mánadagur 5. februar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2007
13
Liggur ein norskur línubátur
á Klaksvík, ein skotskur
togari á Tvøroyri, ein ameri
kanskur marglætisleinari á
Molanum ella Veðrurin ligg
ur og bunkrar frá oljutang
unum í Søldarfirði, tá eiga
heimildir at vera í føroyskari
kirkjulóg fyri, at farast kann
til Magnus Brahe, Jónsvein,
Sonju og Meinhard, sum
síðani snúgva sær til Føroya
biskup í hvørjum einstøkum
føri, fyri at fáa játtan um, at
annað mál enn føroyskt
kann brúkast í kirkjuligum
handlingum, táið føroyingar
sambært
siðvenju
ikki
brúka sínar halgidómar.
Onki er meira rímiligt enn
tað. Tað snýr seg um at gera
brúk av katedralunum, at
boða gleðiboðskapin, líka
mikið á hvørjum tungumáli
røtt og sungið verður. Hes
um verður eisini tikin hædd
fyri í lógaruppskotinum,
sum
stud.teol.
Theodor
Olsen hevur tikið upp til
viðkomandi, gagnligt og
neyðugt kjak í Sosialinum í
hesum døgum.
Kjakið er íkomið, nú før
oyingar standa á gáttina til
at skipa sína egnu lógligu
verju og karm um um sítt
gamla hús – kirkjuna.
Manna millum verður hetta
rópt fyri at vera ein yvirtøka.
Kirkjan, sum hevur verið
stjórnað
eftir
donskum
lógarleisti, skal nú latast í
føroyskan ham. Hulisliga
er farið fram. Løgmaður
segði á Ólavsvøku seinast,
at hetta var seinasta skrúð
gongan úr danskari kirkju.
Ein geistligur og ein polit
iskur fylgibólkur hava sitið
kring lógarsmiðjuna, okkurt
sløð er komið út á heimasíð
una hjá Mentamálaráðnum,
sum borgarin sporadiskt
hevur kunna tikið støðu til.
Havi bara loyvt mær tann
demokratiska rætt, at gera
viðmerkingar til nakrar prin
sipiellar spurningur, har eg
als ikki eri samdur við hes
um úrvalda liði. Tjóðveldis
flokkurin er umboðaður í
fylgibólkinum. Vit hava
ikki viðgjørt málið og
gongdina, tí alt skuldi vera
so ófatiliga lokað og kon
fidentielt, nú fólksins kirkja
skuldi flytast úr donskum í
føroyskt lógarhøpi. Harvið
standa mínar viðmerkingar
bara fyri egnu rokning.
Ongin ivi er um, at mál
spurningurin í føroyskum
kirkjum hevur verið eitt
mentanarstríð av teimum
beiskastu. Ein klassiskur
kampur
í
kolonihøpi.
Danskt mál dragnar ikki
fyrrenn í mínari tíð, dastið
av ungdóminum sungu vit
danskar sálmar í Glyvra
Kirkju, so av og á, ein støða
sum í dag er óhugsandi.
Men hon er ikki komin av
sær sjálvum, eitt øgiligt
seiggið, hjá málmonnum,
progressivum prestum og
próstum og trýstið uttanífrá
gav móðurmálinum fullan
og heilan heimarætt, alla
staðni uttan í lógarkarmin
um, sum framhaldandi varð
danskur. Og nú væntaði
ein, at hetta megnarstríð,
hjá so mongum, skuldi inn
siglast í føroyskari lóg.
Men gakk.
Lisbeth, Bergur og Sjúrð
ur komu undan væðingini í
vikuskiftinum. Og sannast
má, sum skaldið orðaði seg,
at tað eru ikki júst berserkar,
sum koma hagani, fyri at
leggja síni gullkorn í orða
skiftið.
Vit bæði Lisbeth eru og
verða ongantíð samd um
støðu Føroya í mun til sen
tralmaktina í Keypmanna
havn. Tí er betur at lata ta
debattina liggja á hesum
sinni. Málspurningurin er
eksistentiellur fyri allar før
oyingar, úti og heima, og
liggur í heilt aðrari og hægri
sferu enn tí partapolitisku.
Ongin og øll eiga málið.
