leygardagur 10. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 10. februar 2001
11
10
Nr. 29 - 10. februar 2001
Fyrsta gávugóðsi úr
Grunni Thorvalds
Poulsen av Steinum
fer til Rannvá Páls-
dóttir Kunoy. Lista-
kvinnan fær 60.000
krónur, sum vórðu
handaðar á samkomu
á Fróðskapar-
setrinum ígjár
MENTAN
Birgir Kruse
Rannvá Pálsdóttir Kunoy er
undir útbúgving í London.
Hon er 25 gomul og hevur
lokið BA prógv á City and
Guilds of London Art
School. Nú gongur Rannvá
á víðagitna Royal College
of Art, Fine Painting í
London, har hon verður
liðug í juni.
»Rannvá brýtur upp úr
nýggjum og gongur nýggj-
ar leiðir« segði Malan
Marnersdóttir, tá hon í gjár
handaði gávogóðsi, áljóð-
andi 60.000 krónur. »Stuð-
ulin verður latin henni, fyri
at hon kann halda fram
útbúgvingarleið sína« segði
Malan, sum er formaður í
nevndini, ið ger av hvør
skal fáa stuðul, ella sum í
hesum føri – gávugóðs.
Rannvá, sum var komin
heim at taka í móti gávu-
góðsinum, takkaði fyri og
segði, at hetta var ein stórur
heiður. »Tað er stórt fyri
eitt listafólk at fáa eina
tílíka gávu; tað gevur álit,
styrki og mót at halda
fram« segði Rannvá á sam-
komuni, har familia henn-
ara eisini var til staðar.
Karmurin um handanina
var gamla landsbókasavnið,
ásjónligi og eyðkendi bygn-
ingurin, har Seturskriv-
stovan og eisini ein nýggj
altjóða skrivstova heldur til.
Gróthúsið á Debesartrøð
nevnir onkur tað.
Rannvá hevur havt ser-
framsýning í Listasavni
Føroya og tikið lut í fram-
sýning í London, Keyp-
mannahavn og Reykjavík.
Listasavnið
og
Statens
Kunstfond hava keypt verk
hjá henni.
Ikki kann sigast annað,
enn at hetta er ein heppin
avgerð, at fyrsta gávugóðsi
úr hesum privata grunni
varð latið til í fyrsta lagi
eina kvinnu og í øðrum lagi
eitt listafólk, sum við
altjóða flogi gongur egnar
og avgjørt nýggjar leiðir.
Peningaupphæddin, sum
verður latin, stavar frá
rentunum av stovnfænum í
Grunni Thorvalds Poulsen
av Steinum. Nevndin ásetur
upphæddina, sum verður
latin til gávus, og sær til at
realvirðið á stovnsfænum
ikki lækkar í virði.
Torvald Poulsen, sum var
garðyrkismaður í Havn,
doyði 87 ára gamal hin 11.
februar 1999. – Seinasta
ynski Torvalds var at stuðla
mentanini, sigur bróður-
sonurin Regin av Steinum.
Endamálið við grunninum
er, at stuðla upp undir út-
búgving hjá ungum før-
oyskum listafólki, sum
hava sýnt listarligar gávur.
Malan Marnersdóttir er
formaður í nevndini, ið let-
ur gávugóðsið úr grunnin-
um. Hinir báðir limirnir eru
Jórun í Dali, formaður í
LISA og Elsa Birgitta Páls-
dóttir Petersen formaður í
Føroya Lærarafelag. Bæði
endamál fyri grunnin og
manning í nevndini er eftir
ynski frá Torvaldi Poulsen.
Í
Internet-Sosialinum
skrivar Oddfríður M. Ras-
mussen rithøvundur hug-
leiðingar, eftir at hava sæð
framsýning hjá heiðraðu
listakvinnunu Rannvá Páls-
dóttir Kunoy, har manna-
kroppurin var í fokus. Av
tekniskum ávum verður
teksturin ikki á prenti fyrr
enn í næsta “Vikuskifti”.
Sosialurin ynskir Rannvá
hjartaliga tillukku!
