mánadagur 5. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 25 - 5. februar 2007
Byggingin av ætlaða Skála
fjarðartunlinum er eitt høvi
at fáa umhvørvi og trivnað
inn sum ein part av sam
ferðslupolitikkinum. Ein so
stór broyting av undirstøðu
kervinum kann gagnnýtast
til eina broyting av ferðslu
mynstrinum sum heild.
Verður hesin møguleikin
ikki troyttur, kunnu politikk
ararnir ikki siga seg vera
sinnaðar at gera nakað fyri
umhvørvið og trivnaðin.
Skálafjarðartunnilin fær
eina øðrvísi ávirkan á sam
ferðsluna, enn teir báðir
fyrstu undirsjóvartunlarnir.
Sjálvt um hann styttir um
teinin hjá mongum, fer
hann kortini í longdini at
føra til meira bilkoyring.
Tunlar, sum Vága- og
Klaksvíkstunlarnir,
fáa
koyringina at eksplodera
frá degi til dags; bæði tí, at
nógv meira flutningur –
neyðugur og óneyðugur –
fer fram, og tí at flutningurin
verður skiftur frá kollek
tivari
til
individuella
ferðslu. Skálafjarðartunnil
in skal gerast millum tveir
landspartar, sum tað longu
er koyrandi millum. Tað fer
helst ikki at minka um talið
av ferðafólkum í bussunum
millum landspartarnar, men
tað vera lutfalsliga færri
fólk, sum ferðast við bussi í
mun til við bili.
Avleiðingin verður sostatt
tann, at bilkoyringin fer at
vaksa av hesum tunlinum,
um hann verður gjørdur
sambært
vanahugsanini,
sum stýrur samferðslupoli
tikkinum. Tað vera enn
fleiri, sum fara at arbeiða í
Havn og búgva í Eystur
oynni. Aðrir eysturoyingar
fara líka at gera sær eitt
ørindi í Bónus ella Skemm
una. Havnarfólk kunnu líka
gera sær eitt rend til Klaks
víkar.
Fyri hvønn túrin vera væl í
meðal brendir tríggir-fýra
litrar av fossilum brennievni
– hesir geva um átta kilo av
CO2 til vakstrarhúseffektina.
Um tunnilin skal bera seg
fíggjarliga fer at vera neyð
ugt at tryggja, at fólk koyra
meira heldur enn minni. Fólk
ini aftan fyri verkætlanina
hava tíbetur eisini viðgingið,
at hetta skaðaárinið er írokn
að.
Fyri hvønn undirsjóvar
tunnil og hvørt vegasamband
verður føroyingurin meira
bundin at bilinum. Tá skip
eru ein partur av samferðsluni,
hevur kollektiv ferðsla fyri
munin. Tá ferðslan er kollek
tiv, fer ikki so nógv óneyðug
ferðsla fram.
Orsakað av øktari ferðslu
og sterkari bilbundni í sam
felagnum sum heild, fer bil
plágan sostatt at vaksa av
hesum tunlinum, heldur
enn at minka.
Bilar, bygdir og býir
Verður
tunnilin
bygdur,
skulu 3.000 fleiri bilar inn í
Havnina hvønn dag. Seinni
6.000. Seinni 12.000?
Bilferðslan skræðir býin
sundur. Stóru vegirnir eru
sum álir av ídnaðarøki, har
menniskjan má laga seg
undir maskinunum. Flesta
staðni í býnum kunnu sjón
veik og onnur brekaði ikki
ferðast sjálvi meira enn
kanska
hundrað
metrar.
Ikki er hugsandi at loyva
børnum í nánd av hesum
vegum, hóast teir eru mitt í
okkara býi. Sama er gald
andi í bygdunum.
Lokala býarlívið og bygd
arlívið er nógv avmarkað av
bilferðsluni. Nógvi gangurin
ger tað óunniligt at vera úti.
Børn kunnu ikki sjálvi fara
til aktivitetir. Handlar og
annað
“publikums-orien
terað” virksemi flytur saman
í stórar eindir, burtur frá
lokalsamfelagnum.
Eintáttaða menningin av
bilferðsluni er serliga skaði
lig fyri tey, ið ikki hava bil.
Hesi vera nógv skerd í ger
andisdegnum av tí, at alt
verður skipað kring bilin.
CO2-útlátið
Føroyingar eru millum tey
fólk i heiminum, sum mest
eldhugaði elva til alheims
upphitingina. Ongin veit
fyri vist, hvørjar avleiðingar
upphitingin fær. Men tað er
vist, at tað er næstan bara
amerikanarum,
vit
eru
samd við um at halda, at
“onki veruligt eigur at vera
gjørt við trupulleikan”.
