Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 25 - 5. februar 2007 Løgmaður er afturkomin av síni Íslandsferð og er vælnøgdur. Partarnir hava talað um teir lepar, ið hava hingið eftir í Hoyvíkssáttmálanum ella Íslandssáttmálanum, sum tey flestu nevna hesa avtalu. Hartil er semja fingin um sjómarkið mill­­um londini, og tað er í sjálvum sær nakað av ein­um diplomatiskum bragdi. Í fylgi løgmans var hópur av vinnulívsfólki, og so er bert at vóna, at hesi hava fingið nakrar sáttmálar ella kon­­taktir og sambond, sum kunnu økja um út­flutn­­ing­in til Íslands. Sagt verður, at sáttmálin er hin mest víðgongdi, sum Ísland hevur við nakað annað land, at Ís­ land og Føroyar í roynd og veru nú virka sum ein búskapar­­lig eind. Men øll vita, at hetta er ikki heilt so einfalt í veruleikanum. Sum dømi kunnu vit nevna, at meðan íslendingar stórt sæð frítt kunnu gera íløgur í føroyska fiskivinnu, er sami rættur ikki givin føroyingum í mun til ís­lendska fiskivinnu. Her er ikki javnvág, og her galda ikki somu rættindi fyri tann lítla sum fyri tann stóra. Hetta er óheppið og hetta skapar mis­nøgd. At vísa á, at vit nú fyri fyrstu ferð frítt kunnu útflyta landbúnaðarvørur til Íslands, má vera skemt. Øll vit, at Ísland er um at drukna í egnum landbúnaðarvørum. Tað skal vera meira enn vanliga bjartskygdur føroyskur bóndi, sum fer at leggja sína framleiðslu til rættis eftir ís­lendska marknaðinum. Tað ræður um at fáa javnvág í Hoyvíkssáttmálan, tí vit mugu og skulu samstarva við Ísland. Land­ ið er okkara granni, er EFTA limur, hevur EBS avtalu við ES og útflytir í stóran mun somu vørur sum vit. Islendskar stórfyritøkur eru komnar inn í flestallar føroyskar fyritøkur, tí vit hava at kalla ongar handilsligar forðingar á hes­ um økjum. Vit hava liberaliserað okkara vinnu­ lív og mugu liva við treytunum. Skulu vit fóta okkum er bert eitt at gera, og tað er at taka kapp­ ing­ina upp. Kapping er ein lykilin til ein góðan og sunnan búskap. Her hava vit nógv at læra av íslendingum. Sama er um altjóða pallin at siga. Íslendingar vóru fyrstir at gagnnýta altjóða­ gerðina. Tað er orsøkin til, at teir eru millum fremstu í heiminum á nógvum økjum – ikki minst tí vinnuliga og handilsliga. Her hava vit nógv at læra og vónandi hava okkara vinnu­lívs­ fólk fingið nakað gott og jaligt at hugsa um á ferð við løgmanni í Íslandi. Sosialurin Samstarv á jøvnum føti Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eftir øllum at døma hevur Sam­bandsflokkurin eina fasta undirtøku frá 20 – 25% av veljarunum uttan mun til, hvør ið situr við leiðsl­uni av flokkinum. Tað sær út til at vera torført at fáa hann niðurum 20%, men góðir seljarar hava í mein­ing­arkanningum havt hann omanfyri 30% - ja, heilt upp til 36% minnist meg rætt. Og í hesum inter­ vall­­inum liggur hann fram­ vegis og damlar, hóast hann nærum hevur mist róður­ kraftina. Men kann hetta halda áfram? Hvussu langt røkkur tolið hjá okkum veljarum, sum skulu levera hesi 20 – 25% av atkvøðunum? Síðani flokkurin fekk nýggj­an formann hava aftur­ vendandi veljarakanningar víst, at bert 2% av Føroya fólki og t.v.s. max 8% av sambandsveljarunum halda, at okkara formaður er eitt løgmansevni. Hetta meti eg at vera ein stóran trupulleika fyri flokkin. Leiðarnir fyri hinar stóru flokkarnar fáa uml. 20% undir­tøku fyri at blíva løg­ maður ella stórt sæð tað, sum svarar til støddina á flokk­inum. T.v.s. at í hesum flokkunum halda úti við 100% av veljarunum, at teirra formaður eigur at ger­ ast løgmaður. Í Sambands­ flokkinum eru sum sagt bert 8% av veljarunum av hesi áskoðan. Allir veljarar vilja hava sín leiðara at enda sum løg­ mann, og hevur flokkurin einki evni at bjóða fram, fer hann at missa veljarar – eis­ ini niður um tey 20%. For­ maðurin