fríggjadagur 2. februar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 24 - 2. februar 2007
Niðanfyri standandi ognir
verða við hesum lýstar til sølu:
Sethús og tannlæknastova í Hvalvík
Grundøkið, matr. nr. 88, Hvalvík, er 1185 m2 við
ástandandi sethúsum og tannlæknastovu.
Sethúsini:
Eldri hús, sum eru umbygd í 1980’unum.
Kjallari: Óinnrættaður.
Miðhædd: Umleið 70 m2, spísistova, 2 smáar
stovur, skrivstova, køkur, baðirúm/vaskirúm,
durur og gangur.
Loft: stova, 2 kømur
Húsini krevja ábøtur.
Tannlæknastovan:
Byggiár 1993. Stødd umleið 130 m2.
Kjallari: Verkstaður, 2 garagur, gangur, fýrrúm.
Miðhædd: 2 tannlæknastovur, vaskirúm,
teknikkrúm, autoklavurúm, 2 wc, gangir,
skrivstova, køkur, bíðirúm.
Loft: Loftið er óinnrættað, umleið 125 m2.
Hæddin er 2,70 m.
Tannlæknastovan er í góðum standi, men takið
krevur ábøtur.
Tannlæknaútgerð:
Útgerðin verður seld saman við føstu ognini
ella fyri seg.
Yvirlit yvir útgerðina fæst frá undirritaðu.
Ognirnar verða seldar, um hóskandi boð fæst.
Báturin H. P. Kraul, XPFL
Træbátur bygdur úr eik í Holbæk í 1957.
Longd 11,40, br. 4,00, dýbd 1,80 m, brt. 14,53,
nrt. 4,82.
Motorur: Ein 125 hk, Beta Marine frá 2004.
Báturin verður seldur, um hóskandi boð fæst.
Jørð í Norðragøtu
Talan er um matr. nr. 2, Norðragøta, sum er 5 gl.
14 sk. í hagapartinum Yviri á Dal og 14.178 m2
innangarðs í trimum lutum. Størsti luturin uml.
11.000 m2 liggur í landbúnaðarøki í Norðragøtu
og hinir báðir lutirnir liggja í vinnuøki við
Gøtugjógv.
Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Nærri upplýsingar fáast frá
Advokatskrivstovuni
Fr. Petersensgøta 9
100 Tórshavn
Tel. 31 11 45
Att: Fríða Paturson, adv. (frp@jura.fo) ella
Bjørg á Rógvi, skr. (bar@jura.fo)
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Jens Andrias Vinther, adv.
Fr. Petersensgøta 9
Postboks 6
110 Tórshavn
Telefon 31 11 45
Telefax 31 15 25
jura@jura.fo
www.jura.fo
Advokatskrivstovan
Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Í samband við, at »Heimið á Mýrunum«,
Runavík verður partur av Eysturoyar Røktar-
og ellisheimi frá 01.04.07 at rokna, verður
søkt eftir
• sjúkrarøktarfrøðingum
• heilsurøktarum
• heilsuhjálparum
• 1. assistenti
Á heiminum er pláss fyri 8 minnisveikum fólkum.
Umstøðurnar á heiminum eru góðar og væl
egnaðar til fólk ið eru minnisveik. Harumframt
liggur heimið í vøkrum náttúrulendi beint við
Toftavatn.
Endamálið við heiminum er at geva minnisveikum
fólki, við serligum tørvi á umsorgan, eina trygga
og stimbrandi tilveru. Vit ynskja starvsfólk sum
hevur áhuga og hegni til at vera um minnisveik
fólk. Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður
bæði fyri búfólk og starvsfólk eyðkennir heimið
og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga og gleði
við, at samskifta við eldri fólk og at tú hevur vilja
og eginleikar at samskifta við starvsfólk og
avvarðandi.
Vit kunna bjóða tær eitt arbeiðsumhvørvi, har
virðing fyri tí einstaka er í hásæti og har møguleikin
í stóran mun er fyri, at fáa tillagað tíni arbeiðs
ynski.
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært galdandi
sáttmálar.
Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í
samband við fyristøðumannin á tlf. 478200
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til
Eysturoyar røktar- og ellisheim
att: fyristøðumaðurin
Friðartún
620 Runavík
Umsóknarfreist: fríggjadagin 16. februar 2007
kl. 12.00
Vilt tú
verða við?
Í næstum verður nýggjur stjóri settur at
leiða Ferðaráð Føroya og Menningar-
stovuna í nýggjum stovni undir Vinnu-
málaráðnum.
Nýggi stovnurin hevur tørv á væl-
útbúnum marknaðarfólki at taka lut í
arbeiðinum at menna føroyskan
útflutning av vørum, tænastum og
upplivingum.
Framanfyri standandi uppgávur eru m.a.
at fyriskipa føroysku luttøkuna til
European Seafood Exposition 2007 í
Brússel, Offshore Europe 2007 í
Aberdeen, marknaðarátak fyri
cruiseferðir, tiltaksætlan fyri kreativar
vinnur herundir AME í Reykjavík,
Tórshavn og London ella Manchester,
framtak fyri føroyskar tænastur og vørur í
Russlandi.
Vit ímynda okkum at umsøkjarar hava
útbúgving á kandidátstigi í til dømis
handilsskapi, marknaðarføring, búskapi
ella hava líknandi útbúgving.
Góðir førleikar í enskum og øðrum
altjóða máli og vinnuligar royndir eru ein
fyrimunur.
Persónligu eginleikarnir hjá teimum, ið
verða sett, skulu sampakka við tær
avbjóðingar, ið fara at koma.
Starvs- og setanartreytir verða eftir
starvsfólkapolitikki landsins.
Nýggi stjórin í samanlagda stovninum
setir fólkini.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til Kjartan Kristiansen, fráfarandi stjóra, á
telefon 353100.
Umsóknir, ið eiga at verða okkum í hendi
innan 19. februar, skulu sendast til:
Nýggi stovnurin fer at virka sambært tí til
eina og hvørja tíð galdandi vinnupolitikki
landsins, og høvuðsuppgávurnar verða
m.a.:
•
At birta upp undir nýskapan og
íverksetan
Menningarstovan
Att.: Kjartan Kristiansen
Bryggjubakki 12
Postrúm 259
FO-110 Tórshavn
•
Í samstarvi við aðrar myndugleikar
at samskipa mannagongdir innan
fyrisiting, sum hava týdning fyri
tær einstøku fyritøkurnar.
•
At menna føroyska vinnu.
•
At marknaðarføra føroyskar vørur og
tænastur og Føroyar sum eitt land at
gera íløgur í.
•
At menna ferðavinnuna í Føroyum
og at marknaðarføra Føroyar sum
eitt ferðamannaland.
lýsingar