fríggjadagur 2. februar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti 23
tað tí, at journalistarnir hava
misskilt málið og vavt alt í ein
ellibita. Eg trúgvi, at flestu
tíðindadeildir og journalistar hava
upplivað at verða úthongd sum
lygnarar av politikarum og øðrum,
sum brádliga hava fingið kaldar
føtur av tí, tey hava sagt.
Hava miðlarnir ment seg seinastu
10 árini? Er tónin blivin hvassari?
Eru tær góðu søgurnar ov nógv
merktar av einkultmálum ella
tilvildarligum stríðsmálum?
Flakalinja ella ikki. Á nógvum
økjum haldi eg, at journalistikk
urin í Føroyum er broyttur til
tað betra. Hann er í dag meira
viðkomandi og ágangandi. Nógv
av tíðindaflutninginum fyri
10-15 árum síðan var rættiliga
fjarur frá vanliga føroyinginum.
Topp-søgurnar vóru oftast prát
við politikarar ella serfrøðingar
um fíggjarpolitikk, fisk ella ferjur.
Alt ov sjáldan hoyrdu vit, hvørja
hugsan vanligi borgarin hevði um
hesi viðurkifti og tey sonevndu
bleytu politisku málini. Í dag eru
søgurnar meira viðkomandi fyri
gerandisdagin hjá fólki og betri
vinklaðar, hóast skarpa vinklingin
ger, at onkur nuansa kanska rýkur
í svinginum.
Fyritøkur freista
Fleiri útbúnir journalistar hava
vent journalistiska heiminum
bakið. Hví heldur tú, at so er?
Tað nýtist ikki at vera nakað
gátuført í tí. Eftir nógv ár á einum
arbeiðsplássi, vilja fleiri royna
okkurt annað. Tá tað eru rætti
liga fáir tíðindamiðlar í Føroy
um at velja ímillum, leita fleiri
journalistar sær eftir avbjóð
ingum uttan fyri tíðindaheimin.
Men stóra arbeiðstrýstið og
støðuga kenslan av ikki at hava
stundir at fara í dýpdina fær
nógvar journalistar at troyttast.
Fleiri teirra siga seg ikki vilja
aftur í tíðindameldurin, har søg
urnar eru frá hondini í munnin.
Sluppu tey at arbeiða burturav við
sendingum, har tey fingu høvi at
fara í dýpdina, høvdu tey kanska
umhugsað støðuna.
Og so eru tað lønin. Fleiri
privatar fyritøkur bjóða væl betri
løn enn bløðini og loftmiðlarnir.
Journalistar eru bara menniskju,
ið eins og onnur hava bil og hús
at gjalda. Tað sigur seg sjálvt,
at fært tú boðið 7-10.000 krónur
meira um mánaðin og minni
stressandi arbeiði, er lætt at lata
seg freista.
Eru tað fjølmiðlar, politikarar
ella spunasmiðirnir, sum seta
dagsskránna í Føroyum?
Bæði fjølmiðlar og politikarar
seta dagsskránna, men gloym ikki
embætisfólkini í miðfyrisitingini.
Hóast ósjónlig og anonym í
politiska landslagnum hava hesi
fólkini, sum í útbúgving yvirhála
bæði politikarar og journalistar,
stóra ávirkan á lógarsmíðið.
Politikarar hava kanska meira
sjónliga ávirkan. Havandi í huga
undirmannaðu tíðindadeildirnar
hava politikarar í Føroyum rætti
liga lætt spæl at vinna sær pláss
á fjølmiðlabreddanum við nøkrum
markantum úttalilsum. Hinvegin
hendir tað seg eisini, at greinar
og sendingar hjá journalistinum
elva til fyrispurningar og orða
skifti á løgtingi og í einstøkum
førum til lógarbroyting, men tað
er lutfalsliga sjáldan.
Hvat heldur tú um,, at tínir
starvsfelagir eru farnir at
arbeiða sum samskiftisfólk
ella spunasmiðir hjá politisku
skipanini ella vinnulívinum?
Fleiri journalistar halda, at fert
tú yvirum til “fíggindan” at vera
samskiftisfólk, hevur tú selt
tína sál, ert æviga glataður, og
tú verður ongantíð reinur og
uttanveltaður aftur. Eg havi stóra
virðing fyri tílíkari idealismu, men
haldi bara ikki, at viðurskiftini
eru so svørt/hvít. Teir flestu
journalistarnir duga eftir mínum
tykki væl at skilja ímillum, hvønn
teir arbeiða fyri.