kann ikki bara vísa til, at hann ikki lurtar eftir veljarakanningum. Til sein­ astu veljarakanningina sig­ ur hann seg vera nøgdan hóast afturgongd. Hetta eru døpur orð frá einum leiðara. Hann má kenna seg vón­ brotnan yvir, at tey 2% ikki hækka soleiðis sum hann lov­aði okkum jú nærri vit komu valinum. Og sum um hetta ikki var nokk, so hevur flokkurin ein næstformann – ein krún­ prins – sum seinasta mánað­ in ella tveir hevur klárað at farið 540 stig runt um seg sjálvan. Fyrst tók hann sín stuðul frá samgonguni, tí hann kom í minniluta í eini demokratiskari proces. Ein demokratur av sonnum, má ein siga. Formaðurin hevur so nýtt drúgva tíð til sjón­ leik­in um at fáa næstfor­ mann­in upp á pláss aftur. Tað hevur ikki eydnast og má sigast at vera illa av stað farið av formanninum – aft­ an á so langa tíð og so nógv­ ar útmeldingar. Næst­for­ mað­urin kann eftir hetta ikki brúkast sum stuðul í sam­gongusamráðingum fram­­yvir og kann tí helst ikki vera limur í einum polit­isk­um flokki, sum vil tak­­ast í álvara. Og so var næstformaðurin á veg til at stuðla sam­gong­ uni aftur, men setti nøkur krøv til Sambandsflokkin, sum hann ikki fekk uppfylt. Hvat er tað fyri krøv, ein kann seta til Sambands­ flokk­in fyri at stuðla sam­ gong­uni? Ætlaði næstfor­ mað­urin at binda allar ting­ limirnar niður í eini ávísari atkvøðugreiðslu? Og so straffa samgonguna tá íð hann ikki fekk sín vilja í Sam­­bands­flokkinum? Ein demokrat­ur av sonnum. Einki undur at veljarnir venda sær frá flokki við tí­lík­um val­­evn­­um. Bæði formaðurin og næst­ formað­urin hava nú komið flokkinum í eina so vánaliga støðu, at okkurt álvarsligt má henda á komandi lands­ fundi fyri at fáa framdrift í flokkin aftur, og sum sam­ bandsmaður má ein vóna, at her fer at verða hugsað meira um trivnaðin hjá flokk­in­um framyvir í staðin fyri privat áhugamál og pri­ vata fáfongd. Tað kann ikki vera avgerandi hvør ið hevur flest fjallmenn, bestu hundar ella situr á floks­ appa­ratinum ella hevur tær røttu genirnar. Verandi for­ maður og næstformaður hava uttan iva verið góðir menn fyri flokkin í aðrar mát­ar, men teirra evnir til at leiða flokkin og breiða kunn­leika um sambands­ hug­sjónina hava ikki sligið ígjøg­num. Teir hava havt ríki­ligt av tíð til at vísa í verki, hvat teir duga, men her er ov lítið komið burtur­ úr. Og tí má okkurt álvarsligt henda. Í fjør vóru tvey ár eft­ir til valið, men nú er bert eitt. Tað hevur tí dupult­ an skund at finna eina loysn. Tað ber ikki til at fara á val við hesari leiðsluni. Til formansvalið á lands­ fundinum 2006 gjørdi Dimma­lætting nógv burtur úr at verja verandi formann bæði við vanligari skriving í sjálvum blaðnum men eis­ ini við tí fyri eitt politiskt óheft blað so óvanliga at lata blaðstjóran gera sam­ røðu við sjónvarpið, har hann lýsti sín stuðul til ver­ andi for­mann. Nú tykist vend at vera kom­in í á Dimmalætting. Í oddagrein um vikuskifti held­ur blaðið, at Sam­bands­ flokkurin hevur fingið ein álvars­ligan leiðslutrupul­ leika – ikki bara við næstfor­ manninum, men eisini við formanninum, sum stendur eftir sum tann veiki. Og blað­ið er farið at lýsa eftir fólki, sum hevur ambitiónir til at gerast formaður í Sam­ bandsflokkinum, tí nú er tíðin búgvin til at bjóða seg fram. Um Dimma nú er hyrnt sum hon er sint, so fer hon kanska at gera sítt til at for­ mansval á landsfundi Sam­ bandsfloksins verður eitt natúrligt fyribrigdi og ikki sum higartil nakað tey flestu hveppast við. Sambandsflokkurin hevur brúk fyri einum leiðara og ein­um varamanni, sum kunnu savna allan flokkin um sambandshugsjónina og eg ynski landsfundinum eina hepna hond til at loysa henda trupla spurning. Gøtu á kyndilsmessu 2007 Ei dáni í um Sambandsflokkurin missir undirtøku Atli Hansen