mánadagur 5. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2007
- Hugsandi er, at ein
avtala við Ísland um
lodnuna fer at
merkja, at vit í fyrstu
syfti sleppa av veiða
ein part av lodnuni til
matna, men avtalan
má eisini byggja á, at
allar avmarkingar
sum frá líður verða
tiknar burtur, sigur
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
Lodna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir ferðina í Íslandi hjá
føroyskum vinnulívi við
løgmanni, Jóannesi Eides
gaard, á odda, er staðfest, at
íslendingar treyðugt vilja
lata føroysk skip fiska lod
nu undir Íslandi og landa
veiðina til matna í Føroy
um.
Sum
skilst,
eru
tað
íslendsku virkini, sum eru
hart ímóti hesum, tí tey
vænta, at føroyingar fara at
trýsta marknaðin fyri lodnu
til matna, sum serliga er í
Japan.
Halda fram
Eins væl og íslendsku virk
ini helst vilja sleppa undan
kapping úr Føroyum um
lodnuna, vil føroyskt vinnu
lív fegið hava meira burtur
úr hesum tilfeingi, sum gev
ur munandi meira, um lodn
an verður landað til matna.
Nevnt hevur verið, at
veiðivirðið av lodnu til mat
na er fleiri ferðir veiðivirðið
av lodnu til ídnað.
Á ferðini í Íslandi hevði
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, fund við íslendska
forsætisráðharran, Geir H.
Haarde. Hetta var ikk i sam
ráðingarfundur, men fund
ur, har teir báðir royndu at
koma eini loysn nærri.
Avtalað er, at samráðingar
millum londini um lodnuna
sku lu halda fram.
Ein byrjan
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
sigur, at málið hjá føroying
um er, at øll lodnan, sum
føroyingar kunnu veiða und
ir Íslandi, skal kunna land
ast til matna – í Føroyum
eins væl og í Íslandi.
- Eg vóni, at ein ávegis
avtala um lodnuna kann
fáast upp á pláss skjótast
gjørligt. Hugsandi er, at vit
í fyrstu syfti sleppa at veiða
ein part av teimum knapt
30.000 tonsunum, vit hava
undir Íslandi, til matna.
Landsstýrismaðurin heldur
tó ikk i, at vit skulu helma í,
fyrr enn øll lodnan, sum vit
kunnu fiska undir Íslandi,
kann landast til matna.
- Sum er, kunnu føroysku
skipini hvørki landa veiðina
til matna, ei heldur frysta
hana umborð til matna. Het
ta er ikk i nóg gott, og vit
halda ikk i, at hesar avmark
ingar eiga at vera í avtaluni
millum londini.
Stórur áhugi
Bjørn Kalsø sigur, at stórur
áhugi er í Føroyum fyri at
landa lodnu til matna í
Kollafirði, eins og reiðaríir
hava áhuga í at frysta lodnu
umborð.
- Tað er serliga eftir 15.
februar, at ein partur av lod
nuni er væl egnað til mat
framleiðslu,
og
soleiðis
kann seljast fyri ein munan
di betri prís enn lodnan,
sum fer til ídnað.
Áhugin hjá føroyskum
reiðaríum og virkjum at
frysta lodnu úr íslendskum
sjógvi til matna botnar ikk i
minst í, at tað er serliga í
íslendskum sjógvi, at lodna
hevur verið at fingið seinas
tu árini.
- Lodnustovnurin hevur
sum heild verið illa fyri, og
bæði í grønlendskum sjógvi
og í Barentshavinum hevur
lítið verið at fingið seinastu
árini. Áður hava føroysk
skip fiskað lodnu í Barents
havinum og hava landað
hana til matna.
Føroyingar hava eisini
fiskað lodnu í grønlendskum
sjógvi, og tá hevur hetta ver
ið sambært avtalu við ES.
Bjørn Kalsø sigur, at
hann hevur ikk i verið nógv
á sjónum, men hann hevur
verið við til at fiskað lodnu
til matna.
- Sjálvandi hava vit áhuga
í at fáa sum mest burtur úr
tilfeinginum í føroyskum
sjógvi – og teimum tonsum,
vit kunnu fiska í avtalu við
onnur lond. Hetta geldir
eisini lodnuna, vit sleppa at
fiska í íslendskum sjógvi.
Ikki strandaland
Landsstýrismaðurin vísir á,
at Føroyar hava ikk i støðu
sum strandaland, tá ið ræður
um lodnustovnin.