Men sjálvandi kanst tú ikki
arbeiða sum samskiftisfólk hjá
einari stórari fyritøku ella politik
ara, og eina viku seinni koma
vassandi inn í útvarpsstovuna
sum óheftur journalistur fyri at
gera samrøðu við tín fyrrverandi
arbeiðsgevara. Tað ber ikki til. Tú
hevur nakrar bindingar og kenslur,
tú skalt hava rist av tær, og tað
tekur tíð – mánaðir, allarhelst
ár. Eisini lurtarin skal venja seg
við, at tú ikki longur arbeiðir fyri
tann persónin, og tað álitið tekur
kanska langa tíð at byggja upp.
Sjálv haldi eg tað vera meira
trupult við tíðindafólki, sum fara
upp í politikk. Ein fyritøka er
avmarkað og løtt at identifisera.
Politikkur fevnir um at kalla øll
øki í samfelagnum, og tí kanst tú
fáa trupulleikar við tínum trúvirði,
nærum uttan mun til hvat tú gert
tíðindi um.
Hevði tú nakrantíð sjálv hugsað
um at farið í starv spunasmiður/
samskiftisfólk?
Seinasta árið, meðan eg havi
verið í farloyvi úr starvinum í
útvarpinum, havi eg gjørt onkrar
uppgávur fyri privatar fyritøkur
og kommunur. Nei, eg havi
ongar ætlanir um at gerast
spunasmiður. Hóast føroysku
tíðindaheimurin er stressandi,
er hann eisini áhugaverdur og
avbjóðandi. Haldi eg hevði kett
meg, um eg bara skuldi arbeitt
við at promovera eina fyritøku
ella ein persón.
Verður tú ofta ringd upp av politik
arum ella spunasmiðum til at
gera søgur?
Seinastu mánaðirnar og vikurnar
undan løgtingsvali gongur nærum
ikki dagur, uttan at tú hevur ein
óðan politikara í telefonini, ið
kennir seg sviknan og skírir teg
at hoyra til onkran av hinum
flokkunum. Samskiftisfólk ringja
sjáldan. Hinvegin fær tíðinda
deildin hvønn dag eina ørgrynnu
av teldupostum frá politikarum
og samskiftisfólkum. Hetta kunnu
vera tíðindaskriv, viðmerkingar,
tips og gleps. Niðast stendur
telefonnummarið, “um vit vilja
hava meira at vita...”
Fleiri vilja vera við, at vinnulív,
fakfeløg og politikarar fara at
styrkja seg við samskiftisfólkum
í framtíðini. Hvat skal journal
istiska aftursvarið vera til tað?
Síggi tað ikki sum nakran trupul
leika í sær sjálvum, at politik
arar, fyritøkur og onnur fáa sær
samskiftisfólk at leggja sær lag
á. Í summum førum kann tað
vera beinleiðis ein fyrimunur,
tí samskiftisfólkið kann hjálpa
journalistinum við skjótt at útvega
skjøl, upplýsingar og kontaktir.
Men hetta setir eisini stór krøv til
tíðindadeildirnar. Samskiftisfólkið
veit jú væl, hvørjar orðingar og
upplýsingar, ið freista journal
istin at gera eina søgu. Tí er
alneyðugt at journalistarnir
hava betri stundir og førleika at
sleppa afturum smartu orðini
frá spunasmiðunum. Altso betri
útbúgving og betri mannaðar
tíðindadeildir er aftursvarið.
Greinarøð
Politikkur gongur meira
enn nakrantíð fyri seg í
fjølmiðlunum. Vil ein politikari
gera vart við seg, sleppur
hann ikki undan at nýta
fjølmiðlarnar sum sýnisglugga,
tí í fjølmiðlunum hittir
politikarin flestu av sínum
veljarum. Hetta er bakgrundin
fyri spinn og spunasmiðum.
Meðan hugtakið spinn og
spunasmiðir framvegis er
rættiliga nýtt í føroyskum høpi,
so hevur stór orka verið nýtt
til at lýsa og skilja virksemi
hjá spunasmiðum í londunum
uttanfyri Føroyar. Sosialurin
fer komandi vikurnar at taka
pulsin við at varpa ljós á
samskiftið millum politikarar
og fjølmiðlar í Føroyum.
ir ger tað lætt at spinna
– Fleiri journalistar
halda, at fert tú yvirum
til “fíggindan” at vera
samskiftisfólk, hevur tú
selt tína sál, ert æviga
glataður, og tú verður
ongantíð reinur og uttan
veltaður aftur. Eg havi
stóra virðing fyri tílíkari
idealismu, men haldi
bara ikki, at viðurskiftini
eru so svørt/hvít, heldur
Óluva Zachariasen,
tíðindakvinna.
Mynd: Jens Kristian Vang