Líkamikið hvør observans
urin er. Móðurmálið er eitt
ans. Grundin, amboðið og
sálin í øllum sum vit takast
við í hesum samfelagnum.
Tí mátti tað verið so sjálv
sagt, at ásetingin í komandi
kirkjulóggávuni
staðfesti
greitt, og einaferð fyri allar,
at føroyskt mál er megin
málið í øllum kirkju- og
samkomu viðurskiftum. At
javnseta eitt av øllum
fremmandamálum heimsins
við móðurmálið, tykist mal
plaserað, sum ein kolonial
istisk anakronisma, gomul
leivd, ið juridiskt hevur
fløkt seg á leiðir, har hon
eingi beitisrættindi hevur.
Harfyri skal donsk tunga, á
sama hátt sum allar aðrar
heimsins tungur, í serligum
førum fáa heimildir, at vera
brúkt í føroyskum kirkjum.
Ongin ivingur um tað. Men
framhaldandi haldi eg fast
um, at skipast skal soleiðis
fyri, at kirkjuviðurskiftini
hjá føroyingum bert kunna
avgreiðast á móðurmálin
um. Teir fremmandu prestar,
ið ikki ynskja at ganga und
ir hesi krøv, eiga at fáa krav
boðini, lov følge ella land
fly. Tað fer at nærkast
hálvum millennium síðani
trúðbótina, 500 ár, tí tykist
hendan diskussiónin eitt
sindur, ella rættari rættiliga,
absurd í 2007. Tí skal mítt
treytaleysa tilmælið verða,
at danskt mál verður flutt
niður í flokkin, har onnur
mál eru bólkað, og at før
oyskt
stendur
einsamalt
sum
meginmálið.
Hetta
burdu vit bæði Lisbeth
kunna samst um. Hóast alt.
Punktum.
Trupult er at peila av,
hvønn leiklut Bergur Berg
og Sjúrður Rasmussen hava
í hesum leiki. Hin fyrri dík
ir á at umseta donsku lógir
nar stav fyri stav, komma
fyri komma, somu lógir
sum danski kirkjumálaráð
harrin
Bertel
Geismar
Haarder hevur givið greið
boð um, at ruddast skal upp
í, táið hann heldur tær vera
alt ov komplexar og ótíðar
hóskandi. Um Jógvan á
Lakjuni hevur rikið Berg út
av básinum, sum politiskan
buffara, tað veit onkur, men
útsagnirnar eru sjaldsamar,
og ikki serliga álitisvekjandi.
Týðuligt er, at symbolikkur
in er avgerandi. Einasta ætl
aða nationalpolitiska em
blemið í samgongureversin
um skal fáast til høldar,
kosta hvat tað kosta má.
Um lógargrundarlagið er
viðgjørt, samtykt ella í lagi
- er teimum líkamikið. Vit
”yvirtaka”
bara
eina
vakuum-pakkaða
danska
kirkju og flyta hana upp á
gjøt yvir í eitt føroyskt
høpið, restini finna vit onk
ursvegna útav við tíðini.
Sjúrður er húsjuristur hjá
løgmanni. Hann vísir til for
dømið, táið spurningurin
um rættargangslógina § 149
stk 1., um málið í rættinum,
varð viðgjørdur. Hann skriv
aði tá eitt responsum, sum
veik nakað frá ásetingini í
heimastýrislógini, og varð
sligin dykt á fingrarnar og
kolldømdur av danska for
sætismálaráðharranum,
sum kravdi, at heimastýris
lógin slaviskt varð fylgd.
Gangi út frá, at hann sigur
hetta, fyri samgongunar
vegna, at bera í bøtuflaka
fyri, at uppskotið til nýggja
kirkjulóg sær út sum tað nú
einaferð ger. Báðir eru í
defensivinum. Og meira
politiskir enn gott er. Verja
eina støðuna hjá samgong
uni, ið tykist vera, at bæði
danska
grundlógin
og
heimastýrislógin eru givnar
føroyingum úr erva. Frá
Honum ið øllum valdar.
Mær vitandi hevur Fólka
flokkurin ongantíð alment
viðurkent
grundlógina,
tíansheldur heimastýrislóg
ina, sum stýringsamboð í
Føroyum. Tað hevur føroy
ingurin
forrestin
heldur
ikki. Hin fyrra er smoygd
niður yvir okkum, ímeðan
ein tepur meiriluti á Løg
tingi samtykti heimastýris
lógina, sum eitt slag av
kreppuloysn eftir stríðsárini.
