Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2007 Smyril Line rør út av nýggjum við glæsiligum faldara, nú flaggskipið endiliga kemur aftur í sigling. Hesuferð lá Norrøna 2 vikur longur í dokk enn ætlað, men enn hevur ferðafólkið stórt álit á Norrønu, tí nógv fólk hava longu bókað sær eina ferð í summar, sigur Hendrik Egholm, Sølu og Marknaðarstjóri hjá Smyril Line FERÐAVINNA Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Kendur gestur lá á Havnar­ vág kalda mánamorgunin. Tað var nevniliga Norrøna, ið endiliga aftur er farin á flot. Og hesuferð skal tað verða við ordiligum stíli. Ikki færri enn 400.000 ein­ tøk á 7 ymiskum málum, enntá so forkunnugum sum flamskum og italenskum, av ferðafaldarum eru farin á prent. Og tað er ikki eiti á, ið lagt verður fyri. Glæsi­ ligar myndir skulu lokka fólk ikki bara umborð á Norrønu, men eisini til Før­ oya, Ísland, Hetland og sum nakað heilt nýtt til Skot­ land. – Vit gera henda faldara fyri at branda okkum og eis­ ini Føroyar sum ferðamanna­ land. Allir føroyingar vita nokk, hvat Smyril Line er, men tað er stór kapping á al­tjóða marknaðinum, og so er tað gott at vísa á, at vit eisini eru til við einum so glæsiligum faldara, sigur Hendrik Egholm. Ferðafólkið trýr enn uppá Smyril Line Smyril Line metur, at hóast Norrøna hevur ligið leingi still, so hava teir ikki mist nógv ferðafólk. Hinuvegin vísa teir á, at tað onkutíð er neyðugt at fara í dokk. – Vit vita sjálvandi, at tað er óheppi, tá ið skipið liggur longri í dokk enn væntað, men vit avgjørdu at gera all­ ar smálutir í ordan, soleiðis at skipið megnar tað strævnu summarsiglingina til ful­nar, sigur Hendrik Eg­holm. Og tað eru tekin um, at ferðafólkið ikki hevur mist álit á skipinum, hóast held­ ur óstabilan flutning í sein­ astuni. Tí nógv ferðafólk hava longu bókað sær ferð­ ir, so Smyril Line væntar eitt gott summar. Ávísur inntøkumissur At leggja eitt ferðamanna­ skip stilt er sjálvandi ikki altíð so gott fyri inntøkuna. Og Hendrik Egholm váttar, at tað hevur verið inntøku­ missur av, at skipið hevur ligið stilt longur enn ætlað. Men tó hevur ongin gestur verið við sviðið svoð. – Øll ferðafólk eru komin vegin fram, um ikki við Norrønu, so við alternativari ferðing so sum við flúgvara, sigur Hendrik Egholm at enda. Ferðafólkið hevur enn álit á Norrønu Sunnunáttina fekk løgreglan í Tórshavn eini heldur óvanlig boð. 3 ungir menn høvdu avgjørt at klæða seg úr øllum klæðunum, hóast tann ógvusliga kuldan LØGREGLA Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Um tú vart ein túr í býnum sunnunáttina, hevur tú allar­helst sæð eina heldur óvan­liga sjón. 3 ungir menn, ið høvdu fingið eitt sindur ov nógv upp í høvdið, gjørdu tá ikki minni enn at klæða seg úr øllum klæðunum mitt í Havn í kava. Onkur hev­ur helst tikið synd í ungu monnunum, tí løg­regl­an bleiv boðsend, og menn­ inir vórðu koyrdir til hús at verma seg. Fløska tveitt eftir løgregluni Eini 50 ungfólk nýttu fríggja­náttina høvi til at koma saman í veitslu í Havn. Tað, sum skuldi verið eitt stutt­ligt kvøld, endaði í einum stórum ruðu­leika, og ein 17 ára gamal drongur bleiv skuld­ settur fyri at tveita við fløsku eftir løg­regl­uni Fríggjanáttina bleiv løg­ reglan boðsend til húsaófrið mitt í Havnini. Her vísti tað seg, at eini 50 ungfólk, ið høvdu veistlu, høvdu hug at larma ov illa. Løgreglan tykt­ist ikki at verða væl­ kom­in, tí tá ið løgreglan nærkast húsinum, bleiv ein fløska tveitt eftir løgregluni. Tað mátti tilkallast fleiri løg­reglu­ fólk fyri at fáa skil á ruðuleikanum; eina løtu um­hugsaði løgreglan at nýta kniplar og hundar. Tó fekk løgreglan tamarhald á støðuni, áðrenn farið var so langt, og tey ungu fólkini vórðu spjadd frá hvørjum øðrum. Tó slapp ein 17 ára gamal drongur ikki so lætt. Hann bleiv skuldsettur fyri at tveita við fløsku eftir løg­ regluni. 19 ára gomul genta yvirkoyrd Tá ið hálkan kemur, plaga ferðsluvanlukkurnar eisini at koma. Soleiðis var eisini hetta vikuskiftið í Havn. Millum annað varð ein 19 ára gomul genta yvirkoyrd í Havn fríggjakvøldið. Gent­an bleiv flutt á sjúkarhúsið. Umframt tey vanligu bil­ óhappini í hálkuni í viku­ skift­inum, so koyrdu 4 bil­ før­arar ávirkaðir í mið­ staðar­økinum. Teir kunnu allir vænta at missa koyri­ kortið. Eisini vórðu ferðslu­mátingar gjørdar í og uttan fyri Havnina og í Norð­oya­tunnlinum. Í N o r ð oy a­ t u n n l i­ n u m skikkaðu bilførararnir sær bara væl. Har var mest málda ferð 106 km/t. Ein bilførari, ið koyrdi uttanfyri Havnina, kann tó vænta at missa koyrikortið. Hann koyrdi 135 km/t. Løgreglutíðindi: Tríggir naknir menn í Havn Elin Heinesen og Ad Libitum framføra Yndisløg Í kvøld, mánakvøldið 5. februar verður høvið at fáa eina smakksroynd av fløguni Yndisløg, ið Elin Heinesen og Ad Libitum geva út í næstum Enn gongur ein stund til Yndisløg verður givin út. Fløgan er úrslitið av samstarvi, ið Elin Heinesen og mammubeiggin Svenn Brimheim fóru undir fyri nøkrum árum síðan. Við fløguni heldur Elin lyftið, ið hon gav mammubeiggja sínum, beint áðrenn hann doyði, um at gera teirra felags verkætlan lidna. Hetta eru løg, ið Elin og Svenn spældu við sjúkraleguna hjá mammu Elina, og sum tey vóru samd um, at tey áttu at verið gjørd í føroyskum útgávum. Tónleikurin er sonevndur easy listening tónleikur, og tí tykist tað eisini hóskandi at fløgan er gjørd í samstarvi við bólkin, ið Svenn hevur spælt í Ad Libitum, ið ivaleyst er Føroya besti easy listening bólkur. Atgongumerki til konsertina á 50 kr. fáast við dyrnar. Konsertin byrjar kl. 19.30.