Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2007 19 tíðindi 1. apríl letur Lisbeth Gotved Petersen upp fyri privatari viðtalu til børn og vaksin við talutrupulleikum Trivnaður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sum nakað heilt nýtt, letur ein privatpraktiserandi talu­ pedagogur upp viðtalu. Tal­ an er um eitt tilboðPRIVATE til børn og vaksin, sum hava mál- og ella talutrupulleikar. Lisbeth Gotved Petersen, audiologopædur, cand.phil, hevur tikið stig til ein­stak­ lingavirkið, ið nevnist “Talu­ við­gerð og ráðgeving”, sum letur upp 1. apríl í ár. Lisbeth hevur seinastu árini verið leysliga knýtt at Ser­námsdeplinum og komm­­un­uni sum konsu­lent­ ur. Men av tí, at onki fast starv er innan hennara yrki, hevur hon nú gjørt av at fara undir privat virksemi. - Eg veit, at har er ein tørvur, sum ikki verður nøkt­­að­ur undir ver­andi karm­­um, sigur Lis­beth, sum varð út­lærd í 1997. Gjøgnum tey avvarðandi Lisbeth greiðir frá, at henn­ ara tilboð vendir sær til tveir málbólkar: vaksin við heilaskaða og til børn. Í báðum førum eru tey av­varðandi leiðin til úrslit, tí, sum hon tekur til, so eru tað tey, sum skulu skilja trupulleikan og venja við barn­inum ella sjúkling­in­ um. Tilboðið til børn er sett saman sum eitt heildartilboð til barnið og foreldrini ella teimum, sum varða av barn­ inum. Umframt talupeda­ gogiska viðgerð til barnið, veitir Lisbeth eisini kunning og vegleiðing til tey vaksnu og leggur teimum lag á. Ein partur av viðgerðini fer fram heima hjá barn­in­ um. Hetta fyri at barnið skal kenna seg trygt, men eis­ini fyri at røkka foreldr­ un­um. - Talupedagogisk viðgerð til børn kann bæði fevna um motoriskar og málsligar venjingar. Til dømis við at seta orðini rætt saman, fyri at skapa eina heild, sigur Lis­beth Gotved Petersen. Tala og læring Hon greiðir frá, at børn sum ikki duga at tosa, tá tey koma í skúla, eru í stórum vanda fyri ikki at læra tað, sum tey skulu. Tað hevur sostatt bæði fakligar og sosi­ alar avleiðingar fyri barnið, um tað ikki dugur at tosa. - Harumframt gongur tað út yvir trivnaðin hjá barn­ inum, um tað ikki fær sagt tað, sum tað hevur uppá hjarta. Hetta kann elva til frustra­tiónir og at barnið verð­ur harðligt, sigur Lis­ beth. Hon heldur, at tað eru ov nógv børn, sum ikki fáa tað tilboð, sum tey av røtt­ um áttu, tí økið verður ikki raðfest av myndugleikun­ um. - Og hetta er ómetaliga synd. Ikki minst í hesum Pisa-tíðum, har fokus verð­ ur sett á fakligu førleikarnar hjá børnum. Duga tey ikki at málbera seg, so duga tey heldur ikki at læra, sigur Lisbeth Gotved Petersen. Hon vísir á, at ætlanir eru um at bøta um tilboðið frá tí almenna, men at óvist er, nær tað verður veruleiki. Fólk við heilaskaða Tilboðið frá Lisbeth vendir sær eisini til vaksin, sum hava fingið mál- og talu­ trupul­leikar av heilaskaða. Hetta verður eisini nevnt afasi ella dysartri. - Hesin bólkurin hevur leingi verið við skerdan lut hvat viðvíkur talupedagog­ iska hjálp, sigur Lisbeth. Hon ætlar at tilboðið um­fatar bæði taluviðgerð og ráð­geving, og eisini her fer tað fram heima hjá fólki. Óbindandi kanning Bæði tá umræður børn og vaksin, ber til at fáa eina óbindandi málsliga kanning og eina neyva samrøðu við ráðgeving. Lisbeth vísir á, at tilboðið fyrst og fremst vendir sær til fólk, sum búgva í høvuðstaðarøkinum ella í meginøkinum. - Tó skulu fólk aðrastaðni ikki halda seg aftur, tí tað ber til at koma út á bygd. Um ikki at geva viðgerðir, so at kanna og ráðgeva, sig­ ur Lisbeth. Kostnaðurin Spurd, hvør kostnaðurin er fyri tílíka hjálp, sigur Lis­ beth, at hann kemur at liggja nakað omanfyri kostn­ að­in til fysio- ella ergo­tera­ pi. - Í løtuni ber til at fáa ískoyti til hesi bæði tilboð, men taluviðgerð er ikki fevnd av forsorgarlógini, sigur Lisbeth, sum ger vart við, at hon arbeiðir við málin­um, so tað eisini fer at bera til at fáa ískoyti til taluviðgerð. - Hetta er avgjørt eitt heilsumál, sum hevur við heilsu­trivnað at gera. So her skal kanska ein lógar­ broyt­ing til, sigur hon. Longu nú ber til at bí­ leggja tíð við at ringja 521702 aftaná klokkan 16, ella á taluvidgerd@kallnet.fo Privatur talu­ pedagogur letur upp Lisbeth Gotved Petersen, audiologopædur, cand.phil, sigur, at hon vendir sær til tveir málbólkar: vaksin við heilaskaða og til børn. atferðartrupulleikum eru, og at peningur verður játtaður til øðrvísi undirvísingartilboð. 10. flokkur:Mælt verður eisini til at viðgera hesar spurningar: Hvussu kann skiftið millum fólkaskúla og miðnám gerast smid­ lig­ari? Hvussu kann 10. flokk­ur málrættast til teir næmingar, sum veruliga hava tørv á hesum skúlaári? Hvussu fáa vit 10. árgang skipaðan í størri eindir við samstarvi við vinnu- og mið­námsútbúgvingarnar og frítíðarundirvísingina? Ella skal 10. flokkur takast av? Mentanararvur: Álagt verð­ ur øllum skúlum at syngja meira við børnunum og mið­ víst at læra tey sálmar, sangir og kvæði, soleiðis at hesin mentanararvur okkara ikki fer fyri skeyti. KT-førleiki: Mælt verður til, at KT-førleikin hjá øll­ um lærarum verður dag­ førdur, og at hetta verður ein sjálvsagdur partur av lær­araútbúgvingini. Happing: Allir skúlar skulu gera trivnaðarætlanir, sum skulu fata um ítøkiligar mannagongdir í sambandi við happing. Eisini eiga skúlarnir at hava ábyrgdar­ persónar, sum skulu taka sær av hesum arbeiði, og umstøður skulu veitast lærar­ um til eftirútbúgving. Takið er at fáa skipað ein skúla, har rúmd er fyri øllum næmingum, og har bæði teir veiku og teir dugnaligu fáa avbjóðingar, sum kunnu nøkta teirra tørv, verður sagt í frágreiðingini frá Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í skúlamálum. FAKTA Samanberingar í tímatalinum í 1. – 7. flokki Niðanfyri er sett upp minimun klokkutímatalið í ymsu londunum. Talva 1 Land Klokkutímar 1. – 7. fl. Føroyar 5494 (4930 uttan danskt) Danmark 5160 Noreg 4930 Svøríki 6156 Ísland 5100 Finnland 4788 Talva 2 Land Klokkutímar 1. – 3. fl. Føroyar 1782 (1693 uttan danskt) Danmark 2060 Noreg 1871 Svøríki 2318 Ísland 2040 Finnland 1795,5