Árinini frá veðurlags
broytingunum eru týðilig,
sjálvt
um
ongin
kann
prógva ítøkiliga, at orsøkin
er CO2. Tað man ikki vera
vert at satsa uppá, at tað
ikki er CO2, sum er orsøkin.
Kopernikus fekk heldur
ikki prógvað ítøkiliga, at
gongustjørnurnar ganga í
ringrás um Sólina.
Tað er sannlíkt, at neyð
ugt verður at gera okkurt
við trupulleikan. Tess long
ur, tað verður bíðað, tess
truplari verður tað at taka
hesi stig. Um tað verður
gjørt nú, kunnu vit í ávísan
mun lata tað koma sum ein
part av samfelagsmenning
ini. Bíða vit til seinni, verð
ur tað meira neyðugt við
løgnum atgerðum fyri at
minka útlátið.
Vit hava vitað í nógv ár,
at CO2-ið er ein trupulleiki,
men hvat er gjørt við tað?
Nú er tað satt at siga ein
desperat støða. Tann einasti
ábyrgdarfulli
umhvørvis
politikkurin vildi verið at
satsa uppá at klára seg púra
uttan fossil brennievni til
dømis í 2015.
Tekniskar loysnir?
Summi halda kanska, at bil
ar, sum koyra longri uppá
liturin, fara at loysa trupul
leikan. Tað fara teir ikki,
tíverri. Um bilarnir kundu
koyrt 100 km uppá liturin,
hevði tað verið ein tolulig
fyribilsloysn. Tað skal skilj
ast soleiðis: um bilarnir
koyrdu sjey ferðir longri
uppá liturin, kundu vit sett
ferðina, sum vit minka
CO2-útlátið við, niður til
ein sjeyndapart. Hetta er
eitt einfalt roknistykki, og
samanumtikið er alt rætti
liga einfalt: Tað finst bara
ein loysn, og tað er at gevast
at brenna fossil brennievni.
Fyrr ella seinni noyðast vit,
og jú longur vit bíða, jú
truplari verður tað. Og jú
størri verður umhvørvis
skaðin.
Onki undur fer at henda,
sum kann loysa CO2-trupul
leikan,
um
orkunýtslan
framhaldandi sleppur at
vaksa. Um vit skulu loysa
CO2-trupulleikan,
verður
neyðugt at spara uppá ork
una. Bilar brúka dupult so
nógva orka fyri hvørt fólkið
sum bussar. Sostatt er
kollektivur flutningur neyð
ugur.
Eftir øllum at døma verður
orku- og CO2-trupulleikin
útsettur til komandi ættarlið
at loysa. Skal eg veruliga
noyðast at siga við sonin:
”Nei, lítli mín, vit hugsaðu
ikki um framtíð tína”?
Til gagns fyri hvønn?
Tá tað verður roknað út, at
tað kann loysa seg vinnuliga
at byggja tunnil, er tað tí, at
meira ferðsla skal ganga
millum
Eysturoynna
og
Havnina, enn tað longu ger.
Fyri at fáa ríkiligt av ferðslu
vera tiltøk gjørd, at fáa fólk
at koyra meira, enn tey veru
liga hava tørv á. Er hetta
ábyrgdarfullur politikkur –
at lata vinnuvirksemi fara
fram, har virksemið hongur
natúrliga saman við tí at
vaksa um CO2-útlátið og
bilpláguna?
Tað hevur verið sagt, at
hesin tunnilin verður ein
samferðslulig kollvelting.
Tann størsta, enntá. Um
hetta rættiliga skal vera ein
kollvelting, má øll verk
ætlanin skipast soleiðis, at
hon er við til at fáa fleiri
ferðandi yvir í kollektiva
ferðslu. Sum nú er, snýr
menningin av samferðsluni
seg um at økja bilatalið. Til
skaða fyri umhvørvið og til
skaða fyri býar- og bygdar
lívið – serliga hjá børnum
og øðrum veikum bólkum.
Gylti møguleikin
Landstýrið eigur ikki at
loyva eini slíkari verkætlan
at fara í gongd, uttan at seta
inn eina mekanismu til at
tryggja, at ein størri partur
av øllum ferðandi ferðast
við bussi. Talið av ferðandi
við bussum skal ikki bara
vera størri enn tað er nú,
men ein størri prosentpartur
av tí samlaða talinum av
ferðandi. Annars hava tey
fólkavaldu
spilt
okkum
møguleikan at lata eina
loysn uppá bilskaptu trupul
leikarnar koma sum ein
natúrligan part av samfe
lagsmenningini.