Gávugóðs til Rannvá
Listakvinnan Rannvá Pálsdóttir Kunoy (f.1975) fær fyrsta gávugóðsið úr Grunni Thorvalds
Poulsen av Steinum. Við hennara lið eru foreldrini Páll og Solveig
Mynd: Jonhard Hammer
Rannvá fær stuðul fyri at hon kann halda fram útbúgvingarleið sína. Í løtuni gongur hon á
Royal College of Art í London
Mynd: Jonhard Hammer
Eimskip og Hafnar-
bakki høvdu
almenna móttøku í
nýggju
saltgoymsluni á
Glyvrum í gjár
HANDILSVINNA
Seinnapartin í gjár var
samkoma í nýggju salt-
goymsluni á Glyvrum. Tað
vóru Eimskip og Hafnar-
bakki, sum í felag eiga
nýggju
saltsøluna,
ið
høvdu boðið umboðum
fyri ymsar fyritøkur inn á
gólvið.
Nýggja
saltgoymslan
heldur til í spildurnýgjari
høll, sum bygd er á havn-
arlagnum á Bakka. Høllin
varð bygd seinasta heyst,
og fyrsta lastin varð løgd
inn í høllini stutt áðrenn
jól.
Føroysk Saltsøla, og
seinni MJ Saltsøla, hava
annars mestsum havt eina-
rætt at selja salt á føroyska
marknaðinum. Onkuntíð
hevur onkur roynd verið
gjørd at koma inn á mark-
naðin við øðrum enn Ibiza
saltinum
av
Vestaru
Bryggju í Havn. Men tær
royndirnar eru bara burtur
dotnar aftur.
Nú royna so Eimskip og
Hafnarbakki at taka kapp-
ingina upp við gomlu
gigantarnar á føroyska
saltmarknaðinum.
ej
Fyrsta lastin til nýggju
saltsøluna varð løgd upp
stutt fyri jól í fjør
Móttøka á Bakka í gjár
VIÐMERKINGAR
Hallgerð Arge Hansen
Í Dimmu 10. jannuar 2001,
um at gera royndir við
innlæringini.
Ingvard
Lundberg,
Psykologiska institutionen,
Gøteborgs
universitet,
greiddi í einum fyrilestri,
hann helt í november 2000,
frá altjóða kanningum um
lesiførleikan hjá vaksnum
fólki í 22 londum.
Heitið á fyrilestrinum var
nakað soleiðis: Kunnu al-
tjóða samanberingar hjálpa
okkum at skilja, hvussu vit
læra at lesa.
Tá ið talan var um donsk
børn, sum lósu so illa í 3.
flokki, men kláraðu seg væl
í 8. flokki, kom Ingvard
Lundberg inn á, at summi
úrslit kunnu vera ivasom, tí
kanningarnar vóru gjørdar
á enskum og amerikonsk-
um grundarlagi, har ikki
var hugsað um munin mill-
um stavihátt og tað talaða
málið í teimum ymisku
londunum og tann møgu-
leika,
at
uppgávurnar
kunnu vera mistulkaðar.
Tað er týdningarmikið, at
bólkarnir, sum verða kann-
aðir, kunnu vera saman-
bornir, hava sama sosiala
og mentanarliga grundar-
lag, og at innihaldið hóskar
til tað mentanarliga grund-
arlag, børnini hava.
Tað er heldur ikki vist, at
børnini hava skilt tað, tey
lesa, sjálvt um tey lesa rað-
ið.
Um
lesiførleikan
hjá
vaksnum fólki í teimum 22
londunum vísti hann á, tá ið
talan var um lesa prosa, lá
Danmark sum nr. 8.
Tá ið talan var um yrkis-
bókmentir lá Danmark sum
nr. 3, Noreg og Svøríki
lógu sum nr. 1 og 2, og tá ið
talan var um lesa hagtøl og
viðgera tey, lá Danmark
sum nr. 2. Bara 10% dansk-
arar lósu sum børn í 3.
flokki.
