Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 25 - 5. februar 2007 tíðindi Í morgin fara land­ sins kosnu at viðgera fólkaskúlan á hægsta stigi, tá aðalorðaskifti verður um skúlan Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í morgin, týsdag, verður aðalorðaskifti í tinginum um fólkaskúlan. Í hesum sambandi hevur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, lagt fram eina frágreiðing, har hann kemur við ymsum tilmælum um fólkaskúlan. Landsstýrismaðurin býtir tilmælini sundur í trý, har hann skilur millum átøk, sum kunnu fremjast beinanvegin, og sum kosta lítið ella einki. Átøk, sum krevja økta játtan, og kanningar, sum taka 1- 2 ár at fremja, og síðani átøk, sum krevja longri við­gerðartíð, 3-5 ár ella meira. Bøta um skúlan Í frágreiðingini verður bor­ ið fram, at PISA-undan­ kanningin vísti, at føroyskir næmingar vóru ikki væl fyri fakliga, samanborið við hini londini í kanningini. Sagt verður, at landsstýrið hevur sett sær fyri at bøta um hetta. Eitt nú var ein ar­beiðs­bólkur settur at gera tilráðingar um tiltøk, og í oktober 2006 handaði hesin eitt álit við 45 tilmælum. – Breið semja er um, at vit eiga at bøta munandi um viðurskiftini í fólkaskúl­an­ um, verður sagt í frágreið­ ing­ini frá landsstýris­mannin­ um. Síðani verða nøkur øki reksað upp, og fara vit at nevna flestu teirra her. Her má vend koma í Landsstýrismaðurin sigur millum annað, at tað mang­ an tykist, sum einki fær av­leiðingar í fólkaskúlanum. Vánalig uppmøting, ólátaður atburður og lítil virðing fyri arbeiði skúlans hava ført við sær, at vanlig hugsan er, at í fólkaskúlanum ber alt til, einki fær fylgjur. Lær­arar og leiðsla standa mang­an hjálparleys og vita sær einki til ráða at taka. Her má vend koma í. Leiðslan má fáa heimild at seta atgerðir í verk, so at næmingar kunnu verða vístir til annan skúla ella annað undirvísingartilboð. Átøk, sum kunnu fremjast beinanvegin, og sum kosta lítið ella einki Skúli og heim: Foreldur eiga at fáa størri ávirkan á skúlagongdina hjá børn­ unum, ikki bara gjøgnum skúlastýrini, men tey eiga eisini at kunna skipa seg í floksráð og foreldraráð á hvørjum skúla. Lesingin: Skúli og heim eiga í samstarvi at skipa fyri, at næmingar lesa í minsta lagi 20 min. hvønn dag. Skúlin eigur í hvørjum flokki at skipa lesibólkar, og lesing eigur at vera partur av undirvísingini í øllum lærugreinum. Í læraraútbúgvingini eig­ ur eitt kravt evni at vera byrjanarundirvísing í les­ ing, so at lærarar ogna sær førleika at læra næmingar við ymsum evnum at lesa. Málið er, at næmingarnir skulu duga at lesa tvey tey fyrstu skúlaárini. Skúlabókasavnið er ein týdningarmikil liður í at tilogna sær førleika og vitan. Næmingarnir eiga at hava atgongd til skúlabókasøvnini allan skúladagin. Hetta setur krøv til kommunurnar, tí nógv bókasøvn eru smá og ótíðarhóskandi. Skúla­ bókasavnið skal liggja høg­ liga fyri í bygninginum, so at næmingar bæði í und­irvísingartíð og í frí­ løt­um kunnu brúka tað. Samanlagdur stovnur: Ætl­anin er at skipa Lands­ miðstøðina, Skúlabóka­ grunnin og KT-depilin í ein nýggjan stovn, sum skal vera fakligur og námsfrøðiligur kveikjari fyri skúlaverkið. Fyrireiking til skúlabyrjan: Til tess at skipa gerandisdagin hjá børnum sum eina heild í sambandi við skúlabyrjanina er neyðugt, at barnagarðar, skúli og frítíðarskúli sam­ starva. Øll børn eiga at læra skúla og flokslærara at kenna, áðrenn tey koma í 1. flokk. Átøk, sum krevja økta játtan, og kanningar, sum taka 1-2 ár at fremja Tímatalið í byrjanarundir­ vís­ingini í Føroyum er lægri enn í hinum Norð­ an­londunum. Hetta kann vera ein av