Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Sálmur 106.15: Hann teimum gav tað, teir kravdu, men sendi teimum megurð í kroppin Orðini eru á fyrsta sinni søgd við jødarnar, tá ið Guð leiddi tey út úr trælahúsinum og oyddi fíggindan í Reyða havinum. Men so verður lagt afturat, at tey gloymdu gerningar hansara, bíðaðu ei eftir hansara ráðum. Í oyðimørkini freistaðu tey Guð; og so gav hann teimum tað tey kravdu. Men søgan er ikki bara galdandi jødarnar. Vit kenna hana eisini. Hvussu oftað hava vit ikki havt eitt ynski, ið vit høvdu sett okkum fyri at fáa ígjøgnum. Vit hugsaðu ikki um annað. Vit skuldu bara hava tað, tí so varð alt gott. Vit plágaðu Guð nátt og dag við tí, vit høvdu sett okkum í høvdið. So gav Guð okkum tað, vit kravdu. Men síðani vísti tað seg, at tað var ikki so gott sum vit høvdu hugsa okkum. Kanska keddust vit eftir hondini av tí - ja, tað gjørdist okkum til ampa. Vt iðraðu okkum um okkum sjálv. Vit skammaðust. Men vit lærdu nakað av hesum. Vit lærdu, at tað er als ikki so týdningarmikið at fáa tað, vit fegin vilja hava, sum at fáa tað, ið Guð vil geva okkum. Bara vit so mintust tað til eina aðra ferð. So kom tað tá okkurt gott burtur úr tí. orðið Lagt til rættis: Heini Kristiansen heini@sosialurin.fo Biðja fyri teimum forfylgdu Í døgunum 2. og 3. mars verður altjóða bønartiltakið ”Shockwave” hjá Open Doors í Ebenezer. Felagsskapurin Open Doors fylgir væl við trúboðarum úti í menn­ ingarlondunum, og teir gera vart við, tá ið órættur verður framdur móti kristnum. Biðið verður serliga fyri tí forfylgdu samkomuni í muslimska heiminum. Hesa vikuna: John S. Myllhamar Tríggjar skúlastovur í nýggja bygninginum í Kelduni eru tiknar í nýtslu. Fyribils vera tær nýttar til sunnu­dags­ skúla og barnagarð hjá Runavíkar Kommunu Á møtinum sunnudagin 7. jan­uar vórðu skúlastovurnar í tí nýggja bygninginum í Kelduni tiknar í nýtslu. Tær verða nýttar til sunnudagsskúlaarbeiðið. Stovurnar eru 3 í tali, og børnini verða tí býtt upp í 3 aldursbólkar, so undirvísingin kann skipast betri. Ymiskt spennandi var á skránni henda dagin. Byrjað var við, at øll savnaðust í einari stovu, har dansibólkurin ”Butterfly” dansaði til ein sang. Søga varð lisin, sangir vórðu sungnir og tílíkt. Aftaná var møguligt hjá børnunum at fara til ymiskt virksemi í stovunum. Skúlastovurnar fara at verða brúktar til barnagarð fyri børn í Runavíkar Kommunu. Annars hevur Keldan ætlan um einaferð at hava ein frískúla, og hetta skulu stovurnar eisini nýtast til tá. Samkomuleiðarin Pauli Høj er væl nøgdur við arbeiðið higartil. – Vit eru glað fyri, at skúla­ stovurnar eru tiknar í nýtslu. Nú taka vit tað eitt sindur róligt. Tað er nógv eftir at gera í nýggja bygninginum, men vit vilja ikki skunda undir ætlanina. Tað verður nógv sjávlboðið arbeiði gjørt, og tað fer helst at taka umleið tvey ár afturat, áðrenn nýggi bygningurin verður liðugur, sigur Pauli. – Til páskir verður kafeteria liðugt. Har verður ein góður køkur, og har ætla vit at gera alskyns mat. Eisini ætla vit at fáa barnasalin lidnan til páskir, sigur Pauli. Skúlastovur í Kelduni Sendingin ”Í Dýpdina” verður nú at hoyra á Lindini Sendirøðin ”Í Dýpdina” viðger ymisk evni, har ið tey fara í dýpdina um hesi evni. – Sendingin er ætlað øllum sum ynskja fáa eitt størri innlit um eitt ávíst evni. Øll kunnu seta tíð av til at lurta, tí at sendingarnar eru avmarkaðar til umleið ein hálvan tíma, stendur á heimasíðuni hjá Lindini. Fyrstu sjey sendingarnar verður familjan sett í brennidepilin. Tað verður Steen Palmqvist, familju- og sálarterapeutur, sum fer at luttaka fyrstu sendingarnar. Steen Palmqvist er royndur og kendur terapeutur. Hann býr í Føroyum í eitt ár, og hann hevur havt møti og skeið ymsastaðni í landinum. Sendingin er at hoyra á Lindini leygarkvøld kl. 20.00, sunnudagar kl. 15.00 og hósdagar kl. 16.00 Sudanmissión hevur opnað fyrsta handilin í Føroyum. Hann er í Runavík 24. januar opnaði Sudan­ missión handil í Runavík. Meinhard Bjartalíð stóð fyri hátíðarhaldinum, tá ið handilin opnaði. Hann hevði eina andakt, og síðani klipti hann reyða bandið. – Allur dagurin gekk væl. Tað vóru nógv fólk inni á gólvinum, og tey fingu sær kaffi, te og smákakur, stendur á heimasíðuni hjá Sudanmissión. Fyribils hevur handilin opið mánadag, mikudag og fríggjadag seinnapart. Tað eru gott 10 sjálvbodnar kvinnur, sum koma at standa í handlinum Nýggj evnissending í Lindini Nógv fólk til Sudanendurnýtsluhandil Mynd: Sonja I. Jacobsen