Høgna
Djurhuus inni í blaðnum.
Bárður Olsen
semic@post.olivant.fo
Tað sigst, at alt gongur
seinni, tá tað er kalt, tó
ikki tankar og tíð. Tað er
kalt. Á trøðunum hongur
kavi. Náttúran er farin í
sín ævintýrkenda og
meditativa búna. Tað er
vindstilli tað tykist, sum
tíðin stendur í stað. Bilar
standa og spola í brekk-
unum, men eg gangi
kvikliga framvið. Møti
einum heimleysum
manni. Løgið hugsi eg,
hetta er ikki Keypmanna-
havn ella ein annar stór-
býur, men bara Tórshavn.
Hann situr einsamallur, á
einum bonki. Tað er synd
í honum, men vit eru jú
øll einsamøll.
Við verða fødd einsa-
møll og vit doyggja
einsamøll. Hetta hava vit
øll til felags. Einsamøll
eru vit, tá vit eru tað,
men eksistentielt einsemi
er næstan alla tíðina.
Hetta einsemi ger, at vit
spyrja hvørji vit eru og
hvat vit eru, hvar vit
koma frá og hvar vit fara.
Fyri at fylla hetta ein-
semi, hava vit átrúnað,
politiskar og aðrar ideo-
logiir, men tað einasta, ið
kann fylla hetta tómrúm
er kærleiki. Fyri at hugsa
um tílíkt, er tað als ikki
neyðugt, at verða filoso-
fiskur, rithøvundur ella
serskøltur, men tað er ein
fyrimunur at vera tað.
Innaftur komin, kóki eg
mær ein góðan kopp av
kaffi. Tracy Chapman
singur: Talkin bout a
revolution. Hitin rennur
út í hvørja træðr. Lagið er
gott, men so hugsi eg
aftur um tann heimleysa
mannin. Hvar man hann
verða nú? Hann situr
onkrastaðni og bíðar, til
herbergið hjá Frelsunar-
herinum letur upp. Ójavnt
er býtt.
Eitt samfelag fyri øll,
utopi ella dreymur?
Hugsi, eg eitt sindur
beiskur í huga. Veruleiki
er tað, í hvussu er ikki.
Var til eina samtalu fyri
stuttum. Konan segði: Tú
stamar. Síðani segði hon:
Tú stamar illa. Eina lítla
løtu hevði eg hug, at taka
synd í mær sjálvum,
kanska av gomlun vana.
Eg gjørdist eitt sindur
klókkur, hvat so um eg
stami? Hevði eg hug at
spyrja. Kanska skuldi eg
sagt henni, at nakrir av
tídningarmiklastu monn-
unum í heimssøguni eis-
ini stamaðu? Isaac New-
ton, Charles Darwin og
Winston Churchill, bara
fyri at nevna nakrar.
Eg droymi meg aftur í
tíðina. Minnist tá eg sum
barn spældi úti í kavan-
um. Hvar er tíðin farin?
Tað var gott, at verða
barn. Hvat høvdu fólk
sagt, um eg nú legði meg
niður í kavan at gera
einglar? Melankoli og
gleði blandast saman. Um
eg var ein fuglur, so
hevði eg flogið avstað og
komi aftur, tá tað fór at
vára. Men eg eri ikki ein
fuglur og tann eingilin,
sum eg í tonkunum geri
mær, dugir ikki at flúgva.
Tað er nátt, fullmáni og
stjørnuklárt. Eftir himm-
alinum flutti okkurt seg.
Fyrst helt eg, at tað var
ein stjørna, men tær flyta
seg ikki á henda hátt.
Síðani mintist eg til al-
tjóða rúmdarstøðina.
Kanska sita fólk, har uppi
og droyma seg niður á
jørðina? Siti sum so ofta
fyrr og skrivi. Havi góðan
hug at steðga, men
skundi mær at skriva tað
síðsta. Tí í morgin er aft-
ur ein dagur.
