Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2007 – Ætlanin er, at ung­ dómurin skal skipa fyri ymiskum undir­ haldi, spølum og samveru av ymiskum slagi í bygdar­húsin­ um, verður sagt úr Vestmanna Ungdómur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Kommunan eigur bygdarhúsið í bygdini, og er ætlanin nú at brúka tað sum ungdómshús, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Fyri skjótt tveimum ár­um síðani heittu nøkur for­eldur í Vestmanna á komm­ununa at útvega ung­dóm­inum í bygdini høli til ymiskt virk­semi í frítíðini. Um sama mundið kom spurn­ ing­urin fram um keypið av bygdarhúsinum. Hetta tók sína tíð at fáa avgreitt, men nú er hetta klárt, og er ætlanin at tað nú skal verða møguligt hjá ungdóminum at hugna sær saman her, at arbeiða við teldum, at hyggja eftir sjónvarpi á stórskíggja og líknandi sum teimum ungu dáma væl. Ungu skipa fyri Tá bygningurin einaferð er klárur at taka í nýtslu, er ætl­anin at hava opið gerandiskvøld. Møguligt skal eisini vera hjá ungdómunum at venja tónleik í húsunum og at kunna skipa fyri smærri smærri konsertum, fram­sýn­ ing­um og øðrum.  Herfyri vórðu tvær nevndir valdar til bygdarhúsið - ein fyri tey ungu og ein fyri foreldrini. Nevndirnar skulu saman við mentunarnevndini hjá kommununi gera ein leist, eftir hvørjum virksemið í húsinum skal skipast. – Tað verða tó tey ungu sjálvi, sum koma at standa fyri dagliga virkseminum í húsinum, verður sagt úr Vestmanna. Lív aftur í bygdarhúsið Ungdómurin í Vestmanna fer nú undir aftur virksemið í bygdarhúsinum Í morgin eru liðin fimmti ár liðin síðani Útvarp Føroya byrj­ aði sendingar sínar Hetta skal sjálvandi markerast, og tí verð­ ur allur dagurin merkt­ur av hesi stór­hending Útvarp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Seinnapartin í morgin letur Kringvarpshúsið í Sortu­díki upp dyrnar sínar fyri almennu móttøkuni í sambandi við stóra dagin. Í eina tíð hava starvsfólk arbeitt við at fyrireika henda dagin, m.a. við eini áhuga­verdari framsýning við útgerðini í útvarpinum. Henda framsýningin er eitt tað fyrsta fólk fáa eyga á, tá tey koma inn í forhøllina. Framsýningin vísir nakað av teirri tøkniligu útgerðini, sum varð brúkt tey fyrstu árini í útvarpinum. Fer ein víðari kring um Kringvarpshúsið kunnu fólk skjótt gerast greið um, at her er hend ein øgi­lig menning bæði innan starvsfólk, senditíð, fram­ leiðslur og tøkni. Tað verður tó ikki bert í sjál­v­um útvarpinum at dag­ ur­in verður markeraður. Í sjón­varpinum fáa tey, ið ikki hava møguleika at verða til staðar til hátíðarhaldið møguleika at fylgja við. Sjónvarpið fer nevniliga at senda rættiliga nógv úr Sortu­díki, har dagurin verður há­tíðarhildin. Sent verður frá sendingum í útvarpinum hendan dagin, tíðindum, fyrireikingum til sendingar og øðrum. Her verða eisini vístar upptøkur frá savninum og garasjuni og frá móttøkuni, sum verður seinnapartin. Fyrstu ferð sjónvarpið send­ir er longu kl. 8.45, og seinasta vitjanin í útvarpinum endar klokkan 16. Góðan føðingardag! Fimmti ár við føroyskum útvarpi Í fimmti ár hava føroyingar havt føroyskt útvarp. Tað skal markerast í morgin í Kringvarpshúsinum Býráðið í Fuglafirði hevur samtykt, at tá skúlar og dagstovnar lata upp eftir summ­ ar­frítíðina, verður ikki loyvt at roykja á hesum stovnum Royking Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: Sosiala nevnd­­in hevur arbeitt við spurn­ingum um royki­pol­it­ ikk­in í kommununi í eina tíð. Í fyrstu syftu var hugs­ að um at seta forboð fyri royking á stovnum, har børn vóru - tað er: í skúl­ um, frítíðarskúlanum, dag­ stovn­um og í dagrøktini. Nevndin sendi m.a. út hoyr­ingsskriv til stovn­ar­ nar. Út frá hesum varð av­talað fram ímóti einum roykfríum skúla og barna­ ans­ingarstovnum frá 1. august í ár. Sosiala nevndin legði fram álit í málinum á sein­ asta býráðsfundi í Fugla­ firði. Og tað tók býráðið somuleiðis undir við. Eftir summarfrítíðina verður tískil ikki loyvt at roykja á nøkrum av teimum kommunalu stovnunum í Fuglafjarðar kommunu. Eingin royking í býnum frá 1. august Totalt roykifor­ boð í august Órímilig krøv Løgtingsins Umboðsmaður vil hava Búnaðargrunnin at umgugsa at broyta reglurnar um, at ein festari skal veita persónliga trygd fyri teimum lánum, sum hann tekur úr grunninum. Fyrr var tað nóg mikið, at festarin skrivaði undir vegna festið, men nú krevur grunnurin, at hann skal hefta persónliga. Tað helt Bóndafelagið vera órímiligt og vísti á, at kravið hjá grunninum stendur ikki mát við møguligar avleiðingar fyri festaran. Út við happing Aftan á summarfrítíðina í ár verður happing ikki góðtikin í fólkaskúlanum. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur givið skúlaleiðarunum í landinum boð um at fremja tiltøk, sum skulu basa og fyribyrgja happing. Hann sigur, at skúlaleiðararnir skulu gera trivnaðarætlan og skipa toymi, sum skulu taka sær av trivnaði og happing. Í løtuni kannar Granskingardepilin, hvussu umfatandi happing er í fólkaskúlanum, og úrslitið kemur í vár.