fríggjadagur 2. februar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 24 - 2. februar 2007 ]
Henning Fritz stóð
enn ein branddyst,
tá Týskland vann sín
hálvfinaludyst ímóti
Fraklandi eftir eitt
satt, har liðini máttu
út í dupultan umdyst,
áðrenn vinnarin bleiv
funnin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
19.000 fanatiskir heima
áskoðarar stóðu klárir í
Kølnarena at heppa heima
liðið, tá ið hálvfinalan
ímillum Týskland og Frak
land bleiv skotin í gongd.
Dysturin var heldur ikki
meir enn komin í gongd,
so var blóðið farið á kók
hjá leikarunum. Týskar
arnir blivu nevniliga raktir
av eini dupultari útvísing
tíðliga í dystinum, og
hetta fekk øði í teir. Teir
megnaðu tó allíkavæl at
halda høvdið kalt, og tá
teir aftur blivu fullmann
aðir, vóru teir bert aftan
fyri við einum máli.
Frakland var oman á at
kalla allan fyrra hálvleik,
og sjálvt um Týskland var
upp á javnleiki onkuntíð,
so eydnaðist Fraklandi at
fara til hálvleiks við eini
eitt máls leiðslu.
Góðar verjur
og málmenn
Í seinna hálvleiki gekk
enn javnt á allan vegin.
Tað, sum eyðkendi henda
hálvleikin, var, at verjur
nar og málverjarnir vóru
ótrúliga stinn. Bæði liðini
høvdu stórar trupulleikar
við at finna vegin til mál
ið, men Frakland hevði tó
so at siga alla tíðina mun
in.
Tá ein minuttur var
eftir, eydnaðist Fraklandi
sum ikki einaferðat leggja
seg á odda við einum
máli, og so mátti Týskland
í álop at fáa mál. Teir
fingu brotskast, sum Mark
us Baur skoraði trygt, og
so máttu liðini út í longda
leiktíð.
Fritz var aftur hetjan
Yvirtíðin var akkurát líka
jøvn, sum dysturin hevði
verið. Í fyrra hálvleiki
skiftust liðini um at skjóta
mál, og støðan var eisini
jøvn, tá liðini skiftu síðu.
Eisini her skiftust liðini
um at skjóta mál, og tá ið
Holger Glandorf enn eina
ferð javnaði ímóti enda
num av longdu leiktíðini,
so var neyðugt við enn
eini longdari leiktíð, og
henda gjørdist dramatisk.
Aftur hesa ferð var púra
javnt í fyrra hálvleiki, og
tá liðini skiftu síðu, stóð
enn á jøvnum. Í seinna
hálvleikibleiv sera spenn
andi. Her fylgdust liðini
eisini fyrstu løtuna, og við
støðuni 31-31 fekk
Týskland brotskast,
meðan teir spældu við
manni í undirtali. Hetta
setti Markus Baur enn
einaferð trygt í netið, og
so var lagt upp til ein
øgiligan síðsta minutt.
Heta endaði alt við, at
Henning Fritz sum ikki
einaferð bjargaði Týsk
landi við eini fantastiskari
dupultbjarging í seinastu
sekundunum, og so vann
Týskland fyrru hálv
finaluna.
Týskland-Frakland 32-31
Vertirnir klárir
til finaluna
Enn einaferð var
Henning Fritz
dagsins maður
hjá Týsklandi, og
við sigrinum á
Fraklandi hevur
Týskland nú leikt
seg í finaluna á
heimavølli.
n brast
aði Pólland aftur við máli
frá Karol Bielecki. Dan
mark megnaði tó at leggja
seg á odda enn einaferð í
undirtali, tá ið Lasse Boe
sen skoraði eitt sera flott
mál uppá ein sokallaðan
flúgvara, sum Jesper Jensen
kastaði til hann.
Pólland royndi so at fara
í álop í yvirali fyri at fáa
tað útjavnandi málið, men
Kasper Hvidt bjargaði
polska skotinum, og so
førdi Danmark við einum
máli, og bert ein góður
minuttur var eftir at spæla.