Zappa bannaður
Tankar
í kava
MEIRA ROKKUR
Birgir Kruse
Í gjár vóru tjúgu ár síðani
rokk-klokkan yvir øllum
støðgaði, tagdi og fór úr
tíðini. Hin 9. februar 1981
slóknaði Bill Haley, sum í
fimtiárunum skapti hug-
takið rock and roll á plátu
við sanginum »Rock
around the Clock«. Tað var
hin 12. apríl 1954, at
William John Clifton Ha-
ley, sum fulla navn hansara
var, spældi inn henda sang
sum b-síðu á plátuni
»Thirteen Women«. Upp-
tøkan fór fram í New York
og vakti lítlan áhuga. Ha-
ley hevði frammanundan
roynt seg sum kovboy, men
alt til fánýtis. Árið eftir, í
1955 er sangurin um
klokkuna við í filminum
»The Blackboard Jungle«.
Glenn Ford hevur høvuðs-
leiklutin og sangurin verð-
ur bráddliga spældur
víðahvar. Á henda hátt
gjørdist Bill Haley fyrsti
hvíti sangari, ið kom á al-
mennu topplistarnar við
einum rokksangi. Sam-
stundis setti hann ferð á
eitt nýtt fyribrigdi, har
elektronikkur gekk hond í
hond við uppreistrarsinn-
aðan ungdóm, sum legði
líka í skilnaðin millum
svørt og hvít. Og so kom
Elvis. So tá John Lennon
sigur, at »before Elvis
there was nothing« er tað
ein sannleiki við modifika-
tiónum. Ikki kann sigast, at
Bill Haley, sum hóast alt
gjørdist ein av lyklapersón-
unum í rokksøguni, kom
til skorin klæði. Sjálvt út-
sjóndina hevði hann í móti
sær í føgru nýggju ung-
dómsfikseraðu undirhalds-
verðini. Farin um tey
tredivu, heldur hilligur og
so hárið og lokkurin, sum
sloktur lá niður á ennið.
Hetta kendist ikki eggj-
andi hjá ungdómi, sum var
farin at klæða seg í leður.
Og ikki minst keypa plátur.
Ei undur í, at hin yngri og
meiri tíðarrætti Elvis,
skjótt trokaði hann av rók-
ini. Haley og spælimenn
hansara The Comets vóru
tó nógv frammi millum
1955 og 57. Ikki færri enn
21 av plátum teirra komu á
tiltikna Billboard listan,
teirra millum »Burn that
candle«, »See you later
alligator«, »The Saint’s
rock and roll«, »Rockin’
thru the rye«, »Rip it up«
og »Rudy’s rock«. Mett
verður, at Bill Haley seldi
fleiri enn 60 milliónir plát-
ur meðan hann livdi. 56
ára gamal sovnaði Bill Ha-
ley stillisliga inn í deyðan,
heima í Harlington, Texas.
Rokkstjørnum líkt, hevði
hann drukkið illani, nú
klokkuverkið støðgaði og
ikki orkaði meir. Haley, ið
legði støði undir mest koll-
veltandi frambrotið í vest-
urheiminum í farnu øld,
var farin úr tíðini.
Klokkan støðgaði
Chunga’s Revenge, plátan við tónleiki frá filminum »200
Motels«, sum sýndur varð í Sjónleikarhúsinum í Havn
Bill Haley 6.7.1925-9.2.1981
JAZZUR
Birgir Kruse
Fyri jól kom enn ein søga
um jazzin á marknaðin.
Bæði bók, fløgur og video-
filmar. Tað eru plátufel-
agið Columbia, sum
saman við kenda
jazzmerkinum Verve, hava
heitt á Ken Burns at seta
eina jazzsøgu saman.