Í USA, Stórabretlandi og
Nýsælandi lósu meira enn
20% av teimum vaksnu
sum børn í 3. flokki.
Hevur tað tí so stóran
týdning, at tey lósu so illa í
3. flokki?
Lundberg vísir til hesar
keldur:
1992 Elley, W,E How in
the World do students read?
Haag: IEA
2000 Gabrielsen, E Slik
leser voksne i Norge
Stavanger: Senter for lese-
forskning
1992 Lundberg, I Linna-
kyla, P
The teaching of reading
around the world Haag:
IEA
2000 OECD and Statistics
Canada
Literacy in the information
age: Final report of the
Adult
Literacy
survey
Paris: OECD
Eg havi sjálv gjørt eina
lesikanning við umleið 150
børnum úr 3. flokkum
kring landið.
Ein
norðurlendskur
granskari hevur verið uppi í
millum
annað
fyri
at
tryggja, at ein partur av
úrslitunum kunnu verða
borin saman við onnur
Norðurlond.Uppgávurnar
eru lagaðar, so tær hóska til
okkara børn. Endamálið
við hesi kanning er millum
annað at vita, um til ber at
fáa eyga á nøkur heildar-
mynstur og viðgera tey í
einari almennari frágreið-
ing. Eitt annað endamál er
at fáa eyga á, um stórur
munur er á børnunum og
soleiðis geva tí einstaka
barninum ta avbjóðing, tað
hevur tørv á, bæði tí
barninum, sum er sera væl
fyri og tí barninum, sum
hevur stuðul fyri neyðini.
Men eg kann nevna, at
júst tað, at børn kunnu lesa
raðið, hóast tey ikki skilja
innihaldið í tí, tey lesa og
øvugt, at børn lesa illa upp
og
kortini
skilja
væl
innihaldið í tekstinum, kom
týðuliga fram her.
At tað er komið út í orð,
at donsk børn í 3. flokki
lesa so illa, hevur gjørt, at
størri dentur verður nú
lagdur á byrjanarlesingina í
donskum skúlum.
Endamálið við einari
lesikanningini í byrjanar-
undirvísingini eigur at vera
at finna fortreytir og møgu-
leikar hjá tí einstaka barn-
inum og at laga undirvís-
ingina, so at hon hóskar til
øll børn, tí øll børn kunnu
læra, sum Hanus Joensen
eisini nevnir, men øll børn í
einum fyrsta flokki eru ikki
á sama menningarstigi, og
tað er av størsta týdningi at
hava í huga.
Tað er eisini ymiskt,
hvørjar lesiteoriur og hvørji
prinsipp lærarin hevur um
lesitilgongdina.
Her vil eg vísa til
greinina Ymisk sjónarmið
um at lesa, sum stóð í
skúlablaðnum nr. 7 de-
sember 2000.
Johan Samuelsen
Alt týðiligari verður tað
fyri hvønn dag sum gongur,
at fólkini aftan fyri her-
ferðina fram ímóti loys-
ingini eru fyri stórsta partin
fyrrverandi kommunistar.
Fyri stuttum var sending í
SvF, sum nevndist: Dan-
mark undir kalda krígnum.
Ónøgdin við hesa sending
niðri hevur verið sera stór,
tí mangan kendist tað sum
fólkini, sum skuldu lýsa
viðurskiftini undir kalda
krígnum, heldur nýttu høvi
í sjónvarpinum at verja
fortíðarinnar syndir, heldur
enn at greiða fólki frá, hví
tey m. a. framdu landasvik
fyri kommunistisku londini
fyri eystan. Men grundin
var so sólaklár! Stjórin í
DR 2, sum gjørt hevur
sendingina, hevur sjálvur,
sum fyrrverandi kommun-
istiskur agentur, roynt at
skava út yvir, hóast hann og
mong við honum eru vorð-
in avdúkaði síðani Múrurin
fall!
