Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 22 – Tú sært veruliga munin, tær alt ov fáu ferðirnar journalisturin er sloppin at brúka nakrar dagar upp á sína søgu. Tá hann hevur kannað øll skjøl, tosað við fleiri keldur og harumframt hevur fingið stundir at borðreiða tilfarið livandi og spennandi. Tíðindakvinnan við tí frá­líku útvarpsrøddini, Óluvu Zacha­ riasen, er rættiliga avgjørd, tá hon verður biðin um at taka pulsin á føroysku fjølmiðlunum: Trong arbeiðskor elva til vant­ andi dýpd og dygd í føroysku miðlunum. Tíðindakvinnan eigur eisini at vita, hvat hon tosar um. Seinastu mongu árini hevur Óluva arbeitt í útvarpinum og seinast í áttati árunum var hon eisini eitt skifti á Dimmalætting. Miðlar eru flakavirkir Føroyski tíðindaheimurin verður javnan lagdur undir ikki at gera nóg gravandi arbeiði. Tekur tú undir við hesum? Partvís. Eg haldi vit hava fleiri sera dugnaligar journalistar í Føroyum, sum hóast vánalig arbeiðskor megna at grava djúpt og fáa góðar søgur fram. Men tíverri eru nógv mál, ið ikki verða lýst nóg væl ella ongantíð síggja dagsins ljós. Tíðindadeildirnar eru snøgt sagt ov illa mannaðar. Flestu journalistar liva undir einum støðugum trýsti at skula lata tilfar til at kalla hvørt blað ella tíðindasending, og tað merkir sera stutta tíð – vanliga bert fáar tímar - at gera eina grein ella eitt innslag. Tú hevur ikki tíð at kanna eina søgu nóg væl, tá tíðin er so stutt, og tí verður úrslitið ofta, at tú velur ta søguna, tú ert vís í at fáa í kassan. Týdningarmikla søgan við teimum 100 skjølunum ella 15 keldunum má bíða. Og soleiðis minna føroysku tíðindadeildirnar ofta meira at um flakavirkir enn um varðhundin hjá fólkaræðinum. Hvør tíðindadeild eigur eftir mínum tykki at hava fólk, ið eru leys av dagligu tíðinda­fram­ leiðsluni, og sum bara hava til uppgávu at kanna og grava. Tilfarið hjá teimum skal so send­ ast ella prentast, tá tað er liðugt kannað og viðgjørt. Ikki ein dag fyrr. Sjálvandi eru tíðindafólk ymisk. Nøkur eru dugnaligari og fara djúpari enn onnur. Men teir allarflestu journalistar, eg kenni, vilja heldur enn fegnir sleppa at grava meira, og arbeiða ofta væl meira enn ásettu tíðina fyri at fáa søguna góða. Nógv arbeiði verður gjørt heima – álit og frágreiðingar lisnar, spurningar skrivaðir og avtalur gjørdar - sum føroysku tíðindafólkini hvørki fáa ella krevja eitt klovið oyra afturfyri. Journalistikkur – eisini føroyskur – verður mangan mettur at byggja ov nógv á tilvildarlig stríðsmál millum ymiskar partar. Hvat heldur tú um hetta uppá­ haldið? Politikkur snýr seg um, hvussu tey fólkini, borgararnir hava valt at umboða seg, býta virðini í sam­felagnum. Eisini onnur enn peningalig virði. Ymiskar hugsanir eru um raðfestingina av hesum virðunum, og sjálvandi er tað uppgávan hjá journalistinum at lýsa meiningar, samanhangir og orsøkir. Men tíverri snýr tíðindaflutningurin í miðlununum seg ov ofta um, hvør er ósamdur við hvønn í løgtinginum, kommununi ella landsstýrinum. Sjálv ósemjan millum persónar gerst brádliga áhugaverdari enn tað, persónarnir eru ósamdir um. Kanska tí ósemjan er lættari og skjótari at fyrihalda seg til enn at fara í dýpdina við málinum. Fjølmiðlarnir batnaðir Politik­­arar, vinnulívsfólk og onnur fýlast ofta á, at føroyskir journal­istar eru ikki nóg væl inni í tilfari­num, sum verður lýst. Hvat heldur tú? Bæði og. Nógvir journalistar eru sera væl inni í teimum viður­skiftum, teir arbeiða við. Trupul­leikin í Føroyum er, at flestu tíðindafólkini eru generalistar og ikki spesialistar. Tá redaktiónirnar eru so smáar, er journalistiska arbeiðið ikki býtt sundur í fakøki. Journalisturin arbeiðir ofta við nógvum økjum í senn og má fyrihalda seg til mál, ið spenna sera vítt – alt frá sóttreinsan av alibrúkum til skattapolitikk. At vera generalistur kann bæði vera ein styrki, men eisini ein veikleiki, tí tú megnar ikki altíð megnar at fáa dýpdina við. Hetta at journalistarnir ikki skulu vera nóg væl inni í tilfarinum verður javnan misbrúkt av politikarum fyri at verja seg. Koma teir í trupulleikar við samgonguna ella baklandið, er Ovbyrjaðar tíðindadeild Politikararnir hava ov lætt við at seta dagsskránna í Føroyum. Hetta kemst fyrst og fremst av, at tíðindadeildirnar eru ovbyrjaðar, og tí hava politikarar í Føroyum rættiliga lætt spæl at vinna sær pláss á fjølmiðlabreddanum við nøkrum markantum úttalilsum. Tað heldur Óluva Zachariasen, tíðindakvinna í Kringvarpi Føroya. Lesið annan part av greinarøð um politikk og fjølmiðlar Samrøða Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Navn: Óluva Zachariasen Aldur: 39 ár Starv: Tíðindafólk í Útvarpinum Útbúgving: Bachelor í stjórnmálafrøði og ídnaðarlaborantur Starvsroyndir: Tíðindafólk á Dimmalætting 1987-1990. Tíðindafólk í Útvarpinum 1997-2006. Hevur seinasta árið starvast á Kvinnu og annars sum freelance journalistur, teksthøvundur, orðstýrari o.a. Fakta Óluva Zachariasen