Heitið er »Ken Burns Jazz:
The Story of America’s
Music«. Útgávurøðin
fevnir um 22 fløgur, sum
hvør í sínum lagi lýsa
størstu søguligu
jazznøvnini. Hesar fløgur
fáast allar stakar. Hevur
ein hug at fáa jazzsøguna
samansjóðaða, so hon eis-
ini passar snøgt í hillina,
so fæst ein úrdráttur, ið
fevnur um fimm fløgur í
eini snøggari boks. Vil ein
hava jazzsøguna á bert
einari fløgu, ja so ber eis-
ini tað til. So nú fæst jazz-
søgan í tí vavi, júst sum
tygum ynskja.
Millum nøvnini á »The
Story of America’s Music«
eru Louis Armstrong,
Dave Brubeck, Miles Da-
vis, Sidney Bechet, Or-
nette Coleman, Duke Ell-
ington, Benny Goodman,
Fletcher Henderson, The-
lonious Monk, Herbie
Hancock, Charles Mingus,
Count Basie, Art Blakely,
Jon Coltrane, Ella Fitz-
gerald, Dizzy Gillespie,
Coleman Hawkins, Billie
Holliday, Charlie Parker,
Sonny Rollins, Sarah
Vaughan og Lester Young.
Bókin, sum fylgir fløg-
unum og ber sama heiti,
verður givin út á bókafor-
lagnum Knopf. Sjónvarps-
filmarnir, sum eru 18 í
tali, verða undir heitinum
»JAZZ« vístir í amerik-
anskum sjónvarpi beint nú.
Amerikumaðurin Ken
Burns (f.1953) hevur gjørt
dokumentarfilm í tjúgu ár.
Í 1981 gjørdi hann
»Brooklyn Bridge« sum
hetta árið kappaðist um
Oscar-virðislønina, men
fekk hana ikki. Síðani
hevur hann gjørt søguligu
filmarnar »Civil War«
(1990) og »Baseball«
(1994). Søgufrøðingurin
Stephen Ambrose hevur
sagt um filmarnar hjá Ken
Burns, at »fleiri amerikan-
arar fáa søguundirvísing
frá Ken Burns enn nakra
aðrastaðni frá«. Tað kann
so siga okkum nakað um
bæði ivasama søguundir-
vísing og tølandi fjøl-
miðlatilboð í Amerika.
Heimasíða:
www.legacyrecordings.co
m/kenburnsjazz/flash.html
Jazzsøgan – sum tygum ynskja
OPERA
Birgir Kruse
»Hetta er maður úr øðrvísi
heimi« tekur Gunnar Hoy-
dal til, tá hann lýsir rødd-
ina hjá Rúna Brattaberg.
»Henda røddin, full av
náttúru, sum eingin skúl-
ing í heimsins meginlond-
um fær kámað burtur« sig-
ur hann í teksti á fløguni
»Brotið«, sum Tutl gav út í
heyst.
Í ummæli sigur Oddvør
Johansen um somu fløgu,
at Rúni er »sum ein óslíp-
aður diamantur, ráur og
fullur av møguleikum«.
Orðini, sum Oddvør nýtir,
sipa samstundis til um-
mælið hjá Mats Liljeroos í
finlandssvenska »Huvud-
stadsbladet«. So tað eru
ikki bara vit í Føroyum,
sum hava fingið eygu og
oyru upp fyri »syngjandi
bóndasoninum úr Famará«,
sum Oddvør tekur til.
Nú grør um gangadi fót
og Rúni er ávegis til Týsk-
lands. Eftir at hava verið
til sonevndar »auditions«
ymsa staðni í Evropa hetta
seinasta árið, varnaðist
Rúni tríggjar lýsingar, har
operahús í Týsklandi sóktu
eftir bass-solisti. Hann
sókti og fekk øll trý størv-
ini. Besta boðið helt hann
verða frá Staatsteater
Mainz við Frankfurt. Har
verður so starvsstaður
Rúna frá august og tvey ár
fram.