Í Føroyum hava vit kann-
að hvønn leiklut Nato, t.
v.s. í okkara føri danir og
amerikumenn, høvdu undir
kalda krígnum, og út er
komin Svarta bók, men enn
er onki vorðið kannað av tí,
sum nú hevur ligið tókt fyri
almenninginum, í Moskva
og í Eysturberlin í meiri
enn 10 ár – hví verður
drálað við hesi kanning,
harra løgmaður? Pengar
tørva, verður sagt, men er
tað nú allur veruleikin? Er
tað ikki heldur tí, at hin
stóri samgonguflokkurin í
Tinganesi eitur Tjóðveldis-
flokkurin, og slík kanning
kann skaða umdømi hans-
ara upp undir fólkaatkvøð-
una við óteljandi kommun-
istisku líkunum í lastini? Tí
her í Suðurstreymi var
ørgrynni av kommunistiska
slagnum í tí flokkinum, har
eyguni fóru at glógva, bara
tú nevndi Lenin ella Stalin,
og tey høvdu enntá Før-
oyskt - Sovjetiskt vinafelag
at stytta sær stundir saman í
og lovprísa “paradísinum”
fyri eystan, umframt mót-
mælisgongurnar í Mjørka-
dali á hvítusunnu! Men tey
hvurvu frá einum degi til
annan, tá Sovjetsamveldið
datt sundur.
Nú hevur verið friður í
almenna samfelagstjakin-
um av hesum hetjudyrkar-
um Sovjetsamveldsins síð-
ani Múrurin fall í 1989 –
men nú er vent í holuni. Nú
eru tey komin undan kavi
aftur við veldi. Hava kastað
kommunistiska hamin av
sær og smoygt seg í tann
nationalistiska (enntá, í
ymsum alment fíggjaðum
stuðulsfelagsskapum!), og
eru farin í stórum tali upp í
“frælsiskórið” hjá Høgna
Hoydal. Í hvussu so fittur
hann enn kann vera á
skíggjanum at síggja til, so
eru hann og samgongan við
at føra okkum út av eggini!
Við ógvusligum yvirtøkum
fyri 100 tals milliónir, við
øktum
skatti
sjálvandi
eisini í 100 millióna klass-
anum fyri at halda tørn á
fíggjarlógini, og so einum
blokki, uppá 1000 millión-
ir, sum hvørvur eftir 4 árum
– hetta er “galimatias”, sum
Havnamaður tók til um
dagarnar. Men at verja
henda galskapin hóvar júst
gomlu
kommunistunum
væl – teir eru beinleiðis á
heimavølli at gera svart til
hvítt, uttan samvitskubit,
teimum so líkt! . Hóast vit
øll onnur væl vistu hvørjir
ræðuleikar
valdaðu
í
kommunistisku londunum
fyri eystan, so gingu okkara
kommunistar og lovprísaðu
hesum somu londum, og tí
eirindaleysu einaræðisskip-
an, sum har valdaði, og
søgdu okkum øðrum, at
trupuleikin, hví vit vanligu
einki skiltu, var hann, at har
valdaði
“vísindaliga”
kommunisman,
og
tað
mátti man í minsta lagi vera
akademikari fyri at skilja!
Sjálvt forfylgingin av teim-
um kristnu varð láturlig-
gjørd av okkara kommun-
istum – hvør minnist ikki
Wurmbrand-stríðið t.d.?
Somu “kynisku” sjónar-
mið eru at finna aftur í
nationalistisku herferðini
upp undir fólkaatkvøðuna –
fyrrverandi kommunistiska
“klikan”,
núverandi
nationalistaklikan,
sum
altíð megnar at vera omaná,
líkamikið hvør samfelags-
skipanin er, heldur seg altíð
vita best, og er sum skapt til
at leiða fjøldina, sum ikki
dugir at hugsa sjálv! Hesi
sjónarmið eru vandamikil.
