Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 24 - 2. februar 2007 Niðanfyri standandi ognir verða við hesum lýstar til sølu: Sethús og tannlæknastova í Hvalvík Grundøkið, matr. nr. 88, Hvalvík, er 1185 m2 við ástandandi sethúsum og tannlæknastovu. Sethúsini: Eldri hús, sum eru umbygd í 1980’unum. Kjallari: Óinnrættaður. Miðhædd: Umleið 70 m2, spísistova, 2 smáar stovur, skrivstova, køkur, baðirúm/vaskirúm, durur og gangur. Loft: stova, 2 kømur Húsini krevja ábøtur. Tannlæknastovan: Byggiár 1993. Stødd umleið 130 m2. Kjallari: Verkstaður, 2 garagur, gangur, fýrrúm. Miðhædd: 2 tannlæknastovur, vaskirúm, teknikkrúm, autoklavurúm, 2 wc, gangir, skrivstova, køkur, bíðirúm. Loft: Loftið er óinnrættað, umleið 125 m2. Hæddin er 2,70 m. Tannlæknastovan er í góðum standi, men takið krevur ábøtur. Tannlæknaútgerð: Útgerðin verður seld saman við føstu ognini ella fyri seg. Yvirlit yvir útgerðina fæst frá undirritaðu. Ognirnar verða seldar, um hóskandi boð fæst. Báturin H. P. Kraul, XPFL Træbátur bygdur úr eik í Holbæk í 1957. Longd 11,40, br. 4,00, dýbd 1,80 m, brt. 14,53, nrt. 4,82. Motorur: Ein 125 hk, Beta Marine frá 2004. Báturin verður seldur, um hóskandi boð fæst. Jørð í Norðragøtu Talan er um matr. nr. 2, Norðragøta, sum er 5 gl. 14 sk. í hagapartinum Yviri á Dal og 14.178 m2 innangarðs í trimum lutum. Størsti luturin uml. 11.000 m2 liggur í landbúnaðarøki í Norðragøtu og hinir báðir lutirnir liggja í vinnuøki við Gøtugjógv. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst. Nærri upplýsingar fáast frá Advokatskrivstovuni Fr. Petersensgøta 9 100 Tórshavn Tel. 31 11 45 Att: Fríða Paturson, adv. (frp@jura.fo) ella Bjørg á Rógvi, skr. (bar@jura.fo) Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Jens Andrias Vinther, adv. Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon 31 11 45 Telefax 31 15 25 jura@jura.fo www.jura.fo Advokatskrivstovan Eysturoyar Røktar-og ellisheim Í samband við, at »Heimið á Mýrunum«, Runavík verður partur av Eysturoyar Røktar- og ellisheimi frá 01.04.07 at rokna, verður søkt eftir • sjúkrarøktarfrøðingum • heilsurøktarum • heilsuhjálparum • 1. assistenti Á heiminum er pláss fyri 8 minnisveikum fólkum. Umstøðurnar á heiminum eru góðar og væl egnaðar til fólk ið eru minnisveik. Harumframt liggur heimið í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn. Endamálið við heiminum er at geva minnisveikum fólki, við serligum tørvi á umsorgan, eina trygga og stimbrandi tilveru. Vit ynskja starvsfólk sum hevur áhuga og hegni til at vera um minnisveik fólk. Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði fyri búfólk og starvsfólk eyðkennir heimið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk og avvarðandi. Vit kunna bjóða tær eitt arbeiðsumhvørvi, har virðing fyri tí einstaka er í hásæti og har møguleikin í stóran mun er fyri, at fáa tillagað tíni arbeiðs­ ynski. Lønar og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmálar. Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við fyristøðumannin á tlf. 478200 Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til Eysturoyar røktar- og ellisheim att: fyristøðumaðurin Friðartún 620 Runavík Umsóknarfreist: fríggjadagin 16. februar 2007 kl. 12.00 Vilt tú verða við? Í næstum verður nýggjur stjóri settur at leiða Ferðaráð Føroya og Menningar- stovuna í nýggjum stovni undir Vinnu- málaráðnum. Nýggi stovnurin hevur tørv á væl- útbúnum marknaðarfólki at taka lut í arbeiðinum at menna føroyskan útflutning av vørum, tænastum og upplivingum. Framanfyri standandi uppgávur eru m.a. at fyriskipa føroysku luttøkuna til European Seafood Exposition 2007 í Brússel, Offshore Europe 2007 í Aberdeen, marknaðarátak fyri cruiseferðir, tiltaksætlan fyri kreativar vinnur herundir AME í Reykjavík, Tórshavn og London ella Manchester, framtak fyri føroyskar tænastur og vørur í Russlandi. Vit ímynda okkum at umsøkjarar hava útbúgving á kandidátstigi í til dømis handilsskapi, marknaðarføring, búskapi ella hava líknandi útbúgving. Góðir førleikar í enskum og øðrum altjóða máli og vinnuligar royndir eru ein fyrimunur. Persónligu eginleikarnir hjá teimum, ið verða sett, skulu sampakka við tær avbjóðingar, ið fara at koma. Starvs- og setanartreytir verða eftir starvsfólkapolitikki landsins. Nýggi stjórin í samanlagda stovninum setir fólkini. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Kjartan Kristiansen, fráfarandi stjóra, á telefon 353100. Umsóknir, ið eiga at verða okkum í hendi innan 19. februar, skulu sendast til: Nýggi stovnurin fer at virka sambært tí til eina og hvørja tíð galdandi vinnupolitikki landsins, og høvuðsuppgávurnar verða m.a.: • At birta upp undir nýskapan og íverksetan Menningarstovan Att.: Kjartan Kristiansen Bryggjubakki 12 Postrúm 259 FO-110 Tórshavn • Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri tær einstøku fyritøkurnar. • At menna føroyska vinnu. • At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. • At menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum eitt ferðamannaland. lýsingar