fríggjadagur 2. februar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 2. februar 2007
27
Í sambandi við at eitt av okkara starvsfólkum hevur sagt seg úr starvið,
verður við hesum søkt eftir einum pedagogum/lærarum ella hjálparfólk-
um at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er 22 tímar um vikuna. Um umstøður verða til tað, er møguleiki
fyri, at starvið seinni kann verða uppnormérað til longri arbeiðstíð, um hetta
hevur áhuga hjá viðkomandi starvsfólki.
Sóknast tú eftir einum ungum og livandi starvsumhvørvi? So er Virkishúsið fyri
Ung í Klaksvík kanska júst arbeiðsplássið til tín.
Virkishúsið er fyri ung millum 10 og 18 ár. Ætlanin er at bjóða ungdóminum eitt
breitt úrval av ítrivs- og frítíðarmøguleikum millum kl. 15.00 og 22.00 hvønn
gerandisdag. Umframt hetta er eisini ætlanin at hava verkstaðir av ymiskum
sløgum í vikuskiftunum. Umsøkjarin má tí rokna við eisini viðhvørt at arbeiða í
vikuskiftunum.
Vit væntað, at umsøkjarin
- hevur áhuga í at arbeiða við børnum og ungum
- kann arbeiða sjálvstøðugt
- er eldhugaður og jaligur
- kann vera íbirtari og hevur skapanaráhuga
- hevur góð samstarvsevni
- kann saman við leiðaranum skipa fyri tiltøkum til frama fyri børn og ung
- fylgir við og kunnar seg um menning á økinum
Vit kunnu m.a bjóða
- eitt ungt og livandi arbeiðsumhvørvi
- ávirkan á egið starvspláss
- skiftandi arbeiðstíðir
- pláss fyri persónligari menning
- fj ølbroyttar arbeiðsuppgávur
Setanarviðurskifti
- størvini verða lønt í sambært sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og KAF
(Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya):
- Pedagogar / lærarar, lønarstig 10-16
- Hjálparfólk, lønarstig 1-5
- verður at tola bygnaðarbroytingar
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Beintu Árnadóttir Gregersen á
telefon 458510 ella 281810
Umsóknir, saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og
royndum, skulu verða Virkishúsinum, Klaksvíksvegur 57, 700 Klaksvik í hendi
í seinasta lagi 19. februar 2007.
Virkishúsið fyri Ung
Klaksvíkar Kommuna / Virkishúsið fyri Ung
Pedagogur / lærari ella
hjálparfólk til
Virkishúsið fyri Ung
Tónleikurin hjá Sic verður
í dag at hoyra í sendingini
Aussie Invasion á alnet
útvarpsstøðini Dark
Cloud Radio
Tónleikur
Niels Uni Dam
Í gjár bóru vit tíðindini um,
at fyrsta fløgan hjá Sic verð
ur givin út mánadagin 26.
februar. Hetta til frægd fyri
nógvar føroyskar tung
málms fjepparar. Men eisini
aðrastaðni gleðir fólk seg
til, at Føroya tyngsti bólkur
verður at fáa á fløgu. Sic
hevur havt fleiri løg liggj
andi á síni myspace síðu,
og hesi hava vakt ans kring
heimin. Bólkurin sigur, at
nógv áhugaverd sambond
eru komin í lag. Tað fyrsta
av hesum gevur úrslit í dag.
Kl. 15 føroyska tíð verður
SIC spælt á einari
Australskari alnet útvarps
støð, ið eitur Dark Cloud
Radio. Umframt at spæla
løg við bólkinum verður eis
ini tosað um bólkin. Hetta
verður í sending, ið eitur
Aussie Invasion. Dark
Cloud Radio hevur slag
orðið: Heavy, Hard, Dark
or Just Anything That
Rocks og leggur seg eftir at
spæla harðan rokk.
Eddie úr Sic sigur:
- Teir funnu okkum gjøg
num MySpace og hava
síðani havt stóran áhuga
fyri bólkinum og skriva
regluliga til okkara.
Sambært tungmálmsbólk
inum eru fleiri onnur áhuga
verd ting fyri framman, og at
hesi skjótt fara at koma fyri
ein dag, men tað skilst, at
bólkurin er í samband við
fleiri aðrar útvarpsstøðir kring
heimin. Fyri Sic er hetta
møguleiki fyri at koma nærri
dreyminum um eitt altjóða
gjøgnumbrot. Fyri ein bólk,
ið liggur á einum so smølum
marknaði sum Sic, er tað
alneyðugt at fáa so nógv sam
bond kring heimin, sum til
ber. Tí marknaðurin um heim
in er als ikki lítil.
Vitja Darkcloud Radio á
darkcloudradio.net
SIC í avstralskum útvarpi