Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 24 - 2. februar 2007 Vegna ov fáar umsóknir verður søkt á nýggjum eftir tveimum verkfrøðingum – einum til vegadeildina og einum til framleiðsludeildina hjá Landsverki at byrja skjótast til ber. Vit kunnu bjóða spennandi og áhugaverd størv, ið eru fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum. Verkfrøðingur til vegadeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Planlegging · Prosjektering · Programmeringar, forkanningar, prosjektgransking av vega-, brúgva- og tunnilsprosjektum · Eftirlit við verkætlanum · Gera ætlanir fyri ferðslutrygdartiltøk · Myndugleikaumboðan · Luttaka í norðurlendskum samstarvi innan økið Førleikakrøv Vegadeildin sóknast eftir verkfrøðingi við royndum innan omanfyri nevndu arbeiðs- øki. Royndir at arbeiða við KT-forritum á brúkarastøði er ein fyrimunur. Stórur dent- ur verður lagdur á góðar persónligar egin- leikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðsplássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Viðkomandi skal eisini kunna røkja aðrar uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri nevndu. Verkfrøðingur til framleiðsludeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Yvirskipaða raksturin av skervverkunum saman við formonnunum á verkunum kring landið. · At skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av verkunum kring landið. · Gera kostnaðarmetingar og eftirkalkula- tiónir av asfalt- og verklagsarbeiðum. Førleikakrøv Framleiðsludeildin sóknast eftir einum fólki við útbúgving sum verkfrøðingur ella aðrari viðkomandi útbúgving. Viðkomandi skal hava áhuga at arbeiða við KT. Royndir við at arbeiða við Excell-rokniarki og Word er ein fyrimunur. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðs- plássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdar- lýsing (CV) verða at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk, Postmoga 78, FO–110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. februar 2007. Merk umsóknina „Verk- frøðingur til vegadeildina“ ella „Verkfrøðing- ur til framleiðsludeildina“ og viðmerk í um- sóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið á vega- deildini kunnu fáast við at venda sær til Heina Eysturoy, deildarleiðara, á fartel. 540 881 ella teldupost he@lv.fo Nærri upplýsingar um starvið á fram- leiðsludeildini kunnu fáast við at venda sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á fartel. 540 841 ella teldupost to@lv.fo STARVSLÝSING Verkfrøðingar til Landsverk [endurlýsing] Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur, byggiharrauppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Útbjóðing av lastbilaflutningi í 2007 Heittblandað asfalt og skervur Flutningur av heittblandaðum asfalti og skervi úr Hundsarabotni og skervi av Hústoft verður við hesum boðin út alment. Lisitatiónin verður á skrivstovuni hjá Landsverki miku­ dagin 14. februar 2007 kl. 15.00. Forknúsað grót Flutningur av forknúsaðum gróti frá skervverkinum í Skørðunum og oman á havnarlagið í Porkeri verður við hesum boðin út alment. Lisitatiónin verður á skrivstovuni hjá Landsverki mikudagin 14. februar 2007 kl. 14.00. Suðuroyargrót, útlendskur skervur og sandur Flutningur av Suðuroyargróti, út­ lendskum skervi og sandi frá skipi við bryggju á Langasandi niðan í grótbrotið í Hundsarabotni, og av heittblandaðum asfalti og skervi oman á Langasand, verður við hes­ um boðin út alment. Lisitatiónin verð­ ur á skrivstovuni hjá Landsverki mikudagin 14. februar 2007 kl. 14.30. Áhugað kunnu venda sær til av­ greiðsluna hjá Landsverki, Tinghús­ vegur 5, tlf. 340 800, har frágreiðing og treytir verða útflýggjað. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. ÚTBJÓÐING Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Maskinur til sølu Við hesum verða fylgjandi maskinur lýstar til sølu: Cat 950 Gummihjólslessari árg. 1982 LV-GL 31 Cat 980 Gummihjólslessari árg. 1982 LV-GL 30 Cat 966 Gummihjólslessari árg. 1979 LV-GL 26 Cat 966 Gummihjólslessari árg. 1977 LV-GL 20 Alexander 134 G Trumla árg. 1985 LV-VT 36 Vibromax W 552 Trumla árg. 1985 LV-VT 34 Øll eru vælkomin at geva tilboð uppá maskinurnar, antin hvørja einsæris ella alt samlað. Tilboð uppá alt samlað kann verða tikið framum. Tilskilast skal, um tilboðini eru við ella uttan mvg. Tilboð skulu vera í afturlatnum brævbjálva og verða Landsverki í hendi í seinasta lagi 1. mars, 2007 kl. 15.00. Maskinurnar kunnu eftirhyggjast og roynast eftir avtalu við Jóan Petur Patursson, rakstrarleiðara á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, á fartel. 540 950. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. SØLA lýsingar