Í meylsamrøðu við Sosi-
alin sigur Rúni, at klassiski
heimurin er einki annar-
leiðis enn popp- og rokk-
heimurin, tá umræður at
koma fram og fáa frægastu
tilboðini. »Hetta er nóg
gott strev« sigur hann,
»Akkurát sum í trashverð-
ini; alt ov nógvir sangarar
til tey fáu og oftani illa
løntu størvini, sum leys
eru. Men ein má og skal
hava vónina um »the big
time«. Og tá er tað týdn-
ingarmesta, at tey røttu
fólkini, sum hava ávirkan,
hoyra teg!«
Rúni hevur fyrst verið til
sonevndar »auditions« hjá
eini fimtan sjónleikara-
agentum, so møguleiki
kundi verða at koma inn á
okkurt operahús at syngja.
Hetta hevur nú eydnast og
ein agentur í Frankfurt tek-
ur sær av arbeiðnum fyri
Rúna. Hann tekur móti til-
boðum frá operahúsum og
metir um tey og hvør av
mongu sangarunum, hann
umboðar, skal hava tey.
Rúni hevur leingi dvølst
í Finnlandi. Spurdur um,
hví Finnland bleiv so á-
hugavert at royna seg í,
sigur hann, at tað er ógvu-
liga einfalt. »Eg arbeiddi
frá 1995-97 í Danmarks
Radios Konsertkor í Keyp-
mannahavn. Ein dagin var
eg saman við pianistium
Per Salo. Hann er finni og
lat meg hoyra eina fløgu
við gubba sínum, Jorma
Hynninen. Hesin Hynni-
nen var í 80’unum og
90’unum millum heimsins
bestu barytonsangarar. Tá
gjørdi eg upp við meg
sjálvan, at honum vildi eg
syngja hjá. Skrivaði hon-
um bræv og spurdi um
møguleiki var at fáa nakrar
sangtímar. Jú, tað var
gamaní. Eg var so í Savon-
linna í juni 1996 og ar-
beiddi við Jorma Hynni-
nen í tíggju dagar hetta
summarið. Vit avráddu, at
eg skuldi søkja um upp-
tøku á Sibeliusakademin-
um í Helsingfors várið
eftir. Eg slapp inn og var
har til 1999, tá eg fór til
Internationales Opern-
studio í Zurich í Sveits.«
»Men Finnland er land-
ið, sum hevur størstan
týdning fyri meg«, sigur
Rúni Brattaberg. »Fyrsti
klassiski bass-sangari eg
hoyrdi var finski Martti
Talvela. Hesin fantastiski
sangari doyði tíanverri í
1989, so tað var á fløgu,
hann vissaði meg um, at
Finnland var landið eg
skuldi fara til.«
Næsti lærari hjá Rúna
var enn ein finni, Kim
Borg. »Vit høvdu eitt sera
ríkt samarbeiði frá 1996 til
í fjør tá hann doyði«, sigur
Rúni. Fløguútgávan við
heitinum“Brotið”er ognað
minninum um Kim Borg.
Triði lærarin hjá Rúna er
eisini finni, Tom Krause á
navni. Teir hava longu
samstarvað í nøkur ár og
um hetta samstarv sigur
Rúni, at tað er sera spenn-
andi. Men hjá føroyska
ferðamanninum, er Finn-
land ikki minni spennandi,
sigur Rúni. »Her eru øgi-
ligar víddir, rólig fólk,
sauna og nógv kosken-
korva«, leggur Rúni
skemtandi afturat.
– Tann veruleiki, at tú
byrjaði so seint at syngja,
hevur tað á nakran hátt
komið tær til góða, ella
øvugt?
»Fyri meg hevur tað
bara verið gott, at vera
seinur á veg«, sigur Rúni.
»Teir leiklutir, sum eg
syngi, eru ofta prestar,
kongar, devlar og annað
ónt, sum krevur at ein
helst ikki er verri fyri, at
vera í eldra lagi.«
– Hvat var tað, sum fekk
teg at sleppa myndatólin-
um og syngja í staðin?
