leygardagur 10. februar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 29 - 10. februar 2001
Nr. 29 • leygardagur • 10. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Rúni Brattaberg:
Tvey ára sáttmála
í Týsklandi
síða 16-17
www.stamps.fo
1. apríl verður Postverk Føroya 25 ár
FRÍMERKI
Birgir Kruse
Mánadagin byrjar nýggja út-
gávuskráin hjá Frímerkjadeildini.
Serstakt við skránni hesuferð er,
at Postverk Føroya hin 1. apríl
verður 25 ár. Eisini hetta verður
evni á frímerki henda hátíðardag.
Fyrstu frímerkini í ár ímynda
Kirkjubøarstólarnar, sum nú
koma heim aftur og Reyða
Kross, sum hevur virkað her í
landinum í 75 ár.
Tá farið varð undir at umvæla
Ólavskirkjuna í Kirkjubø í 1874
vórðu Kirkjubøarstólarnir árið
eftir fluttir á danska Ríkisgripa-
savnið, har teir enn eru í
varðveitslu.
Tað hevur leingi verið eitt før-
oyskt ynski at fáa stólarnar heim
aftur. Í 1977 játtaði danska
stjórnin, at stólarnir kundu flyt-
ast aftur til Føroya, um so varð,
at myndugleikarnir kundu ávísa
hóskandi høli. Nú ljóðar fyri
vist, at Kirkjubøarstólarnir verða
aftur í Føroyum næsta ár.
Mánadagin staðfestir Postverk
Føroya hendingina við fýra frí-
merkjum við myndum av stóla-
gavlunum frá Ólavskirkjuni í
Kirkjubø. Tó so, Postverkið hev-
ur roynt hetta áður. Hetta er
triðja røðin av sínum slag og tað
er enn sum áður hin gitni frí-
merkjaristarin Czeslav Slania,
sum hevur graverað merkini.
Dagin fyri 75 ára dag Reyða
Kross, kann Postverk Føroya
halda 25 ára føðingardag. Dag-
urin er hin 1. apríl og júst stovn-
ingardagurin hjá Postverki Før-
oya, man fara í søguna sum ein
hin stuttligasta aprílsøgan.
Henda søguliga føroyska post-
dag, hin 1. apríl 2001, verða til-
samans 9 frímerki givin út á
tveimum smáørkum. Annað, eitt
søguligt ark við trimum frímerkj-
um, har evni er júst føroyska
postsøgan. Hin útgávan verður
eitt størri ark við seks frímerkj-
um, har myndaevni eru tikin úr
norrønu sagnunum og gudalær-
uni. Tað er Anker Eli Petersen,
sum arbeiðir við hesum mynda-
evnum. Anker Eli ger eisini jóla-
frímerkini í ár. Har er evni Kristi
føðing, við støði í Lukasar og
Matheusar evangelii.
Í summar stendur list á skránni
hjá Postverkinum. Við støði í
málningalistini hjá Zachariasi
Heinesen verður ein útgáva í
juni, stutt eftir, at listamaðurin er
farin um tey 65. Í alnótini upp-
lýsir ein donsk heimasíða fyri
myntsavnarar, www.numis.dk, at
Zacharias Heinesen og teknarin
hjá danska tjóðbankanum Helene
Keller-Jacobsen samstarva um at
gera nýggjar føroyskar penga-
seðlar.
Annar føroyskur listamaður,
sum er við í útgávuskránni hjá
Postverkinum, er Edward Fuglø.
Hann myndprýðir fýra frímerki
og postkort, har evni er stórhval-
ur – avgustur, seiðhvalur, royður
og nebbafiskur.
Frímerkjadeildin hjá Postverki
Føroya hevur sum fáur megna at
nýtt møguleikan við evarska lítla
frímerkinum sum føroyskur sýn-
isgluggi móti alheiminum. Eisini
við nýggju tøknini. Á heimasíð-
uni www.stamps.fo kunnu vit á
føroyskum eins og á heimsins
stóru málum, lesa um Føroyar,
føroysku postsøguna, greinar um
at arbeiða við frímerkjum, um
útgávuætlanir og annað mangt.
