mánadagur 5. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2007
11
Nú Ólasa tíð at mynda fiski
mannafelagið er av, vil eg
bera tær eina hjartans tøkk
fyri at hava ment felagið til
tað sum tað er í dag.
Ikki grunaði tað meg, nú
tú ætlaði tær undir títt síðsta
valskeið, at tú skuldi koma
at liggja niðast.
Royndi nakrar ferðir und
ir valstríðunun at rógva upp
undur, at tú mátti agitera
ímillum fólkið. Men tú svar
aði, at hatta var ikki tú, at
ganga runt og selja teg sjálv
an. Tú vildi hava eitt reelt
val og skrivliga lýsa tann
politikk, sum tú stóð fyri,
so fiskimenn vistu, hvat teir
høvdu at taka støðu til.
Óli, tú ert frá eini tíð, har
eitt orð er eitt orð og maður
er ein maður. Eg trúgvi
hetta vísir, hvussu nógv vit
hava flutt okkum samfelags
liga.
Óli, tú sigur, at tú leggur
frá tær við góðari samvitsku,
og eg trúgvi tað er tað, sum
fer at standa eftir, tí ongun
nýtist at ivast í, at tú gongur
ikki upp á kompromi við
tína samvitsku, og tað sum
tú gongur uppí, har leggur
tú lív og sál í.
Nú fiskimannablaðið er
farið í søguna í tí líki, tað
hevur havt, vil eg takka tær
hjartaliga fyri tær mongu
áhugaverdu greinar, sum
hava havt sera stóran áhuga
millum manna. Upplesan
av blaðnun hevur verið fast
ur táttur á mongun sambýl
um og ellisheimum.
Ikki minst vil eg takka
tær fyri tey mongu minning
arorðini, sum eg veit hava
verið til stóra gleði og ugg
an fyri tey avvarðandi. Tey
vísa, at sjálvt um tú ert ein
maður við fáum orðum,
hevur tú ein ótrúðligan
áhuga og innlivan av tí ein
staka.
Góði Óli, okkara samfe
lag hevur tørv á fólki við
slíkum eginleikum í dag.
Guds signing víðari á lív
leiðini.
Var lønin hjá borgaranum t.d. í Sunda Kommunu
tann sama, sum hjá Havnarborgaranum, hevði
Sunda Kommuna 6 mió. fleiri í kassanum, meðan
Tórshavnar Kommuna hevði 70 mió. krónur færri
til íløgur og rakstur, um inntøkan lá á hædd við
borgaran í Sunda Kommunu
Eins og onnur samfeløg, eru Føroyar fyri støðugari
broyting bygnaðarliga. Tað hevur við sær at meiri
nágreiniliga má ansast eftir fíggjarliga grundarlagnum í
ymisku tættunum, t.d í býtinum millum land og
kommunur og kommunanna millum. Hetta hevur verið,
er og verður tógvið stríð millum ymsu partarnar, og
stríð verður neyðugt.
Hyggja vit at londunum uttan um okkum økist fólka
flytingin til størru plássini. Í Íslandi og Føroyum serliga
til høvuðsstaðin.
Fíggjarliga grundarlagið hjá eini kommunu er meiri
nú enn áður avgerandi fyri, um hon hóðrar undan í
longdini. Latið okkum eisini síggja í eyguni, at fleiri og
fleiri økir eru og verða løgd til kommunurnar at røkja,
og til hetta skal peningur.
Menningin hjá eini kommunu verður alt eftir, um hon
kann roknast sum eitt “heildar-samfelag”, t.v.s. um allir
grundleggjandi tættir sum vinna, skúli, mentan, almenn
arbeiðspláss, heilsu og sosialtænasta, barna- og eldra
ansing etc. eru har. Neyðugt er tí við sterkum økjum.
Eyðsýndur munur
Lat okkum hyggja at árligu lønarútgjaldingunum hjá
sjey størstu kommununum, fyri hvønn persón sær,
síggja vit, at ein kommuna skarðar eygsýniliga framúr;
Tórshavnar kommuna við 191.000 krónum fyri hvønn
íbúgva. Ein liggur langt aftanfyri hinar, nevniliga Vágs
kommuna, við 143.000 krónum. Her er bert talan um
A-inntøkur. Fyritøkur eru ikki íroknaðar. Tá eru tølini
umleið hesi fyri hvønn persón sær:
Tórshavnar Kommuna: 191.000
Klaksvíkar Kommuna: 167.000
Runavíkar Kommuna: 166.000
Tvøroyrar Kommuna: 160.000
Fuglafjarðar Kommuna:168.000
Sunda Kommuna: 172.000
Vágs Kommuna: 143.000
Lat okkum taka eitt hugsað dømi: Um borgarin í Sunda
Kommunu, sum liggur næst Havnini í inntøku, hevði
somu inntøku, sum ein havnarborgari, hevði Sunda
Kommuna í kommunuskatti havt ikki færri enn einar 6
mió. krónur fleiri til íløgur og rakstur. T.v.s. 51 mió krón
ur heldur enn 45 mió. krónur.