Og eftir bestu sannføring
míni, eru viðvirkandi til, at
taka allar skorðar undan
okkara vælferð í heilaga
navni nationalistanna, fáa
teir makt, sum teir hava akt
– tað verður “gamblað” við
vælferðini hjá 46.000 før-
oyingum – tá alt tjóðskap-
arstakkalastásið er pilkað
uttanav, so er hetta onki
annað enn karrá national-
isma, sum ongantíð hevur
tænt vanliga fólkinum í
nøkrum landi, mær vit-
andi? Men hava altíð verið,
væl at merkja í ymiskum
hamum, skutilsveinar hjá
øðrum óhugnaligum kreft-
um bæði á uttasta høgra- og
vinstraveingi, har hesir
bólkar aloftast hálsfevnast í
onkrari ismu, tað veri seg
fasismu ella kommunismu
– og hjá okkum bleiv tað so
í nationalismuni! Og her er
tað prógvað í ólukkumát, at
politisku
metingarevnini
hjá hesum fólkum, sum
hava fjeppast uppi í ismun-
um, eru út av lagi vánalig,
samanber pástandirnar hjá
ismufólkunum um “para-
dísini” fyri eystan og so
syndarliga veruleikan!
Nú hesi fólkini aftur eru
farin upp at blása og for-
telja okkum øðrum “deyði-
ligu”, hvussu óført alt fer at
vera, bara um vit atkvøða ja
tann 26. mei, tá er bein-
leiðis vandi á ferð – po-
litisku metingarevnini og
politisku lygnirnar eru tey
somu sum áður – tí atkvøða
vit Nei í Mei.
Viðmerkingar til tað Hanus Joensen
Kommunistiskir vegleiðarar
– boðar ikki frá góðum
Kultur-
kalejdoskop
Heri Mohr
Í framkomnum lond-
um, har demokratiið
støðugt og áhaldandi
verður fjálgað og veg-
leitt av politiskum eyg-
leiðarum, er tað ongin
dansur á rósum at vera
ministari, tí uttan mun
til um tað er kulturur,
ung, gomul, sjúk ella
annað øki í samfelag-
num, hann er settur at
røkja, so skal lítið til,
áðrenn taburettin verð-
ur skrikt undan honum.
Dømini eru legio.
Álit og trúvirði og
hugburður mynda tann
dámliga ministaran, og
er hann eisini virkin og
engageraður, kunnu vit
tosa um ein dámligan
og arbeiðssaman min-
istara.
Í farna mánað helt
okkara landsstýrismað-
ur í mentamálum røðu
á landsskjalasavninum
í sambandi við, at Chr.
Matras hevði fylt 100
ár. Røðan stóð í Sosial-
inum
nakrar
dagar
seinri.
Hesin eftir øllum at
døma sera »belisni«
maður – vánaligt før-
oyskt, men kanska ikki
aftan fyri at siga meta í
staðin fyri halda, met-
ing fyri áskoðan ella
meining, koma at fáa í
staðin fyri fara at fáa –
altso, hesin bókliga
íblásti
maður,
sum
sambært Oddvør Jo-
hansen gongur við yrk-
ingasøvnum í reyvar-
lummanum, avmynd-
aði við oratoriskum
kynstri eitt satt ka-
lejdoskop av kultur-
persónum, heimskend-
um rithøvundum yrkj-
arum, stokkonservativa
ummælari, kollvelting-
armanni, pensionerað-
um pantifúta o.ø.
Her var landsstýris-
maðurin eitt sindur
óheppin, tí hann átti at
vitað, at í hesum landi
finst ongin pension-
eraður
pantifúti
av
teirri einføldu orsøk, at
pantifútastørv hava (tí-
verri) ikki tænastu-
mannastatus. Men at
seta ein fiktivan panti-
fúta úr Føroyum undir
liðina
á
Jean-Paul
Sartre
prógvar,
at
landsstýrismaðurin,
»ein primitivur skipari
av bygd«, fyri at brúka
hansara egnu termino-
logi, hevur humorist-
iskan sans.
Nú eru pensionistar
lætt mál, og ilt er at
verja seg fyri teimum
vápnum, sum ávísir
l a n d s s t ý r i s m e n n
kanska liggja inni við,
tá ið vit eftir øllum at
døma neyvan sleppa
upp í amerikonsku ra-
kettverjuskipanina.