Sjálvandi má ein slík
mekanisma vera so smidlig,
at hon kann lagast eftir tí
kunnleika og tøkni, sum
framtíðin hevur at bjóða.
Hinvegin má hon ikki vera
so smidlig, at hon bara blív
ur eitt eiti.
Um ongin kann finna ein
snøggari hátt, má tað bara
setast sum ein treyt til tey,
ið ynskja at byggja tunnil.
Treytin kann t.d. ljóða
soleiðis: “Helvtin av øllum
ferðandi gjøgnum tunnilin
skulu ferðast í bussi.” Síðan
má leiðslan av tunlinum
tryggja, at tað verður soleið
is, gjøgnum lýsingarher
ferðir, príspolitikk ella ann
að. Hetta er eitt uppskot.
Um tað onkursvegna verð
ur tryggjað, at lutfalsliga
fleiri
brúka
kollektivan
flutning gjøgnum Skála
fjarðartunnilin, fer tað at
ávirka ferðsluna í restini av
landinum positivt.
Tað, sum er uppá spæl, er
møguleikin fyri at gera ein
umhvørvisvinarligan sam
ferðslupolitikk í staðin fyri
tann vanliga, ið bert snýr
seg um at vaksa um bilkoyr
ingina.
havnemand@kallnet.fo
Jógvan
Olsen
Skálafjarðartunnilin gevur stórar møguleikar
Eitt av teimum grundleggj
andi meginsjónarmiðunum
í parlamentarisku skipanini
er, at teir valdu tinglimirnir
taka seg saman í flokkar. Í
Danmarks Riges Grundlov
stendur einki um politiskar
flokkar, tí tað eru teir ein
støku valdu persónarnir,
sum hava mandatini, tvs,
sum hava fingið heimildina
frá
sínum
veljarum
at
umboða teir á tingi. Men
tinglimirnir eru kortini suve
renir, tað vil siga, at teir ein
ans eru bundnir av síni sann
føring og ikki av nakrari
forskrift frá sínum veljarum
(§56). At grundlógin fram
vegis hevur tað sjónarmiðið,
at tað eru einstaklingar,
sum hava fingið álitið frá
veljarunum, gongur eisini
fram av §41, stk. 1, sum
gevur einum og hvørjum
limi í tinginum rætt til at
leggja fram lógaruppskot
og uppskot til samtyktar.
Kortini hevur gongdin
verið tann, at hóast tinglim
irnir í fyrstani í prinsippinum
vóru leysir av flokkum, so
eru teir í dag allir stillaðir
upp á listar og eru valdir
gjøgnum politiskar flokkar.
Allir tinglimir síggja seg
sjálvar og hinar tinglimirnar
fyrst og fremst sum umboð
fyri ein politiskan flokk,
sum hevur eina politiska
stevnuskrá. Tað kann ofta
koma
einum
nývaldum
óvart á, hvat tað í grundini
ber í sær at verða valdur á
ting fyri ein politiskan flokk
og gerast limur í einum ting
bólki. Tá verður ein við
hvørt noyddur at boyggja
seg at tí felags viljanum. Á
tingi snýr tað seg nógv um
at gera meirilutar, og harvið
kemur ein út í politiskt stríð
við umboð fyri aðrar flokk
ar. Men vanliga er samar
beiðið millum starvsfelagar
rættiliga gott. Ein skilir og
virðir í høvuðsheitum polit
isku sjónarmiðini hjá hin
um, og vanliga verða óskriv
aðar spælireglur virdar, t.d.
at gjørdar avtalur verða hild
nar.
Eitt eru tær politisku
ósemjurnar við limir úr øðr
um politiskum flokkum,
men ofta eru teir størstu
trupulleikarnir innanfloks, í
egnu tingmanningini. Teir
einstøku tinglimirnir skulu
í samarbeiði við hini av
manningini og ofta í kapp
ing royna at gera vart við
seg og koma sær fram, og
tá kunnu neistar fúka.
Tað vanliga er, at tá ið ein
tinglimur er valdur á ting, so
er hann tað eina og aleina tí,
at flokkurin hevur stillað
hann upp á sín lista. Tí verð
ur væntað av honum ella
henni, at tey eru loyal móti
tingbólkinum og vísa tað, ið
kallað verður floksdisciplin.
