Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 24 - 2. februar 2007 tíðindi Síðani í summar hev­ ur Hanus Jacobsen úr Saltangará arbeitt hjá kristnu norsku sjón­ varps­støð­ini Visjon Norge. - Okkara mál er ikki bert at hava eina sjónvarpsrás koyr­an­ di, men at menniskju skulu verða frelst, sig­ur hann í samrøðu við Sosialin. Sjónvarp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Noreg: - Henda sjón­varps­ støð­in er ein ótrúligur máti at koma heim í stovurnar hjá fólki, sigur Hanus. Visjon Norge er fyrsta krist­na sjónvarpsstøðin sum send­ir 24 tímar um sam­døg­ rið. Og í dag kunnu fólk í 38 europeiskum londum sígg­ja sendingarnar. Tað er lítil ivi um, at nógv fólk hyggja eftir send­ing­un­ um hjá Visjon Norge. Tað fáa tey prógv fyri nærum hvønn einasta dag. - Bara í fjør vórðu 500 fólk frelst, eftir at tey høvdu sæð eina av okkara send­ing­ um. Eftir sendingina kundu tey ringja inn, og her vóru fólk hjá okkum til reiðar at bið­ja fyri teimum. - Og so vita vit bert um tey sum hava ringt inn. Vit ken­na ikki øll tey mongu, sum ikki ringdu inn. Ja, spyrt tú meg, so kalli eg tað fy­ri úrslit, sigur 18 ára gam­ li Hanus. Altíð uppá vakt Síðani á sumri í fjør hevur hann arbeitt fyri hesa krist­ nu rásina. Og á nýggjárinum fekk hann í roynd og veru fast starv her. - Vit høvdu aldrin droymt um at ein sjónvarpsrás kun­ di verða til so stóra gleði hjá fólki. Tað er í roynd og ve­ru hetta sum heldur flam­ mu­­ni og viljan brennandi hjá okkum. Nøkur av teimum vóru í ferð við at taka lívið av sær, tá tey vórðu frelst av at sígg­ ja onkra sending hjá Visjon Nor­ge. So, - nógv fólk eru á lívi í dag, bara av tí at 30 fólk í Noregi lata seg brúka av Harranum. Tað er helst so sum Han­ us sjálvur sigur: - Tað er umráðandi at ein altíð er uppá vakt, og altíð er klárur at fylgja Gudi, hvar enn so leiðin ber! Tað kann verða hart og keðiligt í tíðum, men vit standa al­tíð sum vinnarar í síðsta en­da!   Ljóð og ljós Hanus hevur sjálvur gingið í samkomuni Kelduni í Ská­ la­­firði alt sítt lív. Tað hev­ur ik­ki bara hann gjørt, men so at siga øll familjan ei­si­ ni. Í Kelduni er eitt virkið sam­ko­mu­lív, og teir ein­stø­ ku limirnir átaka sær fegnir ym­is­k­ar uppgávur. - Eg plagdi at miksa ljóð og var eisini ljósmaður. Og eg var haraftrat við í fram­ leiðs­ lu­ni av talufløgum. - Ja, eg hjálpti eisini av og á til í byggingini av sam­ kom­uni, men tað var fyri so vítt ikki nøkur uppgáva, greið­ir Hanus frá. Norska vitjan Í mai mánaði í fjør vóru fólk frá norsku sjón­varps­ rás­ini “Visjon Norge” (TVVN) í Kelduni og gjør­ di upptøkur í samband við møt­ini hjá amerikanska præ­di­ku­man­ni­num Rodney Ho­ward Brown. Hanus var tá ein teirra, sum hjálpti til við ymiskum upp­gáv­um, men var sjálvur ikki partur av upptøkunum. - Eg helt hetta verða óg­vu­ li­ga spennandi, tí eg havi al­tíð dámað væl alt tað, sum hevur við teknikk og út­gerð at gera, sigur ungi mað­ur­in úr Saltangará. Útgerðin teir brúka hjá Vi­sj­on Norge er bæði nógv og nútímansgjørd. - Eg hevði aldrin sæð so nógva útgerð á einum staði, sum hon í upptøkubussinum hjá Visjon Norge . - So tú kanst ætla, at tað var eitt ótrúliga stórt upp­li­ vi­l­si hjá mær at sleppa at stý­ra ljóðinum á tí síðsta kvøl­di­num teir vóru her, sig­ur Hanus Her var talan um eitt ung­ dóms­mø­ti sum kortini ikki varð sent á rásini. Seinni fekk Hanus fatur á tel­du­ad­res­s­uni hjá stjó­ra­ num á sjónvarpsrásini, Leif In­ge. Hann gjørdi ikki mæt­ ari enn at spyrja um mø­gu­ leik­an hjá sær at koma til No­regs at arbeiða hjá teim­ um. Og svarið hann fekk var játtandi. Hanus gekk um hetta mund­ið í 1. flokki á stu­den­ ta­­skúl­an­um á Kambsdali. Hann gjørdi hetta árið lið­ ugt, og fór so til Noregs í ju­ni mánaði í fjør. Saman við honum fór ein ung kvinna, nevniliga Jon­ na Joensen, sum hann kendi úr samkomuni í Kelduni. Bera yvir við hvørjum øð­r­um Han­us og Jonna vóru ikki meiri enn komin til Noregs, áð­renn tey fóru í sving. Byrjað varð við einum Við kristnum sjónvarpi Um vit hava sett eina sending á skránna klokkan 20, ja, so má hon byrja klokkan 20. Tað sita kanska 1 mió fólk og bíða eftir júst mær at fiksa hendan trupulleikan ” Arbeiðið á Visjon Norge er sera fjølbroytt og Hanus skal duga eitt sindur av hvørjum TV Visjon Norge Fyrsta kristna sjónvarpsstøðin í Skandinavien sum sendir 24 tímar um samdøgrið. Endamálið er at røkka Noregi og Skandinavien við kristna boðskapinum. Visjon Norge er ein tvørkirkjulig rás, sum hevur høvuðssætið sítt í norska býnum Drammen. Íalt kunnu fólk í 38 londum síggja sendingar teirra. 18 ára gamli Hanus Jacobsen hevur arbeitt á støðini síðani á sumri 2006. Fráýggjárinum varð hann settur í fast starv. FAKTA