Nú má stundin vera komin,
táið landsstýrismaðurin hjá
hesum sama Fólkaflokki,
Jógvan á Lakjuni, kemur
undan væðingini, og sigur
okkum, at hann av berari
ræðslu og undanstøkking
fyri Anders Fogh Rasmussen
hevur avgjørt at danskt og
føroyskt mál skula hava
ájøvn rættindi í komandi
føroysku kirkjuni, soleiðis
sum Javnaðar, Sambands, -
og
Sjálvstýrisflokkurin
ásettu tað at skula vera í
1948 - samsvarandi donsk
um kravboðum.
Í samrøðuni Theodor hev
ur við Lisbeth, staðfestir
hon eisini, at hon er vorðin
krígsgalin. Sama hervaldið,
sum í hesum døgum er elti
bløðra og ein av fáum stuðl
um hjá krígsgreðinginum
George W. Bush, í vitleysa
og eskalerandi stríðnum í
Iraq, skal sambært fyrrver
andi sambandsformannin
um eiga serrættindi í yvir
tiknu føroysku kirkjuni.
Hetta er so hin ultimativa
staðfestingin, statementið
sum sigur spar tvey til alt.
Ránið av øllum frælsi. At
implementera rættin hjá
fremmandum hervaldi í
nationala
kirkjulóggávu,
má vera heimsmet í undir
brotligheit. At ein stokkon
servativ Lisbeth L. Petersen
meinar hetta, eru nú sínar
sakir,
hendan
politiska
rasan er farandi, men hvat
sigur Jógvan á Lakjuni, um
yvirskipaða
politikkin
í
hesum, ein av eftirmonnum
Tórstein Petersens, ið gav
dønum skært uppá og húð
flongdi teir í hvassorðaðari
røðu umborð á Roar á
sinni? Hættir Lakjumaðurin
sær ikki undan væðingini,
so loysir Eidesgaard kanska
embætismenninar av, fyri at
siga okkum eitthvørt um,
hvat ið samgongan ætlar
viðvíkjandi yvirtøkuni av
kirkjuni. Tað man eftirhond
ini vera eitt fólkakrav.
Ímeðan Anders og Bertel
seta tummilskrúvurnar und
ir flagbróstið á Jógvani, og
krevja av honum eina disi
plin, sum bara hoyrir hjá
landaindividinum, í hesum
førinum serligu føroysku
rasuni homo danicus, til,
stríðast teir sjálvir ein avger
andi bardaga fyri at bjarga
donskum
í
Danmark.
Danska snobbið, sum Hol
berg hevur lýst so serliga
væl í komediuni Jean de
France, hevði við sær, at
tey sum hildu seg vera av tí
frægara slagnum tosaðu
franskt innanhýsis, týskt
við húskallar og arbeiðs
gentur og danskt við hundar
nar. Hetta broyttist táið
danski nationalstaturin fekk
skap, tá fingu teir eitt felags
mál, sum kundi brúkast í
øllum lívsins viðurskiftum,
eitt fullkomið og samfelags
berandi mál, sum granskarar
nú taka til. Nú halda hesir,
at hóttafall aftur er á málin
um, í mestan mun av angli
kanskum trýsti, og danska
málnevndin heitir staðiliga
á myndugleikarnar um at
gera nakað við trupulleikan.
Longu nú er áheitanin tikin
til eftirtektar og sakin tikin
upp á Fólkatingi. Hetta
hendir ímeðan eitt mál, sum
er
stórthundrað
ferðir
minni, kemur undir áseting
ar og eitt slag desavouering
frá sama myndugleika.
Ivaleyst ganga fleiri og
klóra sær í nakkanum, og
spyrja seg sjálvi, hvar ið
geistliga yvirvøldin er í øll
um rokanum viðvíkjandi
yvirtøkuni av kirkjuni. Har
er lokað. Tøgn. Hava teir
fingið grímu ella er tað
somikið lagaligt at vera
danskur funktionerur í Før
oyum, at man bara stendur
og tøvir mitt í eini meining,
sum meiningleysi maðurin
hjá Kára P.? Ella hevur
Lakjumaðurin mutrað teir
við lyftum, sum kanska
hava koblað alla offensiva
hugsan frá? Tað skal nú
vera løgið, um ongin í geist
liga liðnum hevur eina
meining um hesi viðurskifti.