Tað sigur seg sjálvt, at fyri
floksins arbeiði í tinginum
hevur tað stóran týdning og
eisini fyri trúvirðið úteftir,
at tingmanningin stendur
samd. Floksformaðurin má,
serliga tá flokkurin er í sam
gongu, hava eina rímiliga
vissu fyri, at hann hevur all
an flokkin við sær, tá ið
atkvøðast skal. Um ein ting
limur ikki heldur seg kunna
tað, má hann í góðari tíð
týðiliga siga frá tí á einum
innanhýsis floksfundi og
annars ikki gera málið til
eitt evni fyri fjølmiðlarnar.
Samhald
Sambandsflokkurin hevur
gjøgnum tíðirnar sett eina
æru í, at flokkurin úteftir
stendur samdur. Tað merkir
ikki, at teir einstøku tinglim
irnir altíð eru samdir um øll
mál, men vanligt hevur ver
ið, at ymisk sjónarmið og
ymiskar áskoðanir til ávís
mál hava verið umrødd út í
æsir innanhýsis, inntil mál
ið er avklárað soleiðis, at
flokkurin er komin til eina
felags støðu, t.v.s. at ein
stakir tinglimir í tingsalinum
vanliga atkvøða saman við
tingmanning floksins. Tað
er helst eisini so, at tann
eyðmjúka floksættarkenslan
mundi vera sterkari fyrr,
enn hon hevur verið nú í
nýggjari tíð. Tí síggjast
kanska fleiri ganga solo.
Eitt av meginsjónarmið
unum hjá Sambandsflokkin
um hevur altíð verið, at tá
ið ræður um mál av etiskum
og moralskum slag, so verð
ur sæð burtur frá óskrivaða
kravboðnum um, at flokkur
in við atkvøðugreiðslur í
høvuðsheitum eigur at vera
samdur, men latið verður
yvir til tann einstaka tinglim
in at atkvøða eftir síni per
sónligu sannføring.
Hetta er ein greið og rími
lig skipan, sum tekur fyrilit
fyri samvitskuni hjá tí ein
staka. Tað kravið, sum hev
ur verið reist í seinastuni, at
flokkurin eisini í slíkum
málum skal hava eina felags
støðu, er púra burturvið. Í
slíkum førum skal tann ein
staki svara fyri sína egnu
samvitsku og sannføring,
og ta avgerðina eiga øll
sjálvandi at virða – bæði
tey, sum eru fyri og tey,
sum eru ímóti. Tann, sum
ikki virðir støðutakanina
hjá øðrum, má sigast at
vera demokratiskt igno
rantur. Í øllum atkvøðu
greiðslum er møguleikin
fyri, at nøkur vera við undir
lutan, ikki fáa sín vilja
framdan, og tann tinglimur,
sum ikki kann góðtaka at
verða niðurstemmaður í ein
um máli, hevur misskilt,
hvat ið demokrati er.
Átrúni og politikkur
Seinastu tíðina hevur átrún
aður meira og meira verið
vavdur upp í tað politiska
arbeiðið á løgtingi. Hetta
byrjaði mitt í áttatiárunum,
tá ið summi fóru at mis
brúka kristindómin á tingi
fyri at vinna sær politiskar
atkvøður, heldur enn at
brúka hann í kirkjum og í
samkomuhúsunum.
Eisini í Sambandsflokk
inum hava gjøgnum tíðirnar
verið nógvir tingmenn, sum
hava verið ídnir orðsins
tænarar í samkomuhúsum,
men tað hevur verið eyðkent
fyri teir gomlu, at teir bland
aðu ongantíð kristindómin
saman við politikkinum á
tingi, teir skildu ímillum,
hvat ið Guds var og hvat ið
keisarans var. Tað mesta,
hesi nýggju fólkini, sum
hava sett kristindómin í
system fyri at vinna sær
atkvøður, hava fingið burtur
úr, er, at fleiri og fleiri fólk
venda
kristindóminum
baki, ikki so nógv tí at tey
hava nakað ímóti kristindóm
inum, men tí tey síggja, at
hesir politikararnir kyniskt
brúka kristindómin sum
skálkaskjól fyri at bjarga
sær sjálvum atkvøður.
Kristnin vinnur einki við
at verða blandað upp í poli
tikk, tað mundi eisini vera tí,
at tríggir av evangelistunum
siga søguna um Skattapen
ingin, har tað verður gjørt
greitt, at tað verðsliga og tað
andaliga eru hvørt sítt.
Eilif
Samuelsen
At vera løgtingslimur
viðmerkingar