Hinvegin kann vísast á, at um borgarin í Tórshavnar
Kommunu hevði somu inntøku, sum borgarin í Sunda
Kommunu, lá Tórshavnar kommuna við 70 mió. krónum
færri.
Hvat sigur politiski myndugleikin
Einki er at siga til, nú ein dagin orðaskifti var í løgting
inum, at janvnartingmaðurin Kristian Magnussen tók
so hvassliga til: “Hvat vilja øll hesi fólkini í Havnini”?
– Ja, soleiðs kann ein spyrja. Svarið er einfalt, men
tíverri tykist tyngri at ganga við til broytingar rætta veg
in.
Her er bert ein av nógvum vinklum. Lat meg siga, at
tølini eru á leið.
Mær kunnugt hava alment ongantíð verið gjørdar
útgreiningar, kanningar og enn minni staðfestingar
hesum viðvíkjandi hvørki av Landsbankanum, Fíggjar
málaráðnum ella Búðskaparráðnum. Heldur ikki havi
eg sæð, hvussu hesir stovnar nágreinliga hugsa sær eina
veruliga broyting av býtinum millum land og komm
unur.
Vit sum landspolitikarar hava ábyrgd og møguleikar
fyri at venda hesi gongd!
(Triðja greinin av í alt fimm)
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo
Fyrsta ítøkiliga úrslitið av
formansskiftinum í FF er,
at FF-blaðið ikki kemur út
aftur, og at tey, sum hava
goldið haldaragjald fyri
2007, fáa tað afturgoldið.
Hervið er ein týdningarmikil
partur av virkseminum hjá
FF í mong ár avtikin.
Tað var longu í 1920, at
formaður og skrivari í FF,
Símun Pauli úr Konoy og
Rasmus á Háskúlanum,
mettu tað at hava stóran
týdning, at felagið hevði
eitt blað, sum kundi lýsa
felagið
úteftir.
Úrslitið
gjørdist
FF-blaðið,
sum
kom út hvørja viku í 7 ár,
inntil tað steðgaði vegna
innanhýsis ósemju í felag
num.
Í 50-unum og 60-unum
kom Fiskimannablaðið út
nakrar ferðir, tó mest fyrstu
árini. Tá eg gjørdist formað
ur í 1971 fór FF aftur undir
FF-blaðið, tó nakað óreglu
liga fyrstu árini.
Síðan 1991 er FF-blaðið
tó komið út regluliga 2.
hvørja viku. Fystu 10 árini
við Vilmundi Jacobsen sum
blaðstjóra, og síðan havi eg
sjálvur verið blaðstjóri og
havi skrivað og útvegað
meginpartin av tilfarinum.
FF-blaðið hevur øll hesi
árini verið andlitið hjá FF
úteftir. Roynt hevur verið at
skapa eitt alment blað av
áhuga hjá øllum borgarum,
og hevur hetta fyri ein stór
an part eydnast. Blaðið er
komið rættiliga víða, m.a.
eisini til skúlar og almennar
stovnar.
Blaðið hevur fyrst og
fremst lagt dent á felags- og
fiskivinnutíðindi, og er tað
er eisini sent umborð á skip
ini. Tískil eru fiskimenn
regluliga kunnaðir um virk
semið hjá felagnum og tess
arbeiði fyri at verja teirra
áhugamál.
FF-blaðið hevur eisini
javnan havt eina óhefta lýs
ing av politisku skipanini
og hevur kunnað víst á hóp
in av dømum um tað skip
aða rættarloysið í landinum,
sum er gingið útyvir borgar
arnar og tess feløgum. Fiski
menn og FF eigur eisini sín
ríkiliga part av hesum.
Blaðið hevur skapt
virðing fyri Fiski
mannafelagnum
Ein týðandi partur av blað
num hevur verið siðsøguligt
tilfar, har størsti dentur hev
ur verið lagdur á søguna og
samleikan hjá fiskimonnum
og annars eisini hjá ”vanlig
um” fólki.
Blaðið hevur havt ein
trúgvan lesaraskara, og nær
um dagliga hava fólk sagt
mær, at tey mettu FF-blaðið
sum besta blað í landinum
við sínum øðrvísi tilfari í
mun til hini bløðini.
Eg havi eisini fingið við
urkenning frá so frægum
monnum sum Erlingi Olsen
og Thorvald Stoltenberg,
sum hava verið millum
fremstu politikkarar í Norð
anlondum.
Tað er eingin ivi um, at
FF-blaðið hevur skapt virð
ing og vælvild fyri fiski
mannafelagnum, og tískil
eisini fiskimonnum, millum
fólk. Hetta er ikki minst
komið til sjóndar í hesum
døgum, har fólk í hópatali
hava víst mær sín fulla stuð
ul og óbroytt fult álit.
Ítøkiliga virðið av blað
num kann kanska ikki ger
ast upp í krónum, men hetta
hevur avgjørt verið stríðið
vert.