Danmark fór so í álop, og
her bleiv Michael Knudsen
spældur púra leysur á strik
uni, og so hevði hann møgu
leika at avgera dystin. Mál
maðurin bjargaði tó roynd
ini, og so fekk Pólland ein
síðsta møguleika at javna.
Hesum tók Karol Bielecki
sær av sum ikki einaferð,
og so máttu liðini út í
longda leiktíð, eftir at van
liga leiktíðin endaði við
javn leiki 26-26.
Madsen helt Danmark
í dystinum
Pólland legði fyri sum eitt
ódnarveður í fyrra hálvleiki
av umdystinum, og tá liðini
skiftu síðu førdi Pólland
við tveimum málum. Nú
byrjaði stóri Lars Møller
Madsen tó at taka ábyrgd.
Hann hevði spælt alt annað
enn væl í vanligu leiktíðini,
men í seinna hálvleiki av
umdystinum helt hann Dan
mark í dystinum. Við tveim
um góum langskotum
syrgdi hann fyri, at Dan
mark kom uppaftur á javn
leik. Pólland fekk tó enn
einaferð toga seg eitt mál
fram um, men í síðstu
sekundunum javnaðu danir,
og so mátti enn ein longd
leiktíð til fyri at finna ein
vinnara.
Pólland sló til
Í seinnu lngdu leiktíðini
legði Danmark betri fyri.
Kasper Hvidt stórbjargaði í
tveimum umførum rondir
frá polskum leikarum, og
so kundi Lars Møller Mad
sen leggja Danmark á odda
við enn einum dundurskoti.
Danir tóktust tó troyttir
hesa løtuna, og nú tók Pól
land yvir. Undan steðginum
komu teir uppá javnt, og í
seinna hálvleiki løgdu teir
hart út. Teir vóru skjótir at
revsa onkran danskan feil,
og brádliga førdu teir við
trimum málum, og so var
sigurin tryggjaður.
Endaliga úrslitið gjørdist
36-33 til Pólland, sum tó
mátti kempa í 80 minuttir,
áðrenn teir kláraðu at basa
dønum. Nú er póllendingar
so klárir til HM-finaluna,
har teir skulu spæla ímóti
vertunum úr Týsklandi.
Heldur ikki hesaferð
eydnaðist hjá Danmark at
leika seg í eina HM-finalu,
men danir hava alt at vera
ernir av. Sjálvt um tað til
tíðir hevur gingið teimum
ímóti, so hava teir stríðst til
síðsta mann, men hesaferð
vóru teir bara ikki góðir
nokk. Pólland hevði sigurin
uppibornan, tí gjøgnum
gangandi vóru teir heldur
betri enn danir.
Danir hingu við høvdunum
eftir hálvfinaluósigurin
ímóti Póllandi. Teir raktu tó
ikki dagin ímóti Póllandi, og
sum heild var polski sigurin
fult uppiborin.
Cissé aftur á landsliðnum
Djibril Cissé hevur ikki verið á franska landsliðnum,
síðani hann beint undan HM –kappingini breyt beinið
í venjingardysti móti Kina. Nú er áleyparin, sum skor
aði í báðum dystunum móti Føroyum í seinastu undan
kapping, tó aftur til reiðar. Síðani hann byrjaði at
spæla aftur, hevur Cissé skotið tvey mál í seks dystu
num fyri Marseille, og nú hevur Raymond Domenech
tikið fyrrverandi Liverpool-spælaran út til venjingar
dystin móti Argentina. Eisini er Nicolas Anelka tikin
við í hópin.
Inter og Roma
í steypafinalu
Inter spældi seg í gjárkvøldið í italsku
steypafinaluna. Fyrru hálvfinaluna móti
Sampdoria vann Inter 3-0, og tí var mál
leysur javnleikur nóg mikið at senda
oddaliðið í Seriu A í finaluna. Har skulu
teir spæla móti Roma, sum í løtuni er á
øðrum plássi í Seriu A. Roma vann
samanlagt 5-3 á Milan í hinari hálv
finaluni.