- Vit kunnu ikk i vísa á
munandi lodnuveiði í før
oyskum sjógvi, hóast ein
partur av lodnuni í íslendsk
um sjógvi kemur nakað inn
í føroyskan sjógv. Okk urt
árið hava vit veitt eini
10.000 tons í føroyskum
sjógvi. Hetta hendi eitt nú í
2002, haldi eg, tað var. Men
hetta hevur verið undantak
ið. Sum heild, hevur higartil
ikk i borið til at havt lønandi
lodnuveiði
í
føroyskum
sjógvi, hóast skipini við
hvørt hava staðfest, at tey
hava sæð nakað av lodnu.
Lodnan í íslendskum sjóg
vi kemur heilt inn móti lan
di, tá ið líður út í februar
mánaða. - Vit kunnu veiða,
har íslendsk skip veiða, eisi
ni tá ið lodnan gongur heilt
nær landi. Okk ara skip hava
tó bara loyvi at veiða við
nót, meðan íslendski flotin
eisini kann veiða við troli.
Bjørn Kalsø sigur, at
íslenskar kanningar vísa, at
trolið órógvar lodnuna, og
tí umhugsa teir nú at seta
forboð fyri trolveiði.
Í fiskiveiðiavtaluni mill
um Føroyar og Ísland, sum
enn ikk i er undirskrivað,
gongur árið frá 1. januar til
1. januar, men viðvíkjandi
lodnuni gongur árið frá 1.
apríl til 1. apríl.
- Tað er tískil bara avtalan
um lodnuna, sum er forskot
in í mun til fiskiveiðiavtaluna
annars, sigur Bjørn Kalsø.
Sum vit vilja
Landsstýrismaðurin legg ur
dent á, at sjálvandi skulu
vit føroyingar kunna gera
vit fiskin, vit veiða undir
Íslandi, sum vit vilja.
-Tað kann ikk i vera rætt,
at vit skulu landa lodnuna
til ídnað, tá skip og virkir
kunnu fáa meira burtur úr
við, at fiskurin verður land
aður til matna.
Hann heldur, at nú ein
liberal handilsavtala er sett
í verk millum londini, eigur
henda forðingin avgjørt at
takast burtur.
- Tað hevði sjálvandi ver
ið ein bati, um ein partur av
teimum sløku 30.000 tonsu
num av lodnu, kundu farið
til matna, men málið er
avgjørt, at hesar forðingar
verða tiknar burtur skjótast
gjørligt, sigur Bjørn Kalsø,
sum væntar, at samráðingar
verða millum londini um
lodnuna í næstum.
Ein partur av lodnuni til matna
Staðanøvn og uppruni
Mikukvøldið 7. februar heldur málfrøðingurin Eivind Weyhe fyrilesatur í Skálanum í
Norðskála-Oyrar skúla um staðanøvn. Hann fer at greiða frá upprunanum til staðanøvn,
og hví eitt stað eitur júst soleiðis, sum tað eitur. Harafturat verður greitt frá tí týdningi,
sum staðanøvn hava, fyri at fáa kunnleika um tær upprunaligu búsetingarnar. Fyrilesturin
verður mikukvøldið klokk an 19, og tað er Sunda Bókasavn, sum skipar fyri.
Kenna seg uttanfyri
Ein spurnarkanning, sum heimasíðan hjá Suðuroyarportalinum hevur gjørt, vísir
týðiliga, at fólk í Suðuroy kenna seg uttan fyri Visjón 2015-ætlanina hjá landsstýrinum.
58 prosent av teimum, sum hava svarað spurninginum, siga, at Suðuroygg in er als ikk i
partur av ætlanini, og 17 prosent halda, at oygg in er ein lítil partur av henni. 13 prosent
siga, at Suðuroygg in er helst partur av Visjón 2015, og 6 prosent siga "eitt sindur".
Í Føroyum er stórur áhugi fyri at virka
lodnu úr íslendskum sjógvi til matna í
Føroyum – bæði umborð á føroyskum
skipum og til frystingar á eitt nú
Kollafjord Pelagis
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað hevði sjálvandi verið ein bati, um ein partur av lodnuni,
vit eiga undir Íslandi, kundi farið til matna, men málið er
avgjørt, at forðingarnar verða tiknar burtur skjótast gjørligt,
sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Mynd: Jens Kr. Vang