Arbeiðið við blaðnum
hevur eisini givið mær sjálv
um nógv. Eg eri komin í
samband við ótrúliga nógv
fólk, eisini uttanlands, og
havi eisini bestu vinir mill
um hesi.
Vit hava havt nógvar eina
standandi frásagnir. Helst
tann besta og mest kenslu
borna var samrøðan við
Honnu Ben-Yami um hennn
ara lív sum týskur jødi und
ir nasismuni. Hon greiddi
frá, hvussu nasistarnir fyrst
tóku pápan og síðan mamm
una. Ein dagin ringir syst
irin og sigur, at hon er rýmd
undan nasistunum, men róp
ar so knappliga í telefonini:
”Nú komi teir, eg noyðist at
fara”. Tá sigur Hanna í frá
søgnini: ”Tá skilti eg, at nú
var eg einsamøll eftir”, og
hon var so rørd, at hon græt.
Hetta var veruliga sum at
gerast beinleiðis partur í
heimssøguni heima í síni
egnu stovu. Henda løtan
hevur brent seg inn í mítt
minni!
Mín vinskapur við Ben
Yami hjúnini førdi tey til
Føroyar seinasta summar.
Frágreiðingin hjá Menak
hem um fiskiskapin undir
Føroyum,
sum
meira
útgreinað hevur verið endur
givin í FF-blaðnum, hevur
uttan iva hevur verið fiski
monnum til beinleiðis gagn
í viðgerðini av fiskidøgum.
Einsrætting av
samfelagnum
FF-blaðið hevur sum ein
asta blað tosað ”Roma mitt
imot”. Hetta hevur verið so
beinrakið, at ”almennu Før
oyar” hava roynt at tiga
blaðið í hel. Kortini er tað
óalment fleiri ferðir váttað,
at ”almenna skipanin” hev
ur havt respekt fyri blað
num, og hevur tað eisini
vist hava sína ávirkan í mun
til um blaðið ikki var.
Tað er eingin ivi um, at
Føroyar gerast eitt meira og
meira einsrættað samfelag,
sum vit eisini hava víst á.
T.d. vísa royndirnar av FF-
blaðnum, at tað gerst meira
og meira trupult at geva út
eitt samfelagskritiskt blað í
Føroyum.
Eitt týðiligt tekin um
hetta er, at tað hevur gingist
verri og verri at fáa lýsingar,
og uttan lýsingar kemur
einki blað út.
Men her vil eg serliga
takka Klaksvíkar Sjúkra
húsi. Tað hevur øll árini
havt hvørja ta einastu lýsing
í FF-blaðnum eisini. Eg
havi ikki viljað takkað teim
um alment fyrr enn nú, so
hevði nokk onkur gripið
inn! Tað sama er at siga um
SEV, sum skal fáa somu
tøkk. Eg vil annars fegin
takka øllum teimum lýsar
um, sum hava hildið á til
endan.
Hinvegin hava stovnar
sum Løgmanskrivstovan og
Toll og Skatt, sum uppruna
liga lýstu í blaðnum, greitt
avgjørt at boykotta blaðið
við at steðga sínum lýsing
um. Eg heitti seinasta heyst
á aðalráðini um at gera ein
lýsingarpolitikk,
so
al
mennu lýsingarnar vóru
meira javnt býttar millum
bløðini. Úrslitið tað beint
mótsetta!
Eitt tað størsta vónbrotið
er, at tað sama hevur verið
galdani fyri Vinnuhúsið,
hóast vit sum einasti miðil,
tá á hevur staðið, hava vart
eisini teirra sjónarmið t.d. í
ætlanunum um almennu
”ræningina” av ALS.
Stuðlarnir verða ikki við
sviðið so
Regluliga útgávan av FF-
blaðnum kom at fevna um
15 ár og 383 bløð nú tað
gevst. Hetta vísir, at felagið
hevur havt ein førleika fram
til formansskiftið, sum tað
eisini hevði so langt aftur
sum í 1920, men sum tað
ikki hevur í dag. Ein før
leiki, sum fiskimenn hvørki
virðismettu tá ella nú.
Eg veit, at tey verða
mong, sum koma at sakna
FF-blaðið. Men tey verða
kortini ikki heilt snýtt. Í
FF-blaðnum náddi eg at
hava fimm partar av hugtak
andi søguni hjá 100 ára
gamla
fiskimanninum
Andrias í Tarti í Oyndarfirði,
og hevur henda frásøgnin
verið stak væl umtókt.
Tríggir partar eru eftir, og
teir verða prentaðir í Sosial
inum. Hvat annars verður
kemur tíðin at vísa.
Á hendan hátt vóni eg
framvegis at hava samband
við tey, sum hava virðismett
blaðið.
Eg vil eisini takka teimum
hjartaliga sum so ella so
hava víst hetta í orði og
verki.
Óli Jacobsen
Norðragøta
Sólfríð
Heinesen
løgtingsmaður í
Norðoyggjum
Jógvan við
Keldu
Takk Óli
Skattagrundarlagið
hjá kommununum
má takast upp nú
Minningarorð um FF-blaðið
viðmerkingar