Hóast 25 ára dagur Postverks-
ins er hin 1. apríl í ár, kunnu vit
á hesi heimasíðuni lesa, at longu
í 1974/75 fór danska postverkið
undir at framleiða føroysk frí-
merki. Postverkið í Føroyum
nýtti hesi frímerki til frímerking-
ar av postsendingum og at selja
til frímerkjasavnarar. Tey fyrstu
føroysku frímerkini komu á
marknaðin 30. januar 1975. Frá
fyrsta degi sýndu frímerkjasavn-
arar í ymiskum londum stóran
áhuga fyri føroysku frímerkjun-
um. Fleiri ferðir hava frímerki
verið næststørsta føroyska út-
flutningsvøra.
Á heimasíðuni hjá Frímerkja-
deildini verða eisini fleiri áhuga-
verd tíðarskeið í postsøguni lýst.
Ein gloypibiti, mest fyri savnar-
ar. Savnarar kring allan knøttin.
Og fyri tey, sum heldur vilja
blaða í veruligum pappíri millum
veruligar permur, verður hin 1.
apríl ikki minni merkisverdur. Tá
kemur út Føroya postsøga, sum
Vilhelm Johannesen skrivar.
– Tað byrjaði fyri eini fimm
árum síðani, tá eg hitti 95 ára
gomlu Almu Rustin, sigur Vil-
helm. Nú er hon farin um tey
hundrað. Hetta førdi so til prát
við onnur eldri fólk um postsøg-
una, eins og gransking av skjøl-
um, ið høvdu við postin at gera.
Nú er tað komið hartil, sigur
Vilhelm, at ein bók skal koma út.
Tað verður á 25 ára degum hin 1.
apríl. Heitið er »Posturin í Før-
oyum 1870-2000« og í vavi verð-
ur bókin einar 400 síður við
myndum.
Vilhelm Johannesen skrivar postsøg-
una »Posturin í Føroyum 1870-
2000«
VEKT Í VIRÐI. Ikki er alt gull, ið glitrar og ikki eru tað bara havsins kilo, ið geva landinum
virði. Fleiri ár hava frímerki verið millum størstu føroysku útflutningsvørur. Ikki í vekt,
men í virði. Nú byrjar nýtt útgávuár, sum eisini fevnir um ein hátíðardag,
tá postsøgan kemur út í bók
Suðuroyggin er partur av Føroyum
… enn
FLOGFERÐSLA
Jan Müller
Tilstundandi oljuleiting-
in við Føroyar er høv-
uðsorsøkin til, at før-
oyska flogfelagið At-
lantsflog longu nú setir
kósina móti Skotlandi –
við ikki minni enn
tveimum flogferðum um
vikuna, mánakvøld og
hóskvøld. Upprunaliga
ætlanin var at byrja 26.
mars við einum túri um
vikuna. Nú verður so
farið í gongd 19. febru-
ar. Magni Arge, stjóri
sigur, at hetta fer at geva
eitt nú fólki í oljuvinn-
uni ein góðan møguleika
at koma skjótt og bíliga
til Føroya at halda fund-
ir. Og hjá føroyingum at
fara hinvegin. Tað gevur
eisini góðar møguleikar
at fara víðari til Stavang-
er og London sama
kvøld. Og tað vendir so
eisini øvugt, har tú kanst
koma úr Stavanger og
London og sleppa víðari
til Føroya um sama
mundið.
Magni Arge sigur, at
teir gera sær stóran
ómak at lurta eftir øll-
um teimum signalum,
sum koma, og hesi eru
m.a., at fundir verða
hildnir í Keypmanna-
havn og London heldur
enn í Føroyum, tí ferð-
ingin er so trupul. Tað er
hetta, sum Atlantsflog
nú vil bøta um bæði fyri
at veita eina eftirspurda
tænastu og har-við fáa
inntøkumøguleikar men
esini
fyri
at
skapa
grundarlag undir virk-
semi her á klettunum.
Tað er so eisini í sam-
svar við andan í olju-
lóggávuni, at virksemi,
sum er tengt at eini
komandi
oljuleiting,
skal so vítt møguligt
fara fram í Føroyum.
Dømi um slíka positiva
gongd er m.a. tann sann-
roynd, at meðan ráð-
stevnur um oljuvinnu
um okkara leiðir fyrr
hava verið hildnar í Ab-
erdeen, eru tær nú í Før-
oyum. Fyrsta slíka ráð-
stevna var í Norður-
landahúsinum í fjør og
verður helst endurtikin í
vetur.