»Tað var ikki fyrr enn eg
var undir útbúgving á foto-
grafskúla í Keypmanna-
havn, at eg komdi mær at
fara í eitt áhugakór. Men
har skuldi eg til upptøku-
roynd og so skal ein
syngja solo og tað hevði
eg ikki roynt. So eg mátti
fáa ein sanglærara og so
gekk tað eisini skjótt.«
– Tú ert við á skránni, tá
vit fyrstu ferð uppliva eina
Listafólkastevnu í august
ár. Hvat bjóðar tú føroysku
áhoyrarunum?
»Eg fari saman við
Ólavi Kjartan, baryton-
sangara, at framføra
»Gluntarna« hjá Gustavi
Wennerberg hin 8. august í
Norðurlandahúsinum.
Ólavur Kjartan sang leik-
lutin sum Makedonarin í
juni í fjør, tá »Jesus og
Makedonarin« hjá Paula í
Sandagerði og Sigmundi
Poulsen varð framførdur.
Eg gleði meg nógv til
hetta kvøldið. »Gluntarna«
eru vælumtóktir millum
føroyingar, so vit fáa helst
eitt fínt kvøld!«
– Í heyst gav Tutl út
fløguna »Brotið«, har tú
syngur. Hvussu hevur fløg-
an verið móttikin?
»Fløgan hevur fingið
góða móttøku í Føroyum
og eisini í øðrum londum.
Eg havi brúk fyri einum
visittkorti og eg haldi, at
hon gongur ann. Tað er ein
stór verkætlan, at spæla
tílíkt inn á band, ella festa
tað á digitalan teknikk. So
eg haldi meg hava lært
nógv av hesum eisini.«
– Er nakað nýtt ávegis?
»Ja, eg arbeiði saman
við Jóhannes Andreassen,
pianisti við eini nýggjari
og ógvuliga spennandi
verkætlan. Vit ætla at
spæla eina fløgu inn á
heysti 2002 við løgum hjá
Regini Dahl við arrange-
mentum hjá Sunleifi Ras-
mussen. Løgini hjá Regini
– ikki minst við røttu ar-
rangementunum – eru
veruliga á einum slíkum
støði, at tey kunnu fram-
førast við síðuna av Sibe-
lius og Schubert í konsert-
salum úti í heimi!«
Rúni, sum vit hittu um
meylin í Sveits, hevur
samband við føroyingar,
sum eisni búgva har í
landinum. Annars er tað
bara telefonin og meylurin,
ið er sambandið, sigur
Rúni.
»Men ongastaðni trívist
eg betur enn í Føroyum
um summarið«, sigur
hann. »At ganga í fjøll-
unum, at síggja og kenna
náttúruna og fara á flot.
Tað dámar mær væl. Men
at verða fastbúgvandi í
Føroyum«, sigur Rúni,
»tað vænti eg ikki fer at
bera til. Ikki tey komandi
árini, um alt gongur so
nøkurlunda.«
ÚR FÁMARÁ TIL MAINZ. Í eitt tveyára skeið verður Rúni Brattaberg bass-solistur í Týsklandi,
har trý operahús sóknast eftir solisti. Tá Rúni lá framvið, vildu tey øll hava »óslípaða
diamantin« úr Føroyum. Í august kemur hann til Føroya og næsta ár fara hann og Jóhannes
Andreassen at arbeiða við løgum hjá Regini Dahl í útsetingum hjá Sunleifi Rasmussen
Úr øðrvísi heimi
Rúni Brattaberg í Norðurlandahúsinum í fjør, tá »Jesus og Makedonarin« varð framførdur. Í
august kemur hann aftur.
Mynd: Jens Kr. Vang
Rúni Brattaberg hevur fingið tvey ára sáttmála sum bassolistur á operahúsinum í Mainz í Týsklandi
Mynd: Jens Kr. Vang