Eiga teir ikki dirvið, so er
ræðsluscenario´ið fullkom
ið, staturin hevur tá sett seg
á frælsið hjá kirkjuni, hevur
doyvt teir til at fylgja polit
isku skipanini í einum og
øllum. Soleiðis verður boð
skapurin í halgidómunum
lívsørur. Sum ein spurdi í
lesarabrævi nú ein dagin:
Hvussu hevði anglikanska
kirkjan hjá Desmond Tutu,
erkibiskuppi, í Suðurafrika
sæð út, um hon ikki hevði
átt dirvið, at viðgerða polit
iska veruleikan, sum var og
er gerandisdagurin hjá teim
um ið manna kirkjuliðini?
Hann róði ímóti Apartheid
regiminum, hóast status
quo ivaleyst hevði verið ein
lagaligari
gerandisdagur
hjá honum sjálvum. Parta
politikkur og politikkur eru
nú ikki altíð leistur av sama
vadmali. Langt ífrá tí.
Nógv dømi eru um pro
gressivar rørslur í hava
muna. À mangan hátt.
Katólska kirkjan fór í part
við frælsisstríðsmonnunum
í Algeria í síni tíð. Kirkjulið
í USA gingu á odda í stríð
num fyri at steðga Vietnam-
krígnum og evangeliska
kirkjan átti stóran leiklut í
fallinum hjá kommunistiska
regiminum í DDR.
Her ønir ongin ímóti, at
menn royna at definera før
oyska veruleikan soleiðsni,
at Guð = heimastýrislógina
=
donsku
grundlógina.
Heldur ongin andøvir ímóti,
at danir sleppa at knæseta
hjálandastøðu okkara máls
liga og hernaðarliga í tí,
sum skal eitast at vera natio
nal lóg í 2007. Vælsignaðir
menn,
klappi
hestinum,
saðli um, og lati okkum
gera ein burtur av føroyskan
karm um føroysku kirkjuni.
Politikkur snýr seg um at
vilja broytingarnar. Skal tað
til, at heimastýrislógin má
broytast, ella vrakast, hon
er ikki guðaborðin, men
vanligt mannagjørt lógar
verk, lati okkum tá fara til
verka í stundini. Okkara
lutur skal ikki liggja eftir.
Tí er tað nakað vit heldur
enn gjarna vilja, so er tað,
at kirkjan kemur á føroyskar
hendur. Helst sum súla und
ir føroyska nationalstatin
um.
Í hjartatræðrunum eru vit
helst allir samdir um, at
móðurmálið er grundin,
amboðið og sálin. Lat hesa
semjuna forplanta seg út í
paragraffir og viðmerkingar,
tá ber í treysti til at trúgva
tí, ið vónað verður.
Móðurmálið er grundin, amboðið og sálin!
Tórbjørn
Jacobsen
SVEISARI
við royndum innan rørarbeiði
søkist til SUNDSVERKIÐ
Elverkið hjá SEV á Sundi hevur brúk fyri einum
persóni, sum hevur royndir og hegni at sveisa
og at arbeiða við rørskipanum.
Talan er um arbeiði, sum er mett at vara umleið
tvey ár.
Fyri persónar við viðkomandi handverkaraút
búgving verður lønin sum ásett í tímalønar
sáttmálanum hjá Føroya Handverkarafelag og
Landsfelag Handverkaranna og við eini viðbót
upp á 8%. Fólk uttan formliga útbúgving, men
við royndum og hegni innan nevnda arbeiðsøki,
verða lønt eftir nærri avtalu.
Umsóknir skulu saman við ljósprent av prógvum
og møguligum ummælum sendast Elfelagnum
SEV, Postrúm 319, FO-110 Tórshavn, teldu-
postadressa sev@sev.fo og skulu vera SEV í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin, tann 19.
februar 2007.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Jákup Sørensen, verksmeistara á
Sundsverkinum ella til Berg Didriksen, deildar
stjóra á Framleiðsludeildini, báðir á telefon nr.
346800.