orsøkunum til, at lesiførleikin er verri enn aðrastaðni. Mælt verður tí til at hækka tímatalið í 1. og 2. flokki stigvíst tey næstu trý árini við einum vikutíma eyka hvørt ár. Serfrøðingar: Mælt verður til, at serfrøðingar verða sett­ir at kanna, hvørjir trupul­leikarnir eru í fólka­ skúlanum, og at koma við tilmælum um ábøtur. Føroyskt tilfar: Neyðugt er alsamt at tryggja, at undir­ vísingartilfarið, sum brúkt verður í fólkaskúlunum, er á føroyskum. Stevnumiðið er, at bæði undirvísingartilfar fólkaskúlans og barna- og ungdómsbókmentir okkara eru á móðurmálinum, og neyðugt er at fáa til vega meira av lætt lesiligum bók­ um. Mælt verður til, at játtaður verður peningur til at gera undirvísingartilfar til fólka­ skúlan í øllum lærugreinum og evnum á móðurmálinum. Játtanin eigur at verða hækk­ að við 6 mió. kr. í einum trý ára skeiði. Hetta er 2 mió. kr. um árið. Eftirmetingar: PISA- ar­beiðs­bólkurin mælir til at seta eftirmetingarskipan í verk. Skúlin, foreldur og myndugleikar fáa við hesum eina góða mynd av, hvussu støðið í flokkinum og hjá tí einstaka næminginum er í mun til tað, sum kravt verður sambært galdandi ásetingum. Allir næmingar skulu til roynd. Tað skal ikki vera eitt val, men eitt krav. Mælt verður til, at skrivlig fráfar­ ingarroynd verður í enskum í 9.flokki. Mælt verður til, at skipað verður fyri lands­ royndum í føroyskari rætt­ skriving/stíli, støddfrøði, lesi­før­leika og náttúru­læru­ grein­unum í 4. og 6. flokki. Umframt fráfaringarroyndir og landsroyndir verður eis­ ini mælt til at seta í verk støðu­royndir í 3., 5. og 7. fl. Harumframt verður mælt til, at diagnostiskar royndir í lesing verða gjørdar bæði til 1. og 2. flokk. Lesiætlanir: Treytin fyri, at hesar eftirmetingar verða settar í verk, er, at lesi­­ætlanirnar eru mál­rætt­ aðar. Lesiætlanirnar verða dagførdar í tráð við broyt­ ingarnar. Málkanningar: Mælt verð­ ur til, at TRAS (Tidlig registrering af sprog­ud­ vikling) verður sett í verk í barnagørðum 1. august 2007. Leiðsla: Mælt verður til fram­ haldandi at geva leiðslunum á skúlunum møguleika fyri at eftirútbúgva seg, og at eisini onnur við leiðsluførleika og námsfrøðiligari út­búgv­ ing enn bara fólk við fólka­ skúlalæraraútbúgving kunnu gerast skúlastjórar í fólka­ skúlanum. Lærarin: Nýggj lærara- og pedagogútbúgving verður sett í verk frá 1. aug. 2008, og skipað eftirútbúgving verður sett í verk. Átøk, sum krevja longri viðgerðartíð, 3-5 ár ella meira Kommunurnar: Mælt verður til, at fólkaskúlin verður lagdur til kommunurnar at umsita. Um skúlin ikki verður lagdur út til komm­ unurnar, so verður mælt til, at tað í framtíðini verða skipað skúlaøki við einari meginfyrisiting og einari økisfyrisiting. Royndarverkætlan: Mælt verð­ur til at skipa eina roynd­ar­kommunu, sum tær heimildir, sum ætlanin er at lata allar kommunur fáa, tá ið skúlin verður lagdur út. Her skulu lærarar og peda­ gogar samstarva um tey 6 ára gomlu. Tá ið henda roynd­artíð er farin, verður málið tikið upp til nýggja polit­iska viðgerð og støðu­ takan. Atferðartruplir næmingar: Í PISA-undankanningini upplýsa næmingarnir, at ófriður mangan valdar í tím­unum, so tað darvar undirvísingini. Har eru læruumstøðurnar ikki nøkt­ andi. Ofta stendst ófriður júst í hesum flokkum, tí at atferðartruplu næmingarnir hava sum heild vána bindini og arbeiðslag. Um bøtt verður um henda trupulleika, verða samstundis nógvir av trupulleikunum í dagsins skúla loystir. ATT-børn: Atburður, Tilknýti og Trivnaður. Mælt verður til, at ATT-lærarar verða settir at ráðgeva og hjálpa til í flokkum, har næmingar við Fólkaskúlin undir luppin