Magni Arge sigur ann-
ars, at hyggja vit at hesi
gongdini út frá einum
menningarsjónarmiði,
so hevur man brúk fyri
at hava javnt og støðugt
samband við økini rund-
an um okkum. Her er jú
talan um eitt nýtt hand-
ilsøki. Eitt týttari sam-
band skundar undir ein
positivan útvikling og
kann føroyska flogfelag-
ið vera við til at byggja
brýr
millum
londini
bæði eins og gjørt hevur
verið við Danmark og
nú eisini Noreg.
Atlantsflog
vil nøkta
oljutørv
Magni Arge, stjóri: – Vit vilja vera við at menna
samvinnuna við grannalondini
VIÐMERKINGAR
Hatta var dropin!
Hanna Pálsdóttir
Vang
»Útjaðarin skal mennast«.
Tað hava okur hoyrt ofta,
men tað eru bara tóm orð,
ið politikararnir siga fyri at
tekkjast íbúgvarunum í út-
jaðaranum, tí okur síggja
tað ikki í verki! Men latum
okum bara øll flyta til
miðstaðarøkið og oyða
restina
av
landinum!
Munnu tey kunna hýsa
okum har norðuri?
Enn
einaferð
verða
Suðuroyingar skjúgvaðir til
viks. Oljuútgerðarhavnin,
sum øll vóru sannførd um
fór at liggja á Drelnesi,
varð eisini tikin frá okum.
Eftir at hava hoyrt tey
skelkandi tíðindi í útvarp-
inum, um at oljuútgerðar-
havnin skuldi liggja í
Runavík ella Havn, hoyrdu
okur Høgna Hoydal siga, at
hetta var ímóti løgtings-
samtyktini, og so væntaði
mann, at politikararnir fóru
at leggja uppí, men so varð
ikki. Teir høvdu fund og
avgjørdu,
at
»okkurt«
oljuvirksemi skuldi vera í
Suðuroynni. Heilt erligt,
hava teir null virðing fyri
suðuroyingum? Halda teir,
at suðuroyingar so bara
siga »ná ókey, so er í lagi«?
Tað halda teir óivað, tí
suðuroyingar hava funnið
seg í so nógvum framman-
undan, at nú ger ikki mun
longur.
Nýggjan miðnámsskúla
hava teir lovað okum. Tað
verður spennandi at síggja,
um tað verður veruleiki; og
hvussu
við
tunnlinum
ímillum Øravík og Hov,
man hann fara at koma?
Ella eru tað eisini bara tóm
orð?
Bjørn Patursson
Koltri, Samiska
Tjóðardagin 2001
Tað er eingin grund at
yvirtaka málsøkir um ikki
ætlanin er, at vit gerðast
sjálvstøðug! Tað haldi eg at
Pól Nyrup eisini veit.
Um endamálið ikki er
sjálvstýrið so meini eg
avgjørt at tann sum valdar
eisini skal gjalda.
Tað hongur ikki saman
hjá Póli
Nyrup segði í dag, at
danska stjórnin er sinnað
til, at samráðast við okkum
føroyingar um yvirtøkur av
málsøkjum eftir eini nærri
lýstari ætlan, eftir heima-
stýrislógini. Síðani skund-
aði hann sær at hótta við, at
blokkurin skal niðurtrapp-
ast yvir eitt 4 ára skeið.
Men hvat er blokkurin
gjald fyri? So vítt eg veit, er
blokkurin júst gjald fyri tey
málsøkir vit tosa um í
avtaluni.
Ja
Við hesi ætlan hevur Før-
oya Landsstýrið so vítt tað
ber til gingið øllum ámøtið.
Stórsti parturin av anstøð-
uni hevur sagt seg kunna
ganga hesa leið og kann
danska stjórnin ikki taka
undir við ætlanini er ein
nýggj støða komin í sum
kemur at verða lítið sømilig
fyri Danmark sum imper-
ium.
Soleiðis skiljið eg støðuna
Koltur fer aftur hesaferð
100% at stuðla ætlan lands-
stýrisins sum gjørt var í 46.
Við okkara ja-atkvøðum til
uppskot landsstýrisins 26.
mai, geva vit landsstýrinum
okkara fulla stuðul til at
fara til donsku stjórnina við
eini løgtingslóg, sum hevur
stuðul frá fólkinum, har
biðið verður um:
-at danska stjórnin noterar
sær okkara ætlan um:
-AT VIT NÚ HAVA AV-
GJØRT, AT GERA FØR-
OYAR FÍGGJARLIGA Ó-
HEFTAR AV DANMARK,
YVIR EITT RÍMILIGT
TÍÐARSKEIÐ!
Tá vit so hava prógva, at vit
klára okkum sjálvi fíggjar-
liga, bæði yvir fyri teimum
føroyingum
sum
ikki
trúgva tí og fyri dønum,
skulu vit endaliga taka
støðu til hvussu vit føroy-
ingar statsrættarliga vilja
innrætta okkum í framtíð-
ini. Tað skal fólkið eisini
taka støðu til tá. Í okkara
verð er eingin ivi heldur um
tað.
Onki at verða ræddur fyri
Hetta er og verður seinasti
og einasti møguleiki vit
fáa. Verið ikki ræddir! vit
eru ikki einsamøll í verðini.
- Og spurningurin sum
eingin tordi at koma nærri
inn uppá í útvarpinum: hvat
er tað sum ger at danir
halda so fast um okkum tá
heimastýrislógin bert snýr
seg um 1,3 mia. útreiðsla?
Tað hongur ikki saman hjá Póli
Finnleif Guttesen
borgarstjóri
Hvussu leingi hetta er
veruleiki vil tíðin vísa,
Lítla Dímon er eisini partur
av Føroyum, men har er
bert livandi hjá seyði.
Nú ætli eg mær ikki at
tjakast við Dánjal Bjark-
hamar, býráðslim í Vági í
bløðunum og eg taki fult
undir við tí hann sigur
seinast í grein síni 31.
januar í Dimmu um, at vit
sum búleikast í Suðuroy
skulu samstarva - oynni og
tí fólki her býr at gagni.
Men eg taki ikki undir
við, at verandi samgonga
og aðrar við, hava givið
okkum sum búleikast í
Suðuroy nakrar sømdir sum
eru at rópa hurra fyri. Tað
sum er komi her suður
hevur bert gjørt tað, at vit
tilkomnu yvirliva meðan
børn okkara rýma, tí her er
einki at koma aftur til. At
børnini koma aftur í ferium
er ikki tað sama sum at
búleikast her.
Fitt og góðtrúgvin
Vit sum búleikast her suðri
skulu ikki bara lata standa
til, vera so óluksáliga fitt
og góðtaka alt, vit skulu
krevja okkara rætt sum ein
partur av Føroyum og fáa
vit ikki henda rætt so eiga
vit at taka avleiðingina av
tí, ein møguleiki er loysing
og tað er altjóða viðurkent.
Afrika og niðurpíning
At ein advokatur heldur at
skilið skal blíva líka so
ringt sum í Afrika við
loysing, har tey blíva knúst
við harðari hond og í blóði
trúgvi eg ikki, men at
Annfinn og samgongan
kann banka okkum uppá
pláss er nakað annað, tí
hetta er longu við at henda,
tað
vísur
gongdin
í
Suðuroy.
Hvat er eftirfarandi
Hvussu nógv hald er í tí
ætlan, sum verandi sam-
gonga hevur viðvíkjandi
íløgum í Suðuroy vil eg
seta eitt stórt spurnar-tekin
við.
At Torbjørn Jackobsen
hevur skori ígjøgnum og
sagt at Almanna-og Heilsu-
skúlin
skal
liggja
á
Tvøroyri taki eg hattin av
fyri, men har er ikki eitt
klovi oyra fylgt við til at
seta
skúlan
á
stovn,
Tvøroyrar kommuna hevur
bori allar útreiðsl-urnar av
skúlabygninginum.
At hesin skúli kemur í
gongd er eingin ivi um, tað
skal so ikki skorta uppá
viljan
frá
Tvøroyrar
kommunu, um viljin frá
landsins
myndugleikum
viðvíkjandi
íløgum
og
fígging er líka so góður vil
nærmasta tíð vísa.
Samanhald
Eg vóni at suðringar fara at
gera meira vart við seg yvir
fyri teimum sum ráða í
Føroyum, líkamikið hvat
politiskan lit teir hava.
At vit sum búleikast her
suðri standa saman, og
krevja okkara sjálvsagda
rætt til møguleikarnar, sum
finnast í hesum landi.
Vit kunnu ikki blíva við,
at vera fitt